Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 191 - 3. oktober 2007 Tórshavnar Kommuna einsamøll hevur avgjørt at hækka íløgurnar í høvuðs­ staðin við 100 milliónum krónum komandi ár. Íløgurnar fyri 2008 eru settar til 256 milliónir krónur. Í ár er talið 155 milliónir. Til sammetingar er íløgukarmur landsins í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 ­ 210 mill +65 mill (flogvallaútbyggingin) = 275 millónir. Niðanfyri er tikið brot úr samrøðu í Norðlýsinum 28.09.07 Jacob Vestergaard sigur í samrøðu við Norðlýsið m.a.: ”Eg havi ongar møguleika til at grípa inn móti Tórshavnar Kommunu” ”Hettar er ikki í tráð við tað sum eg og landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss avtalaðu við kommunurnar – nevnuliga at royna at tálma.” ”Eg má tó staðfesta, at miðøkið er í ferð við at avlaga alt samfelagið.” ”Eg kann bara staðfesta, at komandi fíggjarlóg hjá Tórshavnar kommunu bert er ein staðfesting av, hvussu óvjant livikorini eru hjá borgarunum í ymisku økjunum í landinum.” ”Við at hækka íløgurnar heilar 100 milliónir krónur komandi ár er Tórshavnar Kommuna beinleiðis við til at gera skeivleikarnar í samfelagnum uppaftur størri, sigur Jacob Vester­ gaard landsstýrismaður í kommunumálum” Eg eri samdur við J. Vestergaard í flestu av hansara niðurstøðum, tó má eg ásanna, at um ikki landsstýrismaðurin sum umsitur kommunumál ikki kann gera nakað við hendan fíggjarliga ørskap, so er nakað púra galið. Ein kommuna eigur ikki at kunna hóvreiggja sær á tann hátt, sum Tórshavnar Kommuna ger, púra hensýnsleyst er hon við at kóka alt samfelagið upp, alt meðan tað frá landspolit­ iskari síðu verður gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tálma, minka um íløgur og rakstur – hetta hóast stórur partur er lógarbundnar játtanir á rakstrarsíðuni. Ongin kommuna skal krevja meira inn í skatti enn tað sum skal til at figgja kommununa. Hevur Tórshavnar komm­ una kravt 160­180 mill og nógv inn yvir ár og sett í tiltaksgrunn ella á konto, so hevur hon kravt ov nógv inn og eigur minka skatta­ prosentið. Innlendismálaráið eigur at kanna, um kommunan hevur kravt ov nógv inn í skatti, tí tað er væl tað sum er orsøk til at ein komm­ una kann spara 100 tals milliónir á konto ella í tiltaksgrunn. Eisini eigur innlendis­ málaráðið at fara inn og meta um skattaprosentið í mun til uppgávurnar kommunan hevur. Landsins myndugleikar eiga at kunna stýra við skili, men tað verður trup­ ult, um neyvt fíggjarligt eftirlit við kommununum er møguligt. Eisini eigur landið at kunna áseta íløguloft hjá kommununum, hóast tær ikki skylda nakað, hetta má endurskoðast skjótast. Hvør skal hava fíggarliga eftirlitið? Eg meti ta er skeivt, at tann kommunali fíggjarligi parturin er undir ábyrgd hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, men eigur sjálvsagt at verður undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og stýrings­ amboðið eigur at verða ein samankoyrd skipan, soleiðis at neyvari eftirlit kann verða við nýtslu kommununar. Landið innkrevja allan skatt og síðan býta út? Tað skuldi eisini verið umhugsað als ikki at havt kommunuskatt­ men at landið kravdi allan skatt inn og deildi so útaftur eftir nærri ásettum frymli sum gjørdi, at kommunu­ eindirnar allar vildu verið meir likastillaðar við tænastum til sínar borgarar. Sum er, er tað bert ein og tað er Jacob Vestergaard sum umsitur og ásetur kommunalu karmarnar og hevur eftirlitið við teimum. Einans Jacob Vestergaard kann forða fyri, at komm­ ununar fara yvir gevind við rakstrarkostnaðum og íløgum og eigur at forða fyri, at kommununar ikki verða tær, sum koma at avlaga og hita búskapin enn meira upp, og tí havi eg ilt við at skilja hansara útsøgn í Norðlýsinum ­ nú eisini endurgivið á Portalinum. Mín