Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 192 - 4. oktober 2007 Sosialurin ST stóran týdning SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Eitt av mongu málunum, sum vórðu tikin fram undir vitjanini hjá Clinton og Blix var týdning- urin ST felagsskapurin hevur fyri heimin. Víst varð á tað stóra arbeiði, sum verður gjørt í ST høpi og heitt varð á heimsins lond um at virða arbeiði hjá hesum felagsskapi. Gjørt varð eisini vart við, at ST undir Bush hevur ikki fingið tað pláss í heimssamfelagnum, sum tað eigur. Høv- uðsvalevnið hjá republikanska flokkinum til for- setavalið, fyrrverandi borgarstjórin í New York, hevur eisini sera avmarkaðar vónir til ST og tess framtíðar virki. Tí er Hillary eisini okkara boð. Sum heimsins størsta og kanska einasta super- stórveldi hevur USA alstóran týdning fyri ST og tess framtíð. Kann vera at nógv burokrati og pappírsveldi fylgir við, tá ein altjóða felagsskapur gerst so stórur, men hinvegin er hetta størsta og besta altjóða forum, ið vit eiga til verju av fólkaræði og mannarættindum og einum liviligum heimi. Felagsskapurin ger stórt og týdningarbeiði á fleiri økjum. Men tíverri hevur eitt nú USA við Bush á odda í fleiri førum undir- mett týdningin av hesum og somuleiðis ikki sørt undirgravað arbeiði tess. Vit sóu tað eitt nú tá ST við Blix á odda royndi at sannføra heimin um, at Irak átti ikki hópoyð- ingarvápn, soleiðis sum amerikanska Bushstjórnin bleiv við at pástanda. Undir vitjan síni í Føroyum gjørdi sami Blix púra greitt, at innrásin av Irak vegna hópoyðingarvápn var púra burturvið. Við globaliseringini fremst á breddanum er neyðugt við einum sterkum og heimsumfatandi felagsskapi sum ST, einum flaggskipi og slagskipi um somu tíð, sum hevur heimild/autoritet og styrki til at seta út í kortið og stýra heimsskútuni. Millum trúgvastu stuðlar ST teljast Norðurlond og gjørdi ikki minst Clinton greitt í Føroya- fyrilestri sínum týdningin sum júst Norðurlond hava í altjóða høpi. Hóast vit ikki telja meira enn umleið 25 mill. fólk, so eru vit ein savnandi megi, ið veruliga kann gagna og ganga á odda í ikki minst humanistiska partinum av globaliseringini. Tá verður ikki minst hugsað um tey mongu bleytu virði, sum Clinton eisini nam við, og sum nettupp felagsskapur sum ST og eitt nú Norðurlond við sum sínum sosialu samfelagsskipanum kunnu seta ljóskastaran á. Tað er eindømi, at Føroyar fáa slíka vitjan. Tað er eisini sera sjáldsamt fyri ikki at siga ongantíð, at tey mál hesir settu undir lupp í Norðurlandahúsinum, verða tikin fram og umrødd millum føroyingar. Alt gott um vinnuliga menning í kjalarvørri á slíkari vitjan, men lat okkum so sanniliga eisini menna okkara egna hugburð, soleiðis at vit vera ein virkin partur í altjóðagerðini, sum ikki bert snýr seg um handil og vinnu men ikki minst um menniskjanslig virði. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Øll míni bestu ár til aldurs var eg við skipi til fiskarí, og tað var vanligt tá ið ein unglingur kom umborð fyrsta túrin, at hann bleiv róptur fyri ein pungur – og so bleiv prísur settur uppá, at pungurin var fólkaligur og lat seg bera til ein dugnaligan sjómann. Mær kemur hendan nýggja fíggjarmálaráð­ harran fyri, sum ein sera ófólkaligan pung, sum tekur ræði av skipara og stýrimonnum og manning. Tað er óhoyrt at ein slíkur maður bara kann koma og traðka seg fram og ikki virða samgonguskjalið og landsstýrið, hann er settur at arbeiða saman við. Eg haldi ikki hann man vera serliga kønur í rokn­ ing, tí tað vísir seg sum hann leggur bert eftir stór­ um pørtum, og har var Sandoyggin sum stóð fyrst fyri skotum og bleiv bara sletta av kortinum. Fíggjarmálaráðharrin er ikki serliga kønur í at skarva burturav allan vegin ígjøgnum. Fyri Sandynna er undirsjóvartunnilin lívsneyðugur, og fyri framtíðina átti hann at duga at sett, hvat tunnilin kann hava at týða fyri landið alt og fyri sunnara part av landinum – serliga. Eg kann aldrin trúgva, at samgongan letur hann sleppa at hóreiggja sær soleiðis. Lyftini frá sam­ gonguni vórðu, at tunnilin skuldi byrja í 2008, og tað eiga tit at standa við; annars kunnu tit ikki koma tykkum, at koma í Sand­ oynna og bjóða lyftir sum tit yvirhøvur ikki halda! Annars sær ikki gott út her heima á Sandi – fiska­ virkið er stongt!, og skriv í vindeyganum um, at útróð­ rarfiskur verður ikki keypt­ ur, so um teir skulu sleppa av við fiskin, so eru teir noyddir at fara við smáum bilum norð á Skálafjørðin við fiskinum, fyri at sleppa av við hann. Eg minnist útróður her á Sandi, aftur til 1938, men slíkt sum nú ­ havið eg ikki verið úti fyri fyrr!. Um ikki tunnilin kemur á fíggjarlógina so er eitt stór 0,00 komið í Sand­ oynna undir hesari samgonguni. Tað verður annars tosað nógv um Gomlurætt, jú har er ein frálík havn, og táið av tornar hvør eigur hana, uttan miðstaðarøkið – sjálvandi. Eg fari at heita á fíggjarnevndina um at gera fíggjarlógina soleiðis sum teir vilja hava hana, og um ikki politiski pungurin skikkar sær væl, so eigur hann at verða koyrdur í land, og so finna sær kjans við øðrum skipi. Eg kann ikki lata vera við at minna á, hvussu vit í Sandoynni vóru viðfarin í kreppuni, hvar bæði flakavirkið í Skopun og tað á Sandi blivu stongd fyri nøsini á arbeiðsfólkinum. Og ikki at gloyma teir sokallaðu Dalstrolararnir blivu tiknir úr hondunum á teimum, nú mundi eg skrivað stolnir tó fyrigevi; tað hevði eg nokk ikki loyvi til. Hesir skilamenn úr Dali sum vóru ein av Føroya bestu fiskimonnum og áttu teir tveysifrað milliónaupphædd á bankabók!!! Mær tykir hettar sera líkt tí ­ ið tá fór fram – um so er at Laxafossurin sleppur at fáa ynski sítt útfylt. Sandoyingar! Latið okkum standa saman – er tað neyðugt so boðið til ein oyggjafund og latið mein­ ingina koma fram! SóLvIt SIMoNSEN Sandoyggin Magni Laksáfoss, lands­ stýrismaður í figgjar­ málum, hevur alment skýrt Tórshavnar kommunu at vera ábyrgdarleysa í samband við framløgu av fíggjarætlan kommununnar og hótt við lógarinntrivum og politiskum átøkum, tí kommunurnar við Tórshavnar kommunu á odda seta eld í búskapin. Sum borgarstjóri fyri Tórshavnar kommunu vil eg fegin spyrja, um Føroya løgmaður og Føroya Landsstýri standa aftan fyri orðini hjá Magna Laksá­ foss, landsstýrismanni í fíggjarmálum? Um Føroya løgmaður og Føroya Landsstýri ikki standa aftan fyri lands­ stýrismanninum í fíggjar­ málum í hesum máli, væntar borgarstjórin og Tórshavnar býráð, at løgmaður alment tekur frástøðu frá hesum uppáhaldi. Vinarliga Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu borgarstjóri í Tórshavnar kommunu HEðIN MoRtENSEN Løgmaður má svara Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.