Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 91 - 15. mai 2001 gult28 cyan28 magenta28 svart28 C M Y K Helgi L. Petersen er kanska í løtuni tann besti føroyski spælarin í heimligu kappingini, og enn eina ferð noyddist liðformaðurin á landsliðnum, Jens Kristian Hansen, at taka seg úr einum dysti, tí hann er skaddur FÓTBÓLTSLANDSLIP Jóannes Hansen Um vikuskiftið var Allan Simonsen, landsliðsvenjari, og tók bestikk av støðuni í Føroyum. Fríggjadagin var hann í Runavík, og sunnu- dagin var hann í Gundadali. Ørindini vóru sjálvsagt at fáa eina fatan av, hvussu væl spælararnir eru fyri, nú teir báðir fyrstu landsdyst- irnir á heimavølli í ár rættu- liga eru farnir at nærkast. Fyrri dysturin verður á Svangaskarði ímóti Sveis hvítusunnuaftan, sum er leygardagin 2. juni. Seinni dysturin verður ímóti Jugo- slavia mikudagin 6. juni. Hann verður á Tórsvølli. Uttanfyri landoddarnar eru seks spælarar, sum heilt víst fáa landsliðsboð, og so er spurningurin, hvussu tað verður við Súna Olsen, sum hesa seinastu tíðina hevur roynt seg eitt sindur sum skiftisspælari í FC Zwolle í næstbestu deildini í Hollandi. Hinir seks eru Julian Johnsson, sum er um at koma fyri seg eftir skaða, Kurt Mørkøre, sum ikki hevur spælt serliga nógv á besta liðnum hjá Sogndal tær síðstu vikurnar, Johan B. Hansen, sum ikki er á besta liðnum hjá OB, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Todi Jónsson. Jan eyðsýndur At landsliðsvenjarin valdi at vera í Runavík dýra biðjudag var ikki so und- arligt. Fimm av spælar- unum, sum hava verið í átjan manna hópinum tær síðstu ferðirnar, vóru á vøllinum, tá NSÍ hevði vitjan av B68. Jens Martin Knudsen tykist skapa tryggleika í NSÍ verjuni, og við síni mælsku rødd er hann íblásari til liðfelagarnar longri frammi á vøllinum. Christian Høgni Jacobsen syrgdi við avrikinum í Luksemburg, har hann skoraði annað málið og legði upp til hitt, og við dystinum í Moskva fyri, at hann er væl við, tá átjan manna liðið til dystirnar fyrst í juni skal veljast. Ímóti B68 fekk hann ikki nakað serligt høvi at vísa sítt kynstur. Alt ov sjáldan fekk hann nóg góðar bóltar at arbeiða við. Men úr ellivu metrum vart hann tryggur. At hann eisini skoraði í Klaksvík boðar frá, at tevið er, sum tað eigur at vera hjá álopsspæl- ara. Hjá B68 vóru Øssur Han- sen og Fróði Benjaminsen væl upplagdir. Teir mundu vera høvuðsorsøkin til, at toftamenn høvdu yvirvág í miðvallar spælinum. Fróði var sterkur í nærdystunum á jørðini og í luftini, og Øssur hevði fleiri hugflogs- ríkar løtur. Ein av hesum var, tá hann í álopsstøðu var staddur í høgru. Arnold Joensen bjóðaði seg til úti í borðinum. Øssur brúkti uppløgdu sendingina í borði sum fintu, tríggir mótstøðumenn hoppaðu upp á tað, og so valdi landsliðsmaðurin at traðka upp um bóltin og draga inn ímóti miðásinum. Hans Fróði Hansen vann nógvar luftbóltar, men tað tóktist viðhvørt sum hann hevði eitt sindur ilt við at halda plássið í miðverjuni og ov lætt lat seg lokka fram á vøllin og út í borðini. Jan C. Dam hevur spælt 39 landsdystir, og hann hevði einki havt ímóti at talið varð snøggað til 40. Í fjør var Jan C. Dam á landsliðnum í báðum venj- ingardystunum í La Manga, og hann spældi fyri 39. ferð á landsliðnum, tá Føroyar 26. apríl í fjør vunnu 1–0 í Liktinstein. Ímóti Danmark á Tórsvølli var hann á beinkinum allar 90 mi- nuttrnar, og í HM undan- kappingardystunum á heimavølli ímóti Slovenia og á útivølli ímóti Sveis var hann als ikki við. Landsliðsvenjarin hevur neyvan tær stóru framtíðar ætlanirnar við Jan C. Dam. 7. september verður verju- maðurin 32 ár. Men dýra biðjudag var Jan C. Dam væl fyri, og serliga í 2. hálvleiki spældi hann sann- førandi. Undan