týsdagur 15. mai 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2001
27
gult27 cyan27 magenta27 svart27
Ósigurin á heimavølli
ímóti toppliðnum úr
Stavanger var ikki í
tráð við spælbýti og
møguleikarnar,
heldur Julian
Johnsson, sum
komandi mánadag
aftur fer at venja
saman við
liðfeløgunum
TIPPELIGA
Jóannes Hansen
Fótbóltslagið í Sogndal var
ikki gott sunnukvøldið.
Oddaliðið
Viking
úr
Stavanger var og vitjaði, og
teir fóru til hús aftur við
øllum stigunum. Teir vunnu
1–0, og málið fingu teir, tá
tað restaðu átta minuttir.
Skiftisspælarin Ben Wright
hevði bara verið á vøllinum
í einar tríggjar minuttir, tá
hann stútaði sigursmálið.
– Vit vóru sera hepnir at
vinna, staðfesti venjarin hjá
Viking Stavanger. Hann
eitur Benny Lennartsson.
F ó t b ó l t s á h u g a ð i r
føroyingar eiga at komast
við navnið. Hann var eitt
skifti venjari í Lyngby, tá
Todi Jónsson spældi har.
Hagtølini frá dystinum
siga, at Sogndal hevði seks
upplagdar málmøguleikar,
og at Viking hevði tríggjar.
Mest iðra teir í Sogndal seg
um, at teir vórðu snýttir fyri
eitt brotsspark:
– Tommy Øren varð
feldur, tá tað restaði eitt
korter. Vit hildu, at tað var
brotsspark, men tað helt
dómarin ikki. Í sjónvarpin-
um sóu vit sunnukvøldið, at
tað var brotsspark. Sjálv-
andi hevði talan verið um
øðrvísi síðstu løtu, um tað
høvdu havt verið vit og ikki
teir, sum fyrst fingu mál.
Hetta sigur Julian Johns-
son. Hann taldist ímillum
teir 2.103 áskoðararnar.
Skaðin, sum hann hevur
drigist við í tríggjar vikur
heldur honum framvegis
burturi frá besta liðnum:
– Eg venji konditións-
venjing tvær ferðir um
dagin, so eg eri ikki illa
fyri. Ætlanin er, at eg
komandi mánadag skal fara
at venja saman við hinum
aftur, og so vóni eg
sjálvandi, at tað skjótt
verður møguleiki at koma
aftur á besta liðið.
Kurt uttanfyri
Í fjør var Kurt Mørkøre so
mikið sentralur á liðnum
hjá Sogndal, at teir kallaðu
hann Kong Kurt. Hann
skoraði í so at siga hvørjum
dysti. Tá var Sogndal í
næstbestu deildini. Nú eru
teir í bestu deildini, og tað
gongst ikki so væl at skjóta
mál hjá Kurt Mørkøre, sum
tískil ikki sleppur at spæla
so nógv
Mitt í síðstu viku spældi
Songdal í fyrsta umfarinum
í steypakappingini. Dyst-
urin var á útivølli ímóti
Sør–Aurdal úr triði bestu
deildini. Kurt Mørkøre var
ímillum teir fyrstu ellivu.
Hann spældi í ein tíma.
Akkurát tá hann var farin
av
vøllinum
skoraði
Tommyu Øren til 1–0, og
trettan minuttir seinni var
støðan 3–0 til Sogndal.
Kappingarneytarnir
hjá
Kurt, Alexander Ødegaard
og Kurt Heggestad, skor-
aðu tey bæði seinnu málini.
Sunnudagin var Kurt
Mørkøre á beinkinum allar
90 minuttirnar. Tað er stórt
trýst á spælarunum í Sogn-
dal í løtuni. Teir eru í dysti
tvær ferðir um vikuna, og
tað átti at borið við sær, at
Kurt Mørkøre fekk ein
nýggjan møguleika.
Sogndal skal spæla í
landskappingini longu í
annaðkvøld.
Bæði
ta
ferðina og komandi sunnu-
dag
verður
mótstøðan
øgilig. Í annaðkvøld skulu
teir spæla á útivølli ímóti
Molde, sum er á triðja
plássi, og sunnudagin kem-
ur Rosenborg úr Trónd-
heimi at vitja í Sogndal.
