hósdagur 4. oktober 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 4. oktober 2007
13
viðmerkingar
At vera biskupur í Fólka
kirkjuni er at hava umsjón
við, at kirkjan verður á
sínum evangelisklutherska
grundarlagi. Ein kirkja er
evangeliskluthersk, um
hon hevur Skriftina og tey
evangeliskluthersku
játtanarritini sum grundar
lag, og vísir trúfesti móti
hesum grundarlagi.
Hetta merkir, at Fólka
kirkjan ikki bara skal bera
heitið evangeliskluthersk,
men eisini í veruleikanum
vera tað. Fólkakirkjan skal
vita, hvør hon er, og hon
skal vera tað, hon er.
Grundarlag Fólkakirkj
unnar sigur kirkjuni
sjálvari og øðrum, hvør
hon er, og hvørja læru hon
hevur. Sonn kristin læra
treytar sunt lív og sunnan
vøkstur í kirkjuni. Eisini
sonn virðing mótvegis
øðrum kirkjum og samkom
um eins og menniskjum
við aðrari trúgv er treytað
av, at ein sjálvur veit, hvar
ein stendur. Sum eitt sam
felag má hava sína lóggávu
eftirkannaða, má ein kirkja
má altíð stríðast fyri teirri
sonnu læruni. Prestur skal
hetta, og ikki minnið
biskupur.
Eg vil eina rúmliga
fólkakirkju, har tryggleiki
valdar í og um okkara
kirkju. Eg vil eisini eina
evangelisklutherska
fólkakirkju, har trúfesti er
móti grundarlagnum.
Hóast fáum dáma avmark
ingar, so hevur rúmliga
kirkjan eina avmarking.
Avmarkingin er Fólkakirk
unnar grundarlag. Øll eru
vælkomin í Guds hús.
Kirkjuklokkan kallar øll at
koma. Men grundarlagi
sigur, hvat kirkjan stendur
á og stendur fyri, men
grundarlagi gevur eisini
menniskjum pláss við
teirra evnum og gávum at
virka í orði og verki, í talu
og sangi, í list og tónleiki.
Grundarlag
fólkakirkjunnar
Til tann, sum ikki veit,
kann verða upplýst, at
Fólkakirkjan hevur Skrift
ina sum norm ella myndug
leika, og so hevur hon 5
játtanarrit, sum er normur
fingin frá Skriftini.
Teir gomlu søgdu, at
Skriftin er tann hægsti
normurin (norma norm
ans), og at játtanarritini eru
tann avleiddi normurin
(norma normata). Vit
kunnu eisini siga, at í
Fólkakirkjuni er Skriftin
myndugleikin í øllum
spurningum viðvíkjandi
trúgv, læru og lívi kirkjunn
ar, og at játtanarritini eru
tann tulking, Fólkakirkjan
hevur av høvuðsinnihaldi
Bíbliunnar.
Fólkakirkjunnar læru
grundarlag er fastsett í
Norsku lóg frá 1687. Tey 5
játtanarritini hjá Fólka
kirkjuni eru tær tríggjar
gomlu, samkirkjuligu
trúarjáttanirnar, Augs
burgska trúarjáttanin (hon
frá 1530) og Luthers lítla
Katekismus. (Hesi játtanar
rit eru øll útgivin á føroysk
um við týðing lutvíst eftir
Jákup Dahl, próvst, og
Hans Jacob Joensen,
biskup).
Ápostólska trúarjáttan
ina, sum hevur orðingar
heilt aftur frá fyrst í 3. øld,
er saman við Lítlu Katekis
mus mest kend millum
manna. Katekisman tulkar
Ápostólsku trúarjáttanina,
eins og hon viðger tey 10
boðini, Faðirvár og sakra
mentini ella náðimiðlarnar
dópin og altarborðið.
Burtursæð frá okkara
fólkakirkju, teirri donsku
og teirri norsku, hava aðrar
lutherskar kirkjur á okkara
leiðum onnur játtanarrit
afturat. T.d. Luthers stóru
katekismus og Smalkald
isku greinarnar, sum
Luther eisini skrivaði.
