mikudagur 3. oktober 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 3. oktober 2007
17
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Leivur Clementsen andaðist á Sambýlinum á
Skerinum týsdagin 95 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinri.
Saloma fuglø úr Hvalvík, andaðist í gjár 96 ára
gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Í dag, 3. oktober, verður havnarkvinnan
Solveig Isfeldt 70 ár.
Tað, sum flestu fólk kenna Solveig
fyri, er hennara arbeiði við føroyskari
ull og sum fólkaskúlalærara.
Hon hevur verið við til at skapa
nýggjan áhuga fyri tí gamla handverk
inum at arbeiða við ull. Hon hevur
arbeitt við ullini á øllum stigum, frá tí
at ullin var á seyðinum til troyggjan
var bundin, teppið vovið, vesturin
vovin v.m. Hon hevur karðað, spunnið,
tøvt, vovið, bundið og litað ullina
sjálv. Harafturat hevur hon barkað
roðið til ymisk endamál.
Tey nærmastu kenna hana fyri henn
ara tolna sinnalag, ágrýtni, hjálpsemi,
arbeiðssemi, engagement og skemt
ingarsama lyndi.
Solveig varð fødd í Keypmannahavn
í 1937. Mamman, Gertrud Jørgensen,
var donsk og pápin, Absalon Eysturoy,
var føroyingur. Hon var nr. tvey í røð
ini av fimm systkjum. Familjan flutti
heim til Føroyar beint aftan á seinna
heimsbardaga. 18 ára gomul átti hon
sítt fyrsta barn og 27ára gomul áttu
hon og maðurin fýra børn. Maðurin,
Gudmund / Mynde, silgdi í útlondum
í nøkur ár, og hon var tá einsamøll um
alt húsarhaldið og børnini, sum hjá so
nógvum føroyskum kvinnum. Og
hetta kláraði hon væl við sínum tolna
sinnalagi.
Í tíðini, tá ið hon ansaði eftir sínum
smáu børnum í heiminum, fekst hon
altíð við okkurt handarbeiði, serliga
seyming, sum hon er køn í. Hon hevði
gingið á ymiskum seymiskeiðum at
læra seg meira um hetta handverk. Í
1979 tók hon læraraprógv í Havn. Síð
an arbeiddi hon sum fólkaskúlalærari
í Tórshavnar Kommunuskúla. Harum
framt undirvísti hon m.a. í kvøld
skúlanum í at tøva ull. Umframt hetta
undirvísti hon eitt skifti vaksnum í
vaksnapedagogikki. Handarbeiðið var
eitt av hennara best umtóktu áhuga
málum, og í 1994 tók hon exam. pæd.
útbúgving innan handarbeiði á Dan
markar Læraraháskúla.
Árið 2004 kom til at broyta lívið hjá
Solveig munandi. Aftaná næstan 45
ára hjúnalag við manninum, Gud
mund, fórst hann við báti sínum í
Nólsoyarfirði ein kaldan illveðursdag
tann 7. januar. Aftaná stórt leitararbeiði
bæði á sjógvi og á landi, varð hann
funnin aftur út fyri Sumbiarbygd
nýggju dagar eftir. Seinni sama árið
komu enn eini skelkandi boð um brád
liga íkomna álvarsliga sjúku hjá sonin
um, Dávur, sum andaðist gott eitt
døgn seinni. Og hereftir gekk bert eitt
ár, so andaðist beiggi hennara, Henn
ing Eysturoy. Alt hetta ávirkaði lív
hennara nógv. Lívið helt tó áfram,
men bleiv øðrvísi enn tað hevði verið
fyrr, nú tann nærmasta familjan var
minkað munandi innan fyri eitt so
stutt tíðarskeið. Men hon settist tó
ongantíð heilt aftur og arbeiddi seg
spakuliga upp aftur.
Í dag er Solveig við sínum sjeyti
árum framvegis ein virkin kvinna í
heimi sínum, har hon fæst við mangt
og hvat. Hon torir framvegis at royna
nýggjar leiðir, har hon m.a. fæst við
nýmótans tøkni uttan teir stóru trupul
leikarnir. Umframt hetta er hon fram
vegis virkin innan fyri Felagið fyri
Hoyribrek og er nevndarlimur í Sjúkra
kassanum.
Við hesum vil eg ynskja tær hjarta
liga tillukku við degnum og ein góðan
byr tey komandi árini.
Dóttur tín, Gunhild
Solveig Isfeldt 70 ár
Tey sjeyti ár er vár jarðarleið í stoltasta stríð og møði
um áttati aldur ein kappi beið alt sárkaðist ellisfrøði.
Ein rættur sjógarpur er farin, var sítt mesta lív á
sjónum, var formaður á fleiri bátum, var serliga gløggur
skilamaður, tók skiparaprógv við besta karakter. Settist
í búgv í Árnafirði, ein møtimaður av Guds náði, reisti
runt til møtir, var eisini deknur fleiri ár í heimbygdini.
So kom sjúkan sum ein trúgvur fylgisveinur og var
Dia nú til seinast á »Sambýlinum Heygnum«. Vit sakna
teg, men unna tær hvíluna heima hjá Gudi. Við
hjartaligari samkenslu til øll tíni kæru, æra verið títt
minni.
Nicolina og Torleif
Eitt lítið eftirmæli um
Hans Andrias Olsen, Árnafjørð
Statt stinnur og sterkur um ódnin er hørð
lat síggjast at íðin tú framm eftir rør
lat mót ikki falla, legg megina til
tí framm kemur hann sum í álvara vil.
Nú Dia er farin, ein rødd tagnað er
so íðin at boða Guds æru tú ger.
Tín fjørður er rógvin, tú komin er heim
og møtir har Jesus í gleði og gleim.
Tað tí tú her livdi á foldini her
Guds orð tú fortaldi og boðskapin ber.
So øll máttu lurta, sum tá lýddu á
um Gud sum teg elskar, eg siga kann frá.
Dagurin
4. oktober er nevndur eftir Franciscus, sum doyði í
1226. Eisini kendur sum Sankta Frans av Assisi. Sankta
Frans skúli í Havn eisini kendur sum Nonnuskúlin, er
nevndur eftir honum, og har verður dagurin hildin á
hvørjum ári.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Helena Hansen
Haldórsvík
andaðst og varð jarðað.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni seinasta
teinin.
Familjunnar vegna
Mary, Majken, Henny, Kirstin, Halgerð,
Jónhilda og Jonhard
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálp við deyða og jarðarferð hjá, okkara góða
pápa, verpápa, abba og langabba
Klæmint Nicodemussen
Sandur
Familjunnar vegna
Edvard, Niels og Birgir