hósdagur 4. oktober 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 192 - 4. oktober 2007
15
nøvn
eftir tunlinum
myndir
Jens Kr. Vang
Orð
Snorri Brend
Sandoy
- Eg dugi ikki at skilja, hví vit skulu bíða so
leingi eftir einum tunli. Oyggin kann doyggja
út, meðan vit bíða, sigur Torbjørn Jacobsen,
sum her er í ferð við at mála bát sín í Skopun
Mynd: Jens K r. Vang
Mynd: Jens Kr. Vang
- Hóast Magni er betri lærdur enn eg, so dugi eg í øllum førum at síggja, at skal fólkið trívast í oynni er neyðugt við einum tunli, sigur Torbjørn
Mynd: Jens Kr. Vang
Torbjørn Jacobsen sær fyri sær
mangar fyrimunir við einum tunli til
meginøkið.
Hetta verður ein stórur fyrimunur
fyri sandoyingar, men eisini fyri
onnur heldur hann:
- Bæði eysturoyingar og fólk í
Streymoy fara at fáa gagn av
hesum.
Eitt dømi um hetta er samrøðan,
sum vit høvdu fyrr í vikuni við eini
hjúni - hann úr Skopun og hon úr
Søldarfirði - sum høvdu bygt sær
egin hús í nýggju útstykkingini í
Skopun.
Torbjørn er vitandi um, at onnur
fólk - eisini norðanfjørðs - hava
fingið sær grundøki í Sandoynni.
- Far bara norður í bygdina, so
síggja tit, hvat hendir. Fólk ætla at
byggja her, uppá tað at tunnilin
kemur!
Norður búseting í Skopun
”
Vit vilja hava ein tunnil, soleiðis at
okkara oyggj kann verða bundin saman
við hinar oyggjarnar
(Torbjørn Jacobsen, Skopun)
”
Tað næsta er sjálvandi tað, at vit fáa
samband við Suðuroynna, og tey við
okkum
(Torbjørn Jacobsen, Skopun)