hósdagur 4. oktober 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 192 - 4. oktober 2007
Sandoyartunnil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Skopun: Í góðveðrinum
hósdagin í farnu viku var
Torbjørn farin oman á
havnarlagið at mála bátin.
Saman við honum stóðu
aðrir skopuningar og prát
aðu. Eitt av evnum teirra
henda dagin var uttan iva
Sandoyartunnilin.
Hóast teir neyvan eru
samdir á øllum økjum, man
full semja kortini vera teirra
millum um, at uttan ein
tunnil so fer Sandoyggin at
doyggja út.
Tunnilin er ein avgerandi
treyt fyri framtíðini hjá okk
um. Men vit mugu somu
leiðis minnast til, at tunnilin
verður ikki bara til gagns
fyri okkum.
Fólk norðanfjørðs fara
at kunna búseta seg her,
ístaðin fyri í Havn. So
sleppa tey burtur hagani, tí
eg rokni heldur ikki við at
Havnin klárar at taka ímóti
øllum hesum fólkunum,
staðfestir Torbjørn.
Hann fekk eisini høvið at
seta fram sjónarmið síni á
røttum staði: Saman við
Sosialinum var nevniliga
fíggjarmálaráðhar rin,
Magni Laksáfoss.
Hann hevur av sonnum
skapt øsing í Sandoynni við
útsøgn síni um, at Sandoyar
tunnilin eigur at bíða í
nøkur ár.
Eingin orsøk at bíða
Torbjørn hevur sum vera
man fylgt væl við orðaskift
inum og kjakinum manna
millum um Sandoyartunn
ilin.
Enn er eingin avgerð tik
in um, hvørt hann kemur
ella nær hann kemur. Men
fyri henda skopuningin og
alt oyggjarfólk hansara er
støðan púra greið:
Vit vilja hava ein tunnil,
soleiðis at okkara oyggj
kann verða bundin saman
við hinar oyggjarnar.
Fyri mær er hetta einki
minni enn ein sjálvfylgja.
Tað er eingin orsøk at bíða
við hesum tunlinum!, slær
Torbjørn fast.
Fíggjarmálaráðharrin,
Magni
Laksáfoss
hevur
sagt at búskapurin er ov
heitur í løtuni til at gera
Sandoyartunnilin, og at tað
vísir seg, at tunnilsgerðir
bara gerast bíligari við
árunum.
Hesum vil Torbjørn ikki
vísa aftur, tí sum hann sig
ur: Hatta kann eg sjálv
andi einki siga um, tí Magni
er sjálvandi betri lærdur
enn eg!
Hann er kortini sannførd
ur um, at fólkið í oynni
hevur illa ráð at bíða í so
langa tíð.
Eg skilji ikki heilt, hví
tað skal vera neyðugt at
bíða við júst hesi íløguni.
Tunnilin má koma NÚ!
Samband norður
- og suður
Í Sosialinum í gjár segði
Eyðun Viderø á Sandi, at
Sandoyartunnilin
er
ein
spurningur um lív ella deyð
fyri Sandoynna.
Hesum er Torbjørn púra
samdur við honum í. Hetta
er eitt avgerðandi mál fyri
fólkið og framtíð tess í
oynni.
Skal fólkið trívast í
oynni, so er tunnilin um
Skopunarfjørð sera týdn
ingarmikil, sigur Torbjørn.
Men hann heldur ikki at
ein eigur at steðga her:
Tað næsta er sjálvandi
tað, at vit fáa samband við
Suðuroynna, og tey við
okkum!
Fólk kann flyta
av oynni
Ivasamt er í hesi løtu,
hvussu verður við ætlaða
Sandoyartunlinum.
Á politiskum stigi verður
arbeitt við málinum, og í
næstu viku kemur eitt upp
skot til viðgerðar um at fara
undir henda tunnilin. Eftir
hesum uppskoti kann koyr
andi verða undir Skopunar
fjørð longu í 2013.
Tað skilabesta hevði
verið, at farið undir Sandoy
artunnilin í somu løtu sum
Norðoyatunnilin var liðug
ur.
Maskinurnar
skuldu
komið higar suður beinan
vegin.
Tað hevði verið tað ein
asta rætta, slær hann fast.
Hann er tí ikki eina løtu í
iva um avleiðingarnar tað
fær, um tunnilin ikki gerst
veruleiki rættiliga skjótt:
Endin verður bara tann,
at fólkið flytur av oynni. Og
tað má ikki henda, sigur
Torbjørn.
Vit hava ikki ráð at bíða
Sandoyartunnilin er tað
málið, sum upptekur flestar
sandoyingar í hesum døgum.
Ein teirra er skopuningurin,
Torbjørn Jacobsen: - Fyri
meg er eingin ivi um, at Sand-
oyartunnilin skal gerast og tað
beinanvegin!, sigur hann
- Magni má skilja, at vit hava ikki ráð at bíða eftir einum tunli. Hann má koma nú!, slær Torbjørn fast.
”
Magni er sjálvandi
betri lærdur enn eg
(Torbjørn Jacobsen, Skopun)