Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 3. oktober 2007 19 tíðindi Zlatan søkti PSV Svenski landsliðsspælarin, Zlatan Ibrahimovic, hevur havt eitt sera gott kappingarár fyri Inter higartil í ár, og í mun til onnur ár, so tykist Zlatan ikki hava trupulleikar at finna vegin til netmeskarnar í ár. Hetta kom eisini til sjóndar í Champions League-dystinum hjá Inter í gjárkvøldið. Teir tóku á heimavølli ímóti PSV Eindhøven, og italska liðið vann dystin 2-0. Bæði málini blivu skotin í fyrra hálvleiki, og tað var nevniliga Zlatan Ibrahimovic, sum átti síðsta fótin á báðu ferð. Við málunum tryggjaði svenski landsliðsleikarin Inter síni fyrstu stig í ársins Champions League-kapping. Kanoute í hopla Malesiski landsliðsáleyparin, Fredric Kanouté, spældi ein sera góðan dyst fyri felag sítt Sevilla í Champions League í gjárkvøldið. Sevilla vann dystin ímóti Slavia Prague 4-2, og sjálvt um Kanouté ikki skoraði nakað mál, so legði hann tó upp til heili trý av málunum. Fyrst lobbaði hann bóltin úr spískum vinkli upp um málmannin hjá Slavia Prague, har Luis Fabiano lætt kundi senda bóltin í málið. Og lítla løtu seinni fann hann sama Fabiano við eini hælavlevering í heimsklassa. Eftir steðgin legði hann upp til enn eitt mál. Tveir nýggir spælarar eru úttiknir til landsdystirnar hjá U-21 landsliðnum á heimavølli ímóti Aserbadjan og Kroatia FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Um tvær vikur skulu Føroy- ar spæla tveir U21 EM undankappingardystir á heimavølli. Tann fyrri verður á Svangaskarði leygardagin 13. oktober ímóti Aserbadjan, meðan tann seinni verður ímóti Kroatia á tórsvølli miku- dagin 17. oktober. Seinni dysturin verður á Tórsvølli mikudagin 17. oktober. Og fyri fyrstu ferð nakrantíð verður ein lands- dystur í Føroyum spældur fyrrapart, tá dysturin í millum Føroyar og Aser- badjan er settur at vera kl. 11.00. Heðin Askham og Bill Jacobsen, venjarar, hava verið noyddir at sent boð eftir nýggjum verjuspælar- um, nú Einar Hansen og Jóhan Troest Davidsen hava fingið kjansin á a-landsliðn- um. Teir báðir nýggju menn- inir eru Fritleif í Lambanum úr ÍF og Jóhan Petur Poulsen úr Esbjerg FB. Teir, sum hava fingið boð, eru: Pætur T. Jørgensen og Jónas Tór Næs, AB, Sam Jacobsen, GÍ, Magnus Olsen, Símun Rógvi Han- sen og Gudmund Nielsen, B71, Poul Thomas Dam, Emil N. Leifsson, Páll M. Joensen og Ólavur í Ólavs- stovu, HB, Levi Hanssen, Skála, Jóhan V. Gunnarsson, B36, Bogi A Løkin, NSÍ, Arnbjørn T. Hansen, EB/ Streymur, Kristoffur Jakob- sen, KÍ, Svenn F. Jacobsen, TB, Fritleif í Lambanum, ÍF, Jóhan Petur Poulsen, Esbjerg FB og Gunnar Niel- sen, Blackburn. Fýra úti- setar á U17 U17 landsliðið skal luttaka í EM undankapping í Týsklandi síðst í mánaðinum FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tað verður ikki eiti á mótstøðu, tá ið U17 landsliðið síðst í mánað- inum fer at taka lut í EM undankappingarbólki í Týsklandi. Umframt týsku vertunum skulu Føroyar spæla ímóti Rumenia og Svøríki. Pætur Clementsen, venjari, og Finn Johanne- sen, hjálparvenjari, hava sent boð eftir spælarun- um, sum skulu við. Teir skulu møta til venjingar- legu á Svangaskarði 14. og 15. oktober, og 19. og 20. oktober skulu teir á venjingarlegu í Gunda- dali. Millum teir, sum hava fingið boð, eru fýra spæl- arar, sum spæla í donskum feløgum. Teir, sum hava fingið boð, eru Teitur Gestson, Dánjal Pauli Lervig og Sørmund Kalsø, KÍ, Hanus Morten- sen, Heini Vatnsdal, Gilli Sørensen, Hugin Albinus og Mikal Jespersen, VB/ TB, Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen og Rógvi Sørensen, HB, Ró- aldur Jacobsen, B36, Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Bjarti Hansen, FSV04, Viljormur David- sen, OB, Karl Løkin, Randers FC, Jógvan Rói Davidsen, AaB og Jóan Símun Edmundsson, Es- bjerg BK. Landsdystur fyrrapartin U-21 landsliðið, sum skal møta Aserbadjan og Kroatia seinni í hesum mánaðinum, er nú úttikið, og serliga í verjuni eru broytingar, nú bæði Jóhan T. Davidsen og Einar Hansen úr NSÍ hava fingið boð frá a-landsliðnum. Mynd: Álvur Haraldsen Fuglfirðingar hava við framúr støðugum avrikum longu tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta ár 1. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin varð tað greitt, at ÍF næsta kappingarár fer at verða partur av Formuladeildini. Tað er merkisvert, at ÍF longu nú hevur tryggjað sær uppflyting, tí fuglfirð- ingar høvdu vánaliga byrjan. Men við tíggju sigrum í seinastu ellivu umførunum er uppflytingin tryggjað. Eisini tí at einasti kappingarneytin, FSV04, síðani summarsteðgin ikki hevur staðið seg nakað serligt. Í síðstu viku glapp umrøðan av næstbestu deildini burtur ímillum hjá okkum. Hesa ferð gera vit heldur ikki so nógv burturúr, men tað hevur stóran týdning fyri okkum – og vit skilja eisini nógvar lesarar – at vit hava hagtølini í blaðnum. Nú verða tey dagførd. Meðan ÍF við stórsigri á Vall- oyrini í Sandavági næstsíðsta leyg- ardag og stórsigri á heimavølli ímóti HB endaliga hevur tryggjað sær uppflytingina, hava botnliðini bæði, B36 og KÍ, fingið so mikið lítið bur turúr, at tað á talvuni tykist vera greitt, at næstbestu liðini hjá hesum báðum stóru feløgunum næsta ár skulu spæla í triði bestu deildini. Nú tykist tað kortini vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður við niðurflytingini. Spurningurin er, um tosið um samanleggingar av feløgum fer at bera samanleggingar við sær, og um so verður hvørjar avleiðingarnar av saman- leggingunum fara at verða fyri næstbestu deildina í 2008. Bæði í Suðuroy og í Vágum verð- ur tosað um samanleggingar. Um FSV04 og SÍ verða løgd saman, so verður tað neyvan soleiðis, at bæði liðini fara at spæla í næstbestu deildini. Og um VB/Sumba og TB og Royn fara at leggja saman, so verður tað neyvan soleiðis, at tvey lið úr Suðuroy fara at spæla í 1. deild. Enn er einki greitt hesum viðvíkj- andi, men tað kann verða soleiðis, at kanska KÍ fer at sleppa undan niðurflyting, um talan verður um eina ella tvær samanleggingar. Hetta er í hvussu so er nakað, sum tað verður tosað um. Nú fæst at síggja, hvussu hetta fer at tørna út. Bíðað verður við niðurflytingini