dystar- byrjan var Allan Simonsen í umklæðingarhølunum og heilsaði upp á spælararnar, og tað kann hugsast, at tað hevur sett eitt sindur av eyka ferð í Jan C. Dam. – Spælið var týðuliga merkt av, at talan var um lokalt innanhýsis stríð. Serliga í 2. hálvleiki var Jan C. Dam sera væl upplagdur og eyðsýndur, helt venjarin eftir dystarenda. Havnarmenninir Sunnudagin vóru – burtursæð frá Sámali Joensen – allir teir heimligu landsliðsmenninir, sum ikki spældu í Runavík friggjadagin, í Gundadali, og Allan Simonsen var ímillum áskoðararnar í góðveðrinum. Allan Mørkøre er met- maður á landsliðnum, og Allan Simonsen man halda fast pláss opið til hansara. Tað er á landsliðnum, at Allan Mørkøre so at siga skal spæla seg av, og tískil hevur tað ikki so stóran týdning fyri fyrstu altjóða framtíðina hjá Allani Mørkøre, at hann ikki var serliga eyðsýndur ímóti B36. Rógvi Jacobsen stóð heldur ikki sterkur í myndini, og Andrew av Fløtum fór út, tí hann var skaddur. Uni Arge er sjálvskrivaður í landsliðs- hópinum. Hann misnýtti ein stóran møguleika sunnudagin, men annars fekk hann lítið at arbeiða við. B36 hevur seinastu tíðina átt fýra spælarar í lands- liðshópinum. Jens Kristian Hansen, sum fyrr í ár hevur verið nógv skaddur, noydd- ist av vøllinum tíðliga í 2. hálvleiki, tí hann hevði fingið ein vøddaskaða. Inntil tá hevði hann staðið seg væl. John Petersen stóð veikari í myndini, enn hann plagar at gera, og hann varð skiftur út. Jákup á Borg tykist betri upplagdur, enn hann nakrantíð hevur verið. Serliga í 1. hálvleiki, tá hann var í álopinum (eftir steðgin varð hann fluttur á vongverjan) var Jákup ágrýtin og vandamikil. Pól Thorsteinsson greiddi sín setning til fulnar. Setningurin var at taka sær av Allani Mørkøre. Tað vil við øðrum orðum siga, at Pól var ytstur á mið- vøllinum í vinstru. Tann leiklutin hevur hann eina ferð áður havt, og tað gekk ikki so væl. Í dystinum ímóti Letlandi varð hann fyri einastu ferð higartil skiftur út í landsdysti. Skulu vit nevna onkran spælara, sum ongantíð áður hevur verið á landsliðnum, men sum avgjørt styrkti um sína støðu í Gundadali sunnudagin, so má tað verða Herbert í Lon Ja- cobsen. Hansara uppgáva var at ansa eftir Una Arge. Tað gjørdi hann væl og virðiliga. Ikki sýnaðir GÍ er oddalið í lands- kappingini. Tað eru teir sjálvandi ikki av ongum. Liðformaðurin hjá gøtu- monnum, Sámal Joensen, er fastur maður í lands- liðsferðalagnum. Henning Jarnskor tykist ikki eiga sama rættin til pláss í átjan manna hópinum, sum hann hevur havt. Fríggjadagin sást í Gundadali, at hann var betri fyri, enn hann hevur verið leingi. Bartal Eliasen hevði ein kiksara, sum bar mál við sær til HB. Men annars var hann sum ein brandur, og Helgi L. Petersen, sum eina ferð hevur verið í lands- liðshópinum, men enn eigur fyrsta landsdystin til góðar, er kanska tann spæl- arin, sum er best fyri av øllum í løtuni. Vágbingar eru meistarar, men eingin teirra tykist vera upp á tal hjá Allani Simonsen, og hóast tað eru nógvir klaksvíkingar í hópinum hjá landsliðsvenj- aranum, so er eingin KÍ spælari upp á tal til lands- liðið. Allan Simonsen sigur, at hann tíggju dagar undan hvítusunnuaftan fer at almannakunngera, hvørjar átjan hann ætlar at hava við til teir báðar heimadyst- irnar fyrst í juni. Tað vil við øðrum orðum siga, at í seinasta lagið Kristi himm- alferðardag, tá seinnu hálvfinalurnar í steypa- kappingini eru á skránni, verður tað greitt, hvørjir átjan fara at fáa lands- liðsboð. Jan Dam var á altjóða støði Helgi L. Petersen hevur enn fyrsta landsdystin til góðar, men heldur hann á fram við sama spælinum, er hetta helst bert ein spurningur um tíð Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 