Rosenborg hevur leingi
verið besta fótbóltsliðið í
Norðurlondum. Teir hava
tapt ein dyst í ár og eru á
næstfremstir.
Men
teir
verða mettir at vera mest
upplagda boðið upp á
norska meistaraskapin, og
undir øllum umstøðum
verða teir stórur biti hjá
Sogndal.
Talvið hesa vikuna
Dautov,R (2631) - Kasimdzhanov,R (2693)
Borowski A Essen (3), 04.05.2001
Dronningagambit
1.d4 Nf6 2.c4 e6 3.Nf3 d5 4.Nc3 Be7 5.Bf4 0-0 6.e3
Nbd7 7.c5 c6 8.Bd3 b6 9.b4 a5 10.a3 Ba6 11.0-0
Qc8 12.h3 Bxd3 13.Qxd3 Qb7 14.Rfc1 h6 15.Qc2
Rfc8 16.Rab1 axb4 17.axb4 Ra7 (svartur fær
kontrol yvir a-linjuna) 18.Na4 b5 19.Nc3 Rca8
20.Nd2 Bd8 21.Nb3 Bc7 22.Bxc7 Qxc7 23.f4
(steðgar e5 gjøgnumbrotinum, men svartur finnir tó
taktiskt gjøgnumbrot við næsta leikinum)
23...Ne4! 24.Nxe4 dxe4 25.Qxe4 Nf6 26.Qe5 Nd5
27.Qxc7 Rxc7 28.Ra1 Rxa1 29.Rxa1 Nxe3 30.Ra8+
Kh7 31.Nc1 Rd7 (svartur vinnur finnu, og leikar
sigurin trygt heim) 32.Nb3 Nc2 33.g3 Nxb4 34.Kf2
g5 35.Kf3 Kg6 36.Rg8+ Kf5 37.g4+ Kf6 38.fxg5+
hxg5 39.Ke4 Ra7 40.Nd2 Ra3 0-1
21 ára gamli Rustam
Kasimdzhanov úr
Uzbekistan hevur
veruliga telvað seg
inni í hitan seinasta
árið við flottum
kappingarsigrum.
Seinasti sigur var í
sterkari kapping í
Týsklandi sum helst
viðførir eitt ratingtal
yvir 2700.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Gamla
Sovjetsamveldið
fostraði ótrúliga nógv stór
talvnøvn, og ikki er hendan
gongd vend síðani sam-
veldið bleiv avtikið, als
ikki.
Vit kunnu bert nevna
Ruslan
Ponomariov
úr
Ukraina,
Alexander
Grischuk úr russlandi og
sera
ungi
Teimour
Radjabov úr Azerbaidjan.
Serliga Ponomariov og
Grischuk, sum jú deildu
fyrsta pláss í 3rd Tórshavn
International í oktober,
hava prógvað at teir saktans
megna
uppgávur
ímóti
heimselituni. Báðir eru teir
17 ár. Radjabov er við
sínum 14 árum yngsti
stórmeistari í heiminum, og
hevur eisini víst hógv í
sterkum kappingum.
Nýggja navnið í heims-
elituni
er
Rustam
Kasimdzhanov
úr
Uz-
bekistan. Hann hevur verið
stórmeistari í longri tíð,
men tað er ikki fyrrenn í
hesum seinasta árinum, at
hann hevur førkað seg heilt
fram í oddin.
Hann
vann
sterka
kapping Týsklandi herfyri,
nevnd 3rd Julian Borowski,
framanfyri góðar menn
sum Jusupow, Gurevich og
aðrar stórmeistarar. Undan
kappingini
hevði
hann
styrkitalið 2693, og eftir
síni fýra vunnin talv og
fimm javnleikum er hann
helst omanfyri 2700, og tá
kann ein kalla seg telvari í
heimselituni.
Fide ratinglistin
Gary Kasparov er ikki
longur tann einasti sum
hevur omanfyri 2800 í
rating. Vladimir Kramnik
er júst dottin um gáttina til
magiska
talið,
meðan
Viswanathan Anand
er
beint niðanfyri.
