hósdagur 4. oktober 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 192 - 4. oktober 2007
Nógvir av tekstunum
í triðja nummarinum
av tíðarritinum Ven
cil mala um vanliga
gerandisdagin.
Hesin er tó ikki
keðiliga gráur, men
heldur trøllsliga grá
beintur, og burtur
úr gerandisligum
smálutum rísur
hugtakandi list
SkaldSkapur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Eftir eitt drúgt arbeiðslív í
postverkinum fær ein mað
ur sær í loyndum arbeiði í
einum djórahandli, meðan
ein annar leitar eftir íbúð á
svarta kjallaramarknaðinum
í Havn. Í London situr ein
maður í einum undirgrund
artoki, í Miðeystri finnur
ein eldri maður sær konu,
og ein kvinna rennur á ein
ari føroyskari rennibreyt.
Vencil triði, ið júst er kom
in út, er sum eitt loyndarfult
skrín, har nógv ymisk og
kanska púra vanlig lív eru
pakkað niður í eina lítla før
oyska bók. Men sum hesi lív
lata seg upp í skaldligum
hami, eru tey alt annað enn
vanliga keðilig. Í nýggja Ven
cil verður grái gerandisdagur
in næstan grábeintur, og ger
andisting sum grønertrar,
gularøtur,
akvariumfiskar,
pappír og saksar verða ræð
andi gandakend.
Serliga eru tað stuttsøg
urnar hjá Sámali Kristiani
Jacobsen, Sólrun Michelsen
og Oddfríða Marna Rasmus
sen sum saman við yrking
hjá Hanusi Kamban lýsa upp
stegðað menniskjalív, meðan
tekstirnir hjá Tóroddi Poul
sen og Ron Padgett lýsa,
hvussu listin sprettir úr júst tí
gerandisliga sjabbinum.
Trøllbundin parløg
Í stuttsøguni »Eg beri so
nógv« hjá Oddfríða Marna
Rasmussen liggur alt í fastari
legu, hvør dagur hjá Harra
Rubeksen er líka, og konan
snorkar á sama hátt hvørja
nátt. Grái gerandisdagurin er
beinleiðis
trøllsligur,
og
Harra Rubeksen vil flýggja.
Men spennandi ævintýr eru
tíverri ikki til, og lívs
uppgerðin endar við einum
skemtiligum antiklimaksi.
Stuttsøgan, Marrumyndir,
hjá Sámal Kristian Jacobsen
er eisini um eitt par, sum hev
ur mist samband við hvønn
annan. Maðurin hyggur at
konu ella gentu síni, sum
situr og klippir páppírsmynd
ir á køksgólvinum. Hann er á
veg út at hyggja eftir einari
íbúð, og sum vanligt er í Før
oyum, er tað ein kjallaraíbúð,
hann skal hyggja eftir. Men
hetta er ikki bara ein vanlig
íbúðarframvísing, men held
ur ein niðurgongd til eitt
voodookent marruland.
Fastlæsta traðkilagið
Blandingin av tí gerandisliga
og óveruliga sermerkir eis
ini stuttsøguna hjá Sólrun
Michelsen, men í einum
heilt øðrum formi. Vit eru á
lívsins rennibreyt, har øll
renna runt og runt. Her eru
børn sum spæla blunda og
krógva, ungar gentur í leyst
bundnum
stjørnumynstr
utum
troyggjum,
ungar
kvinnur við týdningarmikl
um størvum og húsum, sum
kosta eitt lív og lívsklókar
eldri kvinnur. Frásøgufólkið
rennur seg ígjøgnum lívið
og ikki fyrr enn í móti end
anum spyr hon seg sjálvan,
hví hon rennur, og hví hon
rennur eftir einari fast
lagdari breyt.
Hanus Kamban kemur inn
á sama tema í aðrari av
yrkingum sínum. Persónurin
ferðast í undirgrundartoki í
London, meðan hurðar og
møguleikar flúgva fram við.
