hósdagur 4. oktober 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 192 - 4. oktober 2007
- Hækkandi oljuprís-
irnir fara at leggja
eitt stórt trýst á
føroyska búskapin.
Longu nú innflyta vit
olju fyri eina slaka
miljard krónur, sum
er 20-25% av samlaða
innflutninginum.
Vandi er fyri, at olju-
prísurin í minsta lagi
fer at ferfaldast næstu
átta árini. Tí mugu
vit leggja okkum eftir
varandi orkukeldum
– og neyðugt er
at byrja nú, sigur
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður
Oljuprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Olja er ein so týdningarmikil
og altavgerandi partur í
einum samfelag, bæði á
sjógvi og landi. Ikki minst
hjá okkum føroyingum,
sum í stóran mun virka og
liva í fiskivinnuni. Fiski
flotin er stórur oljuslúkur,
og vit hava eisini virkir á
landi, sum krevja nógva
orku í sínari framleiðslu.
Seinastu árini eru olju
og
bensinprísirnir
nógv
øktir, og hetta hevur tyngt
um hjá bæði vinnulívi og
húsarhaldum.
Í sambandi við viðgerðina
á tingi í gjár av løgtings
fíggjarlógini, nam lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um, Magni Laksáfoss, við
útlitini fyri oljuprísunum í
framtíðini.
Hann segði, at hóast
spádómarnir hjá serfrøð
ingum eru ymiskir, eru
hesir tó samdir um, at
oljuprísirnir upp á longri
sikt fara at økjast – og
økjast nógv.
Orsøkin er, at oljufram
leiðslan í heiminum helst fer
at “toppa” í árunum millum
20102016, samstundis sum
eftirspurningurin økist nógv.
Tá útboðið stagnerar, og
eftirspurningurin
veskur,
fara prísirnir upp. Tað er
serliga í asiatisku londunum,
Kina og Indiu, at eftir
spurningurin eftir olju veks
ur lutfalsliga nógv. Vinnan í
hesum londum er í menning,
og tá fólk fáa meira pening
um hendi, veksur eisini
ferðslan.
Magni Laksáfoss, lands
stýrismaður, sigur í stuttari
viðmerking við Sosialin í
morgun, at tað ikki er vist,
at oljuprísirnir beint fyri
framman fara at økjast.
Stóra fallið í ameri
kanska dollaranum og bú
staðarkreppan í USA kunnu
gera, at prísirnir í fyrstu
syfti fara at lækka.
Hinvegin er semja millum
serfrøðingar um, at “trendi”
í tíðini, sum kemur, er, at
vit fara at fáa nógv hækk
andi olju og bensinprísir.
Eitt, sum kann henda, tá
oljan gerst ovurhonds dýr,
er, at eftirspurningurin kann
“oyðileggjast”.
Magni Laksáfoss tekur
eitt dømi við føroyska
upsaflotanum.
Hesi skip brúka nógva
olju, samstundis sum tey
fiska eitt lutfalsliga bíligt
fiskaslag. Oljan kann gerast
so dýr, at tað ikki loysir seg
at loysa hendan partin av
flotanum. Tá kunnu vit
siga, at eftirspurningurin
“oyðilegst”, tí hesin parturin
av vinnuni ikki er førur fyri
at yvirliva við verandi
prísum.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at tað sama kann henda í
vinnuni í eitt nú Kina og
Indiu, men so sanniliga
eisini í øðrum londum.
Spurningurin er, hvussu
leingi vinnulívið megnar at
liva við so høgum oljuprís
um, og tí er tað eisini ein
spurningur, hvussu langt
upp oljuprísurin sleppur,
sigur Magni Laksáfoss.
Setir stór krøv
Á tingi í gjár vísti lands
stýrismaðurin
á,
at
oljuprísurin fer at seta stór
krøv til fíggjarlógina næstu
árini.
Stórt trot er longu á
olju. Oljuframleiðslan økist
ikki nógv, men eftirsspurn
ingurin økist í stórum.
Nógv boð eru uppá, hvussu
gongdin verður.
Magni Laksáfoss vísti á
tingfundinum á, at eitt tað
mest áhugaverda boðið upp
á gondina í oljuprísunum er
komið frá Simmons &
Company International, ið
er
størsti
íløgubanki
í
heiminum, sum setir pening
í orkukeldur.
Matthew
Simmons,
stjóri
í
íløgubankanum,
metir, at fyri 2015 er olju
prísurin komin upp á 350
dollarar fyri tunnuna. Í dag
er hann 80 dollarar, og tað
halda vit vera nógv.
