mikudagur 3. oktober 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 191 - 3. oktober 2007
Á Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík
er einki rok, men
í løtum er fitt av
landingararbeiði.
– Nei, her er ikki
rokasligt í løtuni, men
heldur ikki einki at
gera, sigur Pól Fuglø,
landingarformaður
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini trý skp lógu við
Kósabrúnna, tá vit vitjaðu
fram við bryggjuni í morg
in. Tey vóru partrolararnir
Smaragd og Safir, sum
landaðu í gjár. Skipini
høvdu 126.000 pund tilsam
ans, meginparturin upsi.
Mánadagin landaðu línu
skipini Polarstjørnan og
Grani, sum bæði høvdu ver
ið undir Íslandi. Polarstjørn
an hevði 100.000 pund og
Grani 150.000 pund.
Í morgin kemur línuskipið
Klakkur undan Íslandi. Teir
hava eini 150.000 pund á
umleið 10 setum.
Veiðan hjá línuskipunum
undir Íslandi er blandað.
Býta vit hana upp í triðingar,
er talan serliga um brosmu,
longu og hýsu. Lítil toskur
er uppi í veiðini hjá føroy
sku línuskipunum undir
Íslandi í løtuni.
Í morgin landa eisini tveir
trolbátar í Klaksvík. Fisk
aklettur hevur eini 25.000
pund, men óvist var, hvussu
nógv Varðin hevur inni.
Pól Fuglø, landingarfor
maður á Landingarmiðstøð
ini í Klaksvík, sigur, at
umborð á Varðanum søgdu
teir honum, at fiskiskapurin
hendan túrin hevur verið
brúkiligur um náttina, men
lutfalsliga
minni
hevur
verið at fingið í dagsljósi.
Eg spurdi tó ikki, hvussu
nógv teir høvdu inni, nú
teir koma inn at landa í
morgin, men eg vænti, at
Fiskaklettur
hevur
eini
25.000 pund, sigur hann.
Slakur útróður
Tað hevur verið heldur
smáligt við útróðri í Klaks
vík
seinastu
dagarnar.
Streymurin
hevur
verið
harður, og lítil roynd hevur
verið. Nú er streymurin
linkaður aftur, veðrið er
gott, og bátar í Klaksvík
hava aftur verið á útróðri í
nátt.
Eg haldi ikki, at útróð
urin hevur vignast nakað
serligt hjá bátunum higartil
í heyst, men vónandi verður
betur, tá ið líður longur út á
heystið og veturin, sigur
Pól Fuglø.
Landingarformaðurin
heldur, at bátarnir sum
heild hava ligið niðanfyri
100 pund á stampin.
Seinnu
árini
hava
útróðrarbátarnir
fingið
nógvan fisk, mest sum alt
árið, men í fjør byrjaði
fiskiskapurin at minka – og
í ár hevur útróðurin sum
heild eisini verið slakari
enn tey góðu undanfarnu
árini.
Pól
Fuglø
sigur,
at
hampiliga støðugt arbeiði
hevur verið á Landingar
miðstøðini.
Ikki nakað rokasligt,
men her hevur verið fitt at
gera í løtum, sigur hann.
Í morgun lógu tveir partrolarar og eitt línuskip, Smaragd, Safir og Polarstjørnan, við Kósabrúnna í Klaksvík.
Í morgin koma línuskipið Klakkur og trolbátarnir Fiskaklettur og Varðin inn at landa
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Eg haldi ikki, at útróðurin
hevur vignast nakað serligt
higartil í heyst, men vónandi
verður betur, tá ið líður longur
út á heystið og veturin, sigur
Pól Fuglø, landingarformaður,
sum her stendur undir liðini á
Peturi Juul
Mynd: Vilmund Jacobsen
Einki fiskarok er
í Klaksvík um
dagarnar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bakur og Rókur landaðu
út við 200.000 pund í Salt
angará í vikuni. Hetta er
fyrsti veruligi túrurin hjá
Róki. Teir hava framman
undan verið ein styttri túr,
har skipini landaðu eina
minni nøgd í Saltangará.
Á skrivstovuni hjá Beta
siga tey, at Rókur vísir seg
at rigga væl og er eitt gott
skip.
Lerkur, sum er hitt
skipið,
ið
Føroya
Fiskavirking hevur keypt,
er nú longdur á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Lerkur liggur nú í Runa
vík,
har
maskinverk
staðurin FJM er farin
undir
at
seta
nýggju
verksmiðjuna upp.
Væntandi verður Lerkur
klárur til fiskiskap um
einar tríggjar vikur, og tá
fara Lerkur og Rókur at
partrola.
Bæði Bakur og Stelkur
hava verið á beding í
Klaksvík, har skipini eru
klassað.
Hetta
arbeiði
hevur tikið stívliga 14
dagar hjá hvørjum skipi,
og nú eru skipini liðug og
fara útaftur at partrola.
Nýbygningarnir,
sum
Føroya Fiskavirking letur
byggja í Spaniu, verða
ætlandi lidnir um mánað
arskiftið november/desem
ber og verða væntandi í
Føroyum í desember.
Bakur og Rókur hampiligan túr
Bæði Stelkur og Bakur eru lidnir á bedingini í Klaksvík og fara nú útaftur at partrola. Vit tóku myndina av Stelki á bryggjuni í
Saltangará í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen