Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 192 - 4. oktober 2007 Ferðslutøl á heimasíðu Landsverk ger árligar kanningar um ferðsluna á landsvegunum, og eru tøl fyri 2006 nú til taks á heimasíðuni hjá stovninum. Í ár verður »Ferðslan« ikki givin út sum bóklingur, men kann heintast sum pdf-fíla á www.landsverk.fo Komandi mikudag, 10. oktober 2007, er Altjóða Psykiatridagur. Dagurin verður hildin kring allan heimin - og eisini hjá okkum verða fleiri tiltøk. Ljós verður varpað á støðuna hjá psykiatri’ini í Føroyum og hvat gerast skal fyri betra um umstøðurnar á hesum øki Tíðindaskriv Flestu tiltøkini verða í Tórs- gøtu í Havn, men dagurin byrjar kortini longu fyrra- partin kl. 10 við fótbólti á niðara vølli í Gundadali, samstundis sum ALV- kaféin bjóðar besta kaffi í býnum fram til kl. 18. Seinnapartin kl. 16 verður Posthúskjallarin karmur um setanina av Altjóða Psykiatri- degnum, har Tórmóður Stórá, frá Psykiatriska deplinum, og Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, fara at seta dagin. Á Hvonn bjóðar hugna- liga kaféin løtt og leskilig tilboð frá kl. 16 til 22. Listaframsýningin “Undir- verk” byrjar kl. 16.30 í Posthúskjallaranum, sam- stundis sum Løkjukafé’in bjóðar “mat til hjartað”. Frá kl. 17 verður kunning um viðgerðar- og virknis- tilboð í Miðlahúsinum. Um somu tíð letur Cippo dyrnar upp fyri tónleiki við “Sól- eyga” o.ø., og á Hvonn verður sokallað “Hvonn- løta” kl. 17.30 við tónleiki v/ Mirjam L. Nattestad, og yrkingar verða lisnar v.m. Seinni um kvøldið, kl. 19, verður skipað fyri Trapputingi í Miðlahúsin- um, har landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fer at greiða frá ætlanunum um framtíðar psykiatri í Før- oyum. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnir luttaka í orðaskiftinum. Trapputing- ið leggur upp til kjak og høvi verður eisini at seta spurningar. Samstundis, sum Trappu- tingið er, verður filmurin “Elling” sýndur í Cippo. Eftir Trapputingið í Miðlahúsinum umleið kl. 21.30 verður ein “Hvonn- løta” við Lenu Andersen. Tiltøkini, sum øll eru almenn, verða í og kring Tórsgøtu í Havn mikudagin 10. oktober frá kl. 16 til 22 - og øll eru hjartaliga væl- komin. Tað eru Sinnisbati, Psykiatridepilin, Stuðuls- tænastan og Alv, sum sam- an skipa fyri tiltøkunum Altjóða Psykiatridagin. Altjóða psykiatridagur í Tórsgøtu Ein 33 ára gamal sinnissjúkur maður sprændi salmiak- spiritus í eyguni á tveimum politistum, tá teir skuldu innleggja hann í gjár. – Hetta er nakað av tí grovasta eg havi verið úti fyri, sigur Oluf Mortensen, sum var annar politisturin LøgregLumáL Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Ein óhugnaligur tilburður í Havn í gjár kundi lættliga havt álvarsligar avleiðingar við sær, tá tveir politistar fingu eitur í eyguni, tá teir vóru úti í arbeiðsørindum. Tað var um tveytíðina, at ein fráboðan kom um, at ein sálarsjúkur maður hevði tørv á at vera innlagdur á Psykiatrisku deild, ímóti vilja sínum. Tá politistarnir komu nið- an í húsini, hevði maðurin gyrt seg inni. Tí var ein lása- smiðjur boðsendur at fáa úthurðina upp. Innkomnir í húsini stendur sjúklingurin fyri politistunum og sprænir salmiakk-spirituss í andlit teirra. Lásasmiðjurin kom teimum til hjálpar, og inn til ein granna, har teir beinanvegin fóru undir at skola eiturið úr eygunum. - Lásasmiðjurin var tíbet- ur somikið kvikkur, at hann beinanvegin ringdi eftir sjúkrabili, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommiser- ur. Tí komu politistarnir skjótt á sjúkrahúsið, har teir komu undir læknahond. Í einar seks tíðar skolaði tey eyguni á teimum. Við táragassi Onnur lið av politistum fóru síðani á staðið, har maðurin enn einaferð hevði læst seg inni. Ein rútur varð brotin og táragass sprænt inn í húsini, fyri á tann hátt at fáa mannin út. Politistar- nir fóru so inn eftir mannin- um í gassmaskum og aðrari útgerð, sum verður nýtt í slíkum førum. Og tá eydn- aðist. Sambært Jón Klein Olsen er tað sera sjáldan, at politiið nýtir hesa útgerð, men hon er altíð tøk. - Hetta sigur ikki so lítið um, hvat vit kunnu verða útsett fyri í hesum yrkinum, sigur Jón Klein Olsen. Á gulum pappíri 33 ára gamli sjúklingurin, sum skuldi á sjúkrahúsið í gjár, er sera illa fyri sálar- liga. – Hann skuldi innleggjast upp á tað sum vit rópa gul pappír. Tá eru tey sálarsjúk, men hava tørv á læknahjálp, og verða ikki mett at vera vandamikil, sigur Oluf Mortensen, politistur. Hann var sostatt ikki fyrireikaður upp á, at hendingin fór at vera so ógvuslig. Men kortini varð mett, at sjúklingurin var førur fyri at koma í varðhaldið, har hann eisini varð framstillað- ur í grundlógarforhoyr. Nú er hann fluttur á Psykiatrisku deild. – Hann fær helst ein dóm fyri tað, sum hann gjørdi. Kortini fær hann helst ikki vanliga revsing, men ein viðgerðardóm, sigur Jón Klein Olsen. Politiið kennir mannin, men hevur ikki havt stríð av honum fyrr. Tað grovasta Teir báðir politistarnir hava tað eftir umstøðunum gott, men eru sjálvsagt skelkaðir av tilburðinum. Læknarnir rokna ikki við at teir fáa var- andi mein. Teir hava fingið góða salvu at smyrja á, men kunnu kortini vænta at fáa fortreð av hendingini eina stutta tíð framyvir. - Ja, hetta er eitt tað grov- asta, sum eg havi upplivað higartil, sigur Oluf Morten- sen, sum hevur starvast sum politistur í 12 ár. - Tað sum passificerar meg er veskan. Hevði hann brúkt knív, so kenna vit til mátar at taka hann frá hon- um. Men vesku fær man ikki vart seg ímóti, tí tað fer niður í millum alla staðni, og man missur bæði luftina og sjónina, sigur Oluf Mort- ensen. - Í dag eru tað sjálvandi blandaðar kenslur. Nógv ringja til mín úr øllum land- inum, og ikki minst, havi eg fingið góðan stuðul frá starvsfeløgunum. Tað er somikið óhugnaligt, at um vit ikki høvdu komið framat vatni innan tveir minuttir, so høvdu vit helst mist før- leikan fyri lívið, sigur Oluf Mortensen, sum fer at taka tað róligt í nakrar dagar nú. Tað lá ikki fyri at fáa orð á hin politistin, Jens Róa Sør- ensen, áðrenn evstamark í dag. Fingu eitur í eyguni