Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 91 - 15. mai 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 VB álopið var tann- leyst, tá pólversku álopsmenninir ikki vóru við, og pólverski miðvallarin skoraði einasta málið. Hjá KÍ skoraði nýggi jugo- slavin bæði málini FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Klaksvíkingar og vágbing- ar hava tað til felags, at teir eiga nógvar góðar fótbólts- spælarar. Teir hava eisini tað til felags, at onkrir av lyklaspælarunum eru út- lendingar. Millum annað er Tomislav Sivic spælandi venjari hjá KÍ. Hann hevur verið í Føroyum síðani 1996. Tað fyrsta árið var hann spælandi venjari hjá vágbingum. Fríggjadagin vóru klaks- víkingar í góðum lagi, tá teir fóru aftur um Suður- oyarfjørð. Vágbingar vóru í ringum skørum. Bæði hýr- urin á klaksvíkingum og tann á vágbingum var væl skiljandi. KÍ vann lands- kappingardystin 2–1, og tað var ikki fyrrenn í allar seinastu løtuni, at teir til- tuskaðu sær stigini. VB kom á odda, tá tað restaði eitt korter, men so gekk tað hjá vágbingum, sum tað gjørdi hjá Arsenal ímóti Liverpool leygar- dagin. Seinastu sjey mi- nuttirnar fekk KÍ tvey mál. Tað seinna fingu teir, tá tað vóru farnir meiri enn tríggir minuttir út um vanligu leiktíðina. Saknurin Tá VB í fjør vann fyrsta FM heitið, høvdu teir eitt homogent lið. Men tað var eyðsýnt so at siga hvørja ferð, at álopið var ógvuliga vandamikið. Tað ráddi ofta um at fáa bóltin fram til Krzystof Popczynski og Robert Cieslewicz. Tilsam- an skoraðu teir 23 av teim- um 42 málunum, sum VB fekk, og hjá mongum mundi tað kennast upplagt, at spælandi venjarin var besti maður í kappingini. Fríggjadagin sást væl, hvussu stórur saknurin var í teimum. Popczynski var so mikið darvaður av skaða, at hann helt seg ikki til at spæla. Palli Augustinussen var í álopinum saman við Robert Cieslewicz, men tað var bara í ein hálvan tíma. So sá pólverski álopsmað- urin reytt fyri tápuliga hevnisøku. So kendu vág- bingar seg noyddar at um- skipa, og harvið varð álopið ikki serliga vandamikið. Hóast vágbingar í ein tíma vóru undirmannaðir, so høvdu teir fleiri møgu- leikar enn gestirnir. Marner Richardt – eina ferð í hvørjum hálvleikinum – og Palli Augustinussen vóru í so mikið góðum støðum, at teir áttu at havt skorað. Men í VB, sum hevði Tórð- ur Holm sum sera eyð- sýndan miðvallara, vóru teir óneyvir, og Meinhard Joensen stórspældi í KÍ málinum. Einasta VB málið, sum kom eitt korter undan leik- loki, stóðu útlendingarnir fyri. Altíð raski og drúgvi, Pedrag Zivkovic fóru ígjøgnum í høgru, og Marek Wierzbicki, sum í 1999 var við til at vinna FM heitið til Klaksvíkar, og sum eisini spældi við KÍ í fjør, tamdi ímillum tríggjar fyrrverandi viðspælarar, áðrenn hann skoraði. Vorðið sum fongur Klaksvíkingar vóru longu undir upphitingini darvaðir. Liðformaðurin, Allan Joen- sen, sum hevur verið ímill- um hollastu stuðlarnar í ár, og sum var ætlaður til pláss í miðverjuni, tók seg stutt undan dystarbyrjan aftur. Gamli skaðin í hælsinuni gjørdi um seg á harða undirlagnum, og so gjørdi Tomislav Sivic av, at Andrass Jacobsen, sum ongantíð áður hevði verið á besta liðnum, skuldi royna at hava stutt tjóður á Robert Cieslewicz. Tað megnaði hann væl ta løtuna, sum pólverjin var á liðnum. KÍ hevði ikki fatur á langa endanum, sjálvt um teir vóru yvirmannaðir, og tá teir komu á vøllin eftir steðgin, høvdu teir broytt um liðið, tí vágbingar høvdu mist ein álopsmann. Hjalgrím Elttør, sum kanska hevur verið mest eyðsýnda álopsvápnið hjá KÍ higartil í ár, hevði stitið á beinkinum alt fyrra um- farið. Hann skuldi fáa eitt sindur av hvíld, áðrenn fyrru hálvfinaluna. Tá ein tími var farin, kom ein ann- ar álopsmaður, Eyðun Klakstein, á vøllin. Men hóast KÍ harvið styrkti nógv um álops- partin, so var tað VB, sum hevði størstu møguleik- arnar, og tað var ikki av leið, at teir komu á odda. Síðstu løtuna rindaðu vág- bingar fyri, at teir so leingi høvdu runnið og stríðst tíggju ímóti ellivu. KÍ, sum hevði havt bóltin ikki so lítið, men sum ikki hevði megnað at spælt seg til upplagdar møguleikar, spenti álopsbogan uppaftur meiri, og tað eydnaðist at fáa tvey mál og harvið at fáa trý sera týdningarmikil stig. Nýggi álopsmaðurin, sum eina góða løtu hevði verið miðvallari, hevur víst gott hegni, síðani hann kom til Klaksvíkar, og hesa ferð vísti hann við tveimum málum, at hann kann gerast ein stór hjálp hjá Tomislav Sivic í royndini at snikka eitt nýtt KÍ lið saman. Fyrra málið fekk hann eftir skjótt Eyðun Klakstein innkast í vinstru og sam- anspæl ímillum Tomislav Sivic og Jan Joensen, sum sendi flatt í brotsteigin. Alexander Djordjevic slapp at temja, áðrenn hann skor- aði. Og í síðstu løtu var hann aftur upp á spæl. Uppspæl í høgru ímillum Jan Andreasen og Harley Bertholdsen endaði við, at hesin seinni sendi innfyri, og heilt tætt undir málinum stýrdi Alexander – í hesum førinum Hin Mikli hjá klaksvíkingum – bóltinum um strikuna. VB-KÍ 1-2 (0-0) 1-0: Marek Wierzbicki 75 1-1: Aleksander Djordjevic 83 1-2: Aleksander Djordjevic 90 Dómari: Suni Johansen (SÍF) VB: Bjarni Johansen – Pedrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen – Marner Richardt, Jón Gærdbo, Marek Wierz- bicki, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen – Palli Au- gustinussen, Robert Ciesle- wicz KÍ: Meinhard Joensen – Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen – Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Símun Joensen – Alexander Djor- djevic, Ove Nysted VB-KÍ: Útlendingarnir hava so sera nógv at siga Klaksvíkingar vóru leingi hart kroystir, men at enda megnaðu teir at skræða seg leysar av vágbingum, og fáa fyrsta sigurin á árinum Mynd: Áki Bertholdsen Súni Olsen varð innskiftur, tá FC Zwolle vann týdningarmikland dyst um vikuskiftið HOLLAND Jákup Mørk Tað gongur við fullari ferð framá hjá Súna Olsen og liðfeløgunum í FC Zwolle. Liðið hevur veruliga fingið ferð á síðani vetrarsteðgin, og úrslitið av hesum spegl- ast eisini aftur á stiga- talvuni. Har er Zwolle nú at finna á triðovasta sessinum, og hóast fremsta liðið er nakað burturi, eru nú bert tvey stig upp til næst- fremsta sessin. Liðið á næstovasta plássinum er Excelsoir, og tað vóru júst hesir, sum vitjaðu Zwolle um vikuskiftið. Zwolle vann dystin 2-1, men tað var ikki fyrr enn Súni kom á vøllin, at heimaliðið fekk