hósdagur 4. oktober 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 192 - 4. oktober 2007
Bjarni Djurholm hev
ur biðið Fíggjarnevnd
ina um eina millión
krónur av kanna
dýpið í innsiglingini í
Nólsoy
FARLEIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin
Á eykafíggjarlógini fyri sep
tember hevur landsstýris
maðurin í samferðslumál
um, Bjarni Djurholm, biðið
fíggjarnevndina um eina
millión krónur til at gera
kanningar at dýpdini í inn
siglingini í Nólsoy fyri.
Havnin er fyri stuttum
útbygd, og verandi grótkast
longt. Hartil er gjørt nýtt
grótkast á norðursíðuni út
frá Kirkjutanganum. Men
trupulleikar hava verið við
dýpdini í innsiglingini, og
tað er komið fyri, at skip
hava tikið í botn á veg inn í
havnina.
Tørvur er tí á at gera neyv
ari kanningar av innsigling
ini til havnina fyri at trygg
ja, at innsiglingin er nóg
djúp til verandi skipaferðslu,
og hvat krevst fyri, at størri
skip eisini kunnu koma inn
í havnina.
Hartil kemur, at nýtt skip
verður prosjekterað til Nóls
oyarrutuna í næstum, og
hetta verður væl størri enn
verandi Ritan.
Tí verður biðið um eina
eykajáttan upp á eina mil
lión krónur at kanna og
møguliga dýpa innsiglingina
til havnina í Nólsoy.
Dýpa innsiglingina
Eg havi sæð hasa tekn
ingina, og eg havi
biðið Landsverk um
at gera sínar metingar
um, hvørt ein slík
ætlan ber til, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
Vinnumálum
FLOGVØLLUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hetta er eitt áhugavert
íkast til kjakið um ein alter
nativan flogvøll, og tí skal
tað sjálvandi kannast, um
tað yvirhøvur ber til, sigur
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður.
Hann hevði framman und
an greinini í Sosialinum í
gjár fingið eitt avrit av
skitsutekningini hjá Magn
usi Hansen, og hevði beint
hesa víðari til Landsverk.
Tað er ein altjóða felags
skapur, ICAO, sum ásetur
ávís virðir, tú skal halda teg
innan fyri. Eru førir, har tú
ikki ert innan fyri hesi virð
ir, so verður beinanvegin tal
an um undantøk, og tað ger
straks málið truplari. Serli
ga tá tað kemur til geologisk
viðurskifti er rættiliga skjótt
at finna út av, antin eitt
pláss er egnað til flogvøll
ella ikki, sigur Bjarni Djur
holm.
Nú er hetta málið so mik
ið nýtt, at ilt er at siga, hvus
su drúgva tíð Landsverk
skal hava fyri at gera sær
sínar
fyribils
metingar.
Landsstýrismaðurin roknar
við, at LV má út um land
oddarnar at heinta sær ser
frøði í málinum, men sum
nevnt kann rættiliga skjótt
metast um, hvørt Nólsoy
yvirhøvur kann koma upp á
tal.
Her kann leggjast aftrat,
at regluligar vindmátingar
hava verið framdar á Borð
uni í eini hundrað ár, so hag
talsgrundarlagið í tí sam
bandi er gott. Talan er um
bæði vind, ætt og sýni.
Tunnil fyritreyt
Ein onnur fyritreyt, sum
víst verður á í uppskotinum
hjá Magnusi Hansen og
sum Heðin Mortensen eisi
ni nevndi, er undirsjóvar
tunnil út til Nólsoyar.
Hetta vísti Bjarni Djur
holm eisini á sum eina
avgjørda fyritreyt av eyð
sýndum orsøkum.
Nú skal eg ikki gera
meg so klókan upp á hetta,
men landnyrðingsvøllurin
sær fyri mær út til at vera
hin meiri realistiski. Men í
hvussu er so meti eg tað
verða rætt og rímiligt, at
kanna hendan møguleikan
eisini, nú hann er nevndur,
sigur Bjarni Djurholm.
At so ein møguligur flog
vøllur á Borðuni ikki bara
gevur íkast til flogvallar
kjakið, men eisini setur hol
á spurningin um undirsjóv
artunnil út í oynna, er ein
onnur søga.
Hvussu alt so er, hevur
landsstýrismaðurin
biðið
Landsverk gjørt fyribils
metingar, um tað ber til at
gera flogvøll úti á Borðuni,
og í sama viðfangi hevur
hann eisini biðið um, at
kanningar verða gjørdar av
Svínoynni í hesum samban
di, tí eisini hon hevur verið
frammi í kjakinum um alter
nativan flogvøll í Føroyum.
Nólsoy skal kannast
Bjarni Djurholm heldur,
at uppskotið um floghavn
í Nólsoy er áhugavert, og
hevur biðið Landsverk gjørt
metingar, um tað ber til at
leggja floghavn har úti. Eisini
skal Svínoyggin kannast í so
máta
Bkarni Djurholm biðir fíggjarnevnidina um 1 mió. krónur í
eyðkajáttan at kanna dýpið í innsiglingini í Nólsoy