Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 3. oktober 2007 11 Supply-skip við útgerð til oljuleiting Í vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply-skip ligið við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn, har tey hava skipað ymiskan farm upp, sum skal nýtast í sambandi við komandi leitiboring undir Føroyum Oljuvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú leitiborgingin hjá BP sum høvuðsfelag á føroyska landgrunninum nærkast, kemur oljubryggjan á havnalagnum hjá Runavíkar havn rættiliga til sín rætt. Í hesi vikuni hava ikki færri enn tvey stór supply- skip ligið við bryggjuna og skipað upp ymiska útgerð til leitiboringina, sum stundar til. Bretskt og norskt Fyrstur higar til lands í vikuni var supply-skipið Highland Champion, sum er úr Aberdeen, og nú í morgun kom Normand Aur- ora, sum er úr Skudenshavn í Suðurnoregi. Highland Champion, sum longu er farin avstað aftur, er 79 metrar langur, meðan Normand Aurora er heilar 86 metrar langur. Tað eru bretar, sum í høvuðsheitum manna bret- ska skipið, meðan serliga norðmenn manna norska skipið. Ein føroyingur er 1. meistari umborð á Normand Aurora. Tað er vágbingurin Torbjørn Bæk, ið er sonur Bjarna Bæk, prest. Manningartalið umborð á hesum skipum liggur mill- um 10 og 14 mans. Ymisk útgerð Eli Lassen, stjóri á Atlantic Supply Base í Saltangará, sigur, at bæði skipini eru komin higar við ymiskari útgerð, sum skal nýtast í sambandi við komandi leiti- boring. – Skipini koma við rørum og bingjum við ymiskari útgerð, og Normand Aurora hevur eisini nakað av vætu, sum verður nýtt til bor- ingina. Vætan verður tikin niðan í tangarnar, sum ASB hevur á bryggjuni. Hetta er í stuttum alt oljuútgerð, sigur stjórin. Eli Lassen sigur, at hesi bæði skipini neyvan verða tey seinastu, sum koma til Føroya við oljuútgerð, áðrenn boringin fer í gongd seinni í heyst. – Alt hetta er liður í fyrireikingunum til leiti boringina, leggur stjórin aftrat. Eli Lassen dugir tó ikki at siga ítøkiliga, nær borurin verður settur í føroyska landgrunnin. Nógv uppskipingarvirksemi er á økinum hjá Runavíkar havn í løtuni. Fyrr í vikuni var supply- skipið Highland Champion við útgerð, og í morgun legði 86 metrar langa Normand Aurora til oljubryggjuna – eisini við útgerð til komandi leitiboringina á føroyska landgrunninum Mynd: Vilmund Jacobsen Stjórin á Atlantic Supply Base, Eli Lassen, hevur nógv um oyruni, nú komandi leitiboringin stundar til. Enn veit hann tó ikki at siga ítøkiliga, nær boringin fer í gongd Evjuplássið hjá IRF í Ánunum er avhegnað Sonevnda evjuplássið hjá IRF í Ánunum, sum nógv skriving var um herfyri, er nú avhegnað, og nú verður arbeitt við, hvussu plássið skal tømast, evjan leggjast á annað stað og økið fyllast uppaftur við øðrum tilfari umhvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri var nógv skriving um evjuplássið, sum IRF hevur í Ánunum, norðanfyri Klaksvíkina. Tað var bóndin, Archibald Black, sum serliga gjørdi vart við, at økið í langa tíð hevur ligið opið, bæði nið- aneftir og eisini norður- eftir. Gjøgnum árini hava einir fimm seyðir hjá honum staðið fastir í evjuni, harav tveir teirra, sum hann veit um, eru deyðir. Skrivingin tók seg upp, tá eitt stórt lamb hjá honum aftur var vorðið fast í evjuni og slapp ikki upp úr aftur. Tað er IRF, sum leigar økið frá Klaksvíkar kom- munu, men í allari skriv- ingini er tað serliga Klaks- víkar kommuna, sum hevur staðið fyri skotum – og ikki IRF, sum hevur havt ábyrgd- ina av økinum. Nú Sosialurin var í Klaks- vík í morgun, koyrdu vit ein túr norður í Ánirnar at hyggja, hvussu vorðið er á evjuplássinum. At síggja til, er ikki talan um nakra grefliga mynd, tú fært av hesum øki, men hyggur tú væl, sært tú lendið, sum hesin seinasti seyðurin hjá Archibald Black er sokkin niður í. Tað er farið at valla oman- yvir evjuni, og tí helt Archi- bald Black, at vandin fyri, at børn enda í evjuni, er stórur, nú økið so leingi hevur ligið opið. Nú eru so verulig stig tikin til at loysa málið. Loysn funnin Tað fyrsta, vit gáaðu eftir í morgun, var, at alt økið nú er avhegnað, bæði niðaneftir og norðureftir. Heri Hammer, býarverk- frøðingur í Klaksvík, sigur, at evjuplássið nú í fyrsta lagi er avhegnað, og hann veit eisini at siga, at ein loysn er funnin á evjuni í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. – Soleiðis, sum eg havi skilt málið, sleppur IRF at taka evjuna upp og fylla annað tilfar á økið. Evjan verður løgd á annað góðkent stað, men til tess, at Heilsu- frøðiliga Starvsstovan skal góðtaka loysnina, fylgja nakrar treytir við, sigur bý- arverkfrøðingurin, sum feg- nast um, at økið nú er av- hegnað, og at ein endalig loysn á evjuplássinum nú er í ljósmála. Evjuplássið í Ánunum er nú avhegnað, og í næstum verður farið undir at taka evjuna upp og fylla annað tilfar á økið. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur við nøkrum treytum góðtikið, at evjan verður tikin upp og flutt á annað stað Mynd: Vilmund Jacobsen Goodyear Ultra Grip 7 175/65-14: ...................910,- 185/65-15:....................940,- 195/65-15:....................980,- 205/55-16:................1.375,- Continental TS810 175/65-14: ...................880,- 195/65-15:................1.010,- 205/55-16:................1.460,- www.dekkmaster.fo · info@dekkmaster.fo · tel 227 000 ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Michelin Alpin A3 175/65-14: ...................860,- 185/65-15:....................960,- 195/65-15:....................990,- 205/55-16:................1.350,- Roadstone Eurowin 175/65-14: ...................680,- 185/65-15:....................790,- 195/65-15:....................810,- 205/55-16:....................960,- tíðindi