Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 15. mai 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Tvørámenn hava bert eitt stig fyri tríggjar dystir, og stríð teirra tykist nú at snúgva seg um niðurflyt- ingina 2. DEILD Jákup Mørk Tað man vera tungt at vera fótbóltshugaður tvørámað- ur í hesum døgum. Flagg- skipið hjá TB, sum einaferð taldist millum bestu liðini í landinum, tykist fullkomu- liga at hava mist flotið, og stríðið í ár tykist so avgjørt ikki at snúgva seg um at sleppa upp aftur í bestu mansdeildina. B36 komu til Tvøroyri við sterkari manning leyg- ardagin. Fleiri leikarar úr fyrsta liðs hópinum sluppu at royna seg, men kortini byrjaðu gestirnir varliga. Teir lótu TB taka sær av mesta spælinum, meðan teir so sjálvir dúvaðu upp á mótálop, og hetta gav eisini úrstlit, tá Tórálvur Poulsen kundi leggja B36 framum. Í seinna hálvleiki var virðingin fyri vertunum ikki tann sama, og nú setti B36 seg veruliga á dystin. Teir høvdu fleiri heilt stórar møguleikar at økja um leiðsluna, men ístaðin hendi so tað, sum als ikki mátti henda. Við tíggju minuttum eftir at spæla, javnaði TB, og nú royndu teir brádliga at trýsta seg til sigurs. Hetta var eisini um at eydnast teimum, men enn eina ferð vendi dyst- urin, tá Ragnar Poulsen ístaðin skeyt sigursmálið fyri B36. Við sigrinum helt B63 fast um góðu byrjanina, sum felagið hevur fingið. Tveir torførir útidystir – í Sumba og á Tvøroyri – hava givið fult stigatal, og saman við skálamonnum hava teirm skapt eina heldur óvæntaða oddaduett. TB flytur hinvegin tungt, og nú tykist niðurflyting- arvandin at spøkja av álvara. TB-B36 1-2 (0-1) 0-1: Tórálvur Poulsen 1-1: Bárður Dimon 1-2: Ragnar Poulsen 87. TB í botni Næstbestu klaksvík- ingar vóru klárt betri enn veika GÍ-liðið, sum til tíðir varð spælt niður á vøllinum í Klaksvík 2. DEILD Jákup Mørk Næstbesta liðið hjá KÍ hevur fingið góða byrjan í ár, og leygardagin vunnu teir sannførandi sigur á næstbestu gøtumonnunum. Til tíðir var stórur munur á liðunum, og klaksvík- ingar spældu bæði ágang- andi og við hugflogi. Rógvi Laksáfoss stýrdi spælinum væl á miðvøllinum, Rúni Elttør og John Havn bjóð- aðu av í síðunum, og í álopinum lógu Olgar Danielsen, Erling Fles og Leon Bjartalíð allatíðina framvið. KÍ var á odda 2-0 í hálv- leikinum, og hesi málini hjá klaksvíkingum skoraðu Rúni Elttør og Leo Bjarta- líð. Gøtumenn komu onkuntíð fram við, men langt var ímillum veruliga atsøknirnar hjá teimum. Heimaliðið sat fullkomi- liga á dystinum í seinna hálvleiki. Tær ferðirnar Kaj Ennigarð og hinar álops- sinnaðu gøtumenninir lupu á, vórðu teir steðgaðir av tryggu KÍ-verjuni. Einu ferðina endaði ein vanda- mikil støða við, at Poul Juul Vilhelmsen stútaði til hornaspark, men tað var tað nærmasta gøtumenn komu í seinna hálvleiki. Hinvegin skolaðu álopini á GÍ-málið, og hevði GÍ- málverjin ikki verið so tryggur, tá hann legði uppí, høvdu fleiri mál skjótt kunna spurt burturúr. Olgar á blettinum KÍ-liðið hekk saman sum ein eind, spælararnir vóru tryggir við bóltinum, teir fluttu seg væl, og so vóru tað nógvir sum tordu at bjóða av. Skjótleikin var eisini eyðsýndur hjá fleiri av spælarunum, og tað hevði eisini við sær kjansir. Álopsveteranurin hjá KÍ, Olgar Danielsen, legði KÍ fram um 3-0, tá hann varð spældur leysur í vinstru, hann tamdi, og sendi síðani flatt fram við málverjanum. Seinasta málið í dystin- um gjørdi Erling Fles, sum hevur spælt fleiri dystir á 1. liði í ár. Hann var skjótur avstað í høgru, og hóast vinkulin gjørdist spískur, fór bóltin í málið, tá hann smekkaði til úr stuttari fjarstøðu. KÍ hevur ikki tapt fyrstu tríggjar dystirnar í ár, og tað er góð byrjan hjá KÍ- liðnum, sum hevði eina stak vánaliga fyrru hálvu í fjør. Nú er møguleikin til staðar fyri at halda seg í rætta endanum alt kapp- ingarárið. Gøtumenn hava hinvegin einki stig fingið eftir fyrstu tríggjar dystir- nar. KÍ-GÍ 4-0 (2-0) 1-0: Leon Bjartalíð 2-0: Rúni Elttør 3-0: Olgar Danielsen 4-0: Erling Fles KÍ-GÍ KÍ spældi GÍ niður 16 Nr. 91 - 15. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 C M Y K Hóast B71 hevði bóltin so at siga alt tað seinna umfarið, so megnaðu teir ikki at skora ímóti FS Vágum, sum næstan alla tíðina hevði allar spælararnar í egnum brotsteigi Teir sleiktu sárini á Sandi í vikuskiftinum. Fríggjadag- in høvdu teir vitjan av FS Vágum, og vágamenninir fóru av aftur oynni við øllum stigunum. Tað var ikki, sum tað framman- undan varð mett. B71 hevði í umfarinum framman- undan megnað at skora í Gundadali ímóti B36, og umframt málið høvdu teir ta ferðina megnað at spælt seg til tveir aðrar upplagdar møguleikar. Vágamenn høvdu í sínum lagi tapt stórt í Vági. Eingin ivi var um, at tað var B71, sum leikliga var omaná ímóti FS Vágum. Men í 1. hálvleiki kundi FS Vágar havt skorað bæði tvey og kanska trý mál. Tað vóru bara tveir ella tríggir minuttir farnir, tá Kim Poulsen fekk so stóran møguleika, sum tað skal leitast heilt leingi eftir. Eftir innlegg úr høgru var hann púra blankur fyri málinum. B71 málverjin var ikki ímillum stólparnar, men álopsmaðurin var so mikið óheppin, at hann hálvflukt- aði upp um tvørtræið. Einki var at siga til, at gestirnir iðraðu seg, og at teir á heimaliðnum drógu andan meiri lættan. Løtu seinni vóru aftur boð eftir sandoyingum. Aftur var talan um innlegg úr høgru, har Tór–Ingar Akselsen – saman við ??? á aftasta manni var hann nógv tann vandamiklasti á FS Vága liðnum – var nærgangandi í gjøgnum- brotum. Og aftur var tað Kim Poulsen, sum var upp á spæl, men stútarin úr góðari støðu fór omanfyri málið. Tveir minuttir undan hvíldini var Kim Poulsen aftur upp á spæl. Hesa ferð var tað hann, sum átti næstsíðsta fótin á. Talan var um innlegg úr høgru, sum Sonni Johansen sendi flatt framvið Valdemar Nowisci í B71 málinum. Møgu- leikin hjá FSV stóðst eftir B71 trýst. Í royndini eftir at fáa hol á undan steðginum, vóru ov nógvir B71 menn í FS Vága brotsteiginum. Vágamenninir fingu fatur á bóltinum, spældu skjótt og einfalt og so var mál í hinum endanum. Í síðsta enda vísti hetta málið seg at geva trý stig. Støðugt trýst Bæði í FS Vágum og B71 siga teir seg ivast í, um B71 málverjin nakrantíð hevði bóltin í 2. hálvleiki. B71 royndi at leggja trýst á, og vágamenninir tóku seg alt longri aftur á vøllin. Tað tóktist sum um, at orkan gekk undan hjá fleiri teirra, alt meðan seinna umfarið leið, og siðstu løtuna var tað sum at spæla grís, sum tað plagdi at verða tikið til, tá smá- dreingir bara spældu ímóti øðrum málinum. FS Vágar megnaði at halda tørn. Tað var væl, men einki er at taka seg aftur í, at teir í B71 spældu við høvdinum undir armin- um. Høgir bóltar vórðu oystir í brotsteigin, og so vórðu teir skepederaðir burtur aftur. Strongdin øktist, og títtleikin á høgu bóltunum og hornaspørk- unum øktust. Einar triggjar hálv vandamiklar støður spurdust burturúr, men B71 fekk einki mál. Tað var ikki serliga nógv eftir, tá Julian Floresco varð skiftur inn. Í øllum trimum landskappingar- dystunum hevur hann verið á beinkinum frá fyrsta bríksli. Í fjør hevði hann eitt gott kappingarár. At hann ikki hevur verið við í ár man vera, tí Kári Reynheim ikki hevur mett hann at vera nóg væl fyri. Í fjør vísti rumenski mið- vallarin fleiri ferðir dygdir, sum ikki vóru at síggja á Sandi fríggjadagin. Í staðin fyri at oysa í brotsteigin hevði verið kærkomið við eitt tvey samanspæli og gjøgnumbrotum í borðun- um, soleiðis at síðuspæl- ararnir kundu komið aftur um verjuna, áðrenn bólt- arnir vórðu lagdir innfyri. Soleiðis var tað ikki hjá B71, og tískil megnaði FS Vágar at halda tørn. B71-FS Vágar 0-1 (0-1) 0-1: Sonni Johansen 43 Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ) B71: Valdemar Nowisci – Bergleif Sólsker, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteins- son – Svenning W. Hansen, Eli Hentze, Jógvan Jón Petersen, Hans Jørgen Djurhuus – Peter Ritter, Kári Reynheim, Jón Brekku FS Vágar: FSV: Arturas Ramoska – Tróndur Ravns- fjall, Ruslan Screlea, Vladlen Osipov, Pól Kjartan