Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 191 - 3. oktober 2007 Operatión Dagsverk bólkurin í Hoydølum fer fríggjakvøldið 5. oktober kl. 19 at halda eitt café-kvøld í Posthúskjallaranum í Miðbýnum í Havn TilTak Annika Hedegaard Isfeldt annika@sosialurin.fo - Hetta tiltakið hevur til endamáls at kunna um, hvat OD (Operatión Dagsverk) er, so áhugin fyri hesum hjálpararbeiðnum vónandi verður størri í Føroyum, sigur Heiða Nolsøe, ið er partur av OD-bólkinum. Við í tiltakinum eru nógv ymiskt listarligt. Fleiri ung føroysk listarfólk vísa máln- ingar fram, yrkingaupplestur verður, øðrvísi dansur verð- ur vístur fram og so sjálv- andi verður eisini feitur tón- leikur at hoyra alt kvøldið. - Vit hava roynt at gjørt skránna so fjølbroytta sum gjørligt, so tað verður vónandi okkurt fyri øll, heldur Heiða fram. - Øll listafólkini, sum vísa fram, eru ung, sum hava valt frívilliga at stilla upp til tiltakið. Umframt fleiri næmingar úr studenta- skúlanum fara fleiri kend andlit eisini at vera partur av degnum. Millum annað verður populeri tónleika- bólkurin Boys in a Band at síggja og hoyra á midnátt. Operatión Dagsverk verkætlanin snýr seg í ár um at hjálpa boliviansku guaraníindiánarunum úr teirra trældómi, og av hesari orsøk verður serligur dentur eisini lagdur á Bolivia hetta kvøld. Randi Meitil, studentaskúlalærari, kemur at halda ein fyrilestur um Bolivia, meðan eitt umboð fyri OD-bólkinum eisini fer at greiða frá, hvussu bólkurin ætlar at arbeiða í ár. Eisini verður ein OD- bás alt kvøld, har man kann nema sær meiri vitan um arbeiðnum hjá OD, um man ynskir hetta. Møgulleiki verður fyri at keypa kaffi, køku o.s.fr. alt kvøldið. Atgongumerkir fyri at sleppa inn er bert 30 kr. Allir pengarnir, ið leypa av, fara til at hjálpararbeiðið til Bolivia. List í Posthús- kjallara Operatión Dagsverk verkætlanin snýr seg í ár um at hjálpa boliviansku guaraníindiánarunum úr trældómi Nýggjur granskingarstjóri Granskingarráðið hevur nú sett nýggjan granskingarstjóra, sum er Annika Sølvará. Hon er 38 ár hevur verið setursskrivari á Fróðskaparsetrinum síðani 1998. Hetta starvið hevur givið henni viðkomandi royndir og góðan kunnleika til nógv ymisk viðurskifti í sambandi við gransking, sigur Granskingarráðið í tíðindaskrivi. Annika Sølvará er cand.mag. í enskum og søgu frá Universitetinum í Århus og hevur drúgvar royndir frá nógvum og fjøltáttaðum arbeiðsuppgávum. Annika Sølvará tekur við starvinum 1. desembur, tá hon avloysir Rúnu Hilduberg, ið er farin í annað starv. Sama ferðafólkatal Í septembur mánaða í ár komu og fóru 17.676 fólk um flogvøllin. Tað er ein minni afturgongd upp á 0,4 prosent samanborið við sama mánaða í fjør, tá ferðafólkatalið var 17.739. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá flogvøllinum. Sagt verður, at í septembur hava høvuðsfarleiðirnar, t.e. Danmarkar leiðirnar, tó havt ei na hækking uppá 9,2%, Íslands-farleiðirnar eina hækking uppá 15,2%, meðan farleiðirnar til Noregs og Bretlands hava havt eina afturgongd uppá luftfalsliga 100% og 36,4%. Harafturat hevur ongin frálandaferðsla verið higartil í ár. Higartil í ár eru íalt 172.212 fólk farin og komin um flogvøllin. Hetta er 4,6% meiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 164.681. Tað gongur ikki at verja skeivleika við at sleppa særundan einum veruleika. , Í Dimmalætting 25. og Sosialin- um 26. september hevði eg grein undir heitinum, “Føroya fólk vann við Fólkaflokkinum”. Vísti á óhepnu atgerðir