týsdagur 15. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Stríðið ímillum NSÍ
og KÍ um, hvørt av
hesum feløgunum
skal spæla á Tórsvølli
ólavsøkudag, er púra
opið, eftir at stórt
drama í Klaksvík
endaði remis
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
Hóast talan bara var um
fyrru hálvfinaluna, og tað
harvið kundi hugsast, at
høvuðssetningurin bæði hjá
KÍ og NSÍ fór at verða
taktiskt at telva seg í eina
góða støðu undan Kristi
himmalferðardegi, so var
tað rættuliga dramatiskt, tá
KÍ og NSÍ brustu saman í
Klaksvík.
Málmøguleikarnir vóru
nógvir, liðini fingu eitt mál
í part, tveir spælarar hjá
NSÍ vórðu vístir av vøll-
inum, og annað vikuskiftið
upp í slag misnýtti Harley
Bertholdsen brotsspark fyri
heimaliðið.
Gylta NSÍ umfarið
Mótsatt
landskappingar-
dystinum ímóti B68, so var
hugburðurin hjá NSÍ sera
konstruktivur. Sum í lands-
kappingardystunum
og
steypadystunum ímóti KÍ í
fjør, so var útgangsstøðan
hjá NSÍ at spæla fótbólt við
denti á at spæla. Christian
Høgni
Jacobsen,
sum
Andrass Jacobsen mesta
partin av tíðini hevði í stutt-
um tjóðri, var einsamallur á
toppinum. Ian Højgaard var
sera framrættaður miðvall-
ari, og aftanfyri hann vóru í
1. hálvleiki Dánial Hansen
og
Brynjolvur
Nielsen
góðir.
Nett sum í fjør, so vóru
tað síðuspælararnir, ið vóru
vápnið, ið skuldi gera av
við klaksvíkingar. Gert
Langgaard í høgru og
Jónstein Petersen í vinstru
vóru skjótir, teir vóru ofta
spældir í røttu løtuni, og
teir vóru sera vandamiklir.
Í fyrra umfarinum hevði
NSÍ yvirtakið nógv størsta
partin av tíðini, og tað
hevði einki forgjørt verið í
tí, um teir høvdu verið
frammanfyri við meiri enn
tí eina málinum, sum teir
fingu, tá átjan minuttir vóru
farnir.
Eftir trý tøtt horna kom
málið. Við nærra stólpan
stútaði Christian Høgni
Jacobsen umvegis høvdið á
einum klaksvíkingi og í
kassan.
KÍ svaraði aftur
At heimaliðið hevði var so
nógv undir trýsti hevði við
sær, at Tomislav Sivic eftir
steðgin valdi at skifta frá
4–3–3 og til 3–4–3. Hann
tók seg sjálvan av vøllinum
og setti Ova Nysted í
álopið. NSÍ misti takið, tá
síðuspælararnir ikki høvdu
meiri orku at renna longu
teinarnar, og tað hevði við
sær, at Christian Høgni
gjørdist rættuliga einsa-
mallur.
Trýstið á NSÍ verjuna
bara vaks, og tað var ikki
annað, enn tað kundi
roknast við, tá Hjalgrím
Elttør, sum var sera væl
upplagdur í KÍ álopinum,
úr stuttari fjarstøðu eftir
trunkaspæl bankaði bóltin
upp í nettakið aftanfyri Jens
Martin Knudsen. Í sam-
bandi við málið noyddist
Ove Nysted at taka seg
aftur við knæskaða, og so
varð
Eyðun
Klakstein
settur í álopsplássið í
høgru.
KÍ hevði fleiri aðrar
møguleikar, men teir fingu
einki mál. Hin størsta fingu
teir við brotssparki. Sjúrður
Jacobsen vardi við armin-
um á málstrikuni og varð
vístur av vøllinum. Harley
Bertholdsen, sum misnýtti
ímóti
HB,
tók
aftur
ábyrgdina á seg, men hesa
ferð sendi hann í tvørtræið
og upp um málið.
At klaksvíkingar vóru
fleiri á vøllinum hevði við
sær, at teir kundu leggja
eyka trýst á. Jens Martin
Knudsen var í essinum og
hevði
rættuligt
tak
á
brotsteiginum. KÍ fekk
uppaftur betri treytir, tá
eisini Ian Højgaard varð
rikin av vøllinum, men
klaksvíkingar
megnaðu
ikki at syrgja fyri betri
útgangsstøðu
Kristi
himmalferðardag enn 1–1.
NSÍ legan var ikki væl
nøgd við reyða kortið hjá
Iani Højgaard, sum tók
beinini
undan
Allani
Joensen,
tá
hesin
við
nógvari ferð var farin frá
mótstøðumanninum. At Ian
Højgaard mundi kenna seg
harman var einki at undrast
á, tí hann hevði fleiri ferðir
verið
fyri
ógvusligum
samanbrestum í nærdyst-
um, og ta einu ferðina lá
hann eina fitta løtu.
