hósdagur 4. oktober 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 192 - 4. oktober 2007
Nú er ætlanin at
hava fólkaatkvøðu í
Vágum um at leggja
alla oynna í eina
kommunu.
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er ætlanin at vágafólk
skulu sleppa at siga sína
hugsan um at leggja alla
oynna
saman
í
eina
kommunu.
Tað er greitt eftir ein fund
í
felags
kommununi
í
Vágum týskvøldið.
Á fundinum, har umboð
fyri tær tríggjar komm-
unurnar í Vágum vórðu
umboðað, varð spurningurin
um
kommunusamanlegg-
ing á skránni.
Napolion
Magnussen,
borgarstjóri í Miðvági, sig-
ur, at niðurstøðan á felags-
fundinum var, at í fyrstu
atløgu er tað rætt, at borg-
arin í Vágum sleppur at
siga sína hugsan um at
leggja kommunurnar sam-
an.
Sostatt skulu tey trý
bygdaráðini í Vágum nú
taka støðu til, um fólkið í
teirra kommunu skulu vera
við í eini fólkaatkvøðu um
samanlegging.
Tá ið tey ymsum bygda-
ráðini hava tikið støðu til
spurningin,
skulu
tær
kommunurnar, sum vera
við í fólkaatkvøðuni, leggja
atkvøðugreiðsluna til rætt-
is.
Í hesum sambandi skal
skipast fyri borgarafundum
í teimum ymsu komm-
ununum og kunningartilfar
skal gerast, so at borgarin
er væl brynjaður, tá ið hann
skal seta krossin.
Napolion
Magnussen
sigur, at ætlanin er at fólka-
atkvøðan um samanlegging
skal vera samstundis sum
løgtingsvalið er.
- Tá ið skulu fólk á val
kortini og hava vit eina
fólkaatkvøðu um saman-
legging samstundis, sum
tey skulu velja til Løgtingið,
hava vit besta møguleikan
at fáa eina høga valluttøku
og sostatt eisini eitt haldgott
barometur fyri, hvat vága-
fólk halda um at leggja
kommunurnar saman, sigur
hann.
Hann tekur eisini fyri giv-
ið, at kommunurnar virða
úrslitið av fólkaatkvøðuni.
Sørvingar mest
ivasamir
Sjálvur
metir
Napolion
Magnussen, at meirluti er í
Miðvági fyri at leggja sam-
an og hann metir eisini, at í
Sandavági er stórur meiri-
luti fyri at leggja kommun-
urnar saman.
Størsta
ivamálið
eru
sørvingar, har Napolion
Magnussen hevur varhugan
av, at mótstøðan ímóti sam-
anlegging
hevur
verið
størstur.
Men vilja sørvingar ikki
vera við, eru góð útlit fyri,
at Sandavágur og Miðvágur
leggja saman kortini.
- Eg leingi hildið, at tað
einasta, sum skilir Sandavág
og Miðvág, er ein strika í
kortinum, sum vísur, hvar
kommunumarkið er. Vit
hava felags skúla, felags
sløkkilið, felags bátahyl,
felags Havn og tey í Sanda-
vági fáa vatn úr Miðvági,
so vit hava so nógv í felag
frammanundan.
Hann vísir á, at í Vágum
er so stutt ímillum bygd-
irnar, ongin spyr longur
eftir, hvar ein býr ella, hvar
ein arbeiðir. Tí eru markini
ímillum bygdirnar kámað
burtur, har tað fyrr enntá
vóru tvídráttir ímillum bý-
lingarnar í teimum ymsu
bygdunum.
Tað
sigur
kanska eitt sindur um,
hvussu stórur tvídrátturin
var
ímillum
bygdirnar
sjálvar, men tað er at kalla
heilt burtur í dag.
- Einasti tvídráttur, eg
dugi at síggja í Vágum nú,
er í ítróttinum, sigur Napo-
lion Magnussen, men tað er
ein søga, hann ikki vil út-
greinað nærri.
Ongir tvídráttir
Sjálvur er hann heitur tals-
maður fyri at leggja komm-
unurnar í Vágum saman og
í hansara verð er ongin ivi
um, at samanlegging er tað
einasta rætta.
- Eg ivist ikki í, at vit
standa nógv sterkari saman
í einari kommunu, eisini
um tað bara vera Miðvágur
og Sandavágur, sum leggja
saman og sørvingar verða
uttanfyri.
Hann sigur, at sum støðan
er nú, kappast tær tríggjar
kommunurnar
í Vágum
ímóti hvørjari aðrari og tað
kostar bæði pening og
orku.
- Tað er bara tann nakni
veruleikin,
leggur
hann
afturat.
- Ístaðin fyri eiga vit at
síggja veruleikan í eyguni
og ásanna, at vit eru upp
ímóti størri kreftum, sum
eiga at standa saman ímóti.
- Tað verður kravt ómeta-
liga nógv av eini kommunu
í dag, helst fyrisitingarliga
og tí er neyðugt við eini
fyrisiting, sum er so umfat-
andi, at tú skalt hava eina
stóra kommunu fyri at hava
ráð til eina nøktandi fyri-
siting. Sostatt er tað ov dýrt
hjá smærru kommununum,
tí tær verða alla tíðina, hvør
sær, noyddar at keypa sær
serfrøði uttaneftir, sigur
Napolion Magnussen.
Hann leggur afturat, at
verður meiriluti fyri at
leggja saman, liggur í
kortunum, at tað skal vera
frá næsta kommunuvali
seinast í 2008.
Vágafólk atkvøða um samanlegging
Billund setir met
Talið á teimum, sum ferðast um flogvøllin í
Billund, veksur støðugt, og nú er greitt, at talið í
ár fer upp um 2,2 mió, sum er met. Framgongdin
er stór í ár, og níggju teir fyrstu mánaðarnar var
ferðafólkatalið 270.000 størri enn í sama
tíðarskeiði í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á
góð 18 prosent. Bara í september vóru
ferðafólkini 52.000 fleiri enn í september í 2006.
Nú brúka 20 flogfeløg regluliga flogvøllin í
Billund, teirra millum Atlantsflog.
Væl umtóktur forseti
Næsta ár verður forsetaval í Íslandi, men longu nú er
greitt, at tey flestu vilja hava verandi forsetan, Ólaf
Ragnar Grímsson, at halda fram í embætrinum. Ein
kanning í Fréttablaðnum vísir, at 64,5 prosent av teimum
spurdu vilja hava forsetan at halda fram, og at 33,5
prosent vilja hava ein annan. Kanningin vísir, at Ólafur
Ragnar Grímsson er heldur betur umtóktur millum
kvinnur enn menn, men at hann er væl umtóktur um alt
landið.
Ferð verður nú sett á arbeiðið at leggja kommunurnar í Vágum saman, so at øll oyggin stendur sum ein sterk eind mótvegis restini av landinum