Hesir tríggir omanfyri-
nevndu eru í klassa fyri
seg. Teir prógva tað ferð
eftir ferð í krútsterkum
kappingum, og eisini er eitt
glopp niður til fjórða
mannin á listanum, sum er
bretin Michael Adams.
Sigast skal at tiltikni
Bobby Fischer enn er á
listanum, sum passivur
telvari, við heili 2780 í
styrkistali. Hansara seinast
talv var afturi í 1992 tá
hann vann ein dyst ímóti
Boris Spassky. Eisini annar
amerikumaður,
Gata
Kamsky, hevur høgt tal,
men hevur hann ikki leikt í
eini
fýra
ár
vegna
læknaútbúgving. Ilt er at
siga um hann fullkomiliga
er givin.
Topp 10 (01.04.2001):
1. G. Kasparov
2827
2. V. Kramnik
2802
3. V. Anand
2794
- (B. Fischer
2780)
4. M. Adams
2750
5. A. Morozevich 2749
6. V. Ivanchuk
2731
7. P. Leko
2731
8. A. Shirov
2723
- (G. Kamsky
2717)
9. B. Gelfand
2712
10. E. Bareev
2709
Í hølunum á hesum eru eitt
nú nøvn sum Topalov,
Svidler
og
fyrrverandi
heimsmeistarin
Anatoly
Karpov sum hevur leitað
stórformin fram aftur. Á
næsta topp tíggju lista
verður Rustam Kasimd-
zhanov møguliga millum
leyvirnar, hann er nevnliga
væl á veg.
Sí meira um rating og
annað á www.fide.com.
Nýtt navn í heimselituni
Kurt úti í kuldanum
Kurt Mørkøre tykist í løtuni
at hava fingið fast pláss á
beinkinum hjá Sogndal, men
við strævnu dystarskránni í
huga, er ikki óhugsandi, at
hann skjótt fer at fáa
møguleikan aftur
26
Nr. 91 - 15. mai 2001
gult26 cyan26 magenta26 svart26
C
M
Y
K
Síðstu ferð hann
hevði møguleikan at
skora ímóti Jákupi í
Herfølge málinum,
eydnaðist tað fyri
fyrstu ferð hjá Toda
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Todi Jónsson og Jákup
Mikkelsen hava seinastu
sjey árini mangan staðið
andlit til andlit í bestu
donsku
fótbóltsdeildini.
Jákup hevur vart Herfølge
málið, og Todi hevur verið
ímillum
framrættaðu
menninar í Lyngby og
síðani í FCK.
Nú er tað bara hálvur
annar mánaði, inntil Jákup
Mikkelsen verður fyrr-
verandi Herfølge málverji.
Sunnudagin var FCK í
Herfølge, og hetta var sein-
asti møguleikin hjá Toda at
skora hjá landsliðsfelag-
anum og vinmanninum úr
Klaksvík. Í øllum teimum
undanfarnu
dystunum
hevði tað eydnast Jákupi at
halda tætt, men sunnudagin
skoraði Todi.
FCK vann 4–3, og Todi
skoraði,
tá
teir
tveir
minuttir undan steðginum
javnaðu til 2–2. Heine
Fernandez var ikki so
sjálvsøkin, sum hann ofta
verður sagdur at vera, tá
hann stútaði upp á tvørs til
Toda, sum var púra leysur
og hevði lætt við at skora,
uttan at Jákup hevði nakran
møguleika at bjarga.
Nógv undirhald
4.468 áskoðarar vóru í
Herfølge, og teir vóru vitni
til mest undirhaldandi upp-
gerðina í 28. leikumfarin-
um. Fýra mál komu í 1.
hálvleiki og trý í 2. hálv-
leiki.
Í bløðunum fær Jákup
Mikkelsen eitt sjey tal, og
FCK
málverjin,
norski
Thomas Myhre, fær eitt
átta tal. Tað vil siga, at teir
draga eitt frá ellivu fyri
hvørt
málið,
sum
fer
ígjøgnum. Á sjónvarps-
myndini tóktist Jákup ikki
hava møguleika at bjarga
nøkrum av teimum fýra
málunum. Men hann heldur
sjálvur, at hann kanska
kundi havt bjargað fyrsta
málinum, sum kom, tá eitt
korter var farið:
– Talan var um horna-
spark, sum kom innfyri ikki
so langt frá málinum. Vit
hava í sovornum støðum
fýra spælarar á linju á fimm
metrinum. Kim Madsen,
sum stútaði málið, kom
ímillum, eftir at bólturin
var farin frramvið teimum
av okkara. Men kanska
skuldi eg havt verið úti og
havt boksað burtur, heldur
Jákup, sum altíð er sera
kritiskur ímóti sær sjálvum.
Umframt at Todi Jónsson
skoraði til 2–2, so var hann
uppi í einum øðrum máli,
men tað var í skeiva end-
anum. Tað restaðu sjey
minuttir av fyrra umfarin-
um, tá dómarin helt, at Todi
hevði
skumpað
Chris
Hermansen so mikið illa í
ryggin, at tað var neyugt at
døma brotsspark. Chris
Hermansen javnaði til 1–1,
og fýra minuttir undan
steðginum sá uppaftur betri
út hjá Herfølge. Kenneth
Jensen snaraði seg hegnis-
liga leysan, og sendi bóltin
flatt framvið norska leigu-
sveininum í FCK málinum.
Tað var javnt í steðgin-
um, tí Todi hevði skorað
eftir 43 minuttir. Í 2.
hálvleiki var tað tætt og
spennandi, og ikki fyrrenn
eftir 70 minuttir kom FCK
á odda 3–2. Thomas Thorn-
inger sendi úr vinstru flatt
fríspark ímóti málinum.
Jeppe Vestergaard royndi at
sparka burtur, men bólturin
fór ímillum beinini á hon-
um, og so sá Jákup Mikkel-
sen hann ov seint.
Eftir 76 minuttir gjørdi
verjuálitið hjá FCK, Jakob
Laursen, brotsspark ímóti
Chris Hermansen, sum
aftur var tryggur úr ellivu
metrum.
Í bløðunum fær Todi eitt
níggju tal. Hetta var hægsti
karakterurin í Herfølge
sunnudagin. Umframt Toda
fingu tríggir liðfelagar hjá
honum og fýra Herfølge
spælarar
henda
sama
karakterin.
Tá tað restaðu tíggju
minuttir varð Todi Jónsson
útskiftur við Pascal Simp-
son, og seks minuttir undan
leikloki eydnaðist tað FCK
at fáa sigursmálið. Sibusiso
Zuma, sum hevði verið væl
upplagdur,
fekk
góða
sending, gjørdist leysur og
sendi bóltin undir Jákup
Mikkelsen.
Toppur og botnur
FCK sigurin í Herfølge
hevur við sær, at teir
framvegis eru væl fyri í
kappingini um DM. Teir
eru
eitt
stig
aftanfyri
Brøndby, sum á heima-
vøllinum vann tepurt á
AGF. Úrslitið var 2–1.
Saman við Brøndby og
FCK er tað nú bara
Silkeborg, sum er við í
stríðnum um DM. Silke-
borg skuldi í gjárkvøldið
spæla á heimavølli ímóti
AaB. Viborg megnaði bara
1–1 ímóti OB, og FCM
megnaði bara 0–0 ímóti
Lyngby. Bæði Viborg og
FCM áttu heimavøll. Tey
bæði júsku liðini hava verið
drúgv í DM kappingini,
men nú tykjast teir meiri
ella minni at hava givið
skarvin yvir.
AB hevði góðar møgu-
leikar rættuliga at leggja
sjógv ímillum seg og
Herfølge í stríðnum fyri at
sleppa undan niðurflyting.
Men teir megnaðu bara 1–1
á heimavølli ímóti niður-
flutta Sønderjylland. Har-
við øktist munurin ímillum
Herfølge og AB til fýra
stig, men allar súðir eru
ikki syftar, tí Herfølge fær
seinni í mánaðinum vitjan
av AB.
