mikudagur 3. oktober 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 3. oktober 2007
21
tíðindi
Eitt av heitu evnunum í summar hevur
verið ætlanin um ein undirsjóvartunnil
undir Skopunarfjørð.
Ymiskar meiningar hava verið førdar
fram í miðlum, løgtingi og í kjaki fyri og
ímóti eini slíkari ætlan.
Eitt er í øllum førum púra greitt:
FYRI hesi ætlanini er Eyðun Viderø,
fyrrverandi tingmaður á Sandi. Aftanfyri
seg hevur hann ivaleyst øll hini 1392 fólkini
á Sandoynni.
ÍMÓTI at fremja ætlanina beint nú er
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjar
málum, og helst mong onnur við honum á
hinum 16 bygdu oyggjunum.
Sosialurin setti teimum báðum stevnu
ein vakran heystardag í farnu viku. Evnið
var Sandoyartunnilin, og staðið var
hugnaliga stovan hjá Eyðuni heima á
Sandi.
Orðaskiftið teirra millum vísti greitt, at
teir hava hvør síni sjónarmið í hesum máli.
Men eitt eru teir í øllum førum felags um:
TEIR SKILJA HVØNN ANNAN!
- Eg skilji teg
Eyðun Viderø, Sandur
Føddur í 1942, og hevur sitið sum umboð fyri fólka
flokkin á tingi í samanlagt 12 ár. Fyrstu ferð á ting í
1979 sum varamaður hjá Demmusi Hentze.
Hevur sitið í bygdaráðunum í Skálavík og á Sandi, og
eisini verið formaður.
Magni Laksáfoss, Streymnes
Føddur í 1969 og er útbúgving cand. polit. Limur í
Búskaparráðnum.
Tók í mai mánaði við starvinum sum fíggjarmálaráð
harri, og hevur bæði fíggjarmál og búskaparmál
undir sær.
FAKTA
Ein partur av trupulleikanum í
Sandoynni er at tað unga fólkið flytur
burtur og kemur ikki aftur. Hetta er
fíggjarmálaráðharrin fult greiður um.
Henda støðan er ikki bert galdandi
fyri tykkum í Sandoynni. Langt frá tí.
Hetta sama ger seg galdandi á nógvum
øðrum støðum í Føroyum, greiðir
Magni frá.
Hann vísir til hagtølini sum siga, at
eitthvørt øki bert megnar at halda fast
við 7080% av fólkinum t.v.s. at fyri
hvørji 1000 fødd børn flyta millum 2
og 300 teirra úr økinum og koma ikki
aftur.
Tú behøvist bara at hyggja eftir
øllum teimum sum vórðu fødd her í
1970 til dømis. Hvussu nógv av
hesum búgva framvegis her?
Tað er bara so, Eyðun, at summi
øki missa gott fólk, tí tey flyta úr bygd
unum og inn í býirnar. Vit síggja tað í
øðrum londum og vit síggja tað sama
í Føroyum, tí tiltrekningskraftin í
Havn er so stór.
Henda gongdin er ikki einans
treytað av samferðsluni, men av
bygnaðinum í økinum og teimum for
treytum sum hetta virkar undir. Ein
sær haraftrat at fólkatalið í Havn er
ikki vaksið tey seinastu fýra árini og
at
fólkatalið
minkar
í
ávísum
býarpørtum.
Tað eru tí ikki bert tunlar og
pengar, sum gera at øki og býir minka.
Spurningurin er altíð, hvørji størv og
hvørji tilboð og ítriv eru til fólkið í
økinum.
Satt at siga, Eyðun, so hevur tú
púra rætt í tí, tá tú spyrt, um nakað er
at gera hjá einum professara í
Sandoynni?
Flyta úr bygd til býin
Høvdingar hittast – Eyðun Viderø og Magni Laksáfoss. Báðir hava síni sjónarmið um ein komandi Sandoyartunnil, annar fyri og hin ímóti. Men báðir skilja teir hvønn annan
Mynd: Jens Kr. Vang