Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 190 - 2. oktober 2007 tíðindi Tað er ikki farið óansað aftur við borðinum, at Bill Clinton vitjaði í Føroyum í gjár. Heimspressan fylgdi honum CLINTONVITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í dag er hann á vitjan í Dan­ mark, men í gjár setti Bill Clinton veruliga Føroyar á heimskortið. Fyrrverandi forsetin var ikki bert umgyrdur av lív­ verjum. Har var eisini ein stórur partur av heimspress­ uni til staðar undir vitjan hansara. Ein teirra, sum í nakrar dagar hevur verið í Føroy­ um, er tíðindamaðurin hjá stóra franska tíðindastovnin­ um, AFP, Slim Allagui. Hann er franskmaður, men býr í Danmark og giftur danskari konu. Hann tosar somuleiðis eisini danskt. Føroyar liggja undir hans­ ara øki, og tí var tað náttúr­ ligt, at hann kom hendan vegin í sambandi við vitjan­ ina hjá Clinton. Tíðindastov­ an er ein av teimum heilt stóru, og orð hansara fara um allan heim. Men hetta er kortini ikki fyrsta ferðin, at Allagui vitj­ ar í Føroyum. Hann var longu her í 1992 í sambandi við stóru bankakreppuna, og síðani hevur hann verið aftur nakrar ferðirnar. Slim Allagui kom til Før­ oya sunnukvøldið og hann fer av landinum aftur í annaðkvøld. Tær hava allar eitt til felags: Føroyskar troyggjur frá Guðrun & Guðrun CLINTONVITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var eitt sindur uttanfyri skránna, tá Bill Clinton gjørdi av at fara ein túr í býin at keypa okkurt tinga­ nest heim við aftur til konu og barn. Og tað gjørdist Guðrun & Guðrun, sum fekk heiður­ in av at selja troyggjur og turriklæði til fyrrverandi amerikanska forsetan. Hann var her inni eina góða løtu, í hvussu er einar tíggju minuttir. Tíverri var Guðrun (Ludvig) ikki her, tá Bill Clinton stakk inn á gólvið, so hon fekk ikki vitjanina við, sigur Guðrun Rógvadóttir. Annars hendi tað, at gjaldskortið vildi ikki rigga, og tí fór ein av lívvaktunum út í bilin við Guðrun og taldi henni dollarar í hond­ ina at gjalda fyri vørurnar. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki bert forkunnugt at fáa slíka vitjan, tað er sanniliga eisini talan um eina prestigusøk. Og sjálvt um tær báðar ikki vilja gera so ógvuliga nógv burtur úr, so verður helst eitthvørt at síggja og frætta um Clinton­ vitjanina á heimasíðu teirra í framtíðini. Tær báðar hava sum er fingið væl av umtalu í sam­ bandi við troyggjurnar, sum Sofie Gråbøl er ílatin í spenningsrøðini Forbrydel­ sen. Verður ein komandi kvinnuligur forseti at síggja í troyggju ella turriklæði frá Guðrun & Guðrun, verður umtalan neyvan minni. Annars kemur kenda mótablaðið Eurowoman til Føroya at taka upp før­ oyskan móta, millum annað framleiðslur frá Guðrun & Guðrun. Sofie, Chelsea og Hillary Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, kvinnurnar aftan fyri sniðgevarafyritøkuna Guðrun & Guðrun Mynd: Jens Kristian Vang Á Hotel Føroyum fara tey at broyta nøvnini á suitunum, har tann ein frameftir fer at eita Clinton-suitan CLINTONVITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er einki at taka seg aft­ ur í, at Bill Clinton telist millum allarstørstu nøvn­ ini, sum hava sett fót á Føroyska jørð. Og tí er heldur einki undarligt í, at hetta setir síni spor eftir seg. Ein av teimum heilt ítøkiligu avleiðingunum er, at Hotel Føroyar broytir suitunøvnini. ­ Vit hava tvær fínar suit­ ur og tvær eitt sindur minni. Tær báðar stóru og fínu hava higartil itið Løg­ manssuitan og Brúðarsuit­ an, meðan tær báðar smærru hava verið nevnd­ ar juniorsuitur. Nú fer Løg­ manssuitan at eita Clinton­ suitan, Brúðarsuitan broyt­ ir navn til Løgmanssuitan, meðan tær báðar smærru frameftir fara at eita brúð­ arsuitur, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum. Hann sigur, at tey hesi seinastu seks árini hava skrásett allar týðandi vitj­ anir av kendum fólki, tað verið seg fótbóltsleikarar, tónleikarar ella onnur kend fólk. So tey vita nágreiniliga hvør hevur búð hvar og nær. Tað gevur hotellinum eitt ávíst virði, at ein so kendur maður sum Bill Clinton hevur verið her. Og eg segði honum eisini , at vit fóru at broyta navnið á suituni til Clintonsuitan. Tað flenti hann at, sigur Johannes Jensen. Heimspressan fylgdi við Nú eitur tað Clinton-suitan Bill Clinton brúkti Hotel Føroyar sum basu við vitjan síni í Føroyum Tað vóru troyggjur og turrikløð av hesum slagi, sum fyrrverandi amerikanski forsetin keypti frá Guðrun & Guðrun Mynd: Jens Kristian Vang Secret Service-fólk ansaðu sera væl eftir fyrrverandi forsetanum undir Føroyavitjanini Mynd: Jens Kristian Vang Allastaðni har hann kom, heilsaði Clinton upp á tey, sum vóru møtt upp