Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 192 - 4. oktober 2007 Brúka egna arbeiðsmegi Grønlendski landstinglimurin Ane Hansen, sum eisini er býráðslimur í Aaasiaat kommunu, fýlist á, at Royal Greenland ætlar sær av landinum at leita eftir arbeiðsfólki til fiskavirkini. Royal Greenland kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani, at felagnum vantar fólk til fiskavirkið í Ilulissat, og at felagtið umhugsaði at leita eftir fólki uttanlands. Ane Hansen heldur, at vit at samstarvs við kommunurnar kann felagið finna tað neyðuga fólkið. Ein av instansunum, ið fer at varða av einum møguligum flogvølli í Nólsoy, er Tórshavnar Kommuna, og verandi borgarstjóri heldur, at uppskotið avgjørt ljóðar spennandi FLOGVØLLUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar Komm­ unu, er ikki avvísandi mót­ vegis uppskotinum um ein nýggja altjóða flogvøll á Borðuni í Nólsoy. Men hann vísir samstundis á, at hetta fyri hann er nakað heilt nýtt. ­ Vit kenna einki til hetta uppskotið annað enn tað, ið stóð í Sosialinnum í gjár. Eg hevði hoyrt eitt graml um, at Magnus (Hansen) hevur spælt ser við tankan­ um, men hetta í blaðnum í gjár er so tað fyrsta ítøkiliga eg hoyri um málið, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin vísir á, at tað eru nógvir lutir, bæði stórir og smáir, sum skulu kannast, áðrenn nøkur støða kann takast. Men hann held­ ur, at uppskotið sær avgjørt spennandi út. ­ Hetta er avgjørt eitt alt­ ernativ, sum hugt eigur at verða nærri at. Staðið er væl valt tá hugsað verður um innflúgvingina, tí har er opið hav í næstan allar ættir, sigur Heðin Mortensen. Uttan at tað skal verða negativt meint, so luftar borgarstjórin tankanum, hvat fer at henda við stóru ætlanunum um Nólsoy sum grøna oyggj, um ein altjóða flogvøllur verður lagdur á Borðuni. Fer hetta at for­ koma hesum ætlanum, ella fer hetta onga ávirkan at hava. Og ein annar ivaspurning­ ur, sum Heðin eisini nemur við er, hvat nólsoyingar sjálvir siga um hetta málið. Skapar møguleikar Men tað stutta av tí langa er kortini, at tað liggja áhuga­ verdir møguleikar í hesum uppskotinum. Og tað hevði sambært borgarstjóranum verið áhugavert at fingið greiði á ymiskum spurn­ ingum í hesum sambandi. Her hugsi eg serliga um, antin tað letur seg gera reint tekniskt at leggja eina slíka floghavn á Borðuni, og ikki minst hvat prísurin hevði verið fyri eina slíka verk­ ætlan, sigur Heðin Morten­ sen. Tað, at uppskotið fevnir um Nólsoy, ger ikki ætlan­ ina minni áhugaverda fyri borgarstjóran. ­ Tað er ikki nøkur loyna, at mín støða er, at ein nýggjur alternativur flog­ vøllur eigur at liggja í høv­ uðsstaðarumráðnum. Tað er her fólk koma og tað er her fólk búgva og yvirnátta, so tað er púra náttúrligt, at ein alternativur flogvøllur liggur her í økinum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at hann var sjálvur við í arbeiðsbólkin­ um, sum í sínari tíð í 80­ unum arbeiddi við ætlanun­ um um flogvøll á Glyvurs­ nesi, og hann vísir á, at upp­ skot um floghavn í Nólsoy er so eitt nýtt alternativ til flogvøll á Glyvursnesi. ­ Hvat av hesum báðum so verður valt, so fer vøll­ urin at liggja í høvuðs­ staðarumráðnum, og í báðum førum verður Tórs­ havnar Kommuna við uppi í leikinum, tí vit skulu í øllum førum geva neyðugu byggiloyvini, sigur borgar­ stjórin. Heðin Mortensen vísir víðari á, at verður ein floghavn løgd í Nólsoy, so fer hetta at skapa stórar møguleikar fyri alla oynna. Tunnil í oynna Ikki minst verður alneyðugt, at ferðasambandið til eina møguliga floghavn í Nólsoy verður nøktandi. Og tað merkir fast samband, tí tað er púra óhugsandi, at fara aftur í tíðina og flyta flog­ ferðafólk um firðir við ferjum. ­ Ein undirsjóvartunnil verður í so fall eitt krav. Ferðafólkatalið loftvegis til landið økist í stórum á hvørjum ári, so tað er púra óhugsandi at flyta eini 300.000 ferðafólk um fjørð­ in. Har má undirsjóvartunnil til, sigur Heðin Mortensen. Ein slíkur er eisini við í uppskotinum hjá Magnusi Hansen, hóast hetta ikki gekk greitt fram av greinini í Sosialinum í gjár. Men tað sigur seg næstan sjálvt, at hetta verður neyðugt í fall, at Nólsoy verður loftvegis sambandið við útheimin í framtíðini. ­ Avgjørt ein spennandi tanki. Men lat okkum nú fyrst síggja, um tað er tekn­ iskt møguligt, og lat okkum síggja, hvat ein slík floghavn fer at kosta. Og lat okkum so eisini vita, hvat nólsoyingar sjálvir halda um uppskotið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Uppskotið ljóðar spennandi Heðin Mortensen er als ikki avvísandi mótvegis tankanum um altjóða floghavn í Nólsoy. Men sjálvandi skulu nakrar neyvari kanningar gerast, áðrenn nøkur beinleiðis støða kann takast til málið.