Thomsen – Tór- Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Birgir Joensen, Sonni Johansen – Kim Poulsen, Robert Bernhard- son B36 hevði krav um trý stig við sær, tá teir fóru til Eiðis, og hesum kravi gingu teir eisini á møti. Nýggja liðið í fyrstu deild hevur sostatt framvegis fyrstu stigini til góðar FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Veðrið var av tí besta, tá EB/Streymur fríggjadagin fór undir fyrsta heima- dystin í landskappingini í ár. Sum nevnt undan dystinum, so var tað tó ein stór uppgáva, sum nýggju menninir fingu. B36 er av mongum skýrt at vera FM- favorittur, meðan EB/ Streymur er spátt at vera í hinum endanum av stiga- talvuni. B36 stýrdi Tað var eisini hampuliga skjótt, at gestirnir settu seg á dystin, men tað tók tó sína tíð, áðrenn teir funnu vegin fram til meskarnar. Eftir uppspæl í vinstru, varð bólturin sendir innfyri, har Klæmint Matrs í fyrstu atløgu fór upp. Tað eydn- aðist honum at leingja bóltin til Jákup á Borg, sum hevði góða tíð, soleiðis at hann kundi temja bóltin, áðrenn hann langaði hann inn aftan fyri ein púrasta seldan Gunnar á Steig í málinum hjá EB/Streymi. Støðan helt sær til stutt undan steðginum, tá Pól Thorsteinsson við einum drønandi langskoti sendi bóltin upp undir tvør- stongina til tvey mála leiðslu til gestirnar. Róligt í seinna Seinna umfarið gjørdist, um ikki ein oyðimarkar- gongd, so í øllum førum nakað róligari enn hitt fyrra. Gestirnir høvdu nú tamarhald á støðuni, og heldur enn at leggja nógv fyri í royndunum at økja um sigurin, fóru tankarnir at leita tveir dagar fram. Stuðulsleikarar vórðu skiftir út, og sostatt fingu skiftisleikarar høvi at fáa eitt sindur av dystarvenjing. Hetta viðførdi so eisini, at heimaliðið, sum at kalla ikki hevði verið við í dystinum fyrra umfarið, nú eisini slapp at vera meira við í spælinum. B36 hevði tó alla tíðina fult tamarhald á støðuni, og veruligar málmøguleikar varð talan ongan tíð um, hóast spentar støður sjálvandi íkomu viðhvørt. Munur er á Meira enn nakað annað, so sýndi dysturin helst, hvussu stórur munur er á toppi og botni í føroysku landskapp- ingini. B36 hevur lands- liðsleikarar og landsliðs- evni á flest øllum plássum, og tá vil tað altíð verða eitt tungt tak hjá mótstøðu- liðnum. Størsti trupulleikin hjá EB/Streymi er helst, at leikararnir nú skulu venja seg við leikferðina í bestu deildini, tí tað er veruliga stórur munur á. Sjálvandi var tað eisini stórur smeitur, at rumenski Anghel Sorin ikki var tøkur til hendan dystin, men hinvegin man tað koma væl við, at hann so aftur kann spæla komandi vikuskifti. Tá hevur EB/Streymur sera týdningarmiklan útidyst móti vágamonnum, sum í sín lut fingu fyrstu stigini um vikuskiftið. Lítið er at ivast í, at hetta verður ein av lykladystunum, sum í seinasta enda verða avger- andi fyri, hvat lið noyðist niður í aðru deild at spæla komandi kappingarár. Hjá B36 er annað lag. Tveir dagar eftir sigurin á Mølini vunnu teir granna- uppgerðina móti HB, og longu komandi vikuskifti er aftur ein stór uppgáva á skránni. B36 skal tá til Gøtu at spæla, og fæst full úrtøka úr hesum dystinum, er árstalsfelagið á odda í landskappingini, men hesum spurninginum vilja gøtumenn helst eisini sleppa upp í part at svara. EB/Streymur-B36 2 (0-2) 0-1: Jákup á Borg 34 0-2: Pól Thorsteinsson 38 Dómari: Páll Augustinus- sen (VB) B36: Tróndur Vatnhamar – Herbert í Lon Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson – Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Heðing á Lakjuni – Jákup á Borg, John Petersen EB/Streymur: Gunnar á Steig – Ólavur Poulsen, Alfred Dahl, Esmar Eiðis- garð – Haldórur Joensen, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Eyðfinn Joensen, Andreas J. Dahl, Jón Sigurð Gleðisheygg, Hallur Jacobsen FSV stjól stigini á Sandi EB/Streymur-B36 Pliktsigur á Eiði B71 trýsti og trýsti, men tað eydnaðist teimum ongantíð at javna leiðslumálið, sum Sonni Johansen hevði givið vágamonnum seint í fyrra hálvleiki Mynd: Emil Simonsen