týsdagur 2. oktober 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 2. oktober 2007
23
tíðindi
GALLADØGURÐI
Sonja Dalsgaard Nolsøe
Annika Hedegaard Isfeldt
Sunnukvøldið var fínur døgurði í Gourmet fyri Hans Blix,
konu hansara og øðrum innbodnum. Millum hesi vóru
stjórarnir í fyritøkunum, sum hava verið við til at fingið
fyrrverandi amerikanska forsetan Bill Clinton til Føroya
og sjálvandi løgmaður. Hóast veðrið uttanfyri ikki var av tí
besta, var lagið gott, og prátið gekk flótandi í matstovuni.
Allir gestirnir vóru væl klæddir, og fleiri fín merkir vóru
at síggja hetta kvøldið. Tað, ið serliga eyðkendi kvøldið
var tann svarti liturin og pløgg frá m. a. Tone Barker og
Klivanum.
Galladøgurði, gott lag og fín klæði
Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, hevði konuna Morid
við til kvøldið. Bæði vóru í svørtum klæðum við einum twisti.
Svarti kjólin hjá Morid er frá Tone Barker. Traditionelli
klædningurin hjá Marner verður peppaður upp av ríputa reyða
slipsinum
Myndafólk: Sunva Eysturoy Lassen
Klæðini hjá snøgga parinum Kahlu og Rúna Hansen riggaðu
sera væl saman hetta kvøldið. Bæði vóru í traditionellum
svørtum klæðum, og reyði liturin gekk aftur í tilhoyri
teirra. Kjólin hjá Kahlu er úr London, og reyða indiska
pashminasjallið er úr Kashmir
Myndafólk: Sunva Eysturoy Lassen
Stjórin í Kaupting Bank, Petur Holm, hevði snøggu konuna við.
Bæði fylgdu tey rákinum í kvøld við tí svarta litinum. Frida var
í einum modernaðum svørtum ballón-kjóla frá Pede og Stoffer,
og við sær hevði hon eina tasku frá kenda merkinum Burberry.
Myndafólk: Meg Mulloy
Janus Petersen, sum er stjóri í Føroya Banka, var eins og allir
hinir mennirnir í einum svørtum traditionellum klædningi.
Janus hevði konuna Margret við. Margret, sum altíð hevur
eitt smíl á varrunum, lýsti upp við heilt at víkja frá tí svarta
mótanum hetta kvøldið. Hon var í einum vøkrum ljósareyðum
kjóla frá Tone Barker og stivlum frá Bruno & Joel.
Myndafólk: Sunva Eysturoy Lassen
Løgmaður og kona hansara vóru sum altíð sera snøgg. Anita
var í einklum klæðum úr Margaritu. Eftir at hava tosað við
konuna, finnur Jóannes útav, at klædningur hansara allar helst
er úr Wien, men hann minnist ikki júst, hvat merkið er
Myndafólk: Sunva Eysturoy Lassen
Vakurt var dekkað upp í fínu matstovuni Gormet
sunnukvøldið, har stjórarnir í fleiri av stóru føroysku
fyritøkunum ótu saman við Hans Blix
Myndafólk: Sunva Eysturoy Lassen