Men NSÍ reið stormin av
við níggju monnum, og um
einki mál kemur í dystinum
í Runavík, so verður tað
NSÍ, sum sleppur at spæla á
Tórsvølli ólavsøkudag.
KÍ-NSÍ 1-1 (0-1)
0-1:
Christian
Høgni
Jacobsen
1-1: Hjalgrím Elttør
KÍ: Meinhard Joensen –
Andrass
Jacobsen,
Jan
Andreasen, Allan Joensen–
Harley Bertholdsen, Jan
Joensen, Fríðin Ziskason,
Tomislav
Sivic,
Niclas
Niclasen
–
Alexander
Djordjevic, Hjalgrím Elttør
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Rúni Rasmussen, Arnfinn
Langgaard,
Djóni
N.
Joensen, Sjúrður Jacobsen
– Gert Langgaard, Dánial
Hansen,
Ian
Højgaard,
Brynjolvur Nielsen, Jón-
stein Petersen – Christian
Høgni Jacobsen
Leirvíkingar hava enn
ikki tapt í landskapp-
ingini hetta árið, og
leygardagin vunnu
teir týdningarmkla
heimadystin móti NSÍ
2. DEILD
Jóannes Hansen
Leirvíkingar vórðu ikki
undan
kappingarbyrjan
roknaðir ímillum favoritt-
arnar í næstbestu deildini.
Men tað hevur hilnast væl
hjá Harry Benjaminsen og
hansara monnum.
Leygardagin høvdu teir
vitjan av teimum næstbestu
hjá NSÍ. Talan var um eina
tætta uppgerð, har nógv
stríð var um miðvøllin.
Ungu NSÍ menninir løgdu
sera bragdliga fyri og trýstu
nógv fyrsta korterið. Men
LÍF hevur eina góða verju,
og tvær ferðir bjargaði
Allan
Joensen
í
LÍF
málinum meistarliga væl.
Onnur royndin kom frá
Bergi Djurhuus, og hina átti
Ken Nónklett.
Leirvíkingar vóru ikki so
lítið skerdir. Teir báðir
fremstu
álopsmenninir,
Jonhard
Høgnesen
og
Kristian í Vági, vóru ikki
við, og tað hevði við sær, at
tað var neyðugt at brúka
spælarar í fremstu røð, sum
ikki eru vanir at vera so
frammarlaga.
Í fjør var pólverjin Mirek
Gil góður á LÍF miðvøll-
inum. Hann hevur ikki
verið við í teimum báðum
fyrstu
umførunum.
Mikudagin kom hann aftur
til Leirvíkar, og tá tað
restaði ein hálvur tími ímóti
NSÍ, varð hann settur inn.
Tað hevði við sær, at spælið
bleiv meiri skipað, og tá tað
restaði eitt korter fekk LÍF
mál. Magnus Skoralíð var
meistari fyri tí, tá hann úr
støðu eitt sindur til høgru
dygst uttanvert brotsteigin
sendi framvið manngarðin-
um hjá NSÍ og í málhornið
aftanfyri
Jákup
Martin
Hansen, sum annars roynd-
ist væl í NSÍ málinum.
Magnus Skoralíð hevði
frammanundan havt ein
góðan stútara dygst fram-
við málinum, og bæði
Hanus Lervig og Fróði
Joensen høvdu eisini góðar
møguleikar.
Komandi vikurnar vera
spennandi hjá LÍF. Leygar-
dagin skulu teir í Gundadal
at spæla ímóti HB, og so
eru tveir heimadystir á
skránni. Fyrst fáa teir vitjan
av Skála, sum hevur fingið
eina kanón byrjan í ár, og
síðani koma niðurflytarar-
nir úr Sumba til Leirvíkar.
Teir hava fleiri ferðir syrgt
fyri, at LÍF og Harry
Benjaminsen ikki hava
rokkið bestu deildini. Men
nú tykjast vánirnar vera
góðar fyri, at tað fer at
eydnast leirvíkingum at
enda omaná.
