Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 191 - 3. oktober 2007 Sosialurin Í kjalarvørri Clintons SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Nú Clinton og Blix eru farnir av landinum í øllum góðum er stóri spurningurin: hvat fingu vit so burtur úr hesi forkunnugu vitjan! Sum víst á í gjár hevur henda vitjan gjørt okkum sjónligari á heimskortinum, hon hevur víst, at tað er ómaka- leyst eisini at vitja hesar fjarskotnu oyggjar í Atlantshavi. Sjálvandi hevur hetta eisini verið ein sera stór uppliving fyri føroyingar flest: at tann persónurin, sum hevur fingið eina ta mestu umrøðuna hesa øldina, setir fótin á klettar okkara. Tíðin vil so vísa, um vit veruliga fara at taka til okkum nógv av tí, sum Clinton og eisini Blix so skilagott bóru fram í Norðurlandahúsinum: at kenna felags ábyrgd við restina av heiminum í stríðum móti dálking, fátækradømi og vápnadubbing. Hin parturin er so, hvussu slík vitjan kann vera við til at eggja okkum enn meira til at kveikja lív í føroyskt vinnulív, har m.a. hugsað verður um at fjøltátta og menna útflutning og samtíðis at fáa fremmandafólk og útlendskar íløgur henda vegin. Hvussu slík vitjan kann geva okkum íblástur, samtíðis menna okkara sjálvsálit og varðveita okkara sereyðkenni. Eisini fær slík vitjan lív í spurningin, nær og hvussu Føroyar kunnu standa á egnum beinum og bera tjóðarmerkið í skjøldri samtíðis sum vit gerast solidariskur partur av umheiminum. Henda vitjan eigur at fáa okkum at venda eyguni vestureftir, móti tí risastóra amerikanska marknaðinum. USA er eitt búskaparligt lokomotiv, ið altíð er áhugavert frá einum handilsligum sjón- armiði. Føroyingar hava nokk forsømt amerikanska marknaðin - kanska vitjanin kann kveikja ein nýggjan áhuga, tó at vit vita, at tað í løtuni er tann lági dollarin, sum forðar fyri samhandli. USA er tó eitt búskaparligt kraftsentur, sum Føroy- ar avgjørt eiga at kenna seg drignar at. Her hugsa vit serstakliga um turismu og matvørur. Clinton beyð sær til at vera ambassadørur fyri at fáa amerikanarar at vitja oyggjar okkara. Vit eiga at marknaðarføra Føroyar í USA, har t.d. Atlantsflog kundi samarbeitt við onnur flogfeløg fyri at gera tað lættari hjá amerikanarum at koma til Føroya. Vit eiga so eisini at marknaðarføra okkara fiskavørur úr heimsins reinasta havi til dýru gourmet matstovurnar og branda føroyskan fisk sum burðardyggan. Um okkum dáma tað ella ikki, so er USA heimsins einasta stórveldi. Avgerðir tiknar á Capitol Hill ávirka alla verðina. Føroyar hava onga umboðan í USA. Vit eiga at fáa okkara egnu sambond við USA uttan bara gjøgnum Danmark. Har tú ikki er heilur er tú bara hálvur. Vit hava brúk fyri at ”Look West” og eiga at brúka Clintonvitjanina til at bjóða Hillary henda vegin, sum part av hennara valkampanju og sum part av marknaðarføringini av Føroyum í USA. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað er væl klárað, at fíggjarmálaráðharrin fær fjølmiðlarnar at tosa um eina “tálmandi” fíggjar­ lóg, og síðani lastar kommunurnar fyri ovurnýtslu. Landsstýrið hevur bæði slept allari ábyrgd av landskassa­ búskapinum og hevur støðugt noktað at gera bindandi avtalur við kommunurnar Kollektiva minnið í Føroyum hevur altíð víst seg at vera sera stutt. Ikki tí at vanlig fólk ikki minn­ ast. Men tí at tað, ið verður lagt fram í almenninginum, er óminniskent og óvið­ gjørt. Tað ber til hjá poli­ tikarum at siga hvat sum helst í fjølmiðlum, uttan at tað verður eftirkannað ella hildið upp móti veruleikanum. Úrslitið verður tí, at bæði samgongu­ og and­ støðupolitikarar sleppa at mála hvør sín mynd av veruleikanum, og fólk