týsdagur 15. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 91 - 15. mai 2001
Nr. 91 - 15. mai 2001
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
gult11 cyan11 magenta11 svart11
C
M
Y
K
STREYMORKA
Stefan í Skorini
SEV fekk mánamorgunin
ein nýggjan motor og ein
nýggjan generator, sum
stórur tørvur er á, nú
orkunýtslan í Føroyum er í
vøkstri.
Eitt farmaskip legði at í
havnini á Sundi, har mot-
orurin varð settur á land.
Motorurin
skuldi
fáast
undir
tak
seinnapartin
mánadagin, og tað er ein
donsk flutningsfyritøka, ið
tekur sær av flutninginum.
Motorurin er av slagnum
Caterpillar Mac, og hann
hevur 8,1 megawatt, ið
svarar
til
11.000
hestakreftir. Áðrenn varð
koyrt einans koyrt við eini
5 megawattum á verkinum.
Motorurin vigar 120 tons,
meðan generatorurin vigar
54 tons.
Jákup Sørensen er
1. meistari á verkinum inni
á Sundi, og hann heldur, at
nýggi motorurin kom í
tøkum tíma, og útskiftingin
var tiltrongd.
Leygardagin stóðu
tveir menn og prát-
aðu á støðni í Kald-
bak, tá onkur knapp-
liga lat skot av móti
teimum hinumegin
fjørðin. Kúlan, sum
kom frá eini sera
kraftmiklari riflu,
rakti eina tunnu, ið
stóð skamt ífrá
monnunum
SKOTTILBURÐUR
Stefan í Skorini
– Eg hoyrdi knappliga
okkurt súsa framvið okk-
um, og síðani brast hol á
eina plastiktunnu, ið stóð
einar níggju metrar burtur-
frá okkum. Nógv vatn var í
tunnuni, so tað sprændi úr
holinum frá kúluni, sigur
Eyðun K. Vang úr Kaldbak.
Eini trý skot vórðu til-
samans latin av, upplýsir
Eyðun, ið ikki er sørt skelk-
aður av hendingini.
Ein annar maður, ið býr
har um leiðir, ringdi til løg-
regluna og boðaði frá til-
burðinum
beinanvegin.
Lógarinnar
varðmenn
komu á staðið, og teir arb-
eiða nú við málinum.
Av løgreglustøðini verð-
ur upplýst, at kúlan er send
niður til Danmarkar til
kanningar, so staðfestast
kann, hvat skotvápn talan
er um. Annars hava teir ikki
nakað ítøkiligt at ganga
eftir í hesum málinum.
Skutu av
Sandvíkahjalla
Løgreglan væntar, at per-
sónurin, ið hevur latið skot-
ini av, hevur verið staddur í
økinum við Sandvíkahjalla.
Hesa meting hava teir gjørt
sær frá leiðini, ið kúlan
hevur ferðast.
Vakthavandi, ið blaðið
prátaði við, sigur, at skotið
hevur verið við eini ógv-
uliga kraftmiklari riflu, tí
tað munnu vera einir tríggir
fjórðingar tvørturum fjørð-
in á hesum teininum. Eftir
øllum at døma er riflan
ólóglig at hava í Føroyum,
tí hon kann gera av við
fólk, ið eru stødd einar fýra
kilometrar burturfrá.
Hugsast kann, at alarar
hava skotið kóp, ið nærkast
ringunum,
men
hesin
møguleikin er kannaður, og
hetta er ikki hent í hesum
førinum.
Mjørki
Eyðun K. Vang ásannar, at
hesin tilburðurin kundi
spælt nógv verri av, enn
hann gjørdi. Um onkur
teirra varð raktur, var hann
kanska ikki á lívi longur.
– Vit kundu verið nógv
óhepnari henda dagin. Eg
hevði júst spáka framvið
tunnuni, tá hon varð rakt.
Tað er eingin ivi um, at
onkur hevur staðið hinu-
megin fjørðin og skotið
púra óforsvarligt, sigur
Eyðun.
Ikki er greitt, um skjót-
arin hevur skotið til máls
eftir tunnuni ella bara
skotið meira tilvildarligt.
Eyðun sigur, at sýnið
henda dagin ikki var gott,
og at persónurin hinumegin
óivað hevur havt eitt kik-
arasikti fyri at raka tunnua.
Menninir í Kaldbak sóu
einki á eystursíðuni á fjørð-
inum, sum kundi verið ill-
grunasamt.
Løgreglan sigur eisini, at
mjørki var leygardagin, og
tí hevur persónurin ikki
kunnað sæð væl tvørturum
fjørðin.
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Um vikuskiftið vóru tvey
ferðsluóhapp í Klaksvík,
har førarin ikki helt ta
treytaleysu víkiskylduna.
