Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 191 - 3. oktober 2007 At læknar og annað starvs­ fólk gerða feilir er eyðvitað og fæst ongantíð heilt burt­ ur. Men tað kann bøtast við betri rapportering og ruti­ num. At sjúklingar hava tað tungt undir verðandi skipan er eisini greitt, men eisini her kann nakað gerðast. Í farnu viku hevur Dimmalætting havt eina greinarøð um skeivar við­ gerðir í sjúkrahúsverki­ num. Serliga hevur fokus verið sett á Landssjúkra­ húsið sum hevur verið lagt undir at: “Læknasjusk elvdi til ólekiligan krabba”, “Landssjúkrahúsið viður­ kennir ikki feilir”, “Deyða­ sjúkur maður sendur til hús” o.s.fr. Tað ber mær sjálvandi ikki til at viðgerða hesi einstøku mál, men eg vil tó gerða eina generella við­ merking til málið sæð út frá tí erfaring, eg havi havt her og í øðrum londum íroknað tað tíð eg var læk­ ni á Ríkissjúkrahúsinum. Trupult hjá sjúklingum Sum eg síggi tað, so hava sjúklingar í Føroyum í hvussu er tveir trupulleikar at dragast við, sum sjúklingar í okkara granna­ londum sleppa frá at hugsa um. Her hugsi eg í fyrst og fremst um sjúklingatrygg­ ing og plikt at melda feilir. Í okkara grannalondum hava tey afturat Sjúklinga­ kærunevndina (í Danmark kallað Patientklagenævnet) nakað sum kallast Sjúkl­ ingatryggingin (Patient­ forsikringen) og tað hevur tídning at skilja munin. Sjúklingatryggingin Patientklagenævnet (Sjúklingakærunevndin) metir um starvsfólk skal hartast fyri at hava gjørt feilir innan viðgerð, kanning, røkt, information o.s.fr. Nevndin tekur onga støðu til um tað er hendur ein skaði. Skal ein víðari í skaða­ málinum fyri at fáa endur­ gjald, so skal antin semja gerðast við stovnin ella rættarmál til. Og tað er ongin tryggd fyri, at ein far nakað burturúr. Tvørtur­ ímóti er vandi fyra, at ein skal gjalda sakarmálskostn­ að um málið ikki verður vunnið. Tá tað kemur til Patient­ forsikringen (Sjúklinga­ tryggingina), sum enn ikki er galdandi fyri Føroyar, so metir hon harafturímóti um skaði er hendur og tekur støðu til endugjald. Hon tekur onga støðu til um feilur er gjørdur. Hetta eru soleiðis full­ komiliga ymiskir stovnar. Tað sum føroyskir sjúkl­ ingar noyðast ígjøgnum er sostatt tað tunga og kostn­ aðarmikla verk sum eitur Sjúklingakærunevndin. Og sjálvt um henda fakling nevnd kemur til tað niður­ støðu, at feilur er gjørdur, so er ongin tryggd fyri at sjúklingurin fær nakað endurgjald. Vit hava sostatt tørv á eini Sjúklingatrygging sum ein kann venda sær til uttan kostnað. Finnur trygg­ ingin at skaði er hendur hevur hon møguleika fyri at rinda endurgjald. Pliktin at rapportera Harafturat kemur, at starvs­ fólk í føroyska heilsuverki­ num hava ikki plikt til, at boða frá um tey finna feilir í kanning, viðgerð, rækt o. s.fr. Í Svøríki hava tey tað sum kallað verður Lex Maria. Hetta varð innført í heilsuverkið í 1937 eftir at 4 sjúklingar doyðu eftir at hava fingið sóttreinsuevni í staðin fyri bedøvilsi í sproytuna. Í stuttum ber hetta í sær, at starvsfólk so skjótt sum gjørligt og í seinasta lagi innan tveir mánaðir hava pligt til, at melda álvarslig­ ar feilir í kanning og við­ gerð. Endamálið er sjálv­ andi, at hava betri grundar­ lag fyri at bøta um rutinur og, at sjúklingar og avvar­ andi so skjótt sum gjørligt fáa greiði yvir hvat er hent. Tað er neyðugt, at líknandi verður innført í Føroyum. Tvíeggjað svør Tað kunnu verða fleiri ársøkir til feilir innan heilsuverkið. Ein er, at starvsfólk kunnu verða óskettin, ein onnur er at umstøður og rutinur eru soleiðis háttaðar, at feilir lættliga koma fyri. Har­ afturat kunnu viðlíkahald, feilmerkingar og feillever­ ansur koma inn í myndina. Ein feilur í eini kanning kann vaksa seg stóran í skipanini, misskiljingar millum starvsfólk og sjúkling kunnu fáa óhepnar avleiðingar og til tíðir fylgjir sjúklingur ikki ráðum o.s.fr. Tá sjúklingur klagar gjøgnum Sjúklingakæru­ nevndina er uppgávan hjá nevndini at finna eitt ella fleiri starvsfólk sum hava gjørt feil. Av og á ber hetta brá av, at finna ein sindabukk. Innan onnur øki verður farið fram á annan hátt. Tá flogferðslan skuldið gerð­ ast tryggari varð avgjørt, at rapportering av feilum ikki skuldið føra til persónligar revsingar, men haraftur­ ímóti til rutinur sum elvdu til tryggari ferðslu. Soleið­ is øktist talið av rapporter­ aðum feilum og manglum. Undir tí skipan vit hava hveppa starvsfólk seg við at rapportera. Bara tað, at informera sjúklingar um klagumøguleikan kann jú viðføra, at hetta starvsfólk­ ið fær eina persónliga nøs. Her gjørdist Sjúklinga­ tryggingin ein stórur fyrimunur. Skaðar kundi rapporterast gjøgnum hesa skipan uttan at nøkur per­ sónlig nøs skuldið gevast. Og sjúklingurin kundi fáa endurgjald fyri skaðan uttan, at skula prógva feil. Harafturat gjørdist skaðin sjónligur í skipanini og møguleiki varð fyri, at gerða rutinur sum minkaðu um vandan fyri, at líknandi hendið aftur. At hanga feil viðgerðir út í bløðini kann føra til ymiskar reaktiónir. Ein er, at starvsfólk verða meira nærløgd. Hin er, at starvsfólk finna enn betri háttir at krógva síni mistøk. Bjarga mannalív Stóra átakið í Norðanlond­ um seinastu árini fyri at minka um feilir í kanning, viðgerð og røkt hevur ikki rættuliga rakt Føroyar enn. Í vár settu donsku heilsu­ mynduleikarnir í verk eina ætlan innan heilsuverkið sum skuldi bjarga 3000 mannalívum í einum tíðar­ skeiði uppá 18 mánaðir. Roknað verður við at 10% av teimum innløgdu sjúk­ lingunum verða raktir av feilum og komplikatiónum. Tað verður eisini mett, at tað í Norðanlondum hendir eitt deyðsfall av 1000 fólkum árliga ársaka av feilum og komplikatiónum. Í Svøríki svarar hetta til umlei 10.000 deyðsfall árliga og í Danmark er talið mett til umleið 5000 fólk, sum árliga doyggja av feilum og komplikatiónum innan heilsuverkið. Øll hesu kunnu sjálvsagt ikki bjargast, men ein realistisk metan er, at umleið helvtin kann bjargast. Hetta eru ótrúliga stór tøl og skuldið fyri Føroyar ført til, at betri rapport­ eringar og rutinur skuldu bjargað eini 20 fólk árliga. Senda fleir sjúklingar av landinum? Eg føli meg ikki sannførd­ an um, at vit vinna so nógv við at senda fleiri sjúkling­ ar av landinum. Hinvegin eru tað rímiliga greiðar reglur fyri hvørjar sjúk­ lingar yvirlæknarnir kunnu senda av landinum til víðari kanning og viðgerð. Reglurnar eru í stuttum, at tað sum kann viðgerðast í Føroyum skal viðgerðast í Føroyum. Ynskir sjúkling­ urin, at verða sendur av landinum til framhaldandi kanning og viðgerð, so skal yvirlæknin hjálpa til við at fáa samband við útlendskan viðgerðarstovn og senda tilfarið til stovnin, men sjúklingurin skal sjálv­ ur gjalda viðgerðina. Hen­ da regla er á leið við tær reglur sum eru galdandi í okkara grannalondum. Sjuskandi læknar yvirlækni Jákup petersen Einar Waag verður í grein í Sosialinum tann 1. oktober endurgivin fyri at siga, at eg beri fram falskar pá­ standir. Eg skal royna at greiða frá mínum sjónar­ miðum – tey, sum Einar Waag ikki vildi hoyra, tá ið hann ringdi til mín, áðrenn hann úttalaði seg so ógvis­ liga til Sosialin. Útvarpskvinnan, Dagmar Joensen­Næs, ringdi til mín í farnu viku og vildi vita, hvat eg sum formaður í Fyribyrgingarráðnum helt um ætlanirnar hjá lands­ stýrinum um at leggja avgjald á sodavatn og góð­ gæti við sukri í ­ og harum­ framt økja avgjaldið á sigar­ ettir. Svaraði, sum satt var, at eg kendi ikki uppskotið, tí landsstýrið hevði ikki spurt Fyribyrgingarráðið. Greiddi henni tí frá, hvat eg sjálvur helt, og tað var hetta: 1. At hækka avgjaldið á tubbaki er frá einum heilsu­ sjónarmiði skilagott, tí tað fer væntandi at tálma nýtsluna, sum tíbetur tykist at minka støðugt millum føroyingar – nú roykja 23% hvønn dag. 2. Við tað, at frukt og grønmeti er dýrt og ofta vánaligt, tá ið líður út á vikuna, áttu vit at tikið av meirvirðisgjaldið av frukt og grønmeti, soleiðis at vit miða ímóti málinum, at føroyingar eta 600 gramm av frukt og grønmeti um dagin – sambært kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fyribyrgingarráðið í august, eta vit bert 250 gramm av frukt og grøn­ meti, ikki íroknað eplir, um dagin. Henda meirútreiðsla fyri tað almenna kundi so verið fíggjað av øktum avgjaldi á tubbaki og søtum vørum. 