kunnu so bara velja, hvørjum tey vilja trúgva. Tak nú bert alt tosið um búskapin og fíggjarlógina. Magni Laksáfoss hevur lært skjótt at laga seg til sonevnda “pragmatiska” politikkin hjá sitandi sam­ gongu. Tá tað ikki eydnast at fáa eitt úrslit ella at frem­ ja bara nakað av tí skila­ góða, hann hevur tosað um, so ræður bara um at látast sum tað er hent. Hvar er tálmingin? Fíggjarlógin er nú løgd fram. Tað er ikki ringt at rokna út hvat hon sigur. Havi eg roknað rætt, so vaksa útreiðslurnar við 295 mió. krónum og skattalætt­ in verður 70 mió. kr. hjá landinum. Úrslitið á botn­ linjuni er sostatt 365 mió. kr verri enn í ár – og hesir pengar fara beinleiðis í umfar í samfelagnum. Umframt hetta eru fleiri fjaldar útreiðslurog íløgur í landskassaroknskapinum – tildømis nýggjur tekniskur skúli og handilsskúli í Marknagili, sum samgong­ an valdi at fíggja við ser­ ligum láni, ið kostar lands­ kassanum 60 mió. kr. meira, enn um landið fíggjaði beinleiðis. Hetta er uttan iva mest ekspanderandi/vaksandi fíggjarlóg í nýggjari tíð. At tað ber til at kalla tað “tálmandi” og fáa fjøl­ miðlar at endurtaka tað sum eitt faktum, er eitt satt bragd fyri fíggjarmálaráðharran og hansara flokk. Men tað er eitt satt aftur­ stig fyri búskaparligu ábyrgdina og fyri ein sjálvberandi búskap. (Nú vil onkur sjálvandi siga, at vit skóru blokk­ stuðulin og so kunnu vit skeldast um tað. Men tá var talan um at taka meira enn 360 mió. ÚR búskapi­ num, at stýra ábyrgdarfult og standa á egnum beinum. Og var tað ikki gjørt, er neyvan nakar ivi um, at vit longu høvdu endurtikið øll 80’ini á tamb. Nú er talan um at koyra 360 mió. INN í búskapin – samstundis sum privati búskapurin hevur stóran vøkstur.) Landið hevur ábyrgdina av samlaða búskapinum Fíggjarmálaráðharrin hevur so funnið eina aðra ekspanderandi fíggjarlóg at halda seg upp ímóti. Hann skýrir Tórshavnar Komm­ unu ábyrgdarleysa – og set­ ir tað upp soleiðis, at nú vil hann tálma, meðan Tórs­ havnar Kommuna hitar. Trupulleikin er bara, at Tórshavnar Kommuna ger júst tað sama, sum landið hevur gjørt undanfarnu fýra árini: Brúkar allan inntøkuvøksturin og letur út í skattinum samstundis. Og tað er landsstýrið sum hevur ábyrgdina av landsbúskapinum og hevur allar heimildir at tryggja eitt samsvar millum landskassa­ og kommunu­ búskapin. Ferð eftir ferð er landsstýrið ávarað um, at kommunali búskapurin veksur ótálmað – serliga í summum pørtum av landinum. Undanmaður Magna, Bárður Nielsen, avtók saman við landsstýrinum avtalurnar um íløgukarm hjá kommununum, sum vóru væl skipaðir undir fullveldislandsstýrinum. Og so seint sum í des­ ember í fjør, heitti andstøð­ an staðiliga á landsstýris­ menninar í fíggjarmálum og kommunumálum um at fáa avtalur við kommunur­ nar um bæði íløgu­ og rakstrarkarm. Hetta lovaðu landsstýrismenninir tá. Men nú 9 mánaðar seinni, kom heldur onki burturúr. Ábyrgdin sum kastibløka Tí er tað ábyrgdarundan­ støkking við lít, tá lands­ stýrismaðurin nú lastar kommunum fyri ábyrgdar­ leysan fíggjarpolitikk. Landsstýrið hevur øll am­ boðini at stýra almenna búskapinum, men nýtir tey ikki. Og tá kommunurnar og landsstýrið byrja at kasta ábyrgdina eftir hvørjum øðrum, er vegurin greiður til, at ongin hevur ábyrgdina. Eg ivist ikki í, at fíggjar­ málaráðharrin vil nakað annað, men hann er bundin av eini samgongu, ið bert vil duffa víðari ein dag ísenn. Fáa vit ikki eitt politiskt skifti í Føroyum, sum setur ábyrgd og sjálvræði ovast á breddan, er almenna fíggjarstýringin yvir og farin. Almenna búskaparstýringin yvir og farin HøgNI HoydAL Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.