Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 • 03. oktober 2007 MIÐvIkaN 29 har í 9 ár. Skipari var Johan í Djónastovu á Eiði. Hann var eitt ár í Grønlandi við Magcienne og eitt ár við Marité. Tvey ár var hann motorpassari við sluppini Titania. Skipari og reiðari var Jóan Pauli Joensen úr Hósvík, abbi Thor-beiggjarnar. Í 1939 var hann motorpassari við Sæborg í Grønlandi. Skipari var Thorvald Joensen úr Leirvík. Fyrst undir seinna kríggi byggir Jóhannes í Miklagarði á Eiði eitt 8-mannafar til Emil og synirnar Gunnar og Louis. Teir rógva út í trý ár og fiskiskapurin er óførur. Tað kann verða nevnt her, at Emil installaleraði motorarnar í fleiri av teimum bátum, sum Jóhannes bygdi. Í 1944-45 róði hann út frá landi á Raufarhøfn á Norðlandinum í Íslandi, og tað gekk væl. Teir fóru yvir við Austerlitz og heim aftur við Norðstjørnuni. Tummas hjá Emil greiðir frá einum tilburði í samband við nevnda útróður. Meðan teir á heysti 1945 bíða eftir at sleppa heim, fingu teir til arbeiðis at byggja nýggja vitan á Ryggsnesi, sum er norðast í Íslandi, hálvan tíma í bili frá Raufarhøfn. Vitin varð stoyptur upp í 12 metra hædd, og alt arbeiðið varð gjørt við hond. Betongið varð hálað upp við spannum. Einaferð missir ein ungur íslendingur tómu spannina úr 10 metra hædd, og Tummas fær hana í høvdið. Her var hvørki telefon ella vegur. Hetta sá álvarsamt út, og maður fór á hestbaki til nærmasta bóndagarð at ringja eftir lækna frá Raufarhøfn. Læknin var skjótur í bili til garðin og síðan á hestbaki út á vitan. Læknin bant høvdið á Tummasi til, og síðan fóru báðir sum leið aftur til Raufarhøfn. Her fekk Tummas pentur í, og hann kundi byrja aftur at arbeiða eftir 14 døgum. Hetta var væl sloppið. Tveir eldri eiðismenn høvdu um hesa tíðina droymt Tummas og spurdu mamma hansara eftir honum, hann var tá 16 ár. Bløðini í Íslandi skrivaðu um hesa hending. Aftaná kríggið arbeiðir Emil nøkur ár í Íslandi, hann var eisini við Mazeppu og onkrum øðrum skipum sum motorpassari. Aksel á Trónda sigldi, sum navnið, sigur mong ár við rutubátinum Tróndur. Hann fekk eisini roynt eitt sindur av hvørjum. Undir krígnum var hann við Sea King tann tiltikna túrin, tá ið teir vóru burtur í 29 dagar, uttan at nakar hevði hoyrt frá teimum. Eingin ivaðist tá í, at teir vóru burturgingnir. Tá teir so komu aftur i aftur kendist tað, sum um teir vóru reistir upp frá deyða. Tað vóru tó teir, sum ikki høvdu mist vónina. Ein teirra var Sámal í Smiðjuni, sum javnan segði: ”Ikki haldi eg, at hon er farin”. Aksel hevði eisini eina tíð matstovu á Áarvegnum. Mia giftist til Hattarvíkar við Aksel Petersen. Tey fingu átta børn. Astrid giftust úti á Kirkju við Jákup Martin Kirke og tey fingu eitt barn. 85 ára gamli Nikkel Nielsen av Eiði hevur eina áhugaverda frásøgn um Anthon. Í 1938, tá ið Nikkel var 16 ár, hevði hann hug at sleppa til skips. Nógvir eiðismenn og millum teirra pápi Nikkel, sum eisini æt Nikkel, sigldu við Austerlitz hjá Bartal á Strondum. Nikkel søkti so at sleppa við har og fekk lovað kjans, um nakar segði upp. Tá avtornaði segði eingin upp, og Nikkel slapp ikki avstað. Í staðin avráddu hann og Ant- hon, at teir skuldu fara at drifta sildagørn har norðuri í Sunda- lagnum. Anthon hevði fýra gørn og Nikkel kundi útvega trý gørn, so tað skuldu farið at borið til. Tað gekk eisini stak væl. Teir fingu nógva sild og avreiddu skiftivís í Vík og Eiði, har Sámal Petur í Fuglafirði keypti sildina til saltingar. Tá avreitt var í Vík var tað lættast at rógva yvir til Ljósáir og so at fara til gongu norður til Eiðis. Eina ferð fingu teir lítið og einki í tveir dagar. Anthon heldur, at gørnini nú vóru so skitin, at tey skuldu