áheitan á Jacob er at leggja seg í selarnar og vísa, at Fólkaflokkurin sum í samgonguni hevur komununar um hendi eisini veruliga vil arbeiða fyri tálming og ikki sleppur púra leyst við at geva kommununum frítt slag. Jacob Vestergaard – Hvør annar enn tú kann gera nakað við tálming hjá kommununum Johan Dahl Veit ikki hvussu er við tær, fært tú 6 um dagin? Mælt verður til, at vaksin eta seks fruktir og/ella grønmeti, meðan børn eiga at eta tríggjar. Hoyr­ di tíðindasendingina mikukvøldið. Hetta við at sukurløgir og slíkt skuldu gerast dýrari. Lut­ vís til tess at fáa nakrar eyka krónur í landsskass­ an og lutvís, so fólk skul­ du eta minni av tí, sum hevur eitt høgt sukurinni­ hald. Pál Weihe, formað­ ur í Fyribyrgingarráð­ num greiddi væl frá fyri­ munum og vansum við hesum. Hóskvøldið greid­ di Hans Pauli Strøm frá, at gott hevði verið at fingið frukt og grønt MVG­frítt, men at tað ikki var gjørligt júst nú. Fegnist um heilsurenn­ ing, roykfrítt umhvørvi osfr, og eisini um góðu intentiónirnar um at gera frukt og grønt MVG­frítt. Tíverri verður sagt, at tað ikki ber til at gera tað bílig­ ari, tí at ynski ikki er um at hava frávik í MVG­lógini. Eg haldi, at um ein veruliga skal “sláa seym­ in á høvdið” og nakað munagott skal spyrjast burturúr hesum átøkum, sum í fleiri førum hava rós uppiborið, er alneyð­ ugt at frukt og grønmeti gerst bíligari. Prísurin ER púra órímiligur á fruktum og grønmeti. Serliga – men ikki bert – tá talan er um vistfrøði­ ligar fruktir og grønmeti. Meini so við: 1 kg av vistfrøðilgum gularótum fyri 19,95 kr!! Haldi, at tað kundi verið sera ’politiskt kor­ rekt’ at frukt og grøn­ meti lækkaði nakað í prísi, og serliga tað vist­ frøðiliga, tí tað er jú eisini umhvørvinum at gagni. Og so nakað heilt annað, sum kanska held­ ur er eitt ynski til handl­ arnar. Ber ikki til at fáa nýggjar fruktir og grøn­ meti tvær ferðir um vik­ una – td. týsdag og fríg­ gjadag? Kann ikki vera rætt, at tað stórt sæð er ógjørligt at finna tilfar til eina salat, um ein fer til handils leygardag. Ein­ asta brúkiliga grønmeti, tú tá fært hendur á, er hvítkál, gularøtur og kanska onkur hendinga sitron.Varð einaferð ringd upp fríggjakvøld, biðin um at gera tvær stórar og leskiligar skálir av salati til sunnudag. TAÐ var nakað av einari avbjóðing!!! Nú eg eri í holt við handlarnar, gótt í tykk­ um, kunnu tit ikki roy­ na í størri mun eisini at hava frukt og grønmeti sum tilboðsvørur? Tað tykist mær sum tilboðini aloftast eru sodavatn, kips og pitsur. Eingin heilsuápustul, men-men….. Bergtóra høgnaDóttir Joensen Viðmerking til grein í Sosi­ alinum nr. 184 mánadagin 24. september 2007 Undir yvirskriftini “Rað­ festa skúlan ovarliga”, skrivar blaðmaðurin, Leo Poulsen, at Sunda komm­ una hevur gjørt av at rað­ festa undirvísingina í barna­ skúlanum sera ovarliga. Síðani verður skrivað, at Sunda kommuna setur nógvar pengar av til teldu­ útbúnað, ja, heilt nógvar pengar sammett við aðrar kommunur, og lesarin skil­ ir eisini, at Sunda komm­ una hevur eina langtíðar­ ætlan í samband við teldu­ útbúnað. Frálíkt!! At lærararnir eisini fáa eina arbeiðsteldu hvør, er eitt ynski, sum lærarar í føroyska fólkaskúlanum hava havt í nógv ár, og tað vísir, at Sunda kommuna respekterar arbeiði hjá lærarunum. Skrivað verður eisini, at Sunda kommuna setur nógvar pengar av til rakst­ ur av barnaskúlunum. Nev­ nt varð, at 4.700 kr verða settar av til hvønn næming í teimum størru skúlunum og 7.000 kr í teimum báðum minstu skúlunum. Tá rokni eg, sum áhugaður lesari av greinini, við, at hetta er tann puljan tann einstaki skúlin fær til nýtslu. Vask, el, hiti og umvælingar eru ikki við. Brotini sum grundgeva fyri, hví Sunda kommuna raðfestir skúlan so ovar­ liga, eru hesi: “Ynski er at skapa fortreytir við barna­ skúlarnar í kommununi soleiðis, at lærararnir veruliga merkja, at økið verður høgt raðfest”. Og “Vit meta, at hetta er ein góð skipan, sum gevur lærarunum størri ábyrgd og økir um áhugan hjá teim­ um fyri starvinum”. Hetta boðar frá einum positivum hugburði mót­ vegis lærarunum og gerand­ isdegi skúlans, og eg eri sannførd um, at tað gevur lærarum hug at søkja stør­ vini í skúlunum í Sunda kommunu. Teirra arbeiði verður jú virt, og eg eri eisini sannførd um, at tað gevur foreldrum at skúla­ børnum góðan hug til at flyta til kommunurnar norðuri í Sundalagnum. Eina útsøgn frá formann­ inum í Sunda kommunu vil eg tó seta spurnartekin við, og hon er: At tað altíð er óheppið, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunu er tvídeilt. Ja, um allar kommunur í Føroyum høvdu sama hug­ burð, sum Sunda komm­ una, vóru positivar mótveg­ is skúlanum, vildu spand­ era nógvar pengar og orku upp á skúlan, næmingarnar og lærararnar, vóru pro­ aktivar, so hevði hetta kanska verið rætt, og so hevði mótstøðan frá skúla­ fólki móti at leggja skúlan út til kommunurnar kanska ikki verið so stór. Men vit vita, at soleiðis er verunleikin ikki. Vit vita eisini, at komm­ unustýrir skifta, soleiðis at tey, sum vóru positiv í fýra ár, væl kunnu vera negativ í fleiri enn fýra fylgjandi ár, alt eftir hvør mannar kommunustýrini. Og tá verður alt niðurbrotið, sum bygt varð upp. Vit vita, at í heilt nógv­ um kommunum í Føroyum er tað soleiðis, at skúlaleið­ slurnar skuldu liggja á knø­ um fyri at fáa pengar til rakstur og harumframt mugu argumentera fyri deyvum oyrum um forbetr­ ingar til skúlan hvørt einasta ár. Vit vita tíverri eisini, at nógvar kommunur ikki hava ein skúlapolitik. Aðrar kommunur skulu hálast í gongd. Látast ikki um vón fyrr enn vindeygu rotna, og takið er sum ein sold. Fakhølir eru frá Metu­ salemsa tíð, og tá víst verður á tað, er svarið: “Tað var gott fyrr, tað má vera nóg gott nú. Vit pjøssa eitt sindur upp á tað, so heldur tað kanska inntil næsta val”. Skúlagarðarnir eru gam­ lir, frá tí tíðini vit stóðu í røðum uttan fyri eftir hvørt fríkorter og bíðaðu eftir læraranum. Ongin hugni hvørki úti ella inni, og tað, sum verri er hesum viðvíkj­ andi, hetta umhvørvið er ein innbjóðing til happing. Nógv verður gjørt burtur úr trivnaðinum í fólkaskúla­ num í hesum døgum, men felagshølini í nógvum skúl­ um eru snøgt sagt ikki nøkt­ andi, um nøkur felagshølir yvirhøvur eru. Fyrireikingar­og fundar­ hølir til lærararnar mangla eisini á flestu skúlum í Føroyum. Líka sum teldur til hvønn lærara, hevur hetta verið eitt ynski í nógv ár, so lærarar kunnu arb­ eiða í millumtímunum og kanska gera seg lidnar fyri fyrireikingararbeiði, áðrenn farið verður heim eftir loknan arbeiðsdag. Nógvir skúlar eru gamlir, men um man hugsar um tær lógarbroytingar, sum eru gjørdar á skúlaøkinum, tær broytingar í undirvís­ ingarkrøvunum og tær nýggju lærugreinirnar, sum eru komnar inn í fólkaskúl­ an, síðani hesir skúlar vórðu bygdir, má niðurstøð­ an vera, at meginparturin av føroysku kommununum mugu taka sær um reiggj. Føroysku kommunu­ feløgini mugu gera sær greitt, at áðrenn kravið um, at alt skúlaverkið skal leggjast út til kommunur­ nar at umsita, verður sett, má tað, sum kommunurnar longu nú umsita, verða væl røkt og nútímansgjørt. Fyrr enn tað er í lagi, kann ongin taka undir við, at føroysku kommunurnar eisini fáa ábyrgd av tí part­ inum av skúlaverkinum, sum Mentamálaráðið umsitur. Og vit, sum minnast aftur til tað tíðina, komm­ unurnar umsótu alt, mugu ávara ímóti, at “sporene skræmmer”. Men Sunda kommuna skal hava tað rós, sum hon hevur uppiborið, tí hon raðfestir skúlan høgt. skúlastjóri, Hvalba elsa Birgitta P. Petersen Hattin av fyri Sunda kommunu