29. umfarið í superliguni
er á skránni longu hós-
kvøldið. Tá verður spælt
soleiðis:
AB–Brøndby,
AaB–Viborg, FCK–FCM,
Sønderjylland–Silkeborg,
Lyngby–AGF
og
OB–
Herfølge.
Eftir sigur á útivølli
er tað ikki veruleika-
fjart hjá Hvidovre at
rokna við sætta
plássinum, sum Peter
Schmeichel vildi hava
sítt felag at røkka
DANMARK:
Jóannes Hansen
Í Sundby Idrætspark spæla
teir altíð fyrrapartin sunnu-
dag. Nú sunnudagin vóru
tað Óli Johannesen og
Hvidovre,
sum
vitjaðu
Fremad
Amager.
915
áskoðarar møttu, og teir sóu
Hvidovre vinna 2–0 ímóti
heimaliðnum, sum onkun-
tíð hevur sæð betri dagar,
enn teir gera nú. Fremad
Amager
er
í
stórum
niðurflytingarvanda.
Málini komu miðskeiðis
í 2. hálvleiki. Hvidovre
skoraði í 66. og í 67.
minutti, og Óli Johannesen
eigur enn til góða at skora
fyri nýggja felagið hjá sær.
Tá
Peter
Schmeichel
keypti seg inn í Hvidovre,
segði hann, at málið var at
røkka bestu deildini. Hann
helt tað vera veruleikafjart
at rokna við uppflyting í ár,
men hann metti tað ikki at
vera av leið at røkka sætta
plássinum. Eftir sigurin á
Amager sunnumorgunin er
Hvidovre á sjeynda pláss-
inum. Tað er tætt undir
Hvidovre, meðan tað eru
fýra stig upp til sætta
plássið.
Eitt av liðunum omanfyri
Hvidovre er Farum, sum
sera fegið vil upp í bestu
deildina. Peter Brixtofte,
borgarstjórin
í
Farum,
stendur á odda fyri liðnum,
sum heilt víst ætlar sær at
flyta upp komandi ár. Tað
sæst m. a. í, at teir hava
keypt fleiri spælarar úr
bestu deildini.
Fríggjakvøldið fær Hvid-
ovre vitjan av Farum, sum í
løtuni er á fimta plássi.
Á sætta plássinum, sum
Hvidovre ætlar sær, er
gamla stórfelagið á Eystur-
brúgv í Keypmannahavn,
B93. Har tykist tað kortini
ikki ganga nakað serligt.
Um vikuskiftið sóu 301
áskoðarar B93 tapa á
heimavølli 2–1 ímóti Skive,
sum ongantíð hevur gjørt
nakað serligt um seg, og
sum í løtuni er niðarlaga á
støðutalvuni.
Sunnudagin
styrkti
gamla meistarafelagið, Es-
bjerg, nógv um sína støðu í
stríðnum um uppflyting.
Størstu kappingina fáa teir
frá
Frem.
Sunnudagin
hittust hesi bæði liðini á
heimavøllinum hjá Frem í
Valby. Esbjerg vann 2–1, og
harvið bendir nógv á, at
steðgurin hjá Esbjerg í
næstbestu deildini á hesum
sinni bara verður eitt ár..
Tað eru fimm umfør eftir
at spæla, og umframt
Esbjerg og Frem mugu
Køge og Vejle roknast sum
møgulig evni til uppflyting.
Vejle gjørdi sína skyldu, tá
teir vunnu 3–0 á heimavølli
ímóti FC Aarhus, sum er í
stórum
niðurflytingar-
vanda.
Hjá Køge gekk munin
lakari. Teir taptu á heima-
vølli 2–0 ímóti Randers
Freja, sum Atli Gregersen
er knýttur at.
Todi basti Jákupi
Myndin her varð tikin, tá Herfølge tók ímóti FCK og eftirfylgjandi fekk handað gullmerkini. Nú er hýrurin tó ein heilt annar hjá
meistarunum, sum eru hart kroystir í botninum á stigatalvuni
Óli tætt at málinum