týsdagur 2. oktober 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 190 - 2. oktober 2007 ]
Alonso nærkast Renault
Stórir trupulleikar hava í ár verið í millum Fernando Alonso
og Lewis Hamilton, sum báðir koyra fyri McLaren, og tí er
líkt til, at annar teirra má finna sær nýtt felag komandi ár.
Og nú bendir nógv á, at verandi heimsmeistarin í Formil 1,
Fernando Alonso, kann vera á veg til gamla felag sítt Rena
ult komandi ár. – Eg havi sagt við Fernando, at í somu løtu
hann er fríur frá McLaren, vilja vit fegnir geva honum
gamla setrið aftur her í Renault. Hetta segði stjórin í
Renault, Flavio Briatore við Gazetta dello Sport í gjár.
Schumacher gevst í Toyota
Týski Formil 1koyrarin, Ralf Schumacher, gevst í felag sínum
Toyota eftir hetta kappingarárið. Hetta sigur hann á presónligu
heimasíðu sínari. Eftir trimum árum í Toyota eri eg klárur at møta
nýggjum útfordringum. Næstu vikurnar fari eg at samráðast við
onnur feløg, og so fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur
Schumacher. Schumacher hevur higartil koyrt 51 kappkoyringar
fyri japanska felagið, men hann hevur enn til góðar at vinna sína
fyrstu kapping fyri teir.
Fyri Lewis Hamilton
var sigurin søtur í
truplastu koyringini,
ið hann nakrantíð
hevði koyrt, men fyri
Fernando Alonso
endaði dagurin í vón
broti, og heimsmeist
araheitið tykist tapt.
Men tað var ikki
bert tvífaldi heims
meistarin, ið upplivdi
vónbrot á vátu Fuji
breytini, fyri 20 ára
gamla Sebastian
Vettel, var vónbrotið
ikki til at bera
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lewis Hamilton vann eina
av teimum mest sermerktu
formil 1 koyringunum í
nýggjari tíð, og gleddist
almikið um sigurin, ið
gjørdi, at Hamilton nú
hevur 12 stig fleiri enn lið
felagin Alonso, og við bert
tjúgu stigum eftir at kappast
um, tykist heimsmeistara
heitið rættiliga tætt við at
vera hansara.
Regnaði ov illa til
at koyra kapp
Fyrstu ferð í 30 ár kom
formil 1 sirkusið til breytini
undir Fuji fjallinum. Síðan
regn oyðilegði tær báðar
fyrstu koyringarnar á breyt
ini í 1976 og 77, hava aðrar
breytir verið karmur um jap
ansku formil 1 koyringina,
og í 20 ár hevur heimabreytin
hjá Honda, Suzuka breytin
verið almenna japanska for
mil 1 breytin. Men stórt
lobbi virksemið, hevur havt
við sær, at man Fuji í ár
kom á kalendarin. Men við
regnið
í
tíðarkoyringini
leygardagin
livdi
Fuji
breytin upp til sítt umdømi,
so illa regnaði, at ein av
venjingunum var avlýst, tí
bjargingar tyrlan ikki slapp
á flog fyri regnið. Og sjálv
koyringin gjørdist eisini
merkt av regnið. Fyrstu 19
umførini var trygdarbilur á
breytini, og bilarnir koyrdu
í eini fittari røð runt, uttan
møguleika at yvirhála hvør
annan. Regnið datt so tungt
niður á breytina, at tað var
ov vandamikið at lata bilar
koyra kapp í hesum líkind
unum.
Ferrari í øðini
Lewis
Hamilton
hevði
fyrstu byrjunarstøðu framm
anfyri liðfelaganum Fern
ando Alonso, og teimum
báðum Ferrari førarunum
Kimi Räikkönen og Felipe
Massa. Men báðir Ferrari
bilarnir fingu boð um, at
koyra inn í pittin at skifta
dekk, ti teir í mun til øll
hini liðini vóru byrjaðir á
vanligum regnveðursdekk
um ístaðin fyri dekkum til
ekstremt regn, Ferrari hevði
ikki fingið boðini áðrenn
koyringina, og úrslitið var,
at Massa og Räikkönen
fóru aftur um allar hinar
bilarnar. Ferrari liðið var í
øðini. Men kundi eftir koyr
ingina gleðast um, at Räik
könen við at koyra seg fram
á triðja pláss enn teoretiskt
er við í kappingini um
heimsmeistaraheitið.
