mikudagur 3. oktober 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 191 - 3. oktober 2007
- Sandoyartunnilin
er ein perfekt íløga at
hita búskapin við, um
búskapurin byrjar at
kólna aftur. At fara
undir hesa íløguna nú
ið so nógv virksemi
er kring landið, hevði
verið skilaleyst, sigur
Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri
Sandoyartunnil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: Magni hevur fing
ið mangt orðið oman yvir
sín kropp, eftir at hann varð
spurdur um hansara hugsan
um Sandoyartunnilin.
Hann hevði neyvan vænt
að, at hetta fór at føra til slíkt
kjak og ókvæmisorð, eftir at
hava svarað einum spurningi
frá einum tíðindafólki.
Eg standi framvegis við
tað eg segði tá: Sandoyar
tunnilin tolir at bíða nøkur ár.
Eg skilji væl, at sandoyingar
ikki skilja meg, men eg vísi
bara til nógva virksemið í
øllum samfelagnum.
Tunnilin skal nokk koma,
men tað verður ikki bein
anvegin, slær hann fast.
Fíggjarmálaráðharrin legg
ur dent á, at hann gongur
inn fyri einum tunli til Sand
oynna, tí hann ynskir eisini
at tryggja sandoyingum gott
samband við meginøkið.
Samband má og skal vera
til oynna, og tá tað verður
neyðugt at skifta út ferjurnar
og ferjulegurnar, er helst rætt
ari at bora ein tunnil. Hann er
bíligari í rakstri og gevur
munandi betri samband, men
er ikki eitt átrokandi mál
beint nú, sigur hann.
Samstundis við hetta er
Magni sannførdur um, at
ein tunnil fer ikki einsamall
ur at tryggja Sandoynni livi
líkindi í framtíðini.
Bæði í Vágum og í Norð
oyggjum var nógvur dyna
mikkur og eitt vælskipað
vinnulív, áðrenn tey fingu
sínar tunlar. Slíkt virksemi
er ikki í Sandoynni í dag.
Tá vágafólk og norðoy
ingar fingu fast samband
við meginøkið, var hetta
sum at lata upp fyri einum
streymi av vinnuligum virk
semi og førleika sum fór
báðar vegir.
Í dag hava hesi økini
ment seg ótrúliga nógv, og
hvør sigur ikki tað, at
Sandoyggin eisini fer at
gera tað í framtíðini. Men
tit mugu bara geva tol, stað
festir Magni.
Hann trýr meiri uppá, at
Sandoyartunnilin fer at gera
tað lættari hjá fólki at ferð
ast millum heim og arbeiðið
teirra í Havn, júst sum støð
an er hjá kvívíkingum og
eysturoyingum.
Hetta er í roynd og veru
sama støðan sum hjá fíggj
armálaráðharranum sjálv
um, sum hvønn dag koyrir
millum heim sítt á Streym
nesi og arbeiðspláss sítt í
Fíggjarmálaráðnum á Argj
um.
Spjaða íløgurnar
Tað eru helst ikki øll sum
hugsa um tað, men sum fíggj
armálaráðharri er Magni
eisini settur at ansa eftir
búskapinum í samfelagnum.
Ein partur av hesum
arbeiðinum er at tryggja at
peningurin í landinum verð
ur brúktur á skynsamasta
hátt stutt sagt, at peningur
in verður brúktur har, sum
hann ger mest gagn, og ikki
minst at hann verður brúkt
ur tá hann skal.
Hetta er galdandi fyri
allar íløgur her á landi, eis
ini tá talan er um ein kom
andi tunnil undir Skopunar
fjørð, slær Magni fast.
Fyri Magna eru tað fleiri
viðurskifti sum gera, at
hann er ímóti at tunnilin
verður gjørdur beint nú.
Men at siga, at hann er
ímóti Sandoyartunlinum í
síni heild, er púra skeivt.
Nei, eg eri ikki ímóti at
tunnilin kemur, als ikki, men
eg haldi at timingin er ikki
røtt. Hetta er ein íløga sum
vit saktans kunnu drýggja út
eitt sindur og sum kann bíða,
inntil búskapurin ikki er so
heitur longur.
Í dag er støðan hon, at
vit mangla arbeiðsmegi og
tað í stóran stíl. Tí er neyð
ugt at vit spjaða íløgurnar,
so ikki alt klumpar seg sam
an,
sigur
fíggjarmála
ráðharrin.
Gev tol
Fyri Magna er eingin orsøk
at tað almenna skal fara und
ir nógvar og stórar byggi
ætlanir, tá so nógv virksemi
longu er í landinum.
Sandoyartunnilin kann
bíða, og tí mást tú, Eyðun
og tit onnur, bara geva tol
eitt sindur aftrat, sigur
Magni avgjørdur.
Nógva virksemi vísir seg
serliga í trotinum á hand
verkarum, og kemur at
verða tað eina tíð enn, nú
stórar nógv sethús verða
bygd, eins og stórar privatar
og almennar ætlanir liggja
fyri framman.
Her er talan eitt nú um
Stóratjørn og Skálafjarðar
tunnilin, og um aðrar almenn
ar og kommunalar byggingar
og útbyggingar. Ein teirra er
útbyggingin av flogvøllinum
í Vágum, og sum landsstýrið
hevur bundið seg til at fremja
næstu árini.