LÍF-NSÍ 1-0 (0-0)
1-0: Magnus Skoralíð
LÍF hevur enn ikki tapt
Bygdatalvið um ólavsøkupláss hongur
Tað var í nógum førum sera tætt inni undir teimum báðum málunum, tá KÍ og NSÍ stríddust fyrra stríðið í hálvfinaluni
Mynd: SjH
18
Nr. 91 - 15. mai 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
C
M
Y
K
B36 sýndi til tíðir
stórspæl, tá tær
tryggjaðu sær stóran
fyrimun í hálv-
finaluni í steypakapp-
ingini. Hinvegin varð
ringa vikuskiftið hjá
HB undirstrikað -
svart upp á hvítt
LØGMANSSTEYP
Jákup Mørk
Tað mundi vera ein væl
nøgdur kassameistari hjá
FSF, sum sunnudagin kundi
staðfesta, at heilt fitt av
fólki var til fyrru hálv-
finalurna í kappingini um
Løgmanssteypið. Granna-
uppgerð var í høvuðsstað-
num, og umframt tann
spenning, sum hetta altíð
inniber, so var spenning-
urin kanska eyka stórur
hesaferð. Í báðum feløg-
unum ganga áskoðararnir
nevnliga við eini stórari
vón um, at árið í ár er teirra,
eins og báðir partar eru
greiðir um, at júst grann-
arnir verða millum harð-
astu
kappingarneytirnir
hetta kappingarárið.
Gaman í høvdu liðni
eisini hitst í bólkaspælinum
í steypakappingini, men tá
stóð ikki eins nógv upp á
spæl, og venjararnir royndu
kanska eisini at brýna liðini
til undan landskappingini.
Hesa ferð var ikki ráð til
slíkar royndir. Finalusess-
urin í steypakappiningi var
upp á spæl, og einki er at
ivast í, at hesin er ein av
aðalmálunum hjá báðum
feløgunum.
Gávuhýrur
Tá teir báðir grannarnir í
høvyuðsstaðnum hava hitst,
hevur tað aloftast verið
soleiðis, at HB hevur verið
omaná, og eina løtu var
eisini líkt til, at hetta skuldi
henda sunnudagin. Eftir
eina heldur trilvandi byrjan,
vóru tað nevnliga teir
reyðu, sum fingu hol á, tá
komið
var
til
miðjan
hálvleikin. B36 framdi eina
deyðssynd, tá eingin leikari
var klárur at samla upp,
eftir at Tróndur hevði
boksað útfrá, og so kundi
Hallur Danielsen draga
eina ferð, áðrenn hann
langaði bóltin í meskarnar.
B36 leikararnir vóru tó
ikki teir einastu, sum
syndaðu hendan dagin.
Stutt eftir at HB hevði lagt
seg á odda, framdi HB
verjan tvey stór mistøk,
sum viðførdu, at B36
brádliga hevði leiðsluna.
Útjavningin kom, eftir at
John Petersen sera óneyð-
ugt fekk tillutað fríspark
beint uttan fyri brotsteigin.
Frísparikið varð rullað stutt
til Jákup á Borg, sum við
einum knallhørðum rist-
skoti sendi hann flatt í
meskarnar.
Við seinna málið snork-
svav HB verjan, tá Heðin
av Lakjuni sendi ein bólt
innfyri úr vinstru. Við
handaru stong stóð Jákup á
Borg einsamallur, og í
veruleikanum hevði hann
ikki annað val, enn at skalla
bóltin út frá. Hetta tóktist
HB verjan als ikki at sansa,
men tað gjørdi Jan Gutte-
sen hinvegin. Við fullari
ferð slapp hann sær framat
bóltinum, og við uttan
stórvegis hóvasták smekk-
aði hann til, flatt yvir síðu-
netið.
Sostatt hevði B36 at kalla
vent dystinum, áðrenn farið
varð til hálvleiks, og stutt
inn í seinna hálvleik fekk
árstalsfelagið so aftur eina
gávu frá grannunum. John
Petersen hevði aftur fingið
tiltuskað sær fríspark uttan
fyri HB brtotsteigin, og HB
leikararnir mundu allir
vænta, at Jákup á Borg fór
at skjóta. Í øllum førum
tóktist eingin at hava hug at
ansa Pól Thorsteinsson, so
hesin hevði gott pláss at
senda bóltin í meskarnar, tá
frísparkið varð rullað til
hansara.
Í roynd og veru avgjørdi
hetta dystin, men HB hevði
tó ein møguleika at koma
aftur í aftur. B36 leikararnir
vóru í øðini, um at Niklas á
Líðarenda dømdi brots-
spark, fyri at John Petersen
hevði armin á bóltinum.
Rúni Nolsøe staðfesti tó
ringa HB-dagin, tá hann úr
ellivu metrum sendi bóltin
himmalhøgt upp um málið,
og nærri enn hesum kom
HB so ongantíð aftur í
dystinum.
Fleiri veikleikar
Sum nevnt omanfyri, so var
dysturin eisini eitt slag av
styrkisroynd hjá tveimum
av FM-biðlunum, og um
hendan er eftirfarandi, er
einki at ivast í, at B36 í
løtuni er væl sterkari enn
HB. Sæð yvir ein kamb,
arbeiddu leikararnir á B36-
liðnum nógv betri, enn teir
reyðu og svørtu. Teir fingu
fatur á meginpartin av
leysu bóltunum, og í fleiri
førum stóðst vandi av, tá
bólturin síðani varð sendir
út í borðini.
Harafturat er tað í løtuni
líkt til, at B36 hevur eina
verju, sum er nógv tryggari
enn tann hjá HB. Snøgt
sagt, so nyttar tað lítið hjá
HB, at hava eitt hitt vanda-
miklasta álopið í landinum,
tá verjan samstundis gevur
slíkar gávur, sum teir góvu
sunnudagin. At leikarar í
einari tankaleysari løtu
tveita alt fyri borð, er ein
barnasjúka, sum eitt lið als
ikki hevur ráð at hava, um
so er at ætlanir eru um ein
leiklut í oddinum.
Har afturat tykist tað vera
ein sera stórur trupulleiki,
at liðið í ov stóran mun er
tengt at, hvussu ein ella
tveir leikarar standa seg.
Serliga er Rúni Nolsøe sera
týdningarmikil fyri spæl
teirra, og í báðum dystun-
um um vikuskiftið var
sjónligt, at spælið als ikki
koyrir, um Rúnio verður
tikin burtur úr dystinum.
Eisini kom tað illa við hjá
HB, at Pópl Thorsteinsson
røkti
verjuskyldurnar
vinstru megin, soleiðis at
rásarúmið
hjá
Allani
Mørkøre
gjørdist
nógv
minni, enn hann er vanur
við.
Alt hetta eru lutir, sum
arbeiðast má við, um HB
ætlar sær at verða partur av
oddastríðnum, og í so máta
er tað so heldur ikki nøkur
styrk, at liðið nú innan tveir
dagar hevur sagt farvæl við
bæði Jóhannis Joensen og
Andrew av Fløtum, sum
báðir nú mugu bíða í nakrar
vikur, áðrenn teir aftur
sleppa at royna seg.
Sterkt B36-lið
Er hýrurin í HB í botni í
hesum døgum, man hann
hinvegin vera heilt í toppi í
B36. Leitast skal langt
aftur, fyri at finna ein sigur
hjá B36 móti HB, sum
árstalsfelagið
veruliga
hevur kunnað nýtt til
nakað. Bæði í 1996 og ’98
var talan um týdningar-
leysat dystir, sum B36 vann
á grannunum, og sæð
burtur frá hesum báðum
ferðunum, skal leitast aftur
til steypafinaluna í 1991
fyri at finna ein týðandi
B36-sigur á HB.
Sum nevnt omanfyri, so
varð sigurin grundaður á
tríggjar gávur frá HB-
verjuni, men tað skerst ikki
burtur, at B36 hevði sigurin
uppibornan.
Sum
lið
arbeiddu leikararnir nógv
meira,
og
harumframt
tykist tað nú eisini soleiðis,
at mongu stjørnunøvnini á
liðnum eru um at finna
saman. Heldur ikki tykist
liðið vera eins nógv bundið
av einstøkum leikarum,
sum HB-liðið er tað. John
Petersen hevði ikki ein av
sínum
bestu
døgum
sunnudagin, eins og Jens
Kristian
Hansen
varð
skiftur út við skaða, men
kortini megnaði liðið at
halda fast um dystin, og
hetta sigur helst ikki so lítið
í so máta.
Um B36 liðið so er nóg
sterkt til at tryggja finalu-
plássið, er eitt annað mál. Í
øllum førum hava teir
vunnið sær ein avgerandi
fyrimun, men HB hevur
áður megnað at vent slíkum
dystum.
Eisini
tá
tað
veruliga hevur sæð svart út.
B36-HB 3-1 (2-1)
0-1: Hallur Danielsen
1-1: Jákup á Borg
2-1: Jan Guttesen
3-1: Pól Thorsteinsson
B36: Tróndur Vatnahamar
– Jens Kristian Hansen,
Arnbjørn Danielsen, Her-
bert í Lon Jacobsen –
Bjarni
Prior,
Klæmint
Matras,
Jan
Guttesen,
Heðin á Lakjuni, Pól
Thorsteinsson – Jákup á
Borg, John Petersen
HB: Bárður Johannesen –
Vagnur M. Mortensen, Jón
Rói Jacobsen, Hans á Lag,
Janus M. Joensen – Allan
Mørkøre, Hallur Danielsen,
Rúni Nolsøe, Rógvi Jacob-
sen – Uni Arge, Andrew av
Fløtum
B36-HB
B36 hevur fótin í finaluni
Herbert í Lon Jacobsen tykist
av álvara at hava bitið seg
fastan á B36 liðið. Her hevur
fingið gott tak á Una Arge,
sum noyddist málleysur av
vøllinum sunudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað er ein stórur trupulleiki
hjá HB, at liðið er so nógv
tengt at, hvussu fáir
einstaklingar á liðnum – eitt
nú Allan Mørkøre – standa
seg
Mynd: Álvur Haraldsen