Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. oktober 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 192 - 4. oktober 2007 ] saman í eitt oyggjalið? Óli tykist velja sær orðini við serligum umhugsni, tí tað er greitt, at fyri suðringar og møguliga serliga tvørá­ fólk er hetta eitt eymt evni. Hann fortelur, at hann væl dugur at síggja bæði vansar og fyrimunir í slíkum ætl­ anum. Hann heldur sjálvur bestu loysnina vera, at TB ikki fer uppí slíkt samstarv. Grundgevingar hansara eru millum annað útfrá úrslitunum seinastu mongu dystirnar. Óli metir, at síðan póllendingurin Krzysztof Popczynski kom til felagið hevur tað verið sera stuttligt at spæla fótbólt. TB hevur staðið seg avbera væl síðan Krzysztof kom til felagið, og hava teir seinastu tíggju dystirnir spælt ein javnan og vunnið nýggju. ­ Tá TB við núverandi hópi megnar sovorðin úrslit, hvat kunnu vit so ikki megna, um nú vit fáa væl størri peningaligan stuðul, sigur Óli spyrjandi. Óli sigur seg væl duga at skilja, hví nógv umhugsa samanlegging av feløgunum í oynni. Hann staðfestir, at tað hevur verið trupult at fáa nøktandi stuðul til raksturin av feløgunum, men heldur tó fast um, at hann helst sær barndóms­ felagið standa frælst. Spurningurin um hvar dystir skulu spælast, um samanlegging verður veru­ leiki, metir Óli vera um­ ráðandi. Júst vallarspurningurin var eisini settur á kunnandi fundi í Øravík herfyri, har limirnir í fótbóltsfeløgunum í oynni vórðu boðin. Tað svarið, ið givið var spurn­ arsetarunum var, at so leingi feløgini í oynni vóru í næstbestu deildini, var ongin trupuleiki við at spæla helvtina av dystunum á Tvøroyri og hina helvtina í Vági. Men um so er at liðið (oyggjaliðið) flytir upp í bestu deildina, so hevur TB ein trupuleika. Tí vøllurin á Sevmýri er og verður ikki góðkendur til fótbólt í bestu deildini. Tvøráfólk flest vilja helst síggja sítt felag spæla á heimstaðnum, eins væl og vágbingar helst vilja síggja sítt felag spæla í Vági. Og her liggur ein trupuleiki. Hvat skal gerast? Óli sigur seg vera ivasaman, tá tað kemur til samanlegging, tí hann held­ ur seg ivast í, um hvussu nógvir av Tvøroyri fram­ haldandi ætla at spæla fótbólt. Óli staðfestir, at hetta er ein spurningur av týdningi fyri fótbóltsáhugað á Tvøroyri. Hann ásannar, at tað eru sterkar kenslur knýttar at feløgunum og sigur tað vera av alstórum týdningi, at skilagott og rakst fólk sess­ ast og finnur fram til eina haldgóða loysn, ið nøktar tørvin hjá flest øllum. Ungdómsliðini í oynni Seinastu árini hevur TB arbeitt miðvíst við at menna ungu leikarar felagsins og ikki kann sigast annað enn, at væl er arbeitt. Tí í tøttum samstarvi við bæði VB/ Sumba og Royn hava liðini í oynni vunnið sær sigur aftaná sigur. Seinasta av hesum er dreingjaliðið, ið sannførandi vann greipuna. Sigast kann, at hini liðini í ungdómsdeildini hava nærum øll havt frálík úrslit at vísa á. Samstarvið sær út at virka til fulnar hjá teimum ungu í oynni. Og hvussu verður við vaksnamanna­ liðunum, tað fáa vit nærri ábendingar um, tá ætlaðu fundirnir vera í feløgunum í næstum. Góð ráð til tey ungu Tá Óli verður spurdur, um hann hevði nøkur góð ráð til teir ungu fótbólts­ leikararnir kring landið, svarar hann, at man ikki má smæðast. ­ Trúgv uppá teg sjálvan og før teg fram sams­ varandi. Óli heldur ikki at hann sjálvur hevur dugað tað eins væl, og hann kanska hevði ynskt sær. Um møguleikin bíðst at ein evnaríkur spælari stendur í boði at sleppa til royndarvenjingar í ein­ hvørjum felag uttanlanda, kann Óli geva góð ráð. ­ Tak av møguleikanum, tí aftur til Føroya sleppur tú altíð. Eingin orsøk er hjá ungu og evnaríku fótbólts­ talentunum at taka av einum møguleika uttanlands. Tak stigið, tit mennast av tí, sigur hann og leggur afturat, at ungir spælarar samstundis mugu vera greiðir yvir, at tað er ongin vissa fyri, at tað eydnast. Sjálvur drálaði Óli nakað leingi, heldur hann sjálvur. Hann tók ikki av møgu­ leikanum, fyrr enn hann var 27 ára gamal. Hetta var ikki tí at møguleikar trutu. Hann fekk javnan tilboð, men valdi ikki at taka stigið og fullføra tað. Óli mælir staðiliga øllum ungum, ið fáa hendan møguleikan, um at taka av og