Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 190 - 2. oktober 2007 ] Nýtt heimsmet á Marathon-teininum Um vikuskiftið bleiv nýtt heimsmet sett á Marathon-tein- inum, tá Berlin Marathon var á skránni. Tað var heimskendi ethiopiski rennarin, Haile Gebrselassie, sum setti nýggja heimsmetið við tíðini 2:04.26 tímar. Við hesum skar Gebrselassie 29 sekund av gamla metinum, sum eisini bleiv sett í Berlin fyri seks árum síðani. Haile Gebrselassie heldur annars, at hann sjálvur kann koma undir 2 tímar og 3 minuttir einaferð, men hann metir eisini, at rennarar í fram- tíðini fara at renna marathon teinin undir tveimum tímum. Anand heimsmeistari í talvi Síðstu vikurnar hevur heimsmeistarakapping í talvi verið í Meksiko býi. Her hava átta teir sterkastu telvararnir í heiminum telva um heitið sum heimsmeistari, og vinnarin av kappingini gjørdist indarin, Vishwanathan Anand. Anand tapti einki av teimum 14 talvunum í kappingini, og endaði ovastur við níggju stigum. Á øðrum plássi var fyrrverandi heimsmeistarin, Vladimir Kramnik, við 8 stigum, meðan Boris Gelfand endaði á triðja plássi eisini við átta stigum. Við sigrinum gjørdist Anand fyrsti indiski heimsmeistarin í talvi nakrantíð. H71 fekk eina av­bera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið, tá teir v­unnu sannførandi á KÍF. Serliga skjótu mótálopini hjá hoyv­íkingum góv­u kollfirðingum stórar trupulleikar HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt slag av eini lokaluppgerð, tá ið KÍF tók ímóti H71 leygardagin. Ikki tí at Kollafjørður og Hoyvík hava beinleiðis nakað við hvørt annað at gera, men KÍF og H71 spældu í fleiri ár í somu høll, og eftir hetta hava dystirnir millum feløgini ofta verið bæði góðir og spennandi. Dysturin leygardagin var tó kanska ikki av teimum mest spennandi, einamest tí H71 tóktist hava rættiliga gott tamarhald á heimaliðn- um gjøgnum stórar partar av dystinum. Mótálop var vegurin Tað vóru gestirnir úr Hoy- vík, sum løgdu betur fyri leygardagin. Eftir at liðini fyrstu minuttirnar høvdu fylgst hampiliga væl, var tað H71, sum setti seg á dystin. Við skjótum og góð- um spæli løgdu teir ferð aft- an á ferð trýst á kollfiðring- arnar, og hesir tóktust fyrstu løtuna vera ovfarnir av skjóta spælinum hjá H71. Serliga var tað skjótu mót- álopini, sum KÍF ikki megn- aði at steðga, og her var Dánjal Tórgarð ein góður maður fyri H71 henda dagin. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, førdi H71 heili 8-3, men brádliga raknaði KÍF við. Nú tóktust teir hóma hvønn veg tað bar, og spakuliga byrjaði spælið hjá teimum at gerast betri. Teir fingu eisini eitt mál og annað fyri, og áðrenn nakar visti av, hevði KÍF javnað til 10-10, sum eisini var hálvleiksstøðan. Nú mundu teir flestu av heimaáskoðarunum vænta, at KÍF var komið ordiliga í gongd. H71 avgjørdi Men góða gongdin hjá koll- firðingum undan steðginum helt ikki fram, tá teir komu út til seinna hálvleik. Í stað- in var tað aftur H71, sum setti seg á dystin, og hesa ferð lótu teir ikki KÍF koma aftur í aftur. Eftir fimm minuttum høvdu gestirnir aftur vunnið sær eina leiðslu upp á trý mál, og sjálvt um KÍF royndi at svara aftur, so komu teir ongantíð upp aftur á javnleikin eftir hetta. Um miðjan seinna hálvleik var enn bert eitt mál á muni millum liðini, men so skor- aði H71 fimm ferðir á rað og avgjørdi harvið dystin. Síðstu løtuna royndi KÍF at fara út at verja, og teir fangaðu eisini bóltin í fleiri umførum. Munurin kom eitt skifti niður á tvey mál, men tá so H71 skoraði aftur fall endaliga avgerðin, og sostatt vann H71 ein uppi- bornan 27-24 sigur, sum var grundaður á gott og skjótt hondbóltsspæl. Við hesum hevur unga manningin úr Hoyvík við nýggja venjaraparinum fing- ið eina sera góða byrjan upp á nýggja kappingarárið. Neistin fekk eina flúgv­andi byrjan upp á kappingarárið, tá teir v­unnu á v­est­ menningum í fyrsta dystinum. Sigurin bleiv­ grundlagdur fyrstu sjey min­ uttirnar, tá Neistin førdi 7­0 HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin skuldi nýggi venjarin hjá Neistanum, vestmenningurin Ingi Olsen, fyrstu ferð standa á odda fyri liði sínum í lands- kappingini. Og mótstøðu- liðið í fyrsta dystinum var einki minni enn gamla fel- agið hjá Inga, VÍF, og tí var sjálvsagt lagt upp til ein spennandi dyst í høllini á Hálsi. Fantastisk byrjan grundlegði sigurin Ikki kann sigast annað enn, at nýggi venjarin hjá Neist- anum fekk eina dreymabyrj- an í fyrsta dystinum. Eftir bert sjey minuttum hevði Neistin við sera góðum og skjótum spælið lagt seg á odda heili 7-0, og tí sá tað longu nú ógvuliga tungt út hjá gestunum úr VÍF. Men VÍF hevur altíð ver- ið kent fyri at hava ein góðan vilja, og hesin kom teimum eisini til góðar eftir trilvandi byrjanina. Spaku- liga ótu teir seg inn á Neist- an, og um miðjan fyrra hálv- leik vísti talvan í høllini 9- 5, so eftir bert átta minuttum hevði VÍF minka munandi leiðsluna hjá Neistanum, so nú var alt aftur púra opið. Og VÍF helt fram við góða spælinum. Eitt skifti undan steðginum var mun- urin heilt niðri á einum máli, men tá Neistin so fekk síðsta málið í fyrra hálvleiki vóru tvey mál á muni, tá liðini komu út til seinna hálvleik. Neistin dró frá Tað gingu bert tveir minuttir av seinna hálvleiki, so hevði VÍF javnað, og nú var lagt upp til ein sera spennandi seinna hálvleik, men soleið- is bleiv ikki. Eftir útjavnandi málið hjá vestmenningum tók Neistin yvir aftur, og støðugt øktu teir nú um leiðsluna. Sjálvt um byrjanin upp á seinna hálvleik ikki var eins vána- lig hjá VÍF sum byrjanin upp á fyrra hálvleik, so var tað tó nú, at dysturin bleiv avgjørdur. Eftir einum knøppum korteri var Neistin aftur framman fyri við seks málum, og nú var spenning- urin so at siga farin úr dyst- inum – helst tí at VÍF hevði brúkt so nógva orku eftir keðiligu byrjanini. VÍf royndi tó at kempa seg inn aftur í dystin síðstu 10 minuttirnar, men ov seint var. Endin var, at Neist- in vann dystin 28-24, og eftir dystin kann bert stað- festast, at byrjanin upp á báðar hálvleikirnar gjørdist avgerandi. Her var Neistin nógv betri enn VÍF, og tí bleiv ov tungt hjá vestmenn- ingum at koma aftur móti endanum. H71 rann KÍF um koll Góð byrjan tryggjaði sigurin Neistin fekk eina flúgvandi byrjan upp á kappingina, tá teir vunnu ein uppibornan 4- mála sigur á gestunum úr VÍF leygardagin. Mynd: Álvur Haraldsen KÍF hevði stórar trupulleikar við skjótu og góðu mótálopunum hjá H71, og við hesum á odda vann H71 ein uppibornan sigur, tá teir vitjaðu í Kollafirði. Mynd: Álvur Haraldsen