Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 3. oktober 2007 13 viðmerkingar Bæði fjølmiðlar og politiskir myndugleikar hava nógv at læra av fyrstu avgerðini hjá Fjølmiðlanevndini, sum vísti aftur skuldset­ ingum um óreglusemi í kommunalu fyrisiting­ ini og samstundis gevur Kringvarpi Føroya eina álvarsliga átalu fyri brot á fjølmiðlaetisku reglurnar Lítið man vera at ivast í, at verður kæruavgerðin hjá Fjølmiðlanevndini brúkt á rættan og upp­ byggjandi hátt, so er hon eitt upplagt høvi at bøta um samskiftið millum fjølmiðlarnar og okkum, sum eru politiskur myndugleiki. Fjølmiðlar øðrumegin og politiskir og umsitingarligir myndugleikar hinumegin eiga nú at fara inn á eina nýggja leið, ið bøtir um samskiftið partanna millum. Tórshavnar kommuna er partur av hesi fyrstu avgerðini hjá Fjølmiðla­ nevndini, sum tilskilar greitt, at Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya framdi álvarslig brot á góðan fjølmiðlasið, tá Sjónvarpið í juni mánaði bar tíðindi um umvæl­ ingar í gamla realskúla­ num í Havn. Kommunan er nøgd við hesa fyrstu og søguligu avgerðina hjá Fjølmiðlanevndini. Avgerðin er ein einvís afturvísing av álvarslig­ um skuldsetingum um nepotismu og korruptión í fyrisitingini. Einki hald var í hesum skuldset­ ingum, og tí kundi Sjón­ varpið ikki vænta sær viðhald, tá kæra varð send Fjølmiðlanevndini. Fjølmiðlaetisku reglur­ nar, sum skjótt gerast formligar, eru ikki bert ein kærkomin verja hjá teimum, sum fáa órímiliga viðgerð í miðlunum. Við støði í etisku reglunum eigur at bera til at fáa eitt betri samskifti í lag við fjølmiðlarnar. Ofta er tað so, at part­ arnir hittast á einum ov veikum og tilvildarligum grundarlagi. Ov ofta hava fjølmiðlar framman­ undan læst seg fastar í eina ávísa mynd av viðurskiftunum, og ofta er henda mynd als ikki í samsvari við veruleikan. Fjølmiðlarnir eiga at seta sær hægri mál og seta seg betur inn í viðurskiftini og duga at broyta myndina, so hon samsvarar við veruleik­ an. Hinvegin mugu vit, sum stjórna kommunum og fyrisitingum, í størri mun enn nú hjálpa fjølmiðlunum við upplýsingum, ið geva rættvísandi myndina av veruleikanum. Skal hetta eydnast, er neyðugt, at fjølmiðlarnir ikki bara síggja politik­ arar og umsitingar sum ein mótpart, ið skal jarðleggjast fyri ein og hvønn prís, samstundis sum vit, ið sita hinu­ megin borðið, eisini læra okkum størri opinleika, ið gagnar øllum pørtum í síðsta enda. Nógv at læra av fyrstu kæruavgerðini! borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen Ein danskur riddarakrossur er lýstur til sølu á alnótini. Hann er úr deyðsbúnum hjá irakiska einaræðisharranum Saddam Hussein. Danska hóvið er at kalla farið í coma av hesum málinum og roynir av øllum alvi at fáa arvingarnar hjá deyða despotinum at skilja álvaran í sakini og at fata ta vanvirð­ ing, sum fer at regna niður yvir aðrar kongsins teknar, um tað skal eydnast onkr­ um tilvildarligum charlat­ ani, at keypa sær rættin til hesa ovurstóru tign. Danska blaðið Politiken skrivar um hesa vanlukku ídag, og held­ ur fyri, at sakin er truplari at handtera, enn um krossur­ in var latin onkrum donsk­ um ríkisborgara, føroyingi, grønlendingi ella dana, inn­ anvert danskt løgregluøki, tí tá hevði Margretha bara givið einum patruljuvogni hjá politinum boð um at farið til dyrnar hjá viðkom­ andi eftir innsiglinum frá Guði, móðurlandi og kongi. Kalsberg riddari var í Fólkatinginum ídag fyri fimtu ferð í sløk trý ár, sigst, tí kom tað heldur ikki óvart á, at kikarin hjá danska kringvarpinum ikki fann høvur hansara millum 179 aðrar krúllar í salinum, harvið hevur kongshúsið ongan trupulleika av hes­ um tekni, men tað var nú løgið, at deyðsbúgvið hjá Saddami skuldi gerast ein statstrupulleiki sama dagin, sum Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen vanvir­ du ríkisfelagsskapin so