Vit kunnu vera takksom
at játtanarrit fólkakirkj
unnar eru týdd og komin út
í bók, men tað er løgið, at
lítið og einki eftir Luther
sjálvan enn er flutt til føroy
skt. Her liggur nógv á láni.
Tað, vit trúgva
Á grundarlagi Fólkakirkj
unnar trúgva vit á ein Gud,
Faðir, Sonur og Heilagur
Andi. Vit trúgva um Gud,
at hann hevur skapað
okkum, vil frelsa okkum
frá synd, deyða og dómi,
og vil geva okkum trúnna,
geva okkum eitt nýtt lív og
gera okkum til dugandi
tænarar fyri Gud og okkara
næsta. Vit trúgva tí á Fað
irin, skapara okkara, Jesus
Krist, frelsara okkara, og
Heilaga Andan, lívgeva
okkara.
Vit trúgva um Jesus, at
hann er Frelsari og Harri.
Jesus er Guds sonur, sum
tók á seg hold og gjørdist
monnum líkur. Hann er
gitin av Heilagum Anda,
borðin í heima av Mariu
moy, deyður undir Pontius
Pilatusi og upprisin, hevur
alt valdið á himni og á
jørð, og skal koma aftur at
døma livandi og deyð.
Vit trúgva um kirkjuna,
at hon er likam Jesu Krists
Kristus er høvur kirkjunnar
og yvirhirðin yvir allar
hirðarnar og allar limirnar
á likami sínum.
Vit trúgva um kirkjuna,
at hon er verk Heilaga
Andans. Kristus fyllir sína
kirkju við Heilaga Andans
ávøkstri og gávum og
øllum tí, hann sær limirnir
á likaminum tørva. Andin
tekur frá Kristi og gevur
okkum.
Vit trúgva víðari um
kirkjuna, at hon er, sum
Augsburgska trúarjáttan
Fólkakirkjunnar lærir,
“samfelag teirra heilagu,
har gleðiboðskapurin
verður boðaður reint, og
farið verður um sakrament
ini á rættan hátt.” Við orði
og sakramentum sínum
virkar Heilagi Andin lív og
vøkstur í kirkjuni.
Ávøkstur Andans í Guds
børnum er fyrst og fremst
kærleiki til Gud og kær
leiki til næstan. Í tí at elska
hongur alt Guds orð. Boð
skapur Bíbliunnar um
Guds kærleika til syndarar
eitur tí gleðiboðskapurin,
evangelium.
Gávur Andans til Guds
børn er eisini fyrst og
fremst í orði og verki at
tænta næstanum í andaligu
og tímiligu neyð hansara.
Missión
Víðari á grundarlagi Fólka
kirkjunnar trúgva vit, at
Gud vil, at øll menniskju
skulu hoyra gleðiboðskapin
og vera frelst. Seinasta boð
Jesu til kirkju sína var, at
hon skuldi boða evangeliið
fyri øllum fólkasløgum, og
at kirkjan skuldi byrja
beinanvegin. Alt ov striltið
hevur gingist kirkjuni at
eftirlíka hesi boð frá
kirkjunnar harra.
Frelsuna lovar Gud teim
um, sum lata seg doypa,
taka við trúgv á Jesus Krist
og vilja fylgja honum.
Gud vil, at kirkjan ikki
ger mun á fólki, ikki sær
niður á nakran og ikki
gloymir nakran. Menniskju
eru øll elskað av honum
uttan mun, tey eru skapað í
Guds mynd, og hava sama
æviga virði. Men vit menn
iskju, eingin undantikin,
eru fallin í synd, eru komin
burtur frá Gudi og vilja
okkum sjálv. Okkum tørva
tí Guds náði og frelsuna í
Jesusi Kristi. Tí má
gleðiboðskapurin boðast
øllum menniskjum, áðrenn
Jesus kemur aftur at halda
dóm. Trúboðan saman við
sosialari ábygd er tí kirkj
unnar fremsta uppgáva.
Løgið, sum missión og
næstrakærleiki fyllir lítið í
virkseminum og fíggjarligu
nýtsluni hjá luthersku
kirkjunum. (Aðrar kirkjur
og samkomur mugu rann
saka seg). Lutherska læran
eigur ikki feilin, so orsøkin
skal finnast onkra
aðrastaðni.
Tað eru helst fleiri
orsøkir. Høvuðsorsøkin er
helst at vit prestar og kirkj
unnar biskupar hava ikki
gingið undan í uppsøkjandi
arbeiðinum og at kalla
kirkjunnar limir at vísa
ábygd so gleðiboðskapurin
um Jesus Krist verður
boðaður øllum og kærleiki
hansara kemur at fevna
menniskju í allari teirra
neyð. Denturin hevur
mestur á at hildið ta skipan
uppi og tað arbeiði
gangandi, sum er.
Kann ein orsøk eisini
vera, at tann læran hevur
sníkt seg inn í Fólkakirkj
una, sum er beint ímóti
Skriftini og játtanarrit
unum, at øll verða frelst, at
hvør er sælur í síni trúgv,
og at bara vit ikki eru verri
enn ”hini”, stendur væl
til? Kann tað vera, at vit
hava gloymt, at dópur og
umvending og dópur og
trúgv hoyra saman í
luthersku læruni?
Tíbetur hevur kirkjan
seinastu 100 árini havt
leikmansrørslurnar, har
kvinnur og menn hava kent
ábygd fyri trúboðan og
sosialari ábyrgd. Fyrst
høvdu vit Kirkjuligu
Heimamissiónina, Bláa
Kross og útimissiónsring
arnar. Seinni fingu vit
KFUM&K og Kirkjuliga
Missiónsfelagið. Tá ið vit
taka hesar felagsskapirnar
undir einum, hava teir
sjálvbodnir tikið sær av
barna, ungdóms og
skótaarbeiði Fólkakirkj
unnar eins og heima,
sjómans og útimissións
og hjálpararbeiði kirkj
unnar. Uttan hesar felags
skapir hevði fólkakirkjan
saknað lív og vøkstur, og
hevði hon helst ikki havt
nær til tað limatal, hon
hevur.
Kann ein onnur orsøk til
vantandi missiónssinni
vera at finna í kirkjuskip
anini sjálvari? Sum er,
letur Fólkakirkjan talvuna
ganga til frama fyri miss
iónsarbeiði, og tað, sum
inn kemur, ger mun. Men
av tiltøkupeninginum, sum
er tann peningur
kirkjuráðini sjálvi hava at
ráða yvir, kann einki verða
lætið til missiónsarbeiði og
hjálpararbeiði uttan fyri
landoddarnar. Hetta er ein
løgin regla. Hvør kann av
røttur við lóg loyva sær at
sýta kirkjuni at gera eftir
boðum Jesu, at allur heim
urin skal hoyra boðskapin
og koma at kenna kærleika
Guds?
Henda regla í lógar
skipan Fólkakirkjunnar má
broytast, so kirkjuráðini
fáa frælsi at stuðla tí, sum
liggur teimum á hjarta.
Frálæra í fólkakirkjuni
Tá ið nýggjur limur kemur
í kirkjuráð, skal hann ella
hon skriftliga vátta trúfesti
móti lærugrundarlagi
Fólkakirkjunnar og vilja at
arbeiða fyri kirkjunnar
”lívi og vøkstri”. Hetta er
gott og rætt, men her hevur
tilsvarndi undirvísing
vænta. Tí kennir ein ikki
grundarlagið, er trupult at
vita, hvat ein skal vera
trúgvur ímóti. Sjálvsagt
kenna limir fólkakirkj
unnar nakað til grundar
lagið frá t.d. konfirmant
undirvísing kirkjunnar og
frá prædiku prestanna, men
hetta er ikki nóg mikið, tí
har fær ein ikki eina
skipaða gjøgnumgongd av
øllum játtanarritunum.
Í nýggju kirkjulógum
Fólkakirkjunnar er komið
inn, at tað verður viðmælt
biskupi at syrgja fyri, at
kirkjuráðslimirnir fáa
kunnleika til játtanarrit
Fólkakirkjunnar. Nú liggur
eitt arbeiði á komandi
biskupi at finna form og
hátt at fáa hetta gjørt.
Tað er sjálvsagt, at
frálæran um grundarlag
fólkakirkjunnar verður
tengd at prestunum ella
nøkum teirra, sum vilja
taka sær av hesi undir
vísing. Presturin á staðnum
hevur ábyrgd fyri at læran
samsvarar grundarlagi.
Tann, sum hevur umsjón
við, at prestarnir halda seg
til læruna, er biskupur. Og
tann, sum tekur sær av, at
biskupur heldur seg til
læruna, ja, tað skulu reglur
gerast um.
Gud hevur givið øllum
sínum børnum at kenna
læruna. Sum Jesus sigur:
”… mínir seyðir hoyra
reyst mína”. Tvs., øll Guds
børn kunnu hoyra mun á
Guds rødd og á øðrum
røddum. Kirkjufólkið setur
ígjøgnum síni fólkavaldu
kirkjuráð bæði prestar og
biskup. Hvussu farast skal
fram móti pestum og bis
kupi, um hesir ikki fylgja
kirkjunnar grundarlagi,
kemur ein presta og bis
kupsrættur at taka sær av.
Fyri at styrkja trúfesti
ímóti læruni er eisini neyð
ugt at kirkjufólkið fær
tilboð um undirvísing í
Skriftini eins og í evan
geliskluthersku læruni.
Fólkakirkjan átti at havt
katekismusfrálæru fyri
allar aldursbólkar
kirkjunnar.
Bispavalið 2007:
Ein evangelisk-luthersk kirkja
– TRÚFESTI móti grundarlagnum
sóknarprestur
Bergur D.
Joensen
Jeg glemmer fra gang til
gang hvor mobile man er
blevet på Færøerne; man
kan køre i egen bil næsten
overalt og færgerne er redu
cerede til et lidt vemodigt
minde om dengang.
Men men men – træerne
vokser ikke ind i himmel
en. Når man skal fra
Danmark til Suderø er alt
gudskelov mere eller
mindre ved det gamle.
Opturen er ikke for slem –
man kan tage af sted ved
8.30tiden om morgen og
allerede være på Suderø
ved 3tiden, med 2 timers
ventetid i Havn. Det er jo
et fremskridt i forhold til i
gamle dage, hvor vi i
bedste fald kunne være
fremme ved 11tiden om
aftenen. Er man så heldig
at kunne få plads på Tyrl
an, er det jo den rene svir
(selvom man af uransag
lige årsager skal stå af og
vente i 2 timer i et lille
skur i udkanten af
Tórshavn).
Men når man skal hjem
– suk! Færgen fra Suderø
kl 06.00 om morgen for at
nå en flyver kl 14.45?
Dette mente jeg simpelthen
ikke kunne være rigtigt, så
jeg forsøgte mig med færg
en kl 11.00. Havde selv
følgelig allieret mig med
familie i Havn, hvilket
viste sig at være rigtig
fornuftigt, idet fartplanerne
er udfærdiget så viseligt, at
man lige nøjagtig ikke kan
nå bussen i Havn til luft
havnen. Vi overhalede
naturligvis bussen på
vejen!
Hvem er dog ophavs
mand til disse fartplaner?
Er der slet ikke noget
samarbejde mellem færge
og bus? Det burde da være
muligt at få tingene til at
hænge sammen, så mange
busser og færger er der
trods alt ikke på vores
dejlige øer.
Turist på Færøerne
Janne næs