vaskast. Teir avráða at taka gørnini upp á land, vaska tey, og so at seta aftur tveir dagar seinni. Nikkel fer til hús og dagin eftir fer hann norður í Kollsbyrg norðanfyri Eiði at hoyggja. Tá hann reiðiliga er komin út hagar, kemur systir hansara Erlina tuskandi út og sigur, at Anthon biður hann koma at seta gørnini beinanvegin. Hetta kundi ikki bera til, svarar Nikkel, avtalan var, at teir skuldu seta aftur dagin eftir. Líka visti systirin, men boðini vóru, at hann skuldi koma benanvegin. Nikkel kemur heim og leitar Anton upp. Jú, hann hevði júst sæð tvær súlur skotið seg, og hetta kundi bert merkja, at har var sild. Teir seta so gørnini og rætt var. Tá teir draga aftur er so smekk fult av sild, teir fáa tilsamans 3.000 pund, so hetta var eitt rimmar hál. Tá Austerlits kom aftur, vísti tað seg, at Nikkel hevði fingið nærum eins nógv burtur úr sum manningin á Austerlits. Tað segði heldur ikki so lítið, tí Austerlitz var eitt av teimum bestu skipunum. Kundi gingið burtur fyrstu ferð 12 ára gamal Nú fer at nærkast endanum á hesi frásøgn. Eg fari at enda við at greiða frá nøkrum tilburðum afturat. Tann fyrsti er frá tí, eg var 12 ára gamal. Alfred beiggi mín spurdi ein dagin, um vit skuldu fara til útróðrar. Hesum hevði eg altíð hug til og játtaði. Vit fara siglandi suður eftir Sundalagnum. Hetta var um náttina og vit koma suður fyri Kolbeinagjógv. Tá sigur Alfred við meg: ”Mær dámar einki líkindini. Eg haldi, at vit fara inn í bátahylin á Toftum”. Vit so gjørdu. Eg leypi so uppá land við endanum. Her var so smalt, uttan at eg varnaðist tað, so eg fari útav hinumegin við endanum. Eg rópi á Alfred, at eg eru farin á sjógv. Hann kemur og hálar meg upp. Eg var rennvátur. So fór eg niðan í eitt neyst og vant burtur úr klæðunum og fór í tey aftur. Síðan spurdi Alfred, um eg ikki var kaldur, og um vit skuldu fara til hús aftur. Tað var eingin hugur til tess. Men so fann hann uppá ráð. Hann átti ein dobba, sum er sum ein frakki, heilur framman. Hann koyrdi meg í hann. Eg lat meg so í oljuklæði útyvir. Eg haldi ikki, at hetta hevði gingið, um eg ikki hevði føroysk undirklæði, sum hildu meg heitan. Nú í lýsingini heldur uppat at regna. Tá var blivið fínasta veður, tað var byrjað at lýsa eisini. Vit høvdu tríggjar línur við um 30 stykkir. Vit fóru so út á Álin, sunnafyri Eystnes, settu línuna og fingu okkum so ein bita at eta. Alfred dámdi ikki líkindini, hóast tað var fínasta veður, so vit fóru skjótt at draga aftur. Tá ið vit høvdu drigið tvær línur, var tofturúmið fult, tað tók eini 1000 pund. So drógu vit síðstu línuna og koyrdu fiskin í eitt annað rúm. Vit høvdu egnt við øðum og kræklingi, sum er besta hýsuagn. Tá ið tað er liðugt at draga, biður Alfred meg fara aftur at smyrja motorin og at koyra á. So rópar hann á meg um at rætta sær byrsuna og skotini. Tá hevðu hann sæð ein álkuflokk. Hann skjeyt átta álkur burtur úr hesum flokkinum, og hann tók tær inn. Síðan fari eg at smyrja motorin uppá at koyra á. Lendarnar komu aftur um maskinhúsið. Tá merki eg, at sjógvur rennur niður á meg. Eg hugsaði fyrst, at tað var Alfred, sum spulaði. Men nú síggi eg, at havið stendur í andarísi. Alfred sigur við meg: ”Nú er lítið at gera. Nú mást tú stýra og royna at halda bátin beint uppí. So má eg pumpa”. Tað gekk so nógvur sjógvur inn. Tá var hann útnyrðingur í ættini. At sigla var ikki hugsingur um. Meðan Alfred pumpar sigur hann: ”Eg hopi, at tað gongur meira norður yvir”. Tá ið vit høvdu ligið soleiðis í einar tveir tímar, Fólkafundur í 1941 í Norðskála. Jóannes Patursson talar Tórhallur sigldi fleiri ár við Iceflower. Frásøgnin endar við eini dúgvu, sum fekk eina ókeypis ferð til Grønlands