Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 2. oktober 2007 27 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur NSÍ-ver- jan inn- kallað til lands- liðið Tríggir verju­spæl­ arar hjá NSÍ hava fingið boð til landsdystirnar hjá Føroyu­m ímóti Frak­landi og Uk­raina FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyska fótbóltslands­ liðið manglar fleiri verju­ spælarar til EM­dystirnar ímóti Fraklandi og Ukra­ ina, og nú hevur Jógvan Martin Olsen sent boð eftir NSÍ­verjuni til dystir­ nar. Seinast var bert Johan Troest Davidsen úr NSÍ­verjuni úttikin til landsliðið, men hesaferð hava eisini Óli Hansen og Einar Hansen fingið boð. Harafturat er Rókur av F. Jespersen úr HB við fyri fyrstu ferð í lands­ liðshópinum, meðan landsliðsvenjarin ikki hevur funnið pláss til fyrr­ verandi liðskiparan Óla Johannesen í hópinum. Landsliðshópurin til næstu EM­dystirnar sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Her­ bert í Lon Jacobsen, Bergur Midjord B36, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Kári Nielsen, Rókur av F. Jespersen HB, Christian Høgni Jacobsen, Hjal­ grím Elttør, Jóhan Trost Davidsen, Einar Hansen, Óli Hansen NSÍ, René Tórgarð, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Símun Samuelsen Not­ odden, Christian L. Holst Lyngby, Jón Rói Jacob­ sen, Súni Olsen Aab. Aft­ urat hesum er Atli Dani­ elsen Frem úttikin til dystin móti Ukreina. Úrslitini og gongdin í seinastu­ u­mføru­nu­m hevu­r stóran týdning fyri, hvu­ssu­ fyritreyt­ irnar u­ndan næsta k­appingarári fara at verða FORMULADEILDIN 24. UMFAR Jákup Mørk Eftir heimasigurin á HB í gjár liggur fyrsta FM heitið nakrantíð til høgra beinið hjá NSÍ. Tað eru tveir sunnu­ dagsdystir og ein leygar­ dagsdystur eftir, áðrenn lok verður lagt á 2007 kapping­ arárið. Sum tað sær út í løtuni skal nógv venda niður, sum nú vendir upp, um NSÍ ikki 27. oktober fyri fyrstu ferð fer at fáa handað FM steypið og gullkrónurnar. NSÍ skráin er GÍ á útivølli komandi sunnudag, eftir landsliðsvikuskiftið fer VB/ Sumba at vitja við Løkin sunnudagin 21. oktober, og leygardagin 27. oktober skal NSÍ til Klaksvíkar. Í fjør spílaði KÍ seg eyka út í síðsta umfari, tá ið teir í EB/Streymi á heimavølli høvdu gummibein. Harvið varð FM heitið flutt í Gundadal, har HB gjørdi sítt ímóti ÍF. Tað kann væl vera, at klaksvíkingar aftur hesa ferð ætla sær at enda kappingarárið við manér, men so skulu heilt aðrir bollar á verjusuppuna, enn tað hava verið seinastu ferð­ irnar. KÍ hevur tapt tríggjar ferðir á rað, og tilsaman eru tólv mál farin ígjøgnum! Full úrtøka á heimavølli ímóti HB var stórt fet á FM leiðini hjá NSÍ. GÍ hevur vunnið tríggjar av fýra teim­ um seinastu ferðunum, og tað kann gott vera, at tað verður spennandi, tá ið NSÍ sunnudagin fer inn um Gøtu­ eið. Men NSÍ fysikkurin eigur at vera nóg góður at standa ímóti gøtumonnum, og breiddin á oddaliðnum eigur at vera nóg stór til fulla úrtøku. Ikki minst tá ið støðan er, sum hon nú eina ferð er tað. VB/Sumba á heimavølli verður avgreiðslu­ uppgáva hjá NSÍ. Meðan tey í Runavík fegnast um góðu FM vánir­ nar, og spælararnir í NSÍ siga seg bara hava fokus á næstu avbjóðingini, verður tað kring landið arbeitt nógv í kulissunum við at fyrireika næsta kappingar­ ár. Jóhan Nielsen fer at halda fram sum venjari í NSÍ. Annars sigst talan fara at verða um fleiri skiftingar í venjarasessunum. Petur Mohr verður ikki venjari í Gøtu, og í fleiri av hinum feløgunum skulu nýggir venjarar finnast. Telvingin um spælararnar sigst eisini at vera stór og intens. Hvønn vegin lykla­ spælararnir fara, sum kunnu vera við til at gera av, hvør skal verða við í FM kappingini næsta ár, valdast ikki minst hvør fer at megna størstu fíggjarligu orkuna. Úrslitini í seinastu umfør­ unum hava eisini týdning fyri, hvussu áhugaverd fel­ øgini eru at skriva sáttmálar við. Tað er sjálvandi áhuga­ verdari at tosa við feløg, sum seinastu vikurnar í hes­ um kappingarárinum eru á aldukambinum, enn tað er at tosa við feløg, sum eru í aldudalinum. Næsta ár fer Eysturoy aft­ ur at eiga nógv størstu umboðanina í Formuladeild­ ini. EB/Streymur, Skála, NSÍ og GÍ fáa B68 og ÍF aft­ urat sær. Tað herðir kapp­ ingina um spælararnar í hesum økinum. Í vikuskiftinum varð tað greitt, at umframt B68 verður ÍF í 2008 partur av bestu deildini. Úrslitini hesa ferð bera við sær, at B71 fer at halda fram í fremstu røð, og at fyrsti AB steðgurin í bestu deildini bara varð eitt ár. Næsta ár stendur upp á spæl Bæði NSÍ og B36 vunnu sínar dystir í formuladeildini um vikuskiftið, og tí er NSÍ enn trý stig framman fyri árstalsfelagið úr Havn. So nú tað bert eru tríggir dystir eftir, er NSÍ sera tætt við at tryggja sær fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins. Mynd: Álvur Haraldsen