Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mai 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 91 - 15. mai 2001 Nr. 91 - 15. mai 2001 31 gult30 cyan30 magenta30 svart30 gult31 cyan31 magenta31 svart31 C M Y K Eivind Jacobsen Strendur Kári Petersen skrivaði 1. mai eina grein um at Full- veldisætlan Landsstýrisins ikki hongur saman. Dagin eftir svaraði ein fornermað- ur varaløgmaður aftur. 6 apríl setti Edmund Joensen skrivligan fyrispurning um sama evni til Løgmann. Løgmaður svaraði 3 mai. Tað sum vit síggja er, at bæði Løgmaður og vara- løgmaður brúka somu talvur at svara spurningum við. Men tað er undarligt at teir als ikki siga tað sama. Eru teir ósamdir? Ella vita teir ikki, hvat teir tosa um? Høgni Hoydal sigur, at landsstýri hevur gjørt útrokningar, sum uttan- landanevndin fekk í sam- band við viðger av tingmáli nr. 114 um framtíðarstøðu Føroya. Tí sigur hann, at alt er væl kannað út í æsir. Men við at kanna eftir á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi síggja vit fylgj- andi: 13/3 Málið framlagt; 16/3 Málið fær 1. viðgerð; 20/4 2. viðgerð og málið samtykt. Nevndarfundir hava verið 20 og 27/3 og 3, 10,17 og 18/4 Men vit síggja eisini at fíggjarligu útrokningarnar frá Fíggjar- málastýrinum komu 17 og 18 apríl. T.v.s. at Uttan- landanevndin fekk sítt tilfar seinasta dagin undir við- gerðini av málinum. Í talvunum síggja vit eisini, at tær eru gjørdar 16 og 17 Apríl. Tí má niðurstøðan verða, at tá Høgni Hoydal sigur at Landsstýri hevur gjørt útrokningar, er talan um heilaspuna. Men Høgni er meistari at venda øllum. Bert harmuligt at hann um neyðugt eisini brúkar iva- som argumentir. Trúvirðið av hesum talvum tíður eis- ini uppá, at røtt dagfesting hevði verið 1. Apríl. (meira um hetta seinni) Trúgv kann flyta fjøll. Men sjálvt Høgni fer at ásanna, at tá fjallið ikki kemur til Høgna, noyðist Høgni til fjallið. Anfinn Kallsberg sigur um somu tøl, at hetta bert er ein meting av hvat krevst, fyri at javnvág skal verða í Landskassanum. Vit staðfesta sostatt, at meðan Høgni tekur hesar útrokn- ingar sum prógv fyri at Fullveldi hongur saman, sigur Anfinn, at tølini bert eru vegleiðandi og siga, hvat skal til. Eingin grund- geving fylgjur hesum tøl- um. Tí er hetta at rokna sum leysir pástandir, sum ikki kunnu brúkast til nakað sum helst. Um svarið hjá Anfinn Kallsberg kunnu vit í stuttum siga, at tað er sum altíð hjá Anfinn Kallsberg, ein slutur fyri ein slatur, sum ikki sigur nakað sum helst, Bert rundar orðingar sum t.d. søguligur miðal- vøkstur , sum er søguligur og tí als ikki er nøkur framtíðarmeting. Høgni skuldi heldur samanlíkna Anfinn við Erasmus Mon- tanus.Løgmaður svaraði sostatt, at samgongan hevur ikki gjørt nakrar metingar av búskaparligum avleið- ingum av fullveldisætl- anini. Hvørjum løgmanni skulu vit trúgva? Ósakligar grundgevingar Høgni Hoydal sigur í Sosialinum 2. mai, enn einaferð, at stórt tal av føroyskum búskaparfrøð- ingum hava verið við til at gjørt útrokningar í Hvítu Bók.. Hetta er rætt. Men Høgni gloymur (sjálvandi við vilja) at nevna, at búskaparfrøðingarnir als ikki eru samdir um tølini. Sambandsflokkurin hevur roynt at fáa onkran bú- skaparfrøðing til alment at gera kritisktar viðmerk- ingar til tølini í Hvítu Bók, men ongin vil. Orsøkin er, siga teir, at teir óttast fyri møguligum avleiðingum. (Sí grein hjá Jóhan Petersen) Ei undur í, at vit bert hoyra einvegis propa- ganda. Høgni vísur eisini til tvær talvur, sum gjørdar vóru 17. Apríl. Hesar talvur hava einki við útrokningar av framtíðini at gera. Onnur er ein meting av hvat krevst í minsta lagi fyri at javnvág skal verða í 2016. Hetta er tí ein útrokning sum best kann samanberast við tá eitt virki roknar null-punkts umsetning. Tí er tað tað reina tvætl sum Høgni Hoydal sigur um hetta. Høgni hevur rætt og slætt ikki skilt hvat hetta eru fyri tøl. Hin talvan er ein fram- skriving, sum er skilaleyst bjartskygd. Her verður rokna við at verðandi bú- skaparvøkstur fer at halda fram nøkur ár enn. Hetta er púra skilaleyst. Vit keyptu fyri 429 mió meira enn vit seldu fyri seinasta ár. Um vit skulu hava framhaldandi vøkstur, krevst at fiska- og laksaprísir vaksa eins nógv og teir hava higartil. Nei, sjálvt ikki substral og propaganda fáa trøðini at vaksa inn í himmalin. Ein onnur treyt er, at innflutn- ingurin økist við somu ferð sum higartil. Tað letur seg sjálvandi gera við einum fíggjarmálaráðharra, sum sigur seg ansa eftir, men einki ger. Hetta ger, at ein fortreyt fyri fullveldis- ætlanini er, at handilsjavnin versnar enn meira. Tá blokkurin samstundis minkar verður talan um undirskot á gjaldsjavnan- um. Vit tosa um undirskot uppá minst _ milliard. Jú sanniliga nærkast 80 ini. Viðmerkjast kann um gjaldsjavnan, at vit bert hava fyribilstøl fyri 1998 og eingi almenn tøl fyri 1999 og 2000. Hetta er sjálvandi skilaleyst. Vit vita tí als ikki hvussu stendur til við okkara uttanlandaskuld. Tað gjørdu vit heldur ikki í 1988. Tá vóru eisini pengar í landskassanum og Tjóð- veldi umsat fíggjarmál. Hóskandi kunnu vit enda við at siga, at alt tíður uppá, at Føroyar eru væl ávegis Aftur í 80 ini við Tjóð- eldisflokkinum. Tað var ein góð tíð. Men aftaná 80 ini koma 90 ini. Livst so spyrst. Aftur í 80-ini Marjus Dam, løgtingsmaður Seinastu lønarsamráðingar og streika vísa, at neyðugt er við skattalætta og prís- eftirliti. Ein kann fara 3 ár aftur í tíðina og spyrja, hvat valorrustan tá lovaði. Jú, Fólkaflokkurin lov- aði, at skattalættin uppá 500 milliónir, ið var farin fram undir Sambandssam- gonguni frá 94 til 98, seinast við sjómannaskatt- inum, skuldi halda fram, so allir føroyingar, um teir komu framat, vórðu teir næstu, ið skuldu merkja skattalættan. Veljarin gav teimum av hesi orsøk 8 tingmenn og møguleikan at leiða samgonguna. 3 ár eru nú farin. Før- oyingurin hevur ikki sæð nevnivert til skattalætta, undantikið tað, ið and- støðan hevur framprovo- kerað. Seinastu 3 árini er reallønin helst minka, so fólk hava minni eftir í sín part, enn áðrenn núsitandi samgonga tók við. Helst tí sum mest skal fyllast upp í loysingarkassan. Talan er um eina skeiva gongd. Skattalætti er neyðugur: Streika er nú í landinum. Tað eru røddir bæði fyri og ímóti. Men øll eru samd um, at betri hevði verið, at ongin streika var. Skattatrýst: Um vit hyggja eftir skatta- trýstinum her á landi, so nevndi Karstin Hansen, fíggjarmálaráðharri, eftir seinastu "samráðingar" við danir, at eftir útrokningum hjá T & S, er skattatrýstið hjá føroyingum hægri enn í Danmark. T.v.s. at fólk her á landi hava minni eftir, tá avgjald er latið til myndug- leikarnar í Føroyum, enn í Danmark - væl at merkja, um lønin er hin sama. Men tá lønarlagið í Føroyum er lægri enn í Danmark, merkir tað, at reallønin er lægri. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag, nevndi ein morgun í ÚF, at t.d. ein trailara- koyrari í DK fekk 200 kr um tíman í løn. Tað saman var galdandi fyri truck og kranaførarar. Í Føroyum fáa hesi fólk uml 90 kr. Tað skal ikki tað stóra rokni- kynstri til fyri at síggja, at fyri sama arbeiði fær danin eftir skatt útgoldið meira, en føroyingurin fær í tímaløn áðrenn skatt. Nú skal eg ikki siga, at alt í Føroyum skal vera sum í grannalandi okkara. Men vørurnar í Føroyum kosta ofta meira enn í Danmark. So skal arbeiðandi fólki fáa meira pening ímillum hendurnar, so kann tað almenna geva sítt íkast við t.d. at lækka skattin hjá øllum og hækka botnfrá- dráttin. Príseftirlit: Samstundis verður, eftir míni hugsan, neyðugt við einum príseftirlitið, ið tryggjar, at vørurnar ikki hækka órímiligt, eins og ein hevur varhuga av er gald- andi ídag, hvørja ferð, ið lønarvøkstur er. Tað tykist sera hugstoytt, at skattalætti av nøkrum bert verður nýttur sum valagn. Tá so somu per- sónar sita í hægstu sessum, so fáa aðrir skyldina fyri at onki hendir á hesum øki. Samstundis, sum skatt- gjaldarin veit, at loysingar- eksperimenti fer at kosta eina so stóra skattahækk- ing, at ongin orkar at bera byrðuna. Verri kappingarføri - økt landskassayvirskot: Tað er sera harmiligt, og ikki sørt skaðiligt, at ongin skattalætti verður framdur. Nú fer so aftur yvirskot landskassans at økjast við stórum parti av lønar- vøkstrinum, ið endar í al- mennu kassunum. Goldið við niðursettum kappingar- føri, ið rakar serliga privatu vinnuna, eins og tann privata, hart. Ein kann ikki vænta, at núsitandi samgonga viður- kennir, at alt ov høga skatta og avgjaldstrýstið bæði er óneyðugt og skaðiligt fyri okkara land. Sjálvandi fer fíggjarmálaráðharrin aftur at ávísa eitt enn størri yvirskot á landskassarokn- skapinum. Men merkir ikki stóra almenna yvirskotið, eitt tilsvarandi minni yvirskot hjá arbeiðandi føroyin- ginum og vinnuni? Minni pening til at seta í verk møguligar nýggjar privatar vinnugreinir? Higartil kunnu vit bert staðfesta eitt: Skattalættin hjá hesi samgongu var valagn og sápubløðra. Vit kunnu staðfesta, at okkara skattatrýst smb Karstin Hansen er hægri enn í Danmark - og við lægri lønum er realintøkan nógv lægri enn í Danmark. So kom nú við skattalætt- anum. Tað eru vit mangir í andstøðuni, ið vilja taka undir við - eisini tá vit sita í samgongu. Væntandi er, at skatta- lættauppskot aftur verða løgt á Føroya Løgting beinanvegin í komandi setu. Í hvussu so er av andstøðuni. TÍ SKATTURIN ER NEVNILIGA ALT OV HØGUR! STREIKA - SKATTALÆTTI : VIÐMERKINGAR Felagið fyri Skrivstovu- kramba- og teknisk starvsfólk Upplýsir um: -sáttmálan -starvsmannalógina -frítíðarlógina o.a. Gerist limir - so standa vit sterkari! Tlf 316837 og 216837 Traðarvegur 20 Boks 1378 110 Tórshavn skfelag@post.olivant.fo Opið er soleiðis: Mánadag - fríggjadag 9.00 - 12.00 13.00 - 16.00 Starv innan kredittmeting Søkt verður eftir starvsfólki til kredittdeild okkara Uppgávurnar eru: • ráðgeving innan kredittøkið til allar deildir v.m. • útinnan av kredittmetingum; vinnuligt og privat • roknskaparsundurgreiningar • lýsing av vinnugreinum • hagtalsuppgávur • ad-hoc uppgávur Førleikakrøv: • HA, HD, Bachelor ella aðra viðkomandi útbúgving • kunnleika til EDV • duga at málbera seg í skrift og talu Persónligir eginleikar: • duga at arbeiða sjálvstøðugt • vera fyrikomandi og hava góð samstarvsevni Starvsstaður er Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Boga Bendtsen, undirstjóra, tel. 348 000. Løn og eftirløn verða ásett eftir nærri avtalu. Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða Føroya Sparikassa í hendi í seinasta lagi 18. mai 2001, og sendast til: Føroya Sparikassi att.: Starvsfólkaleiðarin Postsmoga 34 110 Tórshavn Kredittdeildin,Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn E-post: kredittdeildin@sparikassin.fo www.sparikassin.fo Arbeiðsøkið hjá kredittdeildini fevnir m.a. um ráðgeving av deildum Sparikassans, kredittmeting, vinnugreinalýsingar, uppfylging, roknskapar-, hagtals- og aðrar uppgávur. Í løtuni starvast 8 starvsfólk á kredittdeildini. Pedagogar til dag- stovnin í Fuglafirði 1) Søkt verður eftir 1 pedagogi 35 tíma viku,at byrja 01.08.2001.Starvið er á stovu við 10 børnum 0-3 ár. 2) Søkt verður eftir 2 pedagogum 35 tíma viku, at byrja 01.09.2001.Starvið er á stovu við 10 børnum 0- 3 ár. Lønin verður fyribils sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag í 11/13 lønarflokki. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðaran tlf.444940/225222. Umsóknir saman við avritum av prógvum og við- mælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í sein- asta lagi 28.mai 2001 kl.10.00. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður 9.mai 2001 Fuglafjarðar býráð Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sosialurin - 311820 Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm í ummáli, og frá AA til H skál. Ert tú ein av teimum 80%, ið ganga í skeivari BH-stødd? Støkk so inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa tær at finna júst tína stødd. Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 HEILAFELAGIÐ Felagið fyri apopleksi- og afasirakt MBF-húsið, Landavegur 10,Tórshavn FRÁ Í DAG OG HVØNN TÝSDAG KL. 18-20 SVARAR TELEFONIN HJÁ FELAGNUM Á TLF. 311520 Endamál felagsins er: • At upplýsa um apopleksi og afasi • At stuðla teimum raktu og teirra avvarandi • At ráðgeva um almennan stuðul, skeið, frítíð og aðra hjálp • At betra viðgerðar-, undirvísingar- og uppvenjingarumstøður hjá teimum raktu • At knýta bond millum fólk í somu støðu • At luttaka í tjóðskaparligum, rorrønum og altjóða samstarvi Í Býin