Magni Laksá- foss, landsstýrismaður í fíggjar- málum hevði ímóti okkara vinnu, sjómonnum og okkara ungu, sum nýliga høvdu sett búgv við lánum, sum hann hevur almannakunngjørt. Fólka- flokkurin góðtekur ikki hetta! Vísti víðari á, at ov lítil dentur er lagdur á at fáa rakstrarút- reiðslurnar á almennum stovn- um í høvðsstaðnum niður, men ístaðin krevur landsstýris- maðurin í fíggjar-málum íløgur úti um landið burtur, eitt dømi er Sandoyartunnilin. Hetta gevur heilt týðiliga óhepnar og sentralistiskar fylgjur og ger bæði veiku og lutfalsligu sterku økini uttanfyri høvuðs- staðin uppaftur veikari, samstund- is sum vit øll vita, at hvør króna á rakstri gevur bert størri øking ár um ár. Hetta er sum at “sigla uppá spring”, tú kanst halda nakað eftir, men innaftur fært tú einki. Meðan íløgur, ið framdar verða, koma øllum til góðar og kosta, tað tær kosta einaferð. Eitt dømi er Vága- og Norð- oyatunnilin, sum tæna dyggiliga øllum samfelagnum. Eg vísti í grein míni á óhepna og sentralistiska politikk Sam- bandsfloksins út frá onkrum almennum útsagnum landsstýris- mansins. Kundi givið fleiri dømi við atgerðum, sum Sambandsflokk- urin hevur ímóti økjum uttanfyri høvuðsstaðin, men fari at lata tær liggja í fyrstu syftu. Peningurin altíð best í borgarans lumma Í Dimmalætting 28. september hevur Bjørn Kalsø landsstýris- maður aftursvar undir heitinum: “Føroya fólk betur farið uttan Fólkaflokkin”, har hann ger royndir at verja landsstýrismann- in í fíggjarmálum og Samband- floksins óhepnu átøk. Hann veit betur! Hann harmast um, at skatta- lættin verður varðveittur, henda avtala átti at verið brotin, heldur hann, tí hon hevði givið 104 mió. kr. meiri í landskassan. Hetta er eitt uppáhald, sum ikki heldur, tí tað hevur tíbetur víst seg, at við at lækka skattin, er meiri peningur komin samanlagt í landskassan. Peningurin kenn- ist altíð best í lummanum hjá borgaranum, meinar Fólkaflokk- urin. Hetta er eisini prógvað í øðrum londunum! Nú sigur Bjørn Kalsø, at, “minstiforvinningurin er hækk- aður, og skattalættin til fiski- menn og rentustuðulin til set- húsabygging er varðveittur”. Ja tíbetur, men Bjørn Kalsø gloymir at greiða frá, at hesi vóru júst tey, sum landsstýris- maðurin, Magni Laksáfoss og harvið Sambandsflokkurin vildu hava burtur, meðan Fólkaflokk- urin kravdi tey varðveitt. Tí hetta er samfelagsgagnligt! Spælið um søtmeti og tubbak Tá hann nevnir søtmeti, havi eg fleiri ferðir fyrr frá tingsins røð- arapalli víst á, at tað ber einaferð ikki til, at økja avgjald á tubbakki og søtmeti, kalla tað heilsuátak fyri minni nýtslu, samstundis sum hetta verður gjørt fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman. Her ger Sambandsflokkurin seg inn á náttúrulógina. Eg havi ein varðhuga av, at landsstýrismaðurin í fíggjarmál- um hevur sett hetta uppá, fyri at Bjørn Kalsø nú kann koma við uppskoti um at taka tað avaftur og soleiðis teir í felag “fáa eitt taktiskt politiskt nummar framt”. Nei Bjørn Kalsø, “eisini hesa- ferð vann Føroyafólk við Fólkaflokkinum”! Tað gongur ikki at verja skeiv- leika, við at royna at sleppa sær undan einum veruleika. Til seinast kann eg bert fegn- ast, at Bjørn Kalsø ásannar, at “fólki oftast hevur vunnið við Fólkaflokkinum”, men tá hann sigur, at “hesaferð gekk tað ikki”, havi eg í greinum mínum víst á, at júst Fólkaflokkurin gjørdi, at “fólkið aftur vann”! Jú, aftur hesaferð vann Føroyafólk við Fólkaflokkinum løgtingsmaður Fólkafloksins Jógvan við Keldu viðmerkingar