91 - 15. mai 2001 29 gult29 cyan29 magenta29 svart29 Koyrikort Nýtt skeið byrjar á Glyvrum hósdagin 17. mai kl. 19.00. Eysturoyar Teoriskúli Johan Beder, tlf. 210821 Ole Lykke, tlf. 220972 Hugo Kristiansen, tlf. 225225 Port State Control Hósdagin 16. mai 2001, millum kl. 14.30 og 18.00 verður kunnandi fundur um »Port State Control«- skipanina hildin á Føroya Sjómansskúla. PSC er ein skipan, har tey flestu evropeisku londini, saman við Kanada, hava tikið seg saman um at samskipa eftirlitið við,at útlendsk skip,sum koma í teirra havn ella sjóøki, lúka altjóða krøv frá IMO um trygd og havumhvørvisvernd á sjónum. Eftir- litið er serliga rættað móti handilsskipum í altjóða sigling. Umboð frá Søfartsstyrelsen og Sjóvinnufyrisiting- ini verða við. Frá Søfartsstyrelsen kemur Arne Ulstrup, yvir- skipasýnsmaður og limur í nevndini, sum gjørdi álit um yvirtøku av skipaeftirlitinum at greiða frá hesum: 1. Stutt lýsing av altjóða sáttmálum frá IMO um trygd á sjónum 2. Samanhangur millum altjóða sáttmálar og føroyska lóggávu 3. Hvussu er eftirlitið við altjóða krøvum skipað í »Port State Control« skipanini 4. Hvussu oftani verða handilsskip kannað í útlendskari havn og hvar gongur markið fyri, nær skip verða eftirhildin 5. Hvørjar fylgjur fær tað um skip og manning ikki lúka altjóða sáttmálar Umboð fyri Sjóvinnufyrisitingini, Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóri, greiðir frá teimum før- oysku lógunum innan sjóvinnu, sum eru mann- ingarlógin, mynstringarlógin og sjómanslógin. Víst verður á samanhangin millum førleikakrøv til manning og sjóvinnubrøv. Á fundinum er lagt upp til kjak um, hvussu reiðar- ar og manningar kunnu vera við til at lyfta stand- ardin á føroyskum skipum soleiðis, at Føroyar kunnu koma millum tey framkomnu londini á tí árliga PSC-listanum. Fundurin er almennur. Tórshavn tann 14.mai 2001 Sjóvinnufyrisitingin Málingaarbeiði Tveir mans søkjast til at mála tak og vindeygu. Sildagoymslan Tlf. 312355 Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Til feløg v.m. Innlatingarfreistir viðv. sjálvupp- gávum og roknskapum Sjálvuppgávur og roknskapir viðvíkjandi árinum 2000 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. við roknskaparskyldu skulu vera Økis- skrivstovunum hjá Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2001, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmannakkaárinum 2000. Sjálvuppgávan verður roknað at vera innlatin rættstundis, tá hon er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella er latin í postin í seinasta lagi omanfyri nevnda innlatingardag. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag. Ber til at leingja freistina? Tá serlig grund er til tess, kunnu Økisskriv- stovurnar leingja freistina til 15. august 2001, treytað av at - umsóknin er skrivlig - umsóknin er send áðrenn 1. juni 2001 - sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innkomin. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið -har tað hendir Sjálvsognarstovn urin Alv søkir eftir tveimum fólkum uml.1/2 tíð, til sølubúðina. Størvini verða at byrja 1. juni 2001. Vit síggja fegin at tú hevur: – Handilsskúlaútbúgving og/ella áhuga og royndir í at standa í handli. – Dugir at tosa danskt, enskt og helst eisini týskt. – Ert fyrikomandi og sjálvstøðugur. Av tí at vit selja heimagjørdar vørur,er ynskiligt,at umsøkjarin eisini hevur kunnleika til handgjørdar vørur. Møguleiki er fyri at hava skiftandi arbeiðstíð, og eisini frídagar. Størvini verða lønt sambært S&K sáttmálanum. Umsóknarfreistin er 26. mai 2001. Umsóknir skulu sendast til: Sjálvsognarstovnurin Alv 430 Áir Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj.