týsdagur 15. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Nr. 91 • týsdagur • 15. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Petur Heðin á Fløttu,
sum júst er settur
sum venjari hjá
svimjilandsliðnum,
var ikki nøgdur við
tað, sum hann sá, nú
FM varð svomið um
vikuskiftið. Ov fá met
verða sett, og
breiddin í toppinum
er ov lítil, heldur
hann
SVIMJING
Jákup Mørk
Føroyameistarakapping í
svimjing var um vikuskift-
ið, og sjálvandi var spenn-
ingurin
stórur
millum
føroysku
svimjifólkini.
Fyrst og fremst snúði hesin
seg kanska um, hvør mundi
fara at vinna ymsu gull-
merkini, men tað vóru tó
ikki øll, sum høvdu hetta í
huga. Nú bert tveir mánaðir
eru eftir, til farið verður í
holt við Oyggjaleikirnar á
Isle of Man, hevur Svimji-
sambandið
júst
sett
nýggjan landsliðsvenjara,
og hjá hesum mundi FM-
kappingin ikvaleyst vera
eitt sera kærkomið høvi at
hyggja nærri at teimum
svimjarunum, sum fara at
umboða Føroyar.
Ikki nøgdur
Nýggi landsliðsvenjarin er
Petur Heðin á Fløttu, sum
sjálvur hevur svomið nógv
heiðursmerki
heim
til
Føroya. Tá vit sunnukvøld-
ið spurdu hann, hvussu
hann var nøgdur við tað,
sum hann hevði sæð undan
vikuskiftinum, var fyrsta
svarið, at hann sum so ikki
var nøgdur.
- Tikið yvir ein kamb, so
kann eg ikki siga meg vera
nøgdan. Størsti trupulleikin
er fyrst og fremst tann, at
breiddin í svimjingini er alt
ov lítil. Tað eru bert nakrir
fáir svimjarar, sum im-
poneraðu eitt sindur, men
kortini vil eg siga, at eg
fegin hevði vilja sæð meira
frá teirra síðu.
- Í heila tikið eri eitt
sindur vónbrotin. Tað verða
sett alt ov fá met, og so er
tað aftur hatta við mangl-
andi breiddini. Tað eru
nevnliga alt ov fáir svimj-
arar, sum kappa av metun-
um, og tað er nakað, sum
nógv arbeiði skal leggjast í
at betra.
Spurdur, um hann sum
landsliðsvenjari fær gjørt
nakað við hendan trupul-
leikan, sigur Petur Heðin,
at tað fær hann kanska ikki
í løtuni.
- Til OyL hesa ferð fái eg
so ikki gjørt nakað sum
helst, og tað er helst eisini
ivasamt, um vit fáa broytt
nakað til teir, sum koma um
tvey ár. Byrjast skal snøgt
sagt frá grundini, og so
mugu tey talentini, sum
koma, bara sláa ígøjgnum
so hvørt, heldur hann.
- Vit mugu fáa fleiri fólk
at svimja, og eisini gera
nakað, soleiðis at hesi
støðast betri í ítróttini.
Svimjingin hevur seinnu
árini mist nógv fólk til eitt
nú kappróður. Talan er
kanska um svimjarar, sum í
árinum millum OyL vilja
royna okkurt annað, og so
verður tað brádliga tikið
framum. Møguliga skuldi
verið arbeitt við at fingið
eina fasta avbjóðing inn í
hesi árini, men tað er so
nakað, sum vit mguu tosa
um komandi tíðina.
Petur Heðin heldur ann-
ars eisini, at svimjararnir
yvirhøvur hava ov fáar
avbjóðingar at taka til.
Sjálvur var hann t.d. í USA
á svimjiskúla, eins og fleiri
aðrir føroyskir svimjarar
vóru tað um hetta mundið.
Hann veit ikki at siga, um
hetta er orsakað av vænt-
andi áhuga ella ov lítlari
upplýsing um møguleikar
hjá svimjarum, men í øllum
førum heldur hann hetta
kundi bøtt um støðuna við
svimjingini.
Ræður um at støðast
Sum nevnt omanfyri, so er
Petur Heðin júst settur í
venjarastarvið, hóast tað
bert eru tveir mánaðir til
OyL, og júst sessurin sum
landsliðsvenjari,
hevur
verið sera heitur seinnu
árini.
Svimjisambandið
hevur havt fleiri útlendskar
persónar í starvi, men
hvørja ferð tykist tað, sum
um eitthvørt í samstarv-
inum ikki riggar sum tað
skal.
- Tað hevur í øllum førum
verið ein stórur trupulleiki,
at útskiftingin hevur verið
somikið stór. Ein trupul-
leiki hevur í øllum førum
verið, at talan er um út-
lendingar, sum koma hend-
an vegin, og sum kanska
ikki ætla sær at vera meira
enn eitt ella tvey ár í Før-
oyum. Ístaðin fyri at nýta
hesar á svimjilandsliðnum,
áttu tað heldur at verið
feløgini, sum gjørdu nýtslu
av teimum, soleiðis at teir
bert vóru við í venjingini
har.
- Tá skiftið á venjara-
sessinum er somikjið stórt,
viðførir tað eisini, at lands-
liðsvenjarin ikki kennir
einstøku svimjararnar nóg
væl, og møguleikin at ar-
beiða langsiktað er burtur.
Sum venjari skalt tú helst
kenna
einstøku
svimj-
ararnar sera væl. Vita hvat
kanska kann órógva undir
eini kapping, ella hvat kann
stimbra, og alt hetta er nak-
að, sum tekur tíð. Har-
afturat má landsliðsvenj-
arin eisini átaka sær at taka
atlit til tey, sum sýna góð
evni, og sum møguliga
verða aktuell til svimji-
landsliðið um nøkur ár.
Fáa frið á
Tá vit at enda spyrja Petur
Heðin, hvørjar fremstu
ætlanir hansara sum lands-
liðsvenjari eru, svarar hann,
at tað nú ræður um at fáa
arbeiðsfrið kring lands-
liðið.
- Tað er so tað týdn-
ingarmesta, men afturat tí,
skal so eisini eitt lang-
tíðararbeiði setast ígongd,
soleiðis at vit aftur kunnu
hækka støðið á svimjingini.
- Umframt tað, so skal eg
so eisini hava eitt slag av
yvirblikki yvir, hvussu
støðan er úti í ymsu fe-
løgunum, og her er sjálv-
andi týdningarmikið at fáa
ein góðan dialog við ymsu
feløgini. Tað er so í øllum
førum nakað, sum eg ætli
mær at leggja meg eftir.
Og stendur tað til Petur
Heðin, so verður friður
kring landsliðið nú. Í øllum
førum
hevur
hann
so
avgjørt ongar ætlanir um at
steðga innan stutta tíð, tá
vit spyrja hann, um hann
ætlar sær at siga longri, enn
undangongumenn sínir.
- Ja, tað er so avgjørt mín
vón, at tað fer at bera til.
Tað ræður sjálvandi um at
samskipa
venjing
og
arbeiði, og kann eg tað, so
ætli eg mær so avgjørt at
halda á í starvinum, sigur
Petur Heðin á Fløttu at
enda.
Breiddin
er ov lítil
Tað verða sett ov fá met, og
tað eru ov fáir persónar, sum
seta metini, sigur nýggi
landsliðsvenjarin, sum als
ikki tykist nøgdur um
støðuna hjá føroyskari
svimjing í løtuni
Mynd: SJ
12
Nr. 91 - 15. mai 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
C
M
Y
K
Sosialurin - 311820