Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-02, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 190 - 2. oktober 2007 ] Ronaldinho verður hjá Barca Slaturin hevur leingi gingið um, at Ronaldinho kann vera á veg úr spanska stórfelagnum Barcelona. Serliga Chelsea og AC Milan hava staðið frammarlaga fyri at tryggja sær Ronaldinho, men nú avváttar Ronaldinho sjálvur, at hann vil úr katalanska stórfelagnum. – Eg vil hvørki til Chelsea ella til Milan. Mítt ynski er at halda fram her í Barcelona, sigur Ronaldinho. Brasilski bóltsnillingurin hevur sáttmála við FC Barcelona fram til 2­010, men hann sigur, at slaturin um at hann ætlar at skifta í annað felag, bert ger hansara ynski enn størri at halda fram í Barcelona. Týsku kvinnurnar vunnu HM-gull Sunnudagin eydnaðist týsku fótbóltskvinnunum at vinna gull í heimsmeistarakappingin, sum hevur verið á skránni síðstu vikurnar. Í finaluni møttust tey bæði sterkastu liðini í kapping­ ini, Týskland og Brasilia, og úrslitið gjørdist, at Týskland vann dystin 2­­0. Birgit Prinz, sum verður mett at vera heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari, legði Týskland á odda undan steðg­ inum, og stutt fyri leiklok økti Simone Laudehr til 2­­0. Leggjast kann afturat, at stóra stjørnan í HM, brasilska Marta, brendi eitt brotsspark miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá støðan var 1­1. Áki Joensen spælir við á danska landsliðnum í fótbólti fyri tey, sum sita í koyristóli. Hann skal við til HM í Japan, sum verður hildið í næstum Fótbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tað er fótbóltur av heilt ser­ ligum slagi, sum er á skránni, tá Áki Joensen og hansara liðfelagar fara til HM í Japan tann 5. okto­ ber. HM­kappingin er fyri tey, sum sita í koyristóli, men framvegis hava hug at spæla fótbólt, og Áki Joensen er ein av teimum, sum er góð­ ur til hetta. Áki spælir fyri felag úr Aalborg, og hann er einasti spælarin á liðnum, sum er tikin út til danska HM­ landsliðið. ­ Áki er ein arbeiðshestur á miðvøllinum. Hann rudd­ ar upp fyri hinar spælararnar, men dugir eisini at leggja upp til kjansir, sigur Niels Rossing, landsliðsvenjari. Umframt Áka er ein spælari úr Grønlandi eisini við á landsliðnum, so tey, sum varða av liðnum, halda, at talan er um eitt landslið, sum kann umboða allan ríkisfelagsskapin. Umframt Danmark verða eisini Japan, USA, Frakland, Ongland, Belgia og Portugal við í HM. Hava savnað pengar Tað er kostnaðarmikið at senda eitt slíkt landslið longu ferðina til Japan. Tung hjálpitól skulu við, og tveir hjálparar eru við hvørj­ um av spælarunum, sum eru spastikarar ella hava vøddasvinn. Men tað hevur gingið væl at savna pengar til ferðina, og við góðari hjálp frá Flemming Østergaard, sum er verji fyri koyristólsfót­ bóltin, hava fólk savna eina hálva millión krónur til ferðina. Í Danmark eru fimm feløg, sum spæla koyristóls­ fótbólt, og Lavia úr Århus hevur vunnið meistaraheitið seinastu trí árini. Hetta hevur eisini við sær, at seks spælarar av liðnum eru tiknir út til landsliðshópin, sum telir 10 spælarar. Fraklendingar og japanar­ ar hava tikið væl undir við ítróttinum, og har eru ávíka­ vist 76 og 44 virkin feløg. Fýra á vøllinum í senn Í stuttum kann sigast um fótbólt fyri tey, sum sita í koyristóli, at fýra spælarar eru á vøllinum í senn. Vøll­ urin er á stødd við ein kurva­ bóltsvøll, og spælt verður við einum leðurbólti, sum er væl størri enn vanligir bóltar. Spælararnir hava ein skerm á koyristólinum, sum teir brúka sum føtur. Annars líkist spælið van­ ligum fótbólti við mál­ manni, brotsteigi, fríspørk­ um og taktikki. Føroyingur til HM í fótbólti Áki Joensen er tikin út til danska landsliðið í koyristólsfótbólti, og hann skal nú til HM í Japan ítróttur