dyggiliga, táið hesir báðir ignoreraðu føroyska siðven­ ju og stóru løtuna, táið dan­ ski forsætisráðharrin setti hol á eina nýggja fólka­ tingssetu, við ikki at møta upp og vera hjástaddir sum gestir størstu hátíðarløtuna á tingi yvirhøvur. Ongin kennir orsøkina, men gitt verður, at hetta boðar frá einum nýggjum politiskum ráki ímillum londini. Edmund er danskur komm­ andørur. Um hann er farin ígjøgnum eina politiska metamorfosu er ivasamt, tað má prógvast áðrenn man loyvir sær at trúgva tí. Øðrvísi er við Jóannesi. Eftir at hann er vorðin ridd­ ari av íslendska falkinum, hevur danska statsmaktin verið í eini sera traumatisk­ ari støðu, í eini ójavnvág, sum onkursvegna mátti verða bøtt og vigað á rætt­ kjøl aftur. Tað gongur nú sum rótasúpan í politisku undirskógini, at danir hava lagt trýst á íslendska tekn­ in, fyri at fáa hann at taka ímóti danska riddarakrossi­ num, og onkur heilt illa­ vorðin jassur helt fyri, at danir bara kundu heita á arvingarnar hjá Saddam Hussein, um at senda kross­ in í deyðsbúnum beinleiðis úr Bagdad niðan í Tinga­ nes, táið hann nú var tøkur allíkavæl. Millumrokning­ ini kann Vinnumálaráðið ivaleyst taka sær av. Nú, tað er farið at nærk­ ast løgtingsvali, er ein ann­ ar danskur riddari eisini farin at gera um seg. Hetta er ongin mætari enn lands­ stýrismaðurin í vinnumál­ um, Bjarni Djurholm. Hann hevur sett fólki, harí­ millum tingmonnum, stev­ nu á Parnassinum, ­ í degn­ inginum í morgin 3. oktob­ er kl. 0830. Málið má vera av alra størsta týdningi, annaðhvørt fyri samfelagið ella fyri hann, tí í innbjóð­ ingini verður heitt á tey inn­ bodnu um at møta stundis­ liga, helst ikki seinri enn kl. 0820. Skilji á lagnum, at tað er vorðin almenn vitan, at ein fólkafloksmaður í fleiri vikur hevur virkað íðin í politisku korridorunum fyri, at eitt uppskot til sam­ tyktar varð lagt fram, um gerð av nýggjum altjóða flogvølli í Føroyum. Ongin geografisk plasering var nevnd í uppskotinum, har­ afturímóti skuldi besta loysnin finnast við ljós og lykt. Meduppskotsstillarar trutu ikki, okkurt bendir tó á, at annaðhvørt sveik dirv­ ið á eggini ella eru dóma­ dagsboð komin úr erva í radikala sjálvsstýrinum, harið hótt er við báli og brandi, um uppskotið sá dagsins ljós. Eftir formans­ valið fyri kortum megna Anfinn og Jørgen tó á ong­ an hátt at ræða Bjarna Djur­ holm longur. Hann skyldar teimum onki. Sum sagt verður í tónleikaheiminum, táið maður loysir seg úr ensemblinum, og gevur fløgu út í egnum navni ­ Bjarni er farin solo. Í ólukkumáta. Á fyrsta upp­ stillingarfundinum í Havn­ ar Framburðsfelag fyri viku síðani, legði hann fram eina ætlan um nýggj­ an flogvøll á Glyvursnesi. Kostnaðurin sigst vera mett­ ur til umleið 1,6 milliardir danskar krónur. Og farast skal undir verkætlanina beinanvegin. Hetta hendir, eftir at Djurholm hevur verið við til at yvirtaka flogvøllin, at forera dønum íleggingar­ grunnin og eftir at farið er undir at brúka slakar 400 milliónir krónur til víð­ kanina vesturi í Vágum. Í dimmalættingini ímorg­ in tekur Bjarni tetin í val­ stríðnum, um komandi fólkaflokstingmenninar hjá Fólkaflokkinum í Suður­ streymoy. Sagt verður í inn­ bjóðingini, at kanningar eru gjørdar av nýggjum flogvølli í Føroyum, og at hesar ætlanir, um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, skilst, fara at verða lýstar á fundinum, sum er so umráðandi, at hann má haldast fyri uppfaringartíð hjá almennum starvsfólki, í lýsingini, ímorgin. Líka­ sum ein præambul til við­ gerðina av fíggjarlógarupp­ skotinum hjá Laksáfoss. Í uppskotinum hjá Magna verða tó hvørki nevnd orð ella eiðir um fyrireikingar av nýggjum ella alternativum flogvølli til tann verandi í Vágum. Mær vitandi hevur ongin oyramerkt játtan verið tøk til at gera ætlan ella pros­ jekt um flogvøll á Glyvurs­ nesi í farnum og farandi ári, og tað verður heldur ikki