Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 190 - 2. oktober 2007 Bettini endurvann HM Nógv tos hevur síðstu tíðina verið um heimsmeistaran í súkkling, Paulo Bettini, av tí at hesin ikki hevur viljað undirskrivað antidopingavtaluna hjá UCI. Fyrireikararnir royndu at útihýsa Bettini frá at luttaka í heimsmeistara­ kappingini í Stuttgart sunnudagin, men hetta eydnaðist teimum ikki. Tí hevur tað helst follið teimum í ringa jørð, at júst italiumaðurin, Peulo Bettini, skuldi endurvinna heimsmeistaraheitið. Bettini var nógv sterkastur í spurtinum, har russiski súkklarin hjá danska Team CSC, Alexandr Kolobnev, endaði á øðrum plássi. Týski Stefan Schumacher endaði nummar trý. Lukasz skuldi konfirmerast Sunnudagin mátti eykaliðið hjá Brøndby vera Lukasz Cieslewicz, sum vit kenna frá tíðini í VB/Sumba, fyri uttan. Ungi áleyparin hevði givið avboð til dystin, tí hann skuldi konfirmerast. Lukasz er katolik, og undan dystinum um vikuskiftið hevði hann ongantíð verið ígjøgnum katólsku konformatiónina. Tí hevði hann givið avboð til dystin, men hann hevði tó sagt við venjaran, at hann gott kundi koma til seinna hálvleik. Hetta metti venjarin tó ikki vera neyðugt, og tí valdi hann at geva Lukasz ein heilan frídag frá fótbóltinum. Dysturin leygardagin í millum bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli gjørdist sera spennandi, og sigurin kundi farið báðar vegir. At enda samdust liðini tó um javnleikin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Seinni dysturin í Sunset­ kappingini hjá kvinnum var á skránni í høllini á Skála leygardagin, har StÍF tók ímóti Kyndli. Júst hesi bæði liðini spældu fleiri rættiliga javnar dystir ímóti hvørjum øðrum síðsta kappingarár, og tí var ikki óhugsandi, at hesin dysturin eisini kundi gerast rættiliga javnur. Og spennandi bleiv tað eisini á Skála. Liðini skift­ ust um at føra, og síðstu løt­ una kundi sigurin farið báðar vegir. StÍF legði bragdliga fyri Tað var heimaliðið, sum legði betur fyri henda dagin. Tær komu á odda 2­0 beinan­ vegin, og fyrstu løtuna hevði Kyndil trupulleikar við at vinna leiðsluna inn aftur. Tær royndu at svara aftur, men hvørja ferð Kyndil skoraði, so svaraði StÍF aftur. Um miðjan hálvleikin hevði StÍF økt um leiðsluna upp í 5­2, men eftir hetta raknaði Kyndil spakuliga við. Nú bleiv spælið hjá grøna havnarliðnum heldur betri, og undan steðginum var munurin eisini okkurt skifti bert eitt mál á liðun­ um. Tá liðini fóru til hálvleiks, var StÍF tó enn einaferð á odda við tveimum málum, og hetta var helst eisini í lagið, tí StÍF hevði sitið á dystinum undan steðginum. Kyndil svaraði aftur Eftir steðgin var tað brád­ liga Kyndil, sum byrjaði sum eitt óløgi. Eftir bert seks minuttum høvdu tær skorað fimm ferðir, meðan StÍF bert hevði skorað eina ferð, so nú var tað brádliga Kyndil, sum var oman á við tveimum málum. StÍF svaraði tó skjótt aftur, oeg eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda. Onkuntíð var Kyndil oman á, so var StÍF frammanfyri, og so var tað brádliga aftur Kyndil, sum hevði lagt seg á odda. Henda gongdin helt sær restina av dystinum, og tí bar slett ikki til at gita um, hvat lið fór at vinna dystin. Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, legði Kyndil seg tó enn einaferð á odda við einum máli, men álopið aftan á svaraði StÍF aftur, og so stóð enn eina­ ferð á jøvnum. Liðini høvdu eisini møguleika at avgera dystin til egnan fyrimun, men endin var, at liðini samdust um ein 22­22 javn­ leik, og sum gongdin var í dystinum, so var javnleik­ urin eisini helst eitt rættvíst úrslit. StÍF og Kyndil býttu stigini Neistin vann stórsigur í fyrsta dystinum í Sunset-kappingini hjá kvinnum, tá tær tóku ímóti uppflytarunum úr VÍF. VÍF var tó væl við undan steðginum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein av dystunum í fyrsta umfari av Sunset­kappingini hjá kvinnum leygardagin var í millum silvurvinnarar­ nar síðsta kappingarár, Neistan, og uppflytararnar úr Vestmanna. Undan dyst­ inum var eingin ivi um, at Neistin var stórfavorittur at vinna dystin, men í fyrra hálvleiki góvu VÍF­kvinnur­ nar Neistanum ein skarpan gang. VÍF leyp avstað Tað var Neistin, sum fekk fyrsta málið í dystinum á Hálsi leygardagin, har VÍF var á vitjan, men eftir hetta var tað, sum um VÍF tók yvir. Tær komu skjótt fram um 2­1, og so øktu tær bara um leiðsluna næstu løtuna. Eftir góðum 10 minuttum førdi VÍF 5­2, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var VÍF enn á odda við tveimum málum. Hesa fyrstu løtuna spældi VÍF rættiliga góðan hond­ bólt, og serliga sterka verjan gav Neistanum stórar trupul­ leikar. Men so við og við var tað Neistin, sum setti seg á dystin. Tær byrjaði at finna hol í verjuni hjá VÍF, og undan steðginum vunnu tær sær eina trý­mála leiðslu, sum tær kundu arbeiða víðari við til seinna hálvleik. Sjálvt um Neistin nú tóktist hava fingið takið á kvinnunum úr Vestmanna, so hevði VÍF víst rættiliga gott spæl undan steðginum. Stórur munur Um VÍF hevði mist vónina eftir steðgin, ella um orkan snøgt sagt var uppi, er sjálv­ andi ilt at meta um. Tað er tó ein sannroynd, at eftir steðgin í høllini á Hálsi var at kalla bert eitt lið á vøll­ inum. Neistin snøgt sagt smurdi VÍF av eftir steðgin, og serliga síðsta góða kort­ erið var stórur munur á liðunum. Fyrstu løtuna royndi VÍF at hanga í Neistanum, og tá góðir 10 minuttir vóru farn­ ir, var støðan 18­12 til Neistan. Men so steðgaði fullkomiliga upp hjá VÍF. Næstu løtuna skoraði Neistin 13 mál á rað, áreðnn VÍF aftur fekk mál, og so var grundin løgd fyri fyrsta stórsigrinum á árinum. Endaliga úrslitið gjørdist 32­14 til Neistan, og serliga síðstu løtuna av dystinum var risastórur munur á liðun­ um. Sjálvt um uppflytararnir úr VÍF taptu stórt, so nýtist teimum ikki at missa mótið, tí fyrstu 40 minuttirnar av dystinum vóru tær væl við ímóti Neistanum, og um tær finna hetta spælið fram aftur komandi dystirnar, so er heilt víst, at tær fara at fáa okkurt stigið innan alt ov leingi. Neistin bukaði uppflytararnar Dysturin millum StÍF og Kyndil kundið koppað báðar vegir, men at enda býttu liðini stigini í einum 22-22 javnleiki. Mynd: Álvur Haraldsen ítróttur