takið a dystinum. Súni kom á vøllin í 53. minutti, tá Zwolle var aftan fyri 1-0, men við tveimum málum seinasta hálva tím- an, fingu teir á heima- liðnum kortini koppað øllum á høvdið. Við sigrinum styrkti Zwolle sær um sessin í oddinum, og sum støðan er nú, so verða teir millum tey átta liðini, sum fara at kappast um, hvør skal fylgja við vinnararnum av deildini upp í sonevndu heiðursdeildina. Um so er, at hetta eydnast, skrivar Súni Olsen helst føroyska fótbóltssøgu. Higartil hevur bert ein føroyingur spælt í hollendskum fótbólti. Jan Allan Müller leikti við Go Ahead Eagles, men eisini hetta var í næstbestu deild- ini, so enn hevur eingin føroyingur roynt seg í bestu deildini, sum tó kortini ikki er heilt óføroysk. Marc Nygaard, sum spælir við Roda, er nevnliga hálvur tvørámaður, men tá hann longu hevur verið í dysti fyri danska landsliðið, fáa føroyingar ikki gleði av fótbóltsevnum hansara. Zwolle hevur ferð á 14 Nr. 91 - 15. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 C M Y K Tað man vera langt síðani, at úrslitini í einum umfari hava verið so óvantað, sum tey vóru í triðja umfarinum, tá tvey av oddaliðunum taptu á heimavølli, og tað liðið, ið hevur verið mett sum hitt vána- ligasta, fekk alt á útivølli HB fer ikki at missa nógv stig í hesum kappingarárin- um. Soleiðis hava fleiri mett, eftir at havnarmenn- inir í tveimum teimum fyrstu umførunum fingu alt ímóti B68 og KÍ. Fríggja- dagin taptu teir á heima- vølli ímóti GÍ. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1991, at GÍ vann á HB á útivølli. GÍ sigurin hevur við sær, at gøtumenn eru einsamallir á odda í bestu deildini. Teir hava fult stigatal, og teir hava ikki verið har á støðu- talvuni, sum teir eru nú, síðani tað eftir átjanda um- farið í 1996 var greitt, at GÍ fyri fjórðu ferð á rað hevði vunnið FM. Hesa ferð høvdu tað neyvan verið fleiri vinnarar í einari føroyskari vedding- artænastu. At B36 vann 2–0 á Mølini á Eiði var ikki ørðvísi, enn tað kundi rokn- ast við. Um avrikini í teimum báðu fyrstu umførunum vórðu nýtt sum grundarlag at meta út frá, so vóru øll hini úrslitini øðrvísi, enn tað kundi roknast við. FM vinnararnir, sum høvdu fingið fult í tveimum um- førum, taptu á heimavølli ímóti KÍ, sum einki hevði fingið burturúr tveimum umførum. B68 hevði skinklað nógv, áðrenn teir fóru in ní Heið- ar. Har vóru teir leikliga omaná og fingu eitt stig. FS Vágar hevði tapt 6–0 í fyrsta útidystinum, og B71 hevði vunnið 1–0 í fyrsta heimadystinum. Fótbólt- slagið í Vágum tóktist einki serligt, men fríggjadagin eydnaðist teimum at leggja ein skugga á sølustevnuna á Sandi. Royndirnar ræða Í HB mundu teir neyvan rokna við at tapa ímóti GÍ At grannarnir síðani meiri ella minni sendu dreymin um enn eina steypafinalu heilt langt burtur, var eyka skelkur hjá HB. Í báðum førunum var talan um taktiskt meistaraverk. Jo- han Nielsen og Piotr settu lyklaspælararnar hjá HB út av spælinum, og tað legði út á bera jól, at HB hevur veikleikar. Í steypakappingini fáa teir í HB ein nýggjan møguleika. Tá kann tað fara at vísa seg, at málið hjá Halli Danielsen sunnu- dagin hevði stóran týdning. Í landskappingini hevur tapið á heimavølli