Eingin álvarsamur mans-
skaði hendi í óhappunum.
Førararnir, ið hava brotið
víkiskylduna, kunnu vænta
sær eina treytaða frádøm-
ing av koyrikortinum, tí
hetta brotið verður mett at
vera so álvarsamt í nýggju
ferðslulógini. Hetta hevur
við sær, at førararnir skulu
upp til nýggja roynd í
næstum.
Umframt ferðsluóhappini
fekk løgreglan eisini frá-
boðan um tvey herverk,
sum vórðu framd leygar-
dagin. Annað var í post-
húsinum, har ein rútur varð
brotin í høvuðsinngongd-
ini. Hitt var við fótbólts-
vøllin, har ein gravkúgv
stóð fyri skotum.
Leygarnáttina datt ein
rúsaður persónur út fyri ein
bil, ið fekk smærri snuddur.
Persónurin verður ákærdur
fyri brot á politiviðtøk-
urnar, ið siga, at tað ikki er
lógligt at ferðast á almenn-
um vegi, um mann er ov
rúsaður.
Løgreglan í Suðuroynni
hevur havt eitt friðarligt
vikuskifti, men eitt harð-
skapsmál var at taka sær av.
Ungir menn vóru farnir til
hendurs við TB-húsið, har
løgreglan varð boðsend, og
hon steðgaði bardaganum.
Skelkaðir kaldbaksmenn:
Riflukúlur súsaðu um oyrini
Plastiktunnan, sum stendur undir neystavegginum, varð leygardagin rakt av eini kúlu frá eini sera kraftmiklari riflu. Tveir
kaldbaksmenn stóðu og prátaðu við bátarnar, tá teir hoyra suðið frá kúluni, sum hevur ferðast tvørturum fjørðin. Løgreglan fekk
beinanvegin fráboðan um tilburðin
Mynd: Jens Kr. Vang
Eyðun K. Vang vísir á skotholið, har kúlan fór í gjøgnum
Mynd: Jens Kr. Vang
SEV fingið
nýggjan motor
Tvey ferðsluóhapp í Klaksvík
Nú eru allir finalist-
arnir í sangkapping-
ini Ársins songrødd
funnir. Seinasta inn-
leiðandi umfarið var
á Kambsdali leygar-
kvøldið
SONGRØDD
Eyðun Klakstein
Nú er greitt, hvørjir luttak-
ararnir í stóru finaluni í
kappingini Ársins song-
rødd eru.
Seinastu tveir finalist-
arnir vóru funnir í kapp-
ingini, sum var í ítróttar-
høllini á Kambsdali leygar-
kvøldið.
Sunnvá Lamhauge og
Jastrid Langgaard sungu í
felag sangin hjá Destiny’s
Child, Say my Name, og
tað gav teimum fremsta
plássið í kappingini. Jórun
Heinesen gjørdist nummar
2 við Reflections hjá
Christinu Augillera. Jórun
var eisini við í finaluni í
fjør.
Finalan í Ársins Song-
rødd verður í Badminton-
høllini í Havn leygarkvøld-
ið 9. juni, og frammanund-
an hava hesi tryggjað sær
pláss í finaluni: Guðrun
Mortensen og Rakul Olsen
úr Suðuroy, Nikolina Rub-
eksen og Randi Sivertsen
úr Norðoyggjum, Hanna
Fonsdal og Laila Jacobsen
úr Vágum, Andreas Høj-
gaard, Olga Joensen, Krist-
leyg Hansen & Óluva Høj-
gaard úr Streymoy.
Klárt til finaluna
Nú verkfall er, fáa tey
einki gjørt við ILA
sjúka laksin í
Funningsfirði og
stórur vandi er fyri, at
sjúkan fer at breiða
seg. Ingeborg Vinther
sigur, at tað eru tveir
partar í trætuni og
Funningslaks kann
venda sær til
arbeiðsgevaran
HÓTTAFALL
Áki Bertholdsen
– Verkfallið økir munandi
um vandan fyri, at ILA
sjúkan í Funningsfirði nú
fer at breiða seg til onnur
alibrúk í Føroyum.
Tað sigur Peter Øster-
gaard,
djóralækni
hjá
L a n d s d j ó r a l æ k n a e m -
bætinum.
Hann sigur, at nú verkfall
er, eru eisini møguleikarnir
at berja ILA sjúkuna niður
versnaðir munandi og tí er
vandi fyri, at ILA eisini fer
at taka seg upp í øðrum
alibrúkum eisini.
Samstundis
er
eisini
møgulkeikarnir fyri at berja
sjúkuna niður í sjálvum
Funningsfirði
munandi
versnaðir.
Har er støðan í løtuni
tann, at tað tykist sum um
alibrúki
kann
haldast
gangandi.