Eins og kjallaraíbúðin hjá
Sámal Kristian Jacobsen er
undirgrundartokbreytin
meira enn bara eitt hol í jørð
ini. Við minnum um millum
onnur Sylviu Plath og Arthur
Koestler, sum bæði gjørdu
sjálvmorð, berjist hann ímóti
mótloysinum, men hóast
tokið fer við rúkandi ferð,
flytur persónurin seg í veru
leikanum ikki úr stað.
Vónríka hugflogið
Í fleiri tekstum verður ró
fram undir, at vónin býr,
har deyðin og vónloysið
førir til eina nýggja byrjan.
Og mitt í myrkrinum ber til
at skapa ljós við at síggja
og seta orð á alt tað dapra.
Í yrkingini hjá Hanusi
Kamban liggur vónin í listar
ligu eygleiðingi. Persónurin í
London fer ikki í holt við
lívið, men hann ynskir at eyg
leiða alt: mammur geva børn
um matpakkar á Hampstead
Heiði, og pápar hjálpa synum
at spæla við drekar á Prim
rose Hill. Og í eygleiðingi av
nýggjum lívi liggur nýggj
vón.
Yrkingarnar
hjá
Ron
Padgett – sum annars hava
uppiborið eina grein fyri seg
– kunnu lesast sum livandi
dømi um, hvussu listin gevur
gerandisdegnum nýtt lív við
at sorla hann sundur í
smálutir. Eins og kvinnan í
stuttsøguni hjá Sámal Kristi
an Jacobsen pettar Padgett
marrunar sundur og setur tær
saman aftur sum list.
Í niðurskrivaði fyrilestrin
um við stuttliga undirheitin
um »tá tú hevur tikið fep
urin, hevur tú longu tað at
skriva um« hugleiðir Tór
oddur Poulsen um samband
ið
millum
gerandisligir
ræðuleikar,
undarligir
dreymar og góðar yrking
ingar. Og eisini her hómast
vónin í kreativu mótstøðuni
móti fastlæstu siðvenjuni.
Hann minnist millum annað
eina stranga lærarindu úr
barnaskúlanum:
»Minnist eina aðru ferð í
rokning; tá royndi merin at
trútta niður í okkum, at tað
eitur ikki fýrakantað, tað
eitur fýrskantað. Tá letur í
einari annars rættiliga smædn
ari gentu: hálvfemskantað!
Og tá kom fanin aftur í
gomlu og klask! klask! og
klask! og enn einaferð klask!
og klask! Gentan fekk fleiri
lúsingar, meðan gamla rópti
fýrskantað! hoyrir tú! klask!
klask! fýrskantað!«
børnini skreiða
við málinum sum sletu
á gomlum kava
Tóroddur Poulsen
Gandakendi gerandisdagurin
Í nýggja Vencil verður grái gerandisdagurin næstan grábeintur, og gerandisting sum blómur, grønertrar, akvariumfiskar og saksar verða ræðandi gandakend
Nýtt savn
Í morgin kemur næsta yrkingasavnið hjá Bergi Rønne
Moberg í bókabúðirnar. Tað hevur fingið heitið Ongar
planir fyri næsta sunnudag og kemur út á
Mentunnargrunni Studentafelagsins. Yrkingarnar hjá
Bergi Rønne Moberg hava sterkan einstaklingsdám, har
trúnaður og fremmandagering er eitt høvuðstema.
Vencil framløga flutt
Almenna framløgan av skaldskapartíðarritinum Vencili,
sum lýst varð at verða í Miðlahúsinum fríggjadagin 5.
oktober kl. 17, verður í staðin hinumegin Tórsgøtu, í
Sigmundarstovu á Hotel Tórshavn/Hvonn sama dag,
somu tíð. Eitt spildurnýtt kvæði er í nýggja Vencili, og tí
er nokk so natúrligt, at framløgan verður í Sigmundar
stovu. Umframt at farið verður upp á gólv at kvøða
nevnda kvæði, fara rithøvundar at lesa upp bæði yrkingar
og stuttsøgur úr nýggja Vencili. Hansina Iversen hevur
annars gjørt permuna, og er hon gjørd á Grafiska
verkstaðnum í Havn.