týsdagur 2. oktober 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 190 - 2. oktober 2007
PARTABRØV ÁHUGAVERD AT KEYPA
Hóast ídnaðarálitið og tøl yvir húsamarknaðin í USA
í farnu viku gjørdust verri enn væntað, fingu góðir
roknskapir fra m.a Microsoft og Apple og positiv
viðmæli
frá
gamla
tjóðbankastjóranum
Alan
Greenspan, evropisk partabrøv at hækka 2,7%
farnu vikuna.
Kaupthing
hevur
í
fleiri
vikur
mælt
partabrævaíleggjarum frá at gera íløgur, til størri
vissa er fingin fyri gongdini. Men bæði evropiski og
norrøni marknaðirnir eru nú komnir so mikið fyri seg
aftur, at partabrøv eru áhugaverd at keypa aftur til
langtíðar íløgur.
HELDUR DOLLARIN FRAM AT LÆKKA?
At amerikanska álitistalið ISM eisini gjørdist slakari
enn væntað, styrkir trúnna uppá at røðin av
smáttfallandi lyklatølum fer at halda fram eina tíð
aftrat. Um so verður, kann væntast at amerikanski
tjóðbankin fer at lækka rentuna tvær reisurnar aftrat í
ár. ECB vil hóast príshækkingar neyvan hækka
rentuna fyrr enn ófriðurin á fíggjarmarknaðinum
hevur lagt seg. Um rentumunurin millum Evropa og
USA ikki minkar, økir tað trýstið á dollaran og hesin
kann lækka eitt vet aftrat fram til ársskifti. Bretski
tjóðbankin fer væntandi at halda rentuna óbroytta
hóast stóra búskaparvøksturin, soleingi óvissan
framhaldandi valdar á fíggjarmarknaðunum. Bretska
pundið, sum er lækkað nógv í seinastuni, lækkar
neyvan meira, men fer heldur at sveiggja á hesum
støðinum komandi tíðina.
RENTURNAR ÓBROYTTAR
Renturnar eru óbroyttar í mun til fyri viku siðan. 10-
ára lánsbrævarentan er 4,46%. Óbroyttu renturnar
vísa
eisini
óvissuna
um
gongdina
á
virðisbrævamarknaðunum.
HVAT SIGA TJÓÐBANKARNIR?
Hesa vikuna verður serliga áhugvert at fylgja við
hvat sagt verður frá rentufundunum hjá Bank of
England og ECB, og um ECB vil seta nøkur tiltøk í
verk fyri at sissa fíggjarmarknaðirnar. Rentan verður
neyvan broytt hvørki í Bretlandi ella Evropa.
Arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin úr USA, sum kemur
fríggjadagin, hevur eisini stóran áhuga, serliga tí
undanfarna gjørdist sera vánalig. Hesi nevndu
viðurskifti fara at ávirka virðisbrøv hesa vikuna.
Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar.
Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella
líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari.
Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo
V I K A 4 0 2 0 0 7
M A R K N A Ð A R R Á K
Vísital fyri norrøn partabrøv
Donsk 10-ára renta
Marknaðir
Kursur
+/- %
Norðurlond
1497,32 + 6,42%
Alheims partabrøv
8639,46 + 3,48%
Atlantic Petroleum
1465,00 + 2,88%
Føroya Banki
228,00 + 5,07%
Eik Banki
648,00
-2,11%
KB Trygg Eurostoxx
110,30 + 1,21%
USD
523,87
-1,01%
JPY
4,53
-1,77%
4,2%
4,4%
4,6%
4,8%
02/07
02/08
02/09
1320
1420
1520
02/07
02/08
02/09