mikudagur 3. oktober 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 191 - 3. oktober 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað er sera ivasamt,
um metið hjá Óla
Johannesen, sum
nú er fyrrverandi
landsliðsspælari,
nakrantíð fer at verða
tikið
FARVÆL
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Óli Johannesen er givin á
landsliðnum. Hetta varð
greitt í gjár. Óli var ikki á
listanum hjá venjaranum
mánadagin. Sjálvandi var
hann ikki vrakaður. Spælari,
sum 82 ferðir hevur tænt
føðilandinum – nógv flestu
ferðirnar sum liðformaður
– skal spæla seg av og ikki
setast av.
Frágreiðingin um fráver
una næstu ferðirnar og um
endaliga farvælið komu í
gjár: Óli er so mikið illa
plágaður av skaða í hæl
sinuni, at hann næstan ikki
fær spælt. Tað sást, tá ið TB
leygardagin
vitjaði
í
Leirvík.
Ætlanin hjá Óla hevur
verið at gevast, tá ið hendan
undankappingin
var
av,
men nú vildi kroppurin ikki
meiri, og harvið gjørdist
landsdysturin ímóti Skot
landi á Svangaskarði 6. juni
tann síðsti hjá Óla. Orsaka
av skaða varð hann ta ferð
ina útskiftur í 36. minutti.
Ta ferðina var Óli, sum
spældi fyrstu ferð á lands
liðnum
ímóti
Ísrael
á
Svangaskarði 5. august í
1992, fyri 82. ferðina á
landsliðnum, og spurning
urin er, um tað nakrantíð
fer at eydnast nøkrum før
oyskum spælara at røkka so
høgt dystartal. Tað verður í
hvussu so er ikki í næstu
framtíð.
Jákup Mikkelsen (51) og
Jákup á Borg (52) eru teir
landsliðsspælararnir, sum
eru honum næstir í dystar
tali og framvegis eru á liðn
um. Teir báðir skulu spæla
hvørja einastu ferð næstu
fimm árini, um teir skulu
hótta dystarmetið hjá Óla
Johannesen.
Í altjóða høpi
Óli Johannesen er 35 ára
gamalur, og nú hann hevur
biðið landsliðnum farvæl, er
dystarmetið hjá honum eis
ini í altjóða høpi eyðsýnt.
Europeiski fótbóltsspæl
arin, sum oftast hevur verið
á landsliðnum, er týski
Lothar Matheus. Hann var
150 ferðir á landsliðnum.
Hægsta dystartalið í Ong
landi eigur málverjin Peter
Shilton, sum spældi 125
ferðir, og í Norðurírlandi
eigur málverjin Pat Jennings
metið við 119 dystum.
Í norðurlendskum høpi
eru tað eisini tveir málverjar,
sum eiga metini. Thomas
Ravelli vardi 143 ferðir mál
ið á svenska landsliðnum,
og Peter Schmeichel vardi
danska málið 129 ferðir.
Í Íslandi eigur miðvallarin
Runi Kristinsson metið við
104 landsdystum, og í Nor
egi eigur Torbjørn Svensson
metið við 104 landsdystum.
Hetta er sama dystartalið,
sum Michael Laudrup, ið
eigur næstflestar dystir fyri
Danmark, rakk. Morten Ol
sen spældi 102 landsdystir.
Í Noregi eigur verjuspæl
arin Henning Berg næst
hægsta talið. Hann hevur
spælt 100 landsdystir. Næst
flestar dystir fyri Ísland
hevur
Guðni
Bergsson
spælt (80) ella tveir færri
enn Óli Johannesen. Felags
fyri allar teir omanfyri
nevndu er, at teir ikki longur
spæla á hægsta støði.
Átta danskir landsliðs
spælarar hava verið oftari á
teirra landsliði, enn Óli
Johannesen hevur verið á
føroyska
landsliðnum.
Nummar níggju á danska
listanum er Brian Laudrup,
sum segði farvæl, tá ið hann
hevði verið 82 ferðir á
landsliðnum ella eftir sama
dystartal sum Óli Johanne
sen.
Tað setur avrikið hjá nú
fyrrverandi liðformanninum
á
landsliðnum,
Óla
Johannesen, í serligt høpi, tá
ið tikið verður við, at
Danmark síðani 1984 so
ofta hevur luttikið í enda
spølum. Føroyar hava ongan
tíð tikið lut í endaspølum.
Kapteynurin hevur mynstrað av
1. deild
D
v
j
t
mál
+/-
stig
1. B68
25
22 2
1
74-18
56
68
2. ÍF
25
17 4
4
77-21
56
55
3. FSV04
25
15 3
7
45-35
10
48
4. TB
25
13 4
8
52-26
26
43
5. LÍF
25
13 1 11
62-43
19
40
6. NSÍ
25
9
2 14
43-62
-19
29
7. HB
25
9
2 14
35-54
-19
29
8. SÍ
25
7
3 15
32-60
-28
24
9. KÍ
25
5
2 18
26-63
-37
17
10. B36
25
2
3 20
20-84
-64
9
1. deild
24. umfar 22. september
TB-SÍ 5-0 (2-0)
1-0: Olivur Abrahamsen 41.
2-0: Gunnleif Olsen 44.
3-0: Sasa Jovanovic 51.
4-0: sjálvmál 57.
5-0: Sasa Jovanovic 83.
HB-LÍF 1-4 (0-1)
0-1: Andrias Lava Olsen 39.
0-2: Beinir Justinussen 53.
0-3: Adrian Joensen 66.
1-3: Yohan Borðoy 79.
1-4: Andrias Lava Olsen
FSV04-ÍF 1-5 (1-1)
1-0: Súni Fríði Barbá 20.
1-1: Helgi L. Petersen 45.
1-2: Nenad Saric 51.
1-3: Frank Poulsen 64.
1-4: Dánial Pauli Højgaard 87.
1-5: Dánial Pauli Højgaard 90.
B36-B68 0-1 (0-0)
0-1: Jann Ingi Petersen 83.
KÍ-NSÍ 3-4 (0-1)
0-1: Jann Martin Mortensen 36.
1-1: Fríðin Ziskason 48.
1-2: Klæmint Olsen 52.
2-2: Eyðun Klakstein 59.
2-3: Fróði Jóanesarson 61.
2-4: Fróði Jóanesarson 79.
3-4: Álvur F. Christiansen 85.
25. umfar 29. september
B68-FSV04 3-2
0-1: Heron 10.
1-1: Dánial Hansen br 43.
1-2: Sigtór Petersen 55.
2-2: Dánial Hansen 73.
3-2: Arnbjørn Danielsen 90.
ÍF-HB 7-0 (4-0)
1-0: Atli Petersen
2-0: Atli Petersen
3-0: Bartal Eliasen
4-0: Dánial Pauli Højgaard
5-0: Dánial Pauli Højgaard
6-0: Nenad Saric
7-0: Bartal Eliasen
LÍF-TB 0-3 (0-1)
0-1: Olivur Abrahamsen 30.
0-2: Olivur Abrahamsen 79.
0-3: Olivur Abrahamsen 90.
NSÍ-B36 1-1 (0-1)
0-1: Høgni Eysturoy 20.
1-1: Øssur Dalbúð 70.
Reytt kort: Bárður H. Joensen,
B36, 79. (tvey gul)
SÍ-KÍ 1-0 (1-0)
Georg Haraldsen 30.
Reytt kort: Ingi Ole-Jacobsen,
SÍ, 85.