Tá alt hetta er liðugt,
kann vera brúk fyri at hita
búskapin upp aftur eitt
sindur. Men beint nú, er
timingin fyri eini so stórari
íløgu sum einum tunli sera
óheppin!
Hendurnar mangla
Ein slík íløga sum Sand
oyartunnilin fer eftir fyribils
metingunum at liggja um
einar 700 mió krónur.
Men í roynd og veru er
tað ikki fíggingin sum er
trupulleikin, tí landskassin
eigur pening á bók, ikki
minst eftir at Føroya Banki
varð einskildur.
Fíggingin sjálv er ikki
tann stóri trupulleikin. Men
hvussu skulu vit fáa fatur á
teimum hondunum, sum
skulu gera arbeiðið?! Í Føroy
um er so at siga ógjørligt at
fáa fatur á einum hand
verkara.
Skal ein so stór íløga
gerast, kemur hon at leggja
stórt trýst á búskapin, tí hon
fer at krevja millum 150 og
200 mió krónur í íløgum
um árið í nøkur ár frameftir.
Hetta skal aftur síggjast í
mun til íløgukarmin hjá
landsstýrinum
sum
er
umleið 300 mió um árið!
Her er eisini vert at
nevna, at tá ein raðfestir
ella útsetir eina ávísa ætlan,
so rakar tað onkran og fær
ávirkan á aðrar ætlanir.
Tað er tí helst so, sum
Magni sigur: Tað er altíð
onkur sum verður keddur
av eini politiskari avgerð.
Vit, politikkarar kunnu ikki
gera øllum til vildar.
½ mió fyri hvønn
sandoying
Skuldi tað almenna bæði
gjørt tunnilin og útbygt flog
vøllin sama ár, hevði tað
fylt allan íløgukarmin bæði
í ár og í komandi ári. Tí sigi
eg, at vit eiga at bíða eitt
sindur við hesi íløguni um
Skopunarfjørð.
Og so mást tú, mín góði
vinur, heldur ikki gloyma,
at ein tunnil til Sandoynna
kostar tað sama sum Vága
tunnilin og Norðoyatunnilin
tilsamans! Mítt arbeiði er at
velja og ikki minst at velja
frá tað sum er mest fornuft
igt fyri ALT samfelagið.
Tað má eg eisini gera í
hesum førinum, hóast eg
ikki eru populerur í Sand
oynni beint nú. Men eg
trúgvi, at tey sum hugsa um
landsbúskapin í síni heild
munnu vera samd við mær,
slær Magni fast.
Hann vísir í sama viðfangi
á nýtsluvirðið av hesum
tunlinum, í mun til hinar
báðar: Vágatunnilin kostaði
minni enn 100.000 kr. fyri
hvønn íbúgva í Vágum, og
Norðoyatunnilin uppaftur
minni, einar 70.000 kr.
Hinvegin hevði ein tunnil
til Sandoynna kostað góðar
500.000 kr. fyri hvønn
íbúgva.
Samstundis
eru
sera stórar íløgur gjørdar í
ferðamøguleikarnar
hjá
sandoyingum, bæði í ferju,
ferjulegur og vegaføring.
So tú skilir, Eyðun, at
hetta er nógvur peningur til
hesi 1400 fólkini í oynni.
Men gev tol, tunnilin skal
nokk koma, hóast hann ikki
hevur hægstu raðfesting
beint nú!, slær fíggjarmála
ráðharrin fast.
Mugu geva tol
Á tingfundi 4. september legði
tingmaðurin, Gerhard Lognberg
úr Skopun eitt uppskot fyri ting
um fast samband millum Sandoy
og Streymoy.
Í uppskotinum verður skotið
upp at geva landsstýrinum heim
ild at stovna partafelag at gera
hetta fasta sambandið og tilhoyr
andi vegaføringar.
Hetta felagið skal eisini hava
raksturin av tunlinum um hendi,
umframt aðra vinnu sum hevur
samband við hetta virksemið.
Sambært uppskotinum verður
kapitalinnskotið í felagið 805
mió krónur, og verður ásett við 5
mió í ár, 20 mió í 2008 og síðani
60 mió árliga í eitt trettan ára
skeið frá 2009 til 2021.
Mett verður, at ferðslan í upp
latingarárinum verður umleið
700 bilar, harav 10% eru tung
ferðsla. Roknað verður við, at
ferðslan til og frá Suðuroynni fer
um Sandoynna, tá tunnilin verður
tikin í nýtslu.
Byggikostnaðurin er mettur til
690 mió krónur, umframt fígging
arkostnað.
Eftir uppskotinum kann arbeið
ið byrja í 2009 og verða liðugt í
2013.
Uppskotið hevur enn ikki verið
til 1. viðger í løgtinginum. Tað
verður eftir ætlan hósdagin í
næstu viku.
Gjøgnum Sandoyartunnilin í 2013
”
Vágatunnilin kostaði minni enn 100.000
kr. fyri hvønn íbúgva í Vágum, og
Norðoyatunnilin uppaftur minni, einar
70.000 kr. Hinvegin hevði ein tunnil til
Sandoynna kostað góðar 500.000 kr. fyri
hvønn íbúgva
(Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri)
- Eg havi verið nógv á Sandoynni, millum annað á skótalegum. Her er vakurt og gott at vera. Og tað skal tað eisini verða í
framtíðini, sigur Magni Laksáfoss
Mynd: Jens Kr. Vang