Men
hvussu
gongdin verður, er hinvegin
meiri ivasamt.
Hann sigur, at fiskurin í
ringinum, sum ILA varð
staðfest í herfyri, er dripin.
Harafturat var ætlanin at
drepa og selja tann fiskin,
sum kann drepast til matna.
Ætlanin var at føra fiskin til
Oyndafjarðar á sláturvirki
har. Somuleiðis var ætlanin
at taka tann minna fiskin,
sum ikki er búgvin at taka
til matna og at beina fyri
honum.
– Ætlanin var at drepa
tann minna fiskin eisini nú
í summar, so at fjørðurin
kom at liggja ónýttur í eina
tíð, tí tað hevði verið tann
tryggasta loysnin.
– Skulu vit bíða eftir, at
hann veksur seg nóg stóran
til at verða dripin til matna,
skulu vit bíða líka til í mars
mánaða næsta ár. Men
treytin fyri tí er í øllum
førum, at deyðtíttleikin ikki
økir.
Fyribils hevur verkfallið
sett fót fyri øllum hesum
ætlanunum, og Peter Øster-
gaard veit ikki, hvussu
hetta fer at taka seg upp
Men støðan er “óbehagi-
lig”, sum hann málber seg.
Men
hann
sigur,
at
harafturat hava blóðroyndir
víst, at ILA eisini er øðrum
ringum hjá Funningslaks í
Funningsfirði.
– Har doyr fiskur, men
sum støðan er, ber ikki til at
taka tann deyða fiskin.
Økir vandan
Djóralæknin sigur, at tískil
kann verkfallið elva til
stórar trupulleikar.
Sum støðan er nú, kann
onki gerast og tískil økist
eisini smittutrýstið í ring-
unum hjá Funningslaks, og
tí er støðan hættislig har,
sigur hann.
Men tað er ikki bara á
Funningslaks,
at
hesir
trupulleikarnir kunnu taka
seg upp.
–
Trupulleikar kunnu
sanniliga eisini taka seg
upp á øðrum alibrúkum.
Eru ov fá fólk til arbeiðis,
kann avleiðingin verða, at,
at tað ikki ber til at taka
tann deyða fiskin upp í nóg
góðan mun. Vandi kann
eisini verða, at ólag kemur
á fóðringina.
– Alt hetta kann gera
fiskin strongdan og tað økir
um vandan fyri at fiskurin
fær ILA, ella aðrar sjúkur.
– Verkfallið kann ikki fáa
skyldina fyri, at ILA er í
Føroyum. Men er smittan
aðrastaðni í Føroyum enn í
Funningsfirði,
kann
strongd hjá fiskinum skjótt
føra við sær, at sjúkan
brýtur út.
Onkur hevur verið so
svartskygdur at spáa, at
hetta kan verða endin á
føroyskari alivinnu?
–Tað vil eg nú ikki siga.
Men støðan er støðan er
sera álvarslig og avleið-
ingin kann gerast ein dygt,
fíggjarligt tap, sigur Peter
Østergaard.
Onki undantak
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, sigur, at alivinnan
fær ikki undantaksloyvi.
– Funningslaks hevur
biðið um undantaksloyvi,
men tað ber ikki til.
Hon leggur afturat, at
tann av eigarunum av
Funningslaks, sum bað um
undantaksloyvi,
brúkti
eisini eitt orðaval, sum
avgjørt ikki tænti hansara
áhugamáli.
Hon
heldur
eisini,at
Føroya Arbeiðarafelag er
ikki rætta staðið at venda
sær hjá fólki, sum hevur
trupulleikar av støðuni.
– Tað eru tveir partar í
hesi trætuni. Bæði hjá
alivinnuni, o.ø., sum hava
trupulleikar av støðuni, er
Føroya Arbeiðsgevarafelag
rættað staðið at venda sær
til. Tí so títt og knapt teir
eru sinnaðir at geva okkum
ein brúkiligan sáttmála,
verður verkfallið avblást,
sigur Ingeborg Vinther.
Eini 250 fólk standa á
varðhaldi í Kollafirði,
á Oyggjarvegnum og
Lorvík og forða fyri,
at ongin farnur
kemur inn í verkfals-
rakt øki. Samstundis
varð verkfallið hert í
gjár
VERKFALL
Áki Bertholdsen
– Alt gongur friðarliga fyri
seg.
Soleiðis sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, tá ið hon
gjørdi støðuna upp í gjára-
morgunin.
Tað var í gjár, at verk-
fallið hjá Føroya Arbeið-
arafelag og Havnar Ar-
beiðskvinnufelag veruliga
skuldi standa sína roynd.