tikið upp á tungu í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. Leggur landsstýrismaðurin eina fullfíggjaða verkætlan fram á metropolsins Parnassos í morginárini, má materiella fæið til hetta arbeiðið vera funnið í onkrum goymdum cigarkassa, annaðhvørt í Nesinum ella hjá Lands­ verki. Kann tað hugsast, at Landsverk hevur víðkað um sítt lebensraum, sítt virkisøkið, og nú er farið undir at fíggja valstríðið hjá Bjarna Djurholm mót­ vegis Poul, Óla og Anniku? Tað er eftir øllum at døma ikki hvør sum helst, ið verður sligin til riddara av hini donsku brókini, men máti skal tó vera við øll­ um. Eyðmjúkleikin og undirbrotligheitin mótvegis danska kongshúsinum og danska eindarstatinum skal kanska vigast upp við ser­ rættindum og megaloman­ iskari atferð í heimligum høpi. Hetta er hin gitna javnvágin umaftur. Streymtalvan. Greinin skal á ongan hátt skiljast soleiðis, at høvund­ urin er ímóti útbyggingum á flogvallarøkinum. Tvørt­ urímoti. Men at flyta spurn­ ingin um millumlanda loftvegis sambandið úr einum lokalpolitiskum trupulleika vesturi í Vágum inn í valfelagið hjá Fólka­ flokkinum í høvuðsstaði landsins, tað er ovboðið. Átakið kemur við vissu at steðga málinum í mong ár frameftir, og kann ikki brúkast til annað enn val­ agn og fjølmiðlaumrøðu hjá honum, ið leggur tað fram. Og tað er ivaleyst tann djúpara filosofiin og ætlanin við fundinum í morgin. Vit hava tørv á einum orðaskifti um spurn­ ingin, málið, og ikki um landafrøðiligu ásetingina. Í fyrstu syftu mega vit finna útav hvat vit ætla við hes­ um undirstøðukervinum komandi 100 ella 200 árini, hareftir eiga objek­ tivar serfrøðingakanningar at siga okkum, um altjóða flogvøllurin skal leggjast á Skorðhæddini, í Svínoy, á Glyvursnesi, í Nólsoy, í Søltuvík ella í Vágum. Tað var hetta, sum var kjarnin í uppskotinum, ið fór úr barkastokki fyri fleiri vik­ um síðani, millum ting­ menn úr øllum flokkum á tingi, men sum higartil hevur fingið eina ókenda lagnu í valdsmaskinarínum hjá Fólkaflokkinum. Sanniliga er tað ikki bara spennandi at sita av annans náði á tingi. Hinvegin er hetta málið er alt ov týðningarmikið til eittans at verða brúkt í eini sperdari roynd, at fáa ein danskan riddara inn um tingsins gátt aftur 19. januar 2008. Fíggjar Landsverk valstríðið hjá Bjarna? tórbjørn jacobsen Sum eg skilti tað á eini útvarpssamrøðu við lands­ stýrismannin í vinnumál­ um, kann anlegslógin í sambandi við Sandoyar­ tunnilin ikki leggjast fyri tingið, fyrr enn peningur er settur av á fíggjarlógini. Løgtingsval skal verða í seinasta lagi 20. januar, og valið skal útskrivast seks vikur áðrenn valdagin. Tað merkir, at tá fíggjarlógin er liðugt viðgjørd, er valið longu útskrivað. Tí verður tað ikki í hesum valskeiði­ num, at anlegslógin verður løgd fram, um hon skal bíða eftir fíggjarlógini, og helst verður hon heldur ikki løgd fram fyrr enn langt eftir valið. Frá tí at anlegslógin er løgd fyri tingið, gongur eisini long tíð, áðrenn arbeiðið fer í gongd. Mín spurningur er tí: Er veruleikin ikki tann, at landsstýrismaðurin í vinnu­ málum innast inni er ímóti Sandoyartunnlinum, men at hann roynir at halda hetta loyniligt til eftir valið? Ein annar átrokandi spurningur, sum eisini viðkemur sama landsstýris­ manni, er vegurin í Sands­ líð. Har er byrjað at loypa undan vegjaðaranum, men einki verður gjørt, hóast stórir bussar við skúlabørn­ um, dagliga koyra eftir hesum vegastrekki. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, ið umsitur hetta økið? Nú kann tað vera, at landsstýrismaðurin hevur ta undarførðslu, at pengar mangla. Men her fari eg at minna loysingarflokkarnar á, at teir við at lækka blokkstuðulin, hava sent einar tríggjar milliardir krónur av landinum. Tað er ein stór forðing fyri øllum framburði her á landi, ikki minst á Sandoynni. Spurningar til Bjarna Djurholm HjørMund olsen