Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 191 - 3. oktober 2007 tíðindi Sandoyartunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sandur: - Eg skal ikki tosa leingi við fólk á gøtuni, fyrr- enn tosið av sær sjálvum kemur inn á undirsjóvar- tunnilin. Fólk eru øgiliga upptikin av hesum spurn- inginum og optimisman er í hæddini. - Hetta er veruliga ein spurningur um lív ella deyð fyri okkum á Sandoynni, slær fyrrverandi tingmaður- in heiman av Sandi fast. Hann hevur verið íðin fortalari fyri at sandoyingar fáa somu atgongd til megin- økið, sum vágafólk og norð- oyingar. Enn hevur áhald- andi skriving hansara og uppskot á tingi ikki borið ávøkst ella fingið undir- tøku. Eyðun er kortini sannførd- ur um, at ein undirsjóvar- tunnil fer at skapa møguleik- ar fyri vinnuligum virksemi og trivnaði í allari oynni. - Tað er eingin ivi um, at tá tunnilin er komin koma fólk undan kavi, sum verliga ynskja at menna hesa oynna og tryggja fólkinum eina bjarta framtíð. Tí havi eg so ilt við at skilja fíggjar- málaráðharran og hansara sjónarmið um at bíða við tunlinum til einaferð seinni. - Orðatakið sigur, at tað sum fyrst er komið í drag, er ofta verri at fáa í lag. Og hvør veit, kanska verður alt bara dýrari um vit bíða ov leingi, sigur ein ivandi Eyðun. Fyritøkur flýggja Tá Norðoyatunnilin var lið- ugur, lá tað líkasum í luftini at tann næsti undirsjóvar- tunnilin skuldi borast undir Skopunarfjørð. Hetta hevur líka síðani verið søtur tónleikur í oyr- unum á sandoyingum, tí satt at siga meta tey at teirra øki er av slíkum slagi at ein slíkur hevði verið rímiligur til teirra tørv og krøv. Hyggur ein eftir vinnu- lívinum á Sandoynni í dag, er týðiligt at merkja at tey leingjast eftir betri umstøð- um at sleppa til tann størra marknaðin á meginøkinum. - Ja, vit hava longu sæð, at fyritøkur sum byrjaðu virksemið sítt her á oynni, nú eru fluttar aðrastaðni, sigur Eyðun ikki sørt harm- ur á málinum. Eitt dømi um hetta er byggifyritøkan J&K Peter- sen í Skopun, sum so líð- andi fekk fleiri og fleiri arbeiðir á meginøkinum. Ferðasambandið var helst ikki nóg gott til økta virk- semið, og tí varð alt samalt flutt til Havnar. Fyri heimasandsmannin er tí eingin ivi um, at skal Sandoyggin menna seg í framtíðini, er fyrsta fortreyt- in at ferðasambandið er nóg gott. - Eg vil faktiskt siga, at skal hetta økið yvirliva, er undirsjóvartunnilin eitt avgjørt krav. Tí skilji eg ikki heilt, at Magni skal vera ímóti hesum. Fyri meg er tað ein spurningur um lív ella deyð, meðan hann tosar um ovurheitan búskap og vil útseta neyðugar íløgur. - Eg veit bara tað, at búskapurin er so ikki vorðin ovurhitaður her hjá ogon! Einki pláss til professarar Sum Eyðun sær tað, er ein tann størsti trupulleikin hjá sandoyingum tey ungu sum fara inn á meginøkið ella í útlond at nema sær útbúgving. Tað vísir seg, at tey koma sjáldan aftur til oynna. - Vit síggja tað so mang- an, at tey snøgt sagt missa sambandið við heimbygd- ina. Tey eru í viðbreknum árum, og verða tey ikki kjøl- fest her í tannárunum, verða tey neyvan sandoyingar seinni í lívinum. - Hinvegin, - var gott sam- band við heimbygd teirra, so var eingin trupulleiki at fáa sær útbúgving á megin- økinum, samstundis sum tey kundu búsett seg her. Hesin møguleikin verður ikki nýttur í dag, staðfestir Eyðun. Spurningurin er eisini, hvat tey skulu koma aftur til við eini góðari útbúgving. Eru nøkur arbeiðspláss her í oynni, sum hava brúk fyri teimum og við teirra útbúgv- ing. Ella sum Eyðun sigur tað so rámandi: - Kann ein professari fáa nakað starv í Sandoynni? Ferðasambandið forðar Støðan er eisini rættiliga vónleys hjá teimum, sum hava hug, dirvi - og fígging! - at fara undir nýtt virksemi í Sandoynni. Hóast hetta skuldi verið nóg mikið at fari til verka við, er veru- leikin ein heilt annar. - Her er nóg mikið av lendi og her er gott at vera, men samferðslan er ikki nóg góð. Tí siga fólk bara Ein spurningur Sand- oyggin endar sum útoyggj Hvørki Eyðun ella nakar annar sandoyingur ivast í týdninginum, sum strand- ferðslan hevur havt fyri menningina av oynni. Samstundis við tað, duga tey væl at síggja, at hóast Teistin siglir fleiri túrar um dagin millum Skopun og Gomlurætt, so er hetta ikki ein haldbar loysn í framtíðini: Neyð- ugt er við við føstum sam- bandi til meginøkið um oyggin altso skal standa seg í framtíðini. Vandi er annars fyri at hon endar sum ein útoyggj, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Eyðun er sannførdur um, at ein undirsjóvar- tunnil er eitt týdningar- mikið lið í hesum máli. Hann hevur tí fylgt væl við menningini í Vágum og í Norðoyggjum, síðani tey fingu fast samband til meginøkið. - Tað byrjaði við eini lítlari ferju, sum so líðandi gjørdist ov lítil. Síðani komu størri og størri bilferjur, sum at enda gjørdust ov lítlar. Fyri tey var ein undir- sjóvartunnil ein sjálv- sagdur partur í menn- ingini, hóast mong onnur helst hildu at hetta var óðamannaverk. - Men hygg bara eftir týdninginum, sum hetta hevur havt fyri vágafólk. Oyggin blomstrar, og tað sum ikki er hent í Klaks- vík enn, tað man fara at koma, slær Eyðun fast. myndir Jens Kr. Vang Orð Snorri Brend Sandoy - Eg skilji ikki, at tú ella nakar annar kann vera ímóti at vit fáa fast samband við meginøkið. Eitt skalt tú, Magni í øllum førum vita: Verður Sandoyartunnilin ikki veruleiki skjótt, verður kanska eingin eftir at koyra ígjøgnum tunnilin, tá hann umsíðir kemur, sigur Eyðun Viderø ” Vit hava longu sæð, at fyritøkur sum byrjaðu virksemið sítt her á oynni, nú eru fluttar aðrastaðni (Eyðun Viderø, fyrrverandi tingmaður)