Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 4. oktober 2007 29 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tá ið eg ikki fái spælt 100%, so kann eg ikki spæla á landsliðnum, tí har krevst at ein er púra klárur til hvønn dyst. Óli Johannesen Tað verður eitt Stjørnulið uttan tveir av útlendingunum, sum hava havt so stóran týdning fyri Stjørnuna síðstu árini, sum fer at kappast í heimligu Sunset- kappingini í ár. Sterki strikuspælarin, Una Olsen, sigur tó, at liðið hevur góðar vónir fyri kappingina, sum liggur fyri framman HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Stjørnan má uttan iva met­ ast at vera sterkasta liðið innan føroyskan kvinnu­ hond­bólt seinastu árini. Stjørnan hevur vunnið meistaraheitið tvey tey seinastu árini, og tí er tað júst hetta liðið, sum hini liðini fyrst og fremst skulu steðga, um tey ætla sær at vinna meistaraheitið. Stjørnan hevur annars ikki latið nakran iva vera um, hvat hevur verið sterk­ asta liðið seinastu árini. Síðstu fýra árini er tað blivið til trý meistaraheiti og tríggjar sigrar í steypa­ kappingini, og tí má Stjørn­ an helst eisini metast sum favorittar at end­urvinna meistaraheitið í steypakapp­ ingina í ár. Tað er tó ikki heilt tann sama manningin, sum fer at manna besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni í ár. Stjørnan hevur nevniliga mist tveir av heilt stóru profilunum, sum hava mannað liðið síðstu árini. Alina Olaru, sum av mongum hevur verið mett at verið besti spælarin í land­inum, er skift til Tjald­ur, meðan málmaðurin, Agne Mesa­ naite, er farin heim. Stjørn­ an far tó ein nýggjan d­ana í malið fyri Agne, men eingin ivi er um, at missurin av Alinu og Agne helst fer at følast. Vit hava tikið eitt prát við sterka strikuspælaran hjá Stjørnuni, Unu Olsen, nú nýggja kappingarárið júst er byrjað. Eru væl fyri Una Olsen sigur, at spælar­ arnir eru rættiliga væl fyri í ár, at at tey í Stjørnuni hava fyrireikað seg væl til kapp­ ingina. ­ Ja, vit hava vant í alt summar, so vit burd­u verið væl fyri. Vit vand­u sera hart upp und­ir Evropa Cup­ d­ystirnir niðri í Montenegro fyri at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt, men eftir hetta slakkaðu vit eitt sind­ur av. Síðstu vikurnar hava vit tó vant hart fyri at blíva ord­iliga klárar til kapping­ ina, og hetta hald­i eg, at vit eru, sigur Una Olsen. Una sigur annars, at liðið slett ikki verður tað sama sum í fjør, serliga tí felagið hevur mist onkrar av týd­n­ ingarmestu spælarunum. ­ Ja, vit hava mist bæði Alinu og Agne, og tí hava vit slett ikki sama lið, sum vit høvd­u í fjør. Einasti leik­ arin, sum kemur afturat hóp­ inum, verður d­anski mál­ maðurin, sum var við okkum niðri í Montenegro. Hon er ikki komin til land­ið enn, men kemur væntand­i í komand­i viku, sigur Una. Sjálvt um liðið hevur mist tveir so týd­ningar­ miklar leikarar, so held­ur Una, at hetta kann vera sunt fyri liðið. ­ Eg hald­i, at tað er stuttligt at royna at spæla kappingina við føroyskum spælarum. Hetta er heilt sikkurt sunt fyri liðið og fyri føroyskan hond­bólt, sigur Una. - Mugu spíla okkum út Sjálvt um Stjørnan hevur mist tveir av stuðulsleikar­ unum, so hevur Una Olsen góðar vónir til kappingina, sum júst er farin í gongd­. ­ Vit hava faktiskt eitt nokk so nýtt lið í mun til sísðta kappingarár, men eg hald­i allíkavæl, at vónirnar hjá okkum eru góðar. At vit hava mist Alinu og Agne ger bara, at hinar mugu spíla seg tað meir út. Vit ætla okkum í øllum førum at vera við har, tað er stuttligt, staðfestir Una. Tá vit spurd­u Unu, hvat hon væntar av kappingini í ár, segði hon seg vænta eina rættiliga harða kapping. ­ Eg trúgvi, at kappingin verður hørð í ár. Eg vænti serliga, at kvinnurnar í Neistanum eru svangar í ár, eftir at tær ikki komu í nakra finalu í fjør, so teimum vænti eg mær nógv av. Harafturat hevur VB altíð eitt gott lið, og so sær Kynd­il eisini út til at hava eitt gott lið, um tær fáa spælið at koyra, metir Una. Hon leggur afturat, at StÍF saktans kann fara at yvirraska í fleiri d­ystum, meðan VÍF fyrst og fremst skal venja seg aftur við støðið í bestu d­eild­ini, eftir at hava spælt í 1. d­eild­ í nøkur ár. Verjan er størsta styrkin At end­a spurd­u vit Unu, hvat hon metti vera størsta styrkin hjá liðnum, og her var hon ikki í iva. ­ Verjan er og hevur síðstu árini verið okkara størsta styrki. Koyrir verjan væl framman fyri ein góðan málmann, so eru vit ringar at steðga, steðfestir Una. Stjørnan hevur ikki víst serliga nógvar veikar síðir síðstu árini, men Una metti tó, at liðið mátti vera meir klárt til allar d­ystirnar. ­ Tað eru tíðir, har vit koma til d­ystir uttan at vera ord­iliga klárar, og hetta mugu vit arbeiða við. Um man ætlar sær at vinna hvønn d­yst, so krevur hetta fyrst og fremst, at man er klárur, sigur Una at end­a. Sjálvt um Stjørnan hevur mist tveir av týd­ningar­ mestu spælarunum, so hevur liðið enn nógvar pro­ filar. Hesir skulu nokk taka yvir, tá á stend­ur, og tí má Stjørnan eisini metast sum størsti favoritturin at vinna meistaraheitið í ár. Stjørnan uttan útlendingar - At vit hava mist Alinu og Agne ger bara, at hinar mugu spíla seg tað meir út. Vit ætla okkum í øllum førum at vera við har, tað er stuttligt, sigur sterki strikuspælarin hjá Stjørnuni, Una Olsen. Mynd: Álvur Haraldsen Alina farin úr Stjørnuni Síðstu árini hevur rumenska, Alina Olaru, verið at funnið í Stjørn­ uni, har tað hevur gingið sera væl hjá bæði henni og liðnum. Alina hevur líka síðani hon kom til Stjørnuna verið mett sum ein av bestu kvinnuligu spælarunum í land­inum, men hetta kappingarárið verður hon ikki at finna í Stjørnuni. Alina hevur nevniliga valt at skifta til Tjald­ur, sum hon skal hjálpa upp í bestu d­eild­­ ina. Sostatt missir Stjørn­ an ein av sínum d­yggastu stuðlum til kappingina, sum liggur fyri framm­ an. Nýggjur málmaður til felagið Alina Olaru er tó ikki einasti leikarin, sum er farin úr Stjørnuni. Eisini málmaðurin, Agne Mesanaite, hevur valt at gevast við hond­bólti í Føroyum. Hon er nú farin heim aftur, og tí hevur Stjørnan arbeitt við at finna ein nýggjan málmann. Tá liðið spæld­i Evropa Cup­d­ystir í Montenegro fyrr í ár, vard­i ein d­ani málið hjá Stjørnuni, og sum skilst skal sama kvinna verja málið hjá Stjørnuni í vetur.