Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 16 nr. 191 • 03. oktober 2007 lendingini á Norðoyri í 1947. Pápi segði mær seinni, at sjógvur var komin í bátin og hann hevði oyst við øðrum styvlanum. Ein kalvatúrur fyri góðum hálvthundrað árum síðan Eg var 9 ára gamal og hevði summarfrí. Pápi átti eitt fimm­ mannafar, sum var nevnt ”Pekan”. Motorurin var ein 4 HK Gøta. Hendan dagin var pápi tíðliga á fótum fyri at egna so nógv sum møguligt, áðrenn farið varð avstað. Kvinnurnar, sum vaskaðu fisk, møttu tíðliga fyri at skera burturúr og sostatt hendi tað, at tá pápi skuldi byrja at egna, kom Dagmar Jacobsen framvið. Tey heilsa góðan morgun, men pápi helt fyri: ”Tað var ikki gott at møta tær, tí eg eri á veg til útróðrar”. Dagmar fer og leggur hondina á eina línu og sigur við pápa: ”Merk tær hesa línuna”. Eg trúgvi, at tað dapurskygni, sum pápi hevði nevnt við at møta konufólki á veg til útróðrar, var vorðið til vón, tá ið Dagmar gjørdi sær tann ómak at nerta við eina línu. Um 9­tíðina vóru vit leysir av landi. Vit høvdu 6 línur við. Komnir norður á Viðareiðisflógva settu vit fýra línur – við umtalaðu línu á fyrsta enda. Síðani sigldu vit vestur um Nakkin og settu tær síðstu tvær beint út úr Hestmúlanum. Aftaná tveir tímar fóru vit at draga. Vit fingu drigið hesar báðar línurnar og fingu ein kalva uppá 70­80 pund, og eg minnist, at pápi helt fyri, at nú var dagurin bjargaður. Vit sigldu síðan eystur til hin reiðskapin og løgdu á ytra enda at draga, men ikki sá gott út til kalva. Vit nærkaðust tí seinastu línuni, línuni sum Dagmar hevði nortið, og tá byrjaði at tyngjast. Pápi bað meg hyggja útum, men eg sá ongan kalva. Línuskiftið kom, eg stýrdi upp og hugdi fyri borð. Jú, nú skrivar, góður kalvi í ljósmála. Eg leyp fram at hjálpa til, kalvin kom innum, og pápi snúði teymin nakrar ferðir um tollin í bakborð og blóðgaði kalvan, sum vág út við 200 pund. Meðan hetta stendur uppá, tørnar fyri á rulluni, næsti kalvi er undir borði. Tá hann var innanfyri, og pápi blóðgaði, tørnaði aftur fyri á rulluni. Tá ið triði kalvin var komin innum, var fjórði kalvin undir borði. Síðan kom dreggið og liðugt var at draga. Sostatt kom meginparturin av fiskiskapinum á umtalaðu línu. Pátrúgv ella ei – eg trúgvi neyvan, at hetta var av tilvild. Veiðan hendan dagin var um 600 pund. Seinni fingu bátarnir línuspæl, og hetta var hópin lættari. Mangan havi eg hugsað um tað dirvi, ið skuldi til fyri til dømis at fara avstað við seks línum, sum skuldu dragast við hond, á streymasjógvi, við einum smádrongi at stýra upp. Pápi brúkti, sum vanligt var, einar væl tøvdar vøttir, og altíð hevði hann uppbrotnar ermar, tá ið hann dróg, og eg síggi enn fyri mær, hvussu vøddarnir spældu í undirarmunum. Systrarnar hava ikki verið fyri nothing Her skal eisini greiðast eitt sindur frá systrunum hjá mær. Elinborg er tann sum er farin longstu leiðina. Hon býr nevniliga í New Zealandi. Hon greiðir sjálv frá: ”Ja tað var gott at vera barn í Norðskála. Tá eg var yngst av 14 systkin bleiv eg sum vera mann nógv forkelað. 14 ára gomul fór eg til Havnar á handilskúla. Eg fekk mær arbeiði og gekk í skúla um kvøldi. Mær dámdi væl at ganga í skúla, so eg lærdi til bókhald og kláraði meg fínt. Men alt fekk ein skjótan enda. Tá ið mamma doyði, var eg noydd at fara heim at passa pápa og beiggjarnar. Tað vóru fimm beiggjar, sum ikki vóru giftir, men teir giftust sum frá leið. Ingolvur var tann síðsti. Tá ið pápi doyði helt eg, at nú var eg leys og kundi fara heimani frá. Tað merkiliga av øllum hesum er, at eg minnist onki til pengar. Eg passaði hús og gjørdi mat. Eg minnist onki, hvar eg fekk pengar frá og eg minnist ikki til, at mær nakrantíð manglaði nakað sum helst. So beiggjarnir muga hava klárað allar rokningar. Løn fek eg onga. So tá ið eg fór til Danmarkar møtti eg Ingolvi í Havn og segði, at mær tørvaði pengar. Tað var tað gaman í. Eg má hava fingið