elvt til, at tey í HB eru farin at venda eyguni ímóti sær sjálvum. Ein spurningur er, hví Jón Rói Jacobsen, sum bara var á vøllinum í 40 minuttir og av HB við- haldsfólkunum kortini varð kosin besti maður á teirra liði, ikki spældi alla tíðina. Eyguni og spurningarnir verða snaraðir ímóti venj- aranum. HB hevur breiðan hóp, undan fríggjadegnum var Jón Rói eitt sindur skaddur, og venjarin skuldi eisini hugsa um, at ein nýggjur týdningarmikil dystur var a skránni longu sunnudagin. Í fjør tapti HB tveir heimadystir, meðan teir ongantíð taptu á útivølli. Tapini á heimavølli kostaðu FM heitið. Spurningurin er, hvussu tað fer at roynast í ár. Vinnarar og taparar Nú ein sættingur av kapp- ingini er avgreiddur er tað bara eitt lið, sum hevur fult stigatal. Tað er GÍ. Tvey onnur lið hava ikki tapt. Annað er B36, sum hevur vunnið tvær ferðir og spælt eina ferði javnt. Í løtuni tykjast hesi bæði liðini at vera best fyri. B36 hevur breiðan hóp og hevur bæði steypafinaluna og lands- kappingina at hugsa um. GÍ hevur ikki so nógv fólk. Tí hevur tað avgerandi týdning hjá teimum, at allir teir spælararnir, sum vóru ímillum teir fyrstu ellivu fríggjadagin, eru tøkir hvørja ferð. GÍ tykist vera meiri viðkvæmt yvirfyri skaðum og kortum, enn havnarfeløgini og fleiri av hinum liðunum. NSÍ hevur ikki roynt at tapa, men saman við tveim- um øðrum liðum hava teir heldur ikki roynt at vinna. Hini bæði liðini eru B68, sum ivaleyst fer at vinna nakað skjótt og so EB/ Streymur. Lykladystirnir hjá teimum verða ivaleyst teir ímóti B71 og FS Vág- um. Fyrsta lykladystin vann B71 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tann næsta tapti B71 á heimavølli ímóti FS Vágum. Triði lykladysturin verður á skránni komandi sunnudag. Tá skal EB/Streymur spæla í Miðvági. Í fjør hittust KÍ og NSÍ fleiri ferðir eftir stuttari tíð. Soleiðis verður tað eisini í ár. Eftir fyrru hálvfinaluna síðsta sunnudag skulu teir í NSÍ longu sunnudagin norður aftur til Klaksvíkar at spæla landskappingar- dyst, og annan hósdag skal KÍ til Runavíkar at stríðast í seinnu hálvfinaluni. Tað verður ikki KÍ, sum fer at fáa ágóðan av, at tveir NSÍ spælarar sóu reytt í steypa- dystinum sunnudagin. Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard vera leikbann- aðir, tá NSÍ í annaðkvøld skal spæla útsetta dystin í Miðvági. VB og HB endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum í fjør. Komandi sunnudag hittast tey í Gundadali. Í fjør royndi hvørki av hesum liðunum at tapa tveir landskapp- ingardystir upp í slag. Oddadysturin næstu ferð verður í Gøtu, har B36 fer at vitja. B68 fær vitjan av B71, og annað vikuskifti skulu toftamenn norður til Eiðis. Úrslitini í triðja um- farinum góvu ábending um, at tað kann so skjótt vera soleiðis, at tey, sum hava verið fremst, detta longur niður, og at tey í botninum lætta sær á. Tað er sjarman við fótbóltinum. Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar Oddadysturin komandi vikuskifti verður í Gøtu, har B36 kemur á vitjan Mynd: Álvur Haraldsen Í HB mundu teir neyvan rokna við at tapa ímóti GÍ, men Uni og teir máttu hyggja langt eftir stigunum dýra biðjidag Mynd: Álvur Haraldsen