hósdagur 4. oktober 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 192 - 4. oktober 2007 ]
- Tá ið eg ikki fái
spælt 100%, so
kann eg ikki spæla á
landsliðnum, sigur
tvørámaðurin Óli
Johannesen, sum
er givin á føroyska
fótbóltslandsliðnum.
Óli ætlar sær helst
at halda fram við
at spæla fyri TB, og
hann er ímóti, at
besta liðið hjá TB skal
leggja saman við hini
suðuroyarliðini
Fótbóltur
Niels Petersen
Óli Johannesen spældi sín
fyrsta dyst fyri Føroyar í
1992 og nú 15 ár seinni
hevur hann valt at geva
endaligt avboð til lands
liðsfótbólt.
35 ára gamli tvørámaðurin
hevur í eina tíð umhugsað,
nær tíð var at gevast.
Eg og Jógvan Martin
hava tosað um tingini, og
endalig støða er tikin. Eg
meti ikki kroppin vera heilt
kláran, og serliga hælsinan
hevur argað og plágað meg.
Tá ið eg ikki fái spælt 100%,
so kann eg ikki spæla á
landsliðnum, tí har krevst at
ein er púra klárur til hvønn
dyst, greiðir Óli Johannesen
frá og leggur afturat, at hann
hevði ætlað at steðga á
landsliðnum eftir hesa EM
undankappingina
undir
øllum umstøðum.
Spurdur um hvat Óli nú
fer at takast við, svarar han,
at nú kann hann uppliva
hvussu landsdystir eru, sæð
frá
áskoðaraplássunum.
Hann fortelur eisini, hvussu
hann nú kann brúka meiri
tíð saman við konuni og 4
ára gomlu dóttur teirra. Tó
viðgongur hann, at tað
óivað fer at prika millum
tædnar tá hann sær fyrr
verandi
liðfelagar
sínar
ganga inn á vallarnar kring
heimin.
Eftir 15 ár hevur Óli
megnað at spælt heili 82
landsdystir og er hetta met í
føroyskum fótbóltshøpi.
Mong góð minnir
Eftir so mong ár og dystir
er sjálvsagt ein rúgva av
upplivingum sum Óli hevur
fingið. Spurdur um hann
kundi nevna nakrar, fortaldi
hann við brosandi rødd um,
tá tvørámenn talsterkir vóru
farnir á Svangaskarð at
heiðra býarbarni teirra, tá
Føroyar tóku móti Wales.
Tey róptu á meg allan
dystin á tamb, og eg var
sera fegin um hetta. Hesir
fjepparir høvdu fingið gjørt
sær tshirts við navninum
hjá mær á, og eg fekk eisini
eina
frá
teimum,
við
undirskriftum hjá øllum
ernu suðringunum í ferða
lagnum. Tann troyggjan
verður goymd sum reyða
gull.
Sæð út frá einum ítróttar
ligum sjónarhorni eru tað
serliga tvær løtur, ið Óli
minnist aftur á.
Tá vit javnaðu til 11 á
útivølli móti so mætari
fótbóltstjóð sum Týsklandi,
og áskoðarafjøldin, ið taldi
gott og væl 40.000, bráta
gnaði. Tað er eitt gott
minni.
Rammurnar um hendan
dystin í Týsklandi vóru
eisini sera stórslignar og
professionellar.
Hetta
eyðkenda tað týska, har alt
var eftir bókini og eingin
ivi var um nakað sum helst.
Hatta var man ikki vanur
við á Sevmýru, á Tórsvølli
ella á Svangaskarði. Í øllum
førum ikki í eins stóran
mun.
Eisini
minnist
eg
rættuliga væl, tá eg sum
liðskipari
heilsaði
uppá
franska liðskiparan, Zine
dine Zidane, undan dysti
num ímóti Fraklandi. Hann
var í mínum eygum heims
ins besti fótbóltsspælari, og
tað var ein stór løta hjá
mær, minnist Óli aftur á.
Óli spælur ikki bara fót
bólt, hann er útbúgvin lær
ari og er í arbeiði sum
einalærari í Hovs Skúla.
Høvuðslærugreinar hansara
undir lestrinum vóru landa
læra, søga og ítróttur. Hetta
hevur, á mongu fótbólts
ferðum við landsliðnum,
givið Óla fleiri ógloymandi
og fjøltáttaðar upplivingar.
Ein av hesum var, tá
landsliðið vitjaði í Ísrael.
Vit gingu í Jerusalem
býi og sóu hvussu viður
skiftini vóru har. Hetta var
sera stórt helt eg, fortelur
Óli.
Sjálvt um Óli er givin við
landsliðsfótbólt
er
ikki
greitt, um hann gevst heilt
við fótbóltinum. Hann sigur
seg ikki hava tikið avgerð
um tað enn og greiður
víðari frá, at um so er, at
hann framhaldandi fer at
spæla, so verður tað við
barndómsfelagnum T.B.
Ímóti samanlegging
Hvat heldur Óli so um
ætlanirnar um at leggja
bestu liðini hjá fótbólts
feløgunum í Suðuroynni
- Eg mátti gevast
Liðformaðurin á landsliðnum, Óli Johannesen, hevur takkað fyri seg, men hann heldur helst fram at spæla fótbólt fyri
barndómsefelagið TB. Óli heldur, at TB skal ikki leggja saman við hini Suðuroyarliðini
Chelsea aftur á sigurskós
Eftir soltna úrtøku í bæði Premier League og í Champions
League seinastu vikurnar kom Chelsea aftur á rætta kós, tá teir
í gjárkvøldið vitjaðu á Mestalla í Valencia. Tað sá tó einki út
hjá Chelsea, tá David Villa eftir bert átta minuttum legði
heimaliðið fram um eftir eina verjuvillu. Chelsea fótaði sær tó
so við og við, og stutt undan steðginum javnaði Joe Cole fyri
gestirnir. Í seinna hálvleiki var sami Joe Cole arkitekturin
aftan fyri sigursmálið hjá Chelsea, tá hann spældi Drogba
frían við einari sera góðari avlevering. Sostatt fekk Chelsea
uppreisn fyri vánaligu úrslitini síðstu vikurnar.
Ukrainar ikki til at steðga
Ukrainska liðið, Shaktar Donetsk, er ikki til at steðga í
Champions Leaguekappingini. Eftir sigur í fyrsta umfari
eydnaðist teimum aftur í gjár at vinna í øðrum umfari. Her
vóru teir á vitjan í Portugal hjá Benfica, og Shaktar vann
dystin 10. Málið bleiv skotið av brasiliumanninum Jadson,
eftir gott forarbeiði av landsmanninum Fernandinho og
rumenanum, Razvan Rat. Eftir sigurin er Shaktar nú á odda
við fullum stigatali, meðan AC Milan og Celtic hava trý stig
hvørt. Aftast er Benfica við ongum stigi.