nýta tað sum frægast. Leygardagin fara føroysku mans- og kvinnulandsliðini aftur í eldin. Avbjóðingin eitur hesaferð NEC – Northern European Championship FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Føroysku mans­ og kvin­ nulandsliðini í amboðs­ fimleiki liggja ikki á løtu síðuni. Í summar vóru tey á fimleikaoyggjaleikunum á Isle of Man, haðani tey komu heim aftur við fleiri heiðursmerkjum í viðfør­ inum. Síðan hava tey vant dúgliga til tað, ið landsliðs­ venjarin hjá monnunum Eyvind Akraberg Hansen nevnir størstu fimleikaligu avbjóðingina hjá føroysku amboðsfimleikarunum, nevniliga NEC, norður­ evropeiska meistaraskapin í amboðsfimleiki. Lands­ liðsvenjari hjá kvinnunum er Sámal T. F. Johansen. Umframt Norðurlondini verða Wales, Skotland og Írland við í kappingini. – Fimleikaliga støðið í hesi kappingini er sera høgt, og fyribils málsetningurin hjá okkum er at hava so nógvar luttakarar aftan fyri okkum, sum gjørligt, tá ið kappingin er av. Enda vit í miðjuni, eru vit sera væl nøgdir, sigur Eyvind Akraberg Hansen. Manningin á føroyska manslandsliðinum er Gutti Harryson, Fróði Morten­ sen, Øssur D. Eiriksfoss, Rósing Dam og Høgni Øster, sum allir eru úr Havnar Fimleikafelag. Seinast nevndi er tann einasti, ið fyrr hevur roynt seg í júst hesi kappingini. Tær, ið manna kvinnu­ landsliðið, eru Elinborg T. Durhuus og Brim H. Hoydal úr Ljósinum og Kristina Toftegaard og Silja Højgaard frá Støkk. Kvinnurnar skulu royna seg í lopi, gólvíðkan og á bitanum. Menninir fara at kappast í rekk, gólvíðkan, lopi, paralell barr og í ringunum. – Vit hava bestu vónirnar í lopi og møguliga í gólvíðkanini, siga landsliðsvenjararnir. At menna føroyska amboðsfimleikin krevur ikki bara, at fimleikararnir eru við í altjóða kapping­ um, men eisini, at vit fáa altjóða dómarar í Føroy­ um. Kappingarnevndin hjá NEC setir sum krav, at skulu vit luttaka í altjóða kappingum, mugu vit eis­ ini koma við altjóða dóm­ arum, sigur Eyvind Akra­ berg Hansen. –Hesa ferð sleppa vit tó at vera við, hóast vit enn ikki kunnu møta teirra krøvum. Ístað­ in sleppa vit at hava tveir dómaraeygleiðarar við. Hesi eru Pól Esper Hanus­ arson og Anni Kyster, sum bæði hava royndir sum dómarar í amboðs­ kappingunum her heima. Fimleikararnir fara til Danmarkar í dag, har tey fáa vant eitt sindur, áðrenn tey halda leiðina fram til Írlands í morgin. Tá fáa fimleikararnir høvi til at royna amboðini, sum tey skulu kappast á, og síðan er sjálv kappingin á skránni leygardagin. Før­ oyska ferðalagið kemur heim aftur sunnukvøldið. Oyl Isle of Man 2007: Føroysku fimleikararnir kláraðu seg væl á fimleikaoyggjaleikunum á Isle of Man í summar. Her er Gutti Harryson í ringunum Fimleikarar á veg til NEC Dida stjól yvirskriftirnar Í gjárkvøldið vóru Champions League­vinnararnir frá í fjør, AC Milan, á vitjan hjá skotsku meistarunum Celtic. Her eydnaðist heimaliðnum heldur óvæntað at vinna dystin 2­1. Men tað var málmaðurin hjá AC Milan, Dida, sum stjól yvirskriftirnar eftir dystin. Hann átti nevniliga sín stóra part av skyldina í sigursmálinum hjá Celtic, og eftir málið rann ein heimaáskoðari inn á vøllin fyri at takka Dida. Í øðini fór Dida rennandi eftir ákoðaranum, men hann var so óheppin at detta og smekka høvdið í. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsligur skaðin hjá Dida er. Lazio bardi seg til javnleik Í gjár tók italska høvuðsstaðarfelagið, Lazio, ímóti spanska kongafelagnum, Real Madrid, í Champions League. Og dysturin var bert átta minuttir gamal, tá Nistelrooy væntandi legði Real Madrid á odda. Men Lazio kempaði seg inn aftur í dystin, og eftir ein góaðn hálvan tíma javnaði Pandev til 1­1 við einum sera góðum máli. Nakað inn í seinna hálvleik var Nistelrooy tó aftur upp á spæl, tá Raul sendi hann púra leysan við málmanninum, og so var 2­1, men Lazio vildi tað øðrvísi. Móti dystarenda javnaði Pandev en neinaferð fyri Lazio, og Lazio fekk tí ein uppibornan javnleik ímóti spanska stórfelagnum. Fyrrverandi landsliðsskiparin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, náddi at spæla 82 landsdystir fyri Føroyar. Tann síðsti av hesum var ímóti Skottlandi fyrr í summar Mynd: Álvur Haraldsen