ríkiligt, tí mær manglaði onki, tá ið eg kom til Danmarkar. Men sjálvsagt fekk eg arbeiði beinan vegin. Eg flutti til New Zealand saman við Svend manni mínum, sum var dani. Hann doyði fyri nøkrum árum síðani.” Eina ferð fóru tríggjar systrar niður og tær vóru Tordis, Borghild og Solveig. Tær giftust allar í Danmark. Tordis kom at arbeiða á føði­ klinikkini hjá Astrid av Rógvi, sum var úr Vestmanna og var ein sera kend jarðarmóður. Bergtóra giftist við Anthon Olsen, sum var skipari hjá Mærsk. Tað var hann, sum fyri nakað nógvum árum síðani bjargaði 4­5.000 flóttarfólkum úr Vietnam á víðum havi. Hetta var nógv umtalað tá. Tað vóru nakrar av konunum, sum enntá áttu umborð, og onkur drongur fekk navnið Anthon. Anthon er deyður og Bergtóra er flutt aftur til Føroyar og býr á Toftum. Solveig (eisini nevnd Solla) var eisini kring til motorar og bátar. Ein oyndfirðingur kom inn til okkum og vildi hava ein bát at føra seg til Selatraðar. Mamma fer inn í stovuna og spyr Sollu, sum er við at gera lektiur, um hon vil fara. Ja, tað er gaman í. Tey fara so í bátin. Men oyndfirðingurin vil ikki gera leyst frá landi. So spyr hann, um eingin maður skuldi koma við. Nei, tað skuldi tað ikki. Hon setti hann so til Selatraðar. Lassen á Strondum kom einaferð norður á okkara leiðir at biðja fólk. Hann kemur so inn til okkara og spyr mammu eftir synunum. Mamma sigur við hann, at teir eru allir niðri í fjøruni og taka sild úr gørnum. Tá í tíðini var tað soleiðis, at tá ið ein hevði lovað seg við einum skipi, so var hetta bindandi. Allir beiggjarnar høvdu lovað seg burtur og kundi ikki játta at fara við Lassen, hóast hann var ein rokskipari. So spyr hann Sollu, sum er í mannfólkaklæðum: ”Hvussu er vorðið við tær. Kann tú ikki koma við”. Tá spyr hon, hvat skip hann førdi. Tá mundi Lassen hoyra á málinum, at hetta var ein genta. Rasmina giftist við Alfred Dam, systkinabarn Rigmor og búði alla sína tíð á Norðskála. Um systkini hjá pápa Henda frásøgnin byrjaði við abba mínum Andrass í Pállstovu á Eiði. Tí kann tað vera náttúrligt at nevna systkini hjá pápa, sum eisini hava verið ófør. Tey vóru: Tummas, Emil, Poul, Aksel, Anthon, Mia og Astrid. Tummas búsettist í Fuglafirði, og varð eisini kendur sum sera dugnaligur motormaður. Eina ferð var Tummas, sum var pápi Ingjald, eisini ein framúr motorpassari, á veg av Norður­ landinum í Íslandi til Suðurlandið í bussi. Nú einaferð steðgar bussurin upp, tað er kavarok og illveður. Førarin fekk ikki bussin í gongd aftur. So bað Tummas lata seg síggja. Tað var bert ein lítil løta, so gekk bilurin aftur. Poul flutti eins og pápi eisini av Eiði, men hann flutti suður um Streymin til Oyrabakka. Pápi hevði hann við sær fyrsta túrin. Men teir fingu ein sjógv og hesin túrur gjørdist so ringur, at Poul hættaði sær ikki til skips aftur. Men hann kom at fáast við sildaveiðu í Sundalagnum, og hetta gekk eisini sera væl. Emil róði út í Íslandi saman við pápanum við motorbátunum Daniku og Kolli. Hann var eisini motorpassari sum so nógvir aðrir í ættini. Hann var í 1918 við Galway, sum Jegvan E. Thomsen í Sanda­ vági átti og Andreas Andreassen, hjá Sáru, førdi. Hann var við sluppini Kjógvin undir Íslandi, tá ið teir fingu ein slíkan skaðasjógv, at skipið lá borðfult við seglinum fullum av sjógv. Tá var lína bundin í Emil, og tað eydnaðist honum at skera hol á seglið, so skipið kundi reisa seg aftur. Hetta var ikki vágaleyst. Emil var í 1924 við Knørri i Grønlandi saman við Jens Paula í Dali, tá kanningar vórðu gjørdar av toskaveiðuni har. Hann var við Trý Systkin hjá Müllerreiðarínum í 1928, og var eisini við henni í Svøríki at fáa motor ísettan, ein Elve diesel, sum var 45 hk. Hann var við Elinborg og Svend í New Zealandi. Svend doyði fyri fáum árum síðani Seks av systkjunum. Aftanfyri: Alfred, Borghild og Thordis Frammanfyri: Solla, Thorvald og Hjallgrim Emil, pápabeiggi Tórhall og Jesarina, kona hansara