Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 191 - 3. oktober 2007 Upplegg til kjak, segði landsstýrismaðurin í Vinnumálum um framløguna hjá Landsverk. Valflesk, førdi andstøðan fram FLOGVALLIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo myndir: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm hevði í morgun bjóðað inn til kunnandi fund, har Lands­ verk kunnaði um gongdina higartil í kanningunum um í fyrsta lagi útbygging av flogvøllinum í Vágum og í øðrum lagi einum alterna­ tivum flogvølli aðrastaðni í landinum. Útbyggingin av flogvølli­ num í Vágum er longu sam­ tykt í Fíggjarnevndini, og er her talan um eina útbygg­ ing, sum fer at kosta mettar 365 milliónir krónur. Sam­ bært Landsverk er frægasta loysnin fyri pengarnar at økja verandi vøll til 1600 metrar. Umframt sjálva leinging­ ina av vøllinum verður eisini neyðugt at flyta og umbyggja verandi terminal, so hann lýkur altjóða treytir. Eisini verður neyðugt at víðka um trygdarøkið við síðuna av sjálvari flogbreyt­ ini, umframt at trygdarøkir sku.lu gerast hvørju megin endarnar á breytini. Eisini hevur verið kannað eftir í eina tíð, hvar ein møguligur alternativur flog­ vøllur kann leggjast í landi­ num. Og í seinastuni hevur mest verið tosað um Glyv­ ursnes og Søltuvík, og skits­ ur eru gjørdar av hesum økj­ um. Fleiri alternativar brey­ tir eru skitseraðar á Glyv­ ursnesi, men deils verður talan um dýrar loysnir, og deils fer ein flogvøllur har at liggja rættiliga høgt. Eitt annað alternativ er eisini nevnt, men sambært Landsverk meta ráðgevar­ arnir ikki til at Skorðhædd er rætta staðið at leggja ein flogvøll. Valflesk Tað var Evald Kjølbro frá Landsverk, sum greiddi frá teknisku lutunum í upp­ skotunum. Hann legði dent á, at talan er um eina longri prosess, tá umræður alt­ ernativar flogvallir, og at tað í hvussu er verður talan um 3­4 ár frá tí, at ein møgulig avgerð er tikin um, hvar ein slíkur møguligur flogvøllur skal liggja. Men skjøtil er settur á málið, tí byrjað var í smáum í 2005. Regluligar vind­ og veðurmátingar verða gjørd­ ar á Glyvursnesi og í Søltuvík, men enn er ov tíðliga at siga nakað um hesi hagtøl. Eftir framløguna hjá Landsverk var høvið hjá áhoyrarunum, sum umframt nøkur fjølmiðlaumboð taldi stjóran og nevndarfor­ mannin hjá Atlantsflog, at seta fram spurningar. Eyst­ uroyartingmenn spurdu mest um alternativið í Eysturoynni, sum eftir øll­ um at døma er strikað, og vágatingmenn spurdu mest um flogvøllin í Vágum. Men aðrir, og serliga Høgni Hoydal og Torbjørn Jacob­ sen, skýrdu framløguna fyri valflesk, og seinni nevndi hevði enntá hug at leggja Landsverk undir at hava skotið valstríðið hjá Fólka­ flokkinum í gongd. Aðrir róðu meiri upp undir at viðgera spurning­ arnar, men nógv mettu timingina vera suspekta. Men nú er so hol sett á kjakið aftur um alternativan flogvøll – nakað, sum eisini sæst aftur í Sosialinum í dag. Flogvøllur langt burturi Evald Kjølbro frá Landsverk greiddi frá teknisku síðuni í framløguni Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevði boðað til kunnandi fundar um flogvallarviðurskifti í Føroyum Christian Andreasen, nevnarformaður í Atlantsflog og Magni Arge, stjóri, vóru til kunnandi fundin í morgun. Fremst á myndini Alfred Olsen úr Sambandsflokkininum og uttast til høgru Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri. Aftast stendur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk Samstarv ólógligt Kærunevndin hjá danska kappingarráðnum hevur staðfest áleggingina frá kappingarráðnum um, at samstarvið millum sjey danskar bankar steðgar. Dómurin staðfestir, at samstarvið hevði sum mál kappingaravmarking, men at tað kortini ikki var talan um beinleiðis kartelvirksemi (avtalað spæl). Hóast teir sjey bankarnir – Møns Bank, Lokalbanken i Nordsjælland, Skælskør Bank, Vordingborg Bank, Lollands Bank, Totalbanken og DiBa Bank – hava ein lutfalsliga lítlan marknaðarpart, er avtalan um at býta kundarnar ímillum sín ólóglig, slær kærunevndin fast. Subprime-kreppan varar leingi Íbúðarmarknaðurin verður væntandi trupul eisini komandi seks til átjan mánaðirnar, roknar forstjórin í sveitsiska Credit Suisse, Brady Dougan við. Hann undirstrikar kortini, at bankin hevur ein sterkan likviditet og kapasitetin at vinna fyrimunir við møguligum handilsmøguleikum. Sambært Brady Dougan skapar fíggjarliga styrkin hjá bankanum góðar møguleikar á peningamarknaðinum, tí kundarnir leita eftir bankum við betri møguleika til fígging í takt við, at fígging umvegis internetbankar gerst meiri avbjóðandi.