Og tað skilst, at fyribils
hava tey staðið royndina.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag og arbeiðarafeløgini í
Klaksvík eru ikki í verkfalli
og Ingeborg Vinther sigur,
at ein av høvuðsupp-
gávunum verður tískil at
syrgja fyri, at ongin vara
kemur úr Havnina ella úr
Klaksvík, inn á verkfalsrakt
økið hjá Føroya Arbeiðara-
felag.
Tað hava tey gjørt við at
seta blokadur upp, bæði við
rundkoyringina í Kolla-
firði, á Oyggjarvegnum og
á ferjuleguni í Leirvík.
– Blokadurnar eru sera
væl skipaðar sigur Inge-
borg Vinther. Hon sigur, at
yvir
150
fólk
standa
blokadubvakt í Kollafirði
og næstan 100 eru í Lerrví
k og nøkur eru á Oyggjar-
vegnum, so tilsamans eru
millum 250-300 fólk virkin
í blokadunum.
Hon sigur, at blokadu-
vaktirnar ganga vakt, nakr-
ar tímar ísenn og soleiðis
skifta tey alt samdøgurið.
Forkvinnan
í
Føroya
Arbeiðarafelag sigur, at
endamálið við blokaduni er
at forða fyri, at nøkur sum
helst vøra kemur í verk-
falsrakt øki.
– Tey flestu góðtaka
blokaduna uttan hóvasták
og venda við aftur. Men
summi eru, sum royna at
troka seg ígjøgnum, men
tað sleppa tey ikki. Men alt
gongur friðaliga fyri seg,
sigur hon.
Hon sigur, at teir fyrstu
dagarnar,
verkfall
var,
sluppu einstakir bilar ígjøg-
num. Men nú eru blo-
kadurnar munandi betri
skipaðar við fleiri fólkum,
stórum
traktordekkum,
tunnum, fullum av vatni og
bilum á vegnum.
Einastu bilar, sum sleppa
ígjøgnum eru mjólkarbilar,
posturin
og
bilar
vip
neyðsynjarvaru.
– Vit vilja ikki, at
verkfallið skal raka børn,
gomul og sjúk, sigur Inge-
borg Vinther.
Teir limir í Havnar
Arbeiðskvinnufela
g, sum arbeiða á
almennum stovn-
um, hava nú eisini
lagt arbeiðið niður
VERKFALL
Áki Bertholdsen
Í gjár varð verkfallið hjá
Føroya Arbeiðarafelag
og
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag hert. Hjá
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, hava tað higartil
bara verið limirnir, sum
arbeiða hjá privatum
arbeiðsgevarum,
sum
hava verið í verkfalli.
Men í gjáramorgunin
løgdu eisini limirnir í
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, sum arbeiða á
almennum
stovnum,
arbeiðið niður.
Vígdis
Johannesen,
forkvinna
í
Havnar
Arbeiðskvinnufelag,
sigur, at hetta ber í sær,
at nú liggur alt arbeiðið
hjá felagnum lamið.
Ongi undantøk verða
givin, Sostatt er arbeiðið
hjá eitt vaskikonum, og
øðrum, á Býráðnum, á
skúlum og dagsovnum á
Landssjúkrahúsinum og
øðrum stovnum við,
eisini lagt lamið.
Ikki bara eitt stríð
um løn
Forkvinnan í Havnar
Arbeiðskvinnufelag
sigur, at alt gongur
friðarliga fyri seg.
Hon sigur, at hetta
verkfallið er ikki bara
ein spurningur um løn.
– Hetta er eisini ein
spurningur um, at sem-
ingsstovnurin og ar-
beiðsgevarin gera avtalu
við nøkur fakfeløg um,
hvussu stóra lønarhækk-
ing onnur fakfeløg skulu
fáa.
Tað, hon sipar til, er
páhaldið um, at tá ið
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag
og
feløgini
í
Klaksvík,
skrivaðu
undir, lovaðu semings-
menninir og arbeiðs-
gevarin
teimum,
at
Føroya Arbeiðarafelag
og
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag ikki skuldi
fáa meir.
Men nú verður tað víst
aftur, at nøkur slík avtala
finst?
– Tað er vitnisfast, at
semingsmaðurin hevur
sagt okkum, at hendan
avtalan finst og at vit tí
ikki fáa meiri í løn, enn
tað, sum semingsupp-
skotið segði, sigur Víg-
dis Johannesen.
Herða verkfallið
í Havn
Gott er at hava telefon við hondina, tá ið blokadan skal
skipast, tí altíð er okkur at spyrja um fyri at vita, hvør
skal ígjøgnum og ikki
Leggja jarnring um
Havnina og Klaksvík
Verkfallið: Vandi fyri at ILA -
sjúkan breiðir seg
Tað kann vera kalt at verja eitt verkfall. Her eru tey farin at hoppa band fyri at halda
varmanum. Myndin er frá blokaduni í Kollafirði