týsdagur 2. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 190 - 2. oktober 2007
- Tað er ótrúliga stutt-
ligt at síggja, at fleiri
og fleiri búseta seg
her í Skopun. Men
kemur tunnilin ikki,
fara tey heilt víst at
flyta úr bygdini aftur,
sigur Símun Martin
Nicolajsen. Fyri trim-
um mánaðum síðani
fluttu hann og konan
inn í nýggj hús í Skop-
un.
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skopun: - Tað er sera huga-
ligt at síggja, at bæði føroy-
ingar og útlendingar búseta
seg her í Skopun. Slíkt gev-
ur vón fyri framtíðina, sigur
44 ára gamli sjómaðurin úr
Skopun.
Bæði Símun Martin og
fólkið í bygdini hava stað-
fest at tey eru vorðin alt flei-
ri og fleiri hesi seinastu
árini. Í dag búgva 503 fólk
her, og vón teirra er, at talið
fer at vaksa enn meiri.
Samstundis við hetta er
hann sannførdur um, at
treytin fyri framhaldandi
vøkstri er ein tunnil inn á
meginøkið. Hesin er at kal-
la bjargingin fyri oynna.
- Verður hann hinvegin
útsettur í alt ov langa tíð -
ella kanska slettis ikki kem-
ur! - er stórur vandi fyri at
fólkatalið fer ikki bara at
minka, men minka sera
nógv, staðfestir Símun Mart-
in.
Tað positiva í gongdini
beint nú er, at talan er bæði
um føroyingar og útlending-
ar sum vilja búseta seg her.
Hesi hava øll sæð at til ber
at búgva í Skopun og
arbeiða aðrastaðni.
Sjálvur veit Símun Martin
alt um hetta, hesa tíðina
hann hevur verið við fiski-
skipi av Skálafjørðinum.
- Hesin møguleikin er til
staðar í dag, men við einum
tunli hevði tað verið nógvar
ferðir lættari, sigur hann.
Gott í Skopun
Fyrstu dagarnir í juli mán-
aði vóru sera hektiskir fyri
hjúnini bæði. Umsíðir kun-
du tey síggja fram til løtu-
na, tá tey kundu flyta í egin
hús í heimbygd hansara 5.
juli í ár.
Tey høvdu frammanundan
búð í øðrum húsum í bygd-
ini, men ynsktu nú at byggja
sær síni egnu hús í einum
øki, har mong onnur ætlaðu
tað sama.
- Hini húsini vóru gomul,
og satt at siga, so skuldi
rættiliga nógv gerast við
tey.
- Vit vildu heldur byggja
okkara egnu hús, tí vit met-
tu at tað fór neyvan at gerast
tann stóri munurin í kostn-
aði, sigur Símun Martin og
hyggur fegin yvir á kon-
una.
Hon nikkar játtandi og
slær fast við einum stórum
brosi:
- Ja, hóast eg eri úr Byrgi
í Søldarfirði, so hevur mær
altíð dámað sera væl her í
Skopun!
Skjót bygging
Tá tað gjørdist greitt, at
Skopunar kommuna var í
ferð við at stykkja út fyri
fleiri grundøkjum norðarla-
ga í bygdini, vakti hetta eisi-
ni teirra áhuga.
Tey vendu sær til kommu-
nuna við fyrispurningi um
byggiloyvi, og var svarið
játtandi: “Treytin” var í stór-
an mun, at tey fóru í sving
beinanvegin.
Sum sagt, so gjørt: Allir
formalitetir vórðu fingnir
til vega, og fyrr í ár var far-
ið undir arbeiðið, og longu
24. apríl vórðu húsini reist.
Hetta gekk eisini við
teirri rúkandi ferð hjá teim-
um átta kønu monnunum
hjá Norðsetur í Hvalvík.
- Ja, hugsa tær til: Teir
byrjaðu klokkan 8:10 og
vilt tú trúgva mær: Longu
klokkan tjúgu minuttir yvir
eitt flaggaði!
- Tað er ótrúligt, so skjótt
tað kann ganga, sigur Katr-
ina.
Bjartskygni
Nú eru bæði Katrina og
Símun Martin í góðum
árum. Líkt er til, at tey so
líðandi verða umgird av øðr-
um yngri fólkum her norð-
arlaga í Skopun.
Tað unga fólkið í bygdini
hevur bíðað spent eftir at
tunnilin skuldi koma. Fyri
mong er tað kanska ikki ein
spurningur um tað verður
um 2, 5 ella fleiri ár. Tað
týdningarmesta er, at tey
fáa vissu fyri at hann veruli-
ga kemur!
Fyri ikki so langari tíð
síðani stóðu eini 20 hús
tóm í bygdini. Nú stendur
vist bara tað eina tómt, tí
fólk vilja búgva aftur her í
bygdini.
- Eg haldi, at tað unga
fólkið hevur fingið vón aft-
ur fyri eini framtíð í bygd-
ini. Tað er einki sum hindrar
teimum at búgva her og at
arbeiða í Havn.
- Jú, eg haldi, at fólkið er
sera bjartskygd og trúgva
veruliga, at ein tunnil kem-
ur, og fer síðani at skapa lív
aftur í bygdini, staðfestir
Símun Martin.
Fólk vilja fegin búgva í Skopun
Tað positiva í gongdini beint nú er,
at talan er bæði um føroyingar og
útlendingar sum vilja búseta seg
her í Skopun
”
Tunnilin má koma
Hóast sandoyingar ynskja ein tunnil, so er tað ein
veruleiki at tey hava rættiliga gott ferðasamband um
Skopunarfjørð.
Teistin siglir fleiri ferðir um dagin millum Skopun
og Gomlurætt, men tað kemur meiri enn so fyri at
bilarnir eru fleiri enn pláss er fyri umborð.
Hetta ger seg serliga galdandi um vikuskiftini, men
eisini aðrar dagar mitt í viku er hann ov lítil. Tí
ynskja fólk at fáa eitt nøktandi samband alt
samdøgrið.
Nýggja og stóra útstykkingin norðarlaga í Skopun
er ein avleiðing av ætlanini at útvega sandoyingum
fast samband til meginøkið. Nógv fólk úr oynni hava
fingið grundøki í Skopun. Men eisini fólk heilt
norðan úr Klaksvík ynskja at búseta seg her.
Fólk liva í vónini um tað fasta sambandið um
Skopunarfjørðin, og hetta sæst eisini aftur í at
handilsdepilin Lonin í Skopun ætlar at byggja út.
- Ja, tú skilir at her er eitt øgiligt bjartskygni í
løtuni, slær Símun Martin fast.
Hjúnini Katrina og Símun Martin Nicolajsen fluttu inn í nýggju húsini 5. juli í ár. Nøkur hús eru longu í økinum, og alt bendir á
at tey gerast uppaftur fleiri í framtíðini
Mynd: Jens Kr. Vang
- Her er eitt øgiligt bjartskygni í løtuni, sigur 44 ára gamli
Símun Martin Nicolajsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Teir ultimativu mót-
setningarnir í San-
doynni
Henda greinin um hjúnini Katrina og Símun Martin
Nicolajsen er byrjanin til eina greinarøð úr Sandoynni,
har vit seta fokus á avleiðingarnar av Sandoyartunlinum,
bæði so og so.
Í blaðnum mikudagin ber til at lesa eina samrøðu
millum fíggjarmálaráðharran, Magna Laksáfoss og
Eyðun Viderø av Sandi, har teir skifta orð um júst
henda spurningin.