Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. oktober 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 30 kom hann av norðri. Tá bleiv eitt sindur slættari. Men tað var framvegis nógvur vindur og eisini kavarok. Tá gekk eitt sindur fram. Vit koma inn móti Eystnes, og tá slætnaði, so tað var gott at sigla. Hetta var ein harður túrur. Eyguni vóru so reyð, at tað gekk long tíð, áðrenn tey gjørdust normal aftur. Tað var so nógvur vindur, at mjólkarbátarnir kláraði fram til Hólman, so máttu teir venda aftur. Sandbáturin Eystan lá í Runa­ vík. Hann slapp ikki frá. Tískil sakk hann niður við kajuna. Ørindi til Havnar – fleiri mánaðir burtur Eg var fór við Fiskanes aftaná forlissið við Jón Baldvinsson. Eg var farin eini ørindi til Havnar at keypa klæði fyri tey, sum eg hevði mist. Eg fari út á kajuna, har Fiskanes liggur, og eg hitti Hans Paula. Hann spyr, um eg var komin. Eg visti ikki hvat hann meinti við. Hann sigur við meg, at hann hevði ringt norður eftir mær, men tey søgdu, at eg var farin til Havnar. Ørindini vóru at biðja meg við. Hetta vildi eg fegin, men tað var ikki tíð at fara norður aftur, so Alfred kom suður við maskinbátinum við klæðunum, sum vóru heima. So avstað, og vit vóru burtur í mánaðir. Eg var giftur tá. Kanska hevði onkur onnur kona givið ilt av sær, men Rigmor var so ótrúliga tolin. ”Eg haldi eg fari at doyggja” Eina serliga hending var eg út fyri við Thorshavn. Vit skuldu fara eina útferð við einum donskum ferðalagi. Tað var regn í Havn, so eg ringdi til Poul Meyer í Svínoy at vita, hvussu líkindini vóru. Kona Poul Meier, Solveig, og eg eru systkinabørn. Poul segði, at líkindi vóru av fínasta slag. Vit fara til Svínoyar, og tá ið vit eru við at leggja at, kemur mín góði vinur Pauli Næs, sum var ein av manningini, inn til mín í stýrihúsið og segði: ”Tórhallur, eg fari at doyggja”. Tað kom fjáltur á meg, og eg sigi: ”Tú má bíða, til vit hava lagt at”. Tá smellur hann niður. Á bryggjuni skera teir grind upp, sum teir hava fingið úr Hvannasundi. Eg rópi, um nøkur sjúkrasystir var har. Nei, tað var eingin. Tá sigur eitt av ferðafólkunum: ”Jeg er syge­ plejerske”. Eg biði hana koma upp í stýrihúsið, og fer hon so at arbeiða uppá Paula. Hon sigur, at Pauli hevur ongan puls, og at eg mátti fáa fatur í ein lækna. Eg kallaði so á verjuskipið Vædd­ eren. Eg hevði júst sæð, at hann fór eystur um Fugloynna. Hann svaraði beinanvegin, at hann skuldi senda lækna við tyrlu, og hann var næstan beinanvegin. Tá var pulsurin byrjaður aftur. Teir fóru so við Paula fyrst til Klaksvíkar og síðan til Havnar. Dagin eftir fór eg at vitja Paula. Tað fyrsta hann sigur við meg er: ”Tú bað meg ikki doyggja, fyrrenn vit høvdu lagt at!” Hann livir enn, so her var hepni við lít, at hjálpin var so nær. Dúgvan fekk grønlandstúr Eg skal enda hesa frásøgn við søguna um eina dúgvu. Hon kom inn í stýrihúsið á Ice Flower, tá ið vit vóru í Pentland Firth, norðanfyri Skotland, á veg til Grønlands. Eg hevði hana hálva­ vegna sum pisu í einum kassa, men vildi kortini hava hana at fara avstað aftur. Men hon vildi ongan veg fara, kom hvørja ferð í kassan aftur. Vit fara til Grønlands og koma aftur. Tá ið vit koma til Ålborg royndi eg aftur at sleppa henni á flog, og hesa ferð eydnaðist tað, og hon fleyg avstað. Dúgvan var merkt, og eg boðaði frá hesi søgu til eina adressu í London. Tá fekk eg at vita hað­ ani, at hon var komin umborð hjá okkum eitt samdøgur eftir, at hon var farin úr London, og hon var komin aftur til London eitt samdøgur eftir, at hon var farin frá okkum. So hon fekk ein heilan grønlandstúr burtur úr hesi útferðini. Tað var okkurt forstýrilsi í luftini, sum hevði fingið hana og aðrar dúgvur at sýna ein so merkiligan arburð. Tøkk til Tórhall Tórhallur hevur sum tað skilst verið sera virkin alt sítt lív, og sjógvurin hevur verið í fremstu røð. Tað hevði hann framvegis verið, um ikki Tórhallur kom soleiðis, at hann gjørdist lamin eftir eina skurviðgerð fyri 3­4 árum síðani. Men framvegis er hugurin á sjónum. Hann fylgir væl við, og menn ringja til hansara fyri at fáa góð ráð um fiskiskap, og tey gevur hann fegin. Og so rippar hann húkar tá ið høvi býðst! Vit eru eisini fegin um at hava fingið hendan møguleikan at festa hesa søgu á blað. Hon er eitt framúr íkast til okkara bygda­ og fiskiveiðusøgu. At henda frásøgnin gjørdist so umfatandi er eisini takkað nógvum keldum, sum hava verið sera beinasamar at geva tilfar, myndir og upplýsingar. Ein slík frásøgn er ikki fullfíggjað, men hon kann vera grundarlag fyri framhaldandi søguskriving kanska hjá onkrum øðrum. Tí vilja vit fegin frætta frá fólki, sum hevur nakað at leggja afturat. Grindadráp í 1946 í Sundalagnum Næstu ferð Í komandi blaði fara vit at byrja at prenta áhugaverdu dagbókina hjá Petur Alberg fyri 1899. Bilóhapp hendu eisini tá. Her er ein bilur hjá Oyra Jákup farin út av Nú er liðugt at rógva um Sundið. Nú ber til at leypa tvørtur um nr. 191 • 03. oktober 2007