mikudagur 3. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Tórhallur Andreassen:
10. partur
Hjalgrim var ein
rokari
Vit hava umrøtt hinar beiggjarnar,
og nú er bert Hjalgrim eftir. Hann
var fjórði elstur av systkjunum og
næstelsti beiggin. Hann fór eins
og hinir ungur til skips. Hann var
millum annað við Steady, sum var
eitt skip við donskum reiðara. Teir
veiddu í Grønlandi við bátum.
Hjalgrim var nótaformaður
heima hjá okkum. Hann var ein
koyrari, og hann dugdi eisini snild
ir. Í støðum í Sundalagnum var
ringur botnur, og tá lá illa fyri at
kasta nót. Men ráð vóru fyri tí. Tá
ið Hjallgrim sá eina torvu av seiði
á slíkum botni, fekk hann sær
eina hvíta fjøl og fortoyaði hana
niðri á botn fyri at fáa seiðin at
flyta seg norður á bleytari botn.
Hetta riggaði væl og einaferð
fingu vit í einum slíkum føri fýra
bátar av seiði.
Seiður var góður matur. Vit salt
aðu hann í kaggar og hongdu upp
at turka. Einki varð selt, men ofta
varð givið.
Hjallgrim var motorpassari í
fleiri ár og róði nógv út. Hann
búsettist í Klaksvík. Kona hansara
var Turid f. Samuelsen. Sigmund
hjá Hjalgrim greiðir frá, at tey
vóru 10 systkin, har av fimm
beiggjar. Teir endaðu allir á sjón
um. Teir vóru mangan túrin við
pápanum í báti. Tá ið hann kom
meira upp í árini, vóru tað synirnir
hjá systrini Ågot, sum vóru við
abbanum á floti. Tað eru teir, sum
eiga línubátin Ågot, og tað liggur
eisini væl fyri hjá teimum.
Hjalgrim var góður at læra frá
sær, tá ið tað var um sjógvin og
góðan sjómannskap at gera.
Tórur Andreassen er ein sonur
Hjalgrim. Hann er eisini royndur
fiskimaður. Hann dugir eisini at
skriva og taka vit nakað við, sum
hann hevur skrivað í FFblaðnum
um túrar saman við pápa sínum.
Hesar frásagnir lýsa væl hetta
umhvørvi, sum hevur verið eyð
kenni fyri teir allar.
Ein buldrasligur túrur
Pápi hevði bygt sær ein lítlan bát.
Hann var umleið tríggjar metur
langur, flatbotnaður og spískur í
báðum endum. Báturin var hentur
á víkini og gav mangan feskan
bita. Eitt skifti hingu umleið 700
greipur undir vegginum og undir
brúnni um Gravará. Góður terri
var undir brúnni, tí har var altíð
trekkur av ánni.
Einaferð hevði pápi sett fýra
gørn út fyri Túgvusteini, sum er
innanvert Norðoyri, skamt frá
bøgarðinum. Bátin hevði pápi
drigið upp innanfyri lendingina á
Oyri, soleiðis at tað bleiv styttri
at rógva, tá ið gørnini skuldu drag
ast aftur. Eg var fimm ára gamal
og hevði verið mangan túrin á
floti við pápa.
Eg varð vaktur mitt á nátt at
koma við at bjarga gørnunum.
Vit gingu út til Oyrar og høvdu
vindin í andlitið á veg út. Tað
var ikki so nógvur vindur, men
tá vit koma oman á lendingina
sást, at óró var í sjónum. Pápi
fór við bátinum, meðan eg var
eftir. Tað gekk væl at koma frá
landi, og tað vardi ikki leingi til
hann var aftur. Men útvið ein
tíma hevur tað óivað tikið. Hann
hevði drigið tvey av gørnunum.
Tey blivu tikin uppá land. Ikki
var nógv í. Pápi fór síðan avstað
aftur, men tá líkasum øtlaði hann
veðrið. Eg gekk har og mól aftur
og fram eftir bakkanum. Inn móti
Álvheyggi, sum er nakað inn frá
lendingini, og út aftur. Myrkt var
og vánaligt sýni, so eg sá einki.
Tað dró út, og eg gjørdist bangin
um pápa.
Men so sá eg pápa koma inn
móti landi. Nú var sjógvurin
nógv versnaður, so ikki var lætt
at lenda sum umstøðurnar nú
vóru. Í tí pápi kemur inn móti
lendingini kastar hann mær
fanglínuna. Eg taki hana, og í
sama bili kemur ein fylling. Hon
lyftir bátin stevnirætt við pápa og
gørnum upp um kantin og langt
inn á lendingina. Eg renni undan,
meðan eg togi í línuna. Pápi
loypur úr bátinum og báðir halda
eftir, meðan tað fjarðar út aftur.
Soleiðis kom báturin langt uppá
turt í hesi fylling, sum var tann
einasta, sum náddi yvir kantin á
lendingini, meðan vit vóru har.
Ikki bleiv tosað um tað. Men
eg trúgvi, at Harrin rætti eina
hjálpandi hond hesa myrku nátt á
”Bíða við at doyggja til
vit hava lagt at!”
Nú eru vit komin til
seinasta part av frá
søgnini hjá og um
Tórhall, hansara ætt
og hansara bygd,
Norðskála. Her hevur
verið farið víða um,
men hetta er fyrst
og fremst ein fiski
mannasøga, sum
nógv hava fegnast
um. Men dramatikk
ur var, tá ið Thors
havn skuldi leggja at
í Svínoy, og Tórhallur
mátti biðja ein av
manningini um at
bíða við at doyggja
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hjallgrim, beiggi Tórhall, var ein
knassi
Tórur hjá Hjallgrim myndaprýddi ársfrágreiðingina hjá fiskimannafelagnum
í 2003. Her er ein av hansara tekningum, sum kundu verið mynd til hansara
frásagnir í hesi grein
Andreas og Tóta saman við børnunum Elinborg og Sigtór