Magni vísti á, at Matthew
Simmons helst er tann í
øllum heiminum, sum hev
ur besta innliti í gongdina,
men annars siga aðrar
metingar, at oljuprísirnir
fara at hækka uppaftur
meira.
Hetta fer at leggja stórt
trýst á føroyska búskapin.
Longu nú innflyta vit olju
fyri eina slaka miljard
krónur, sum er 2025% av
samlaða innflutninginum.
Halda
metingarnar
hjá
Simmons & Co, fer olju
prísurin í minsta lagi at
ferfaldast tey næstu átta
árini. Hetta fer bæði at
ávirka
fíggjarlógina
og
mátan, vit leggja fíggjar
lógina til rættis.
Landsstýrismaðurin seg
ði, at neyðugt verður hjá
okkum at hugsa um aðrar
orkukeldur enn olju, helst
varandi orkukeldur.
Neyðugt er at byrja nú.
Tí verður neyðugt at stinga
ein politikk út í kortið, har
vit leggja um til varandi
orku, segði hann.
Magni Laksáfoss skjeyt
upp á tingfundinum í gjár,
at
rentustuðulin
verður
avtikin, og at landskassin
heldur gevur húskjum stuð
ul til bjálving, sólorku,
hitapumpur og aðra møgu
liga orku.
Vit eiga eisini at leggja
um til ein
politikk sum ger, at skip
ini brúka minni orku, segði
landsstýrismaðurin á tingi í
gjár.
Oljuprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kjartan Joensen, løg
tingsmaður, helt fyri á
tingfundinum í gjár, at
fara
oljuprísirnir
at
økjast,
soleiðis
sum
spádómarnir siga, fer
prísurin eftir einum ein
føldum roknistykki í
2015 at liggja um 14,90
krónur fyri liturin.
Er hald í hesum, er
tað ein greiður skelkur
fyri tey, sum eru í
vinnuni. Tá mugu hesir í
dag – og ikki í morgin –
fara at hugsa um, hvussu
teir kunnu niðurlaga
okkara
høvuðsvinnu
beinanvegin.
Kjartan helt fyri, at
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum
er
út
búgvin maður, og tí
mugu tingfólk kunna
hava eitt ávíst álit á tí,
sum hann førir fram.
Hetta er so álvarsligt,
legði hann aftrat.
Løgtingsmaðurin
setti tó spurnartekin
við, hvussu skilagott
tað er at ”framskunda”
eina kreppu, sum so
døpur útlit kunnu gera.
Hendrik Old, løg
tingsmaður, helt tað
ikki tæna nøkrum enda
máli at ”tosa” eina
kreppu í gongd, sum
hann tók til.
Tann, sum ætlar sær
undir vinnu, stingur
undir slíkum umstøðum
hendurnar djúpt niður í
lummarnar aftur, segði
Hendrik Old, sum eisini
er formaður í vinnu
nevnd løgtingsins.
Døpur
útlit
framskunda
kreppu
Oljuprísurin fer
at ferfaldast
Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skjeyt upp
á tingfundinum í gjár, at rentustuðulin verður avtikin, og at
landskassin heldur gevur húskjum stuðul til bjálving, sólorku,
hitapumpur og aðra møguliga orku
Kring um heimin við fiski
Fyritøkan Gaia Seafood í Noregi sendir feskar og frystar fiskavørur
kring um heimin. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi fyri fimm árum
síðan, og síðan tá er umsetningurin øktur úr 12,1 miljónum krónum
uppí 440,5 miljónir norskar krónur. Tað er Adresseavisen í Trónd
heimi, sum ber hesi tíðindi. Tað eru átta fólk, sum sita á skrivstov
uni hjá Gaia Seafood og selja norskar fiskavørur til umleið 25 lond
kring um heimin. Hesi átta fólkini selja soleiðis fyri umleið 55
miljónir norskar krónur hvør um árið.
Vilja vita hvar
Ein svensk kanning vísir, at sviar eru rættiliga upptiknir av,
hvar og nær fiskurin, sum endar á svensku døguðaborðunum,
verður veiddur. Tey vilja soleiðis eisini vita, um fiskurin er
veiddur í teirra nærumhvørvi. Svensku brúkararnir ynskja
eisini, at fiskurin er feskur, og at flutningurin ikki er ov
langur. Tað er Temo Synovate, sum hevur gjørt kanningina
millum svensku brúkararnar.
- Tann, sum ætlar sær undir vinnu, sting-
ur eftir at hava hoyrt Magna Laksáfoss
hendurnar djúpt niður í lummarnar
aftur, sigur Hendrik Old, løgtingsmaður,
sum eisini er formaður í vinnunevnd
løgtingsins