Alonso misti HM
Tá 19 umfør vóru koyrd, var
regnið eitt sindur minkað,
og kappkoyringin varð sett í
gongd. Hetta gjørdust 48
sera dramatisk umfør við
nógvum avkoyringum og
ákoyringum. Millum hesar
átti Fernando Alonso fleiri,
og dagurin hjá spanska
heimsmeistaranum endaði
við, at hann misti tamarhald
á bilinum á vátu breytini, og
við nógvari ferð smildraði
sær bilin inn í ein vegg. Áðr
enn hetta hevði hann millum
annað rent saman við unga
nýbyrjaða týskaran Seba
stian Vettel, og júst Vettel
var ivaleyst mest vónbrotni
maður á breytini. Vettel lá í
sínum Torro Rosso bili á
odda einu løtuna, á øðrum
plássi einu løtuna, og við
fáum umførum eftir lá til at
enda á triðja plássi í síni
sættu formil 1 koyring. Við
fáum umførum eftir, gjørdi
Vettel eitt mistak, ið kostaði
dýrt fyri bæði hann og
arbeiðsgevara
hansara.
Trygdarbilurin var komin á
breytina, tá Alonso smildraði
sær bilin, og í ringa sýninum
rendi Vettel á Mark Webber,
ið var á øðrum plássi í sínum
Red Bull bili. Úrslitið var
endin fyri koyringina hjá
báðum bilum. Red Bull eig
ur bæði liðini, og unga hetj
an gjørdist við hesum lítla
mistaki dagsins bandittur.
Dagurin gjørdist ikki betur,
tá leiðslan fyri japansku
koyringina revsaåði Vettel,
við
at
flyta
hann
10
byrjunarstøður
aftur
í
komandi formil 1 koyring.
Heikki Kovalainen koyrdi
skilagott í sínum Renault
bili, og fyri fyrr so nógv
útskeldaða
finnan
var
dagurin hæddarpunktið á
kappingarárinum hitgartil.
Vónbrot og gleði í regninum
Bilførarin í trygdarbilinum
var óvanliga nógv á breytini,
ein triðingur av koyringini
var aftan fyri Mercedes bilin.
Mynd: Polfoto
Heimsmeistarheitið
fyri lið
Nr Lið
Stig
1 Ferrari
170
2
BMW Sauber
92
3
Renault
51
4
WilliamsToyota 28
5
Red BullRenault 23
6
Toyota
12
7
Super AguriHonda 4
8
Honda
2
9
Spyker Ferrari
1
Úrslit av japansku formil 1 koyringini
Úrslit Koyrari
Lið
Tíð/Givin
Stig
1
Lewis Hamilton
McLaren – Mercedes
2:00:34:579
10
2
Heikki Kovalainen Renault
+ 8.3 sekund
8
3
Kimi Räikkönen
Ferrari
+ 9.4 sekund
6
4
David Coulthar
Red Bull – Renault
+ 20.2 sekund
5
5
Giancarlo Fisichella Renault
+ 38.8 sekund
4
6
Felipe Massa
Ferrari
+ 49.0 sekund
3
7
Robert Kubica
BMW
+ 49.2 sekund
2
8
Vitantonio Liuzzi
STR – Ferrari
+ 55.6 sekund
1
9
Adrian Sutil
Spyker – Ferrari
+ 60.1 sekund
10
Rubens Barrichello Honda
+ 88.3 sekund
11
Jenson Button
Honda
+ 1 umfar
12
Sakon Yamamoto
Spyker – Ferrari
+ 1 umfar
13
Jarno Trulli
Toyota
+ 1 umfar
Nick Heidfeld
BMW
givin
Takumo Sato
Super Aguri – Honda
givin
Ralf Schumacher
Toyota
givin
Anthony Davidson Super Aguri – Honda
givin
Nico Rosberg
Williams – Toyota
givin
Sebastian Vettel
STR – Ferrari
givin
Mark Webber
Red Bll – Renault
givin
Fernando Alonso
McLaren – Mercedes
givin
Alexander Wurz
Williams – Toyota givin
HM fyri koyrarar
Støða Koyrari
Land
Lið
Stig
1
Lewis Hamilton
Bretland
McLaren – Mercedes
107
2
Fernando Alonso
Spania
McLaren – Mercedes
95
3
Kimi Räikkönen
Finnland
Ferrari
90
4
Felipe Massa
Brasilia
Ferrari
80
5
Nick Heidfeld
Týskland
BMW
56
6
Robert Kubica
Póland
BMW
35
7
Heikki Kovalainen
Finnland
Renault
30
8
Giancarlo Fisichella Italia
Renault
21
9
Nico Rosberg
Týskland
Williams – Toyota
15
10
Alexander Wurz
Eysturríki
Williams – Toyota
13
10
David Coulthard
Skotland
Red Bull – Renault
13
12
Mark Webber
Australia
Red Bull – Renault
10
13
Jarno Trulli
Italia
Toyota
7
14
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
5
15
Takuma Sato
Japan
Super Aguri – Honda
4
16
Jenson Button
Bretland
Honda
2
17
Adrian Sutil
Týskland
Spyker – Ferrari
1
18
Sebastian Vettel
Týskland
STR – Ferrari
1