Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 190 - 2. oktober 2007 ] Málveitsla á White Hart Lane Síðsti dysturin í hesum umfarinum í Premier League var leiktur í gjárkvøldið, tá Aston Villa var á vitjan hjá Tottenham á White Hart Lane á 125 ára degnum hjá Tottenham Hotspurs. Tað byrjaði eisini væl fyri heimaliðið, tá Berbatov legði teir á odda tíðliga í dystinum, men Aston Villa slókti skjótt veitslurómin. Við tveimum málum frá dananum, Martin Laursen, og einum frá Agbonlahor legði Aston Villa seg á odda 3-1 undan steðginum, og beint eftir steðgin økti Gardner til 4-1. Men so vaknaði Tottenham, og innan fyri teir síðstu 20 minuttirnar skoraðu Chimbonda, Keane og Kaboul hvør sítt mál, so undirhaldandi dysturin endaði við einum 4-4 javnleiki. Karabatic kann missa EM Leygardagin bleiv Nikola Karabatic, sum av mongum verður mettur at vera heimsins besti hondbóltsspælari, álvarsliga skaddur. Í Champions League dysti fyri felag sítt, THW Kiel, ímóti gamla felagnum, HB Montpellier, datt hann skeivt niður á vinstru øksl og noyddist beinanvegin av vøllinum. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin hjá franska landsliðsspælaranum er, men tað er tó nógv, sum bendir á, at Frakland má vera hann fyri uttan til EM- endaspælið seinni í ár. Meistararnir úr Kyndli vóru í fyrsta dystinum av Atlantic Airways-kappingini á vitjan á Skála hjá StÍF, og her fingu teir ein ordans umgang av heimaliðnum, sum vann við ikki færri enn 10 málum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Størsti spenningurin undan fyrsta umfari av Atlantic Airways-kappingini hjá monnum var helst, hvør undi fara at vinna dystin á Skála, har steypavinnararnir, StÍF, tóku ímóti meistar- unum úr Kyndli. Men eftir dystin kann bert staðfestast, at spenning- urin í dystinum var ikki ser- liga stórur, tí heimaliðið snøgt sagt bukaði meistarar- nar av. Men tað, sum mangl- aði í spenningi, fingu áskoð- ararnir í øllum førum í dramatikki, tí heili tveir av spælarunum hjá Kyndli blivu riknir av vølli í seinna hálvleiki. StÍF leyp avstað Tað sást frá byrjan av, at StÍF var tað liðið á vøllinum sum vildi meir henda dagin. Verjan stóð betri, álopið koyrdi betri, og serliga mót- álopini tóktust vera sterkari hjá strandingum enn hjá Kyndli. Tað var eisini StÍF, sum legði seg á odda frá byrjan av. Kyndil royndi tó av øllum alvi at hanga í StÍF, men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, førdi heimaliðið 9-5, og hesa løtuna sá út til at ganga rættiliga javnt á millum liðini. Men brádliga tóku strand- ingar rættiliga dik á seg. Við seks av næstu sjey mál- unum í dystinum øktu teir um leiðsluna, so munurin á liðunum nú var heili níggju mál, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at dysturin í hesi løtu sá út til at vera væl og virðiliga avgjørdur. Kyndil kom heldur betri við allarsíðstu løtuna undan steðignum, og tá liðini fóru til hálvleiks, vóru átta mál á muni. Dramatikkur eftir steðgin Tað vóru helst fleiri, sum vónaðu, at Kyndil fór at gera eitt ordiliga come- back eftir steðgin fyri at fáa eitt sindur av spenningi í dystin, men hesi fóru skuff- aði heim aftur. Spenningur kom nevniliga ongantíð í dystin, men áskoðararnir fingu tó eitt sindur av dramatikki eftir steðgin. Tað byrjaði tó við, at StÍF økti enn meir um munin fyrstu løtuna, og tá góðir fimm minuttir vóru farnir, vóru heili 10 mál á muni. Men so hendi fyrsta dramat- iska hendingin í dystinum. Í einum StÍF-álopi kom Jan- us Einar Sørensen at steðga einum púra leysum strand- ingi í hansara roynd, og hetta sektaðu dómararnir hann við einum reyðum korti. Tískil mátti Kyndil vera hann fyri uttan restina av dystinum, samstundis sum hann heldur ikki verður við komandi vikuskiftið. StÍF gjørdi sær dælt av yvirtalinum og økti næstu løtuna um munin, so hann var heili 12 mál, tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal. Eftir hetta tóktist Kyndil reisa seg eitt sindur, sam- stundis sum strandingar tóktust vera rættiliga væl nøgdir við støðuna. Síðstu 20 minuttirnar av dystinum hendi ikki stórt sæð meir enn tað, enn at Hans Áki Dal Christiansen fekk sína triðju útvísing, og sostatt mátti hann eisini ta tungu leiðina av vøllinum. Endin av tí heila var, at StÍF vann ein sannførandi 10-mála sigur á meistarun- um úr Kyndli í fyrsta dyst- inum, og ivi stóðst ongantíð um úrslitið. Komandi vikuskiftið skal StÍF í sínum lag royna at halda fast um góða spælið, sum liðið vísti ímóti Kyndli leygardagin, meðan Kyndil hinvegin skal finna heilt annað spæl fram, um teir skulu gera sær vónir um at fáa fyrsta sigurin í ár. StÍF bukaði meistararnar StÍF spældi ein rimmar dyst, tá teir tóku ímóti meistarunum úr Kyndli leygardagin. Strandingar vunnu við heili 10 málum, og sostatt hava teir fingið eina dreymabyrjan upp á nýggja kappingarárið. Mynd: Álvur Haraldsen Formulaliðið