Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 190 - 2. oktober 2007 Stutt Sagt Munkar í fongsul Sambært bretska kring­ varpinum BBC hava myndugleikarnir í My­ anmar savnað einar 4.000 munkar á einum tekn­ iskum skúla og aðrastaðni. Alment bleiv hetta gjørt fyri at forða munkunum at taka lut í mótmælis­ gongum, men keldurnar hjá BBC vilja vera við, at munkarnir skulu flytast til nøkur fongsul longri norðuri í landinum. Aðrar keldur hava ikki váttað tíðindini. Bush boðin til Iran Lærdi háskúlin í iranska býnum Mashhad hevur boðið amerikanska for­ setanum, George W. Bush, at vitja skúlan og at skifta orð við tey lesandi um ymisk politisk mál. Inn­ bjóðingin er komin bara nakrar dagar, eftir at iranski frorsetin, Mah­ moud Ahmadinejad, vitjaði Columbia Univer­ sity í New York, har hann svaraði spurningum um ymisk viðurskifti. Iranskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at Ahmadinejad fekk eina heldur kaldliga móttøku í New York, og at hann millum annað bleiv umrøddur sum ein óndur einaræðisharri. Óruddiligt í rúmdini Tað byrjaði fyri 50 árum síðani, tá russar sendu sín fyrsta Sputnik út í rúm­ dina. Síðani hava amerik­ anararnir verið á Mána­ num, og fleiri størri og smærri før eru send langan veg til Mars og aðrar gongustjørnur. Har­ afturat er eitt ótal av fylgisveinum á ringferð um Jørðina. Men tað stóra virksemið í rúmdini hevur sín prís. Danski rúmdar­ granskarin Flemming Hansen er komin eftir, at fleiri milliónir manna­ skaptir lutir ferðast kring Jørðina í hesi løtu. Av teimum eru umleið 12.000 størri enn 10 centimetrar. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg vóni, at fleiri fara at koma um markið, og at tann gula marknastrokan verður turkað burtur (Roh Moo-hyun) útlond Tað var ein søgulig hending, tá norður­ koreanski leiðarin, Kim Jong­Il, tók ímóti suðurkoreanska forsetanum, Roh Moo­hyun, í morgun Fleiri túsund fólk vóru komin saman í norðurkor­ eanska høvuðsstaðnum Pyongyang at taka ímóti suðurkoreanska forsetanum. ­ Okkara pínufulla søga hevur mint okkum á, hvussu týðandi friður er. Tíðin er komin, til at Suður og Norður taka í hondina á hvør øðrum og fara undir eina nýggja friðarsøgu, segði Roh Moo­hyun, tá hann kom til Pyongyang. Stutt frammanundan var hann farin norður um markið millum tey bæði londini. Hann gekk um markið, og hetta var fyrstu ferð, at ein suðurkoreanskur leiðari hevur gingið tvørtur um markið. Á markinum er ein gul strika, og tá Roh og kona hansara, Kwon Yang­ sook, stigu yvir um strikuna, tóku norðurkoreanskir em­ bætismenn ímóti teimum. Saman við embætismonn­ unum vóru norðurkorean­ skar kvinnur í tjóðarbúna. ­ Eg vóni, at fleiri fara at ganga tvørtur um markið sum eg. Hendan strikan verður turkað burtur, og múrurin fer at fella, segði suðurkoreanski forsetin, tá hann var komin norðurum. Vitjanin hjá suðurkorean­ ska forsetanum í Pyong­ yang varir til hósdagin, og hesar dagarnar skulu hann og embætismenn hansara tosa við teir norðurkoreon­ sku leiðararnar um búskap­ arligt samstarv tvørtur um markið. Hetta er aðru ferð, at ein suðurkoreanskur forseti vitjar Norðurkorea. Fyrru ferð var í 2000. Ein søguligur fundur Ein søgulig hending, tá Kim Jong-Il og Roh Moo-hyun tóku í hondina á hvør øðrum í morgun ES ætlar at gera tað trupult hjá yvirgangsmonnum at ferðast við flogfari USA og Kanada hava longu sett í gildi reglur um at skráseta fólk, sum ferðast við flogfari, og nú ætla ES­ londini at gera tað sama. Á fundi millum løg­ málaráðharrarnar í ES­ londunum hevur Franco Frattini, kommiserur í løgfrøðimálum, skotið upp, at ES skal áleggja hvørjum einstøkum landi at skráseta fólk, sum ferðast við flog­ fari. Endamálið er at forða yvirgangsmonnum at ferðast millum lond ella at søkja at ferðamannaflogførum. Danska stjórnin tekur undir við hugskotinum. Lene Espersen, løgmála­ ráðharri, hevur tó sagt, at tað er ikki vist, at Danmark fer at taka undir við einari so víðgongdari skráseting­ arskipan sum teirri í USA. Millum annað skal støða takast til, hvørjar upplýs­ ingar kunnu skrásetast, hvussu tær skulu goymast og hvussu leingi. Um stutta tíð verða tey, sum ferðast um flogvøllin í Kastrup, skrásett Flogferðafólk í Evropa skulu skrásetast