3. Mælti til, at myrk chokolada, t.e. við kakao­ innihaldi við meira enn 70%, verður undantikin, tí nógv bendir á, at hon er góð fyri heilsuna. 4. Mælti so eisini til, at verður avgjald lagt á soda­ vatn við vanligum sukri, so eigur hetta ikki at hava við sær, at fólkið fer at drekka sodavatn við evnum í, sum smakka av sukri. Greiddi frá, at heilsumyndugleikar­ nir, bæði í Evropa og USA, høvdu góðkent hesar sukur­ líkar, men tað merkir ikki, at allur ivi er burtur um teirra heilusárin sum frálíð­ ur. Eitt dømi um hetta er evnið aspartam, sum verð­ ur brúkt í stórum nøgdum um allan heim seinastu 30 árini. Tað varð fyrstu ferð góðkent av Food and Drug Administration í USA í 1974 og hevur verið endur­ mett nógvar ferðir síðani. Seinasta metingin, eg kenni til, almannakunn­ gjørdi European Food Safity Authority (EFSA) 5. mai 2006, og har hildu teir fast við galdandi markvirði (Acceptable Daily Intake – ADI), sum er, at tað er ikki vandamikið at eta upp til 40 mg av aspartam fyri hvørt kilo av likamsvekt um dagin. Legg merki til, at EFSA hevur ásett eitt markvirði, og tað er sjálv­ andi tí, at teir hava ein iva um, hvussu nógv fólk tola av hesum evni. Grundin til at EFSA gjørdi hesa nýggju meting var eitt granskingararbeiði, sum Evropeisk Ramazzini Foundation í Bologna hevði almannakunngjørt í 2005 og sum ávísti, at rottur fingu krabbamein, um tær fingu aspartam í longri tí. Morando Soffritti og hansara starvsfelagar á Ramazzinistovninum (sum eitur eftir navnframa arbeiðsmedicinaranum Bernardino Ramazzini úr Padua, 1633­1714), almannakunngjørdu so 3. mars 2006 eina grein, har tær greiða frá, at teir hava fóðrað mýs frá tær vóru 8 vikur gamlar, til tær doyðu við ymiskum mongdum av aspartam, men soleiðis at eisini galdandi markvirði (ADI) uppá 40 mg/kg varð umboðað í hesari roynd. Teir finna so, at rotturnar fáa ymisk sløg av krabba­ meini, eisini tá ið teir hava verið útsettar fyri mongdir, sum svara til ADI hjá fólki. Á eini altjóða ráðstevnu, sum m.a. Deildin fyri Arbeiðs­ og Almannaheilsu skipaði fyri í Norðurlanda­ húsinum í summar, legði Morando Soffritti aftur síni úrslit fram, og eg hevði høvi at tosa við hann um kanningarúrslitini hjá teim­ um. Á hesi ráðstevnu sam­ tyktu nakrir granskarar eina yvirlýsing um týdn­ ingin av at vera fyrivarin, tá vit senda nýggj evni út í samfelagið (Føroyska Sam­ tyktin – Trygd og Trivni, blað 2, 2007, s.4 ­7). Longu lærdi sveisarin, Paracelsus (1493­1541), segði: “Alle Ding’ sind Gift und nichts ohn’ Gift; allein die Dosis macht, dass ein Ding kein Gift ist“ – ella við øðum orðum: Tað veldst um dosis, um evni eru eitrandi. Og soleiðis eisini í hesum máli. Eg veit ikki, hvør hevur rætt í spurninginum um rætta markvirðið fyri aspartam – metingarnevnd­ in hjá EFSA ella Morando Soffritti og hansara med­ granskarar – eg giti tó, at tað verður ikki leingi, til EFSA fer at viðgera málið av nýggjum. Eg segði ikki í útvarpi­ num, at aspartam var vandamikið, men at ein illgruni framvegis er. Tá landsstýrið ætlar sær at leggja økt avgjald á soda­ vatn við vanligum sukri í, so vil tað helst hava við sær, at nýtslan av sodavatni við sukurlíki fer at vaksa. Við hesum fer eitt heilt fólk, t.e. bæði kvinnur við barn, børn og vaksin, at nýta meir av hesum, og tað haldi eg er órímiligt. Tí mælti eg til, at ætlaða avgjaldið eisini skuldi leggjast á sodavatnið við eftirgjørdum sukri. Hetta tilmæli, haldi eg, er rímiligt frá einum fólkaheilsusjónarmiði og